hósdagur 19. apríl 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
16
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
5. partur
N
eistin er nú atkomi
ligur á landsbóka
savninum. Her er
talan um sjey hond
skrivaðar bøkur. Mannagongdin
var tann sama sum við Baldursbrá
hjá Havnar Ungmannafelag fyrst í
hinari øldini. Á hvørjum fundi var
settur ein blaðstjóri, sum sjálvur
skrivaði ella fekk onkran annan at
skriva komandi blað. Hetta varð so
lisið upp á næsta fundinum.
Tað er serdeilis áhugavert nú
at kunna blaða gjøgnum hesar
bøkur. Her er ein hópur av ym
iskum tilfari. Kanska er sumt
meira vert enn annað, men tað
valdast eisini eyguni sum síggja.
Men tað er neyvan nakar ivi um,
at her er nógv áhugavert tilfar.
Í flestum førum er skriftin væl
lesilig. Í summum førum er hon
nakað kám. Hetta tilfar lýsir væl
hvat, ið upptók ungdómin í Havn
fyrrapartin í 1900-talinum.
Tað er tann munur á Baldursbrá
og Neistan, at nógv av tilfarinum
í Baldursbrá er komið út í bók.
Tilfarið hjá Mads A. Vinther varð
prentað í bók hansara Úrvalsrit í
1932. Tað tykist sum at tilfar hjá
m.ø. Petur Alberg er prentað í
smáskriftir Varðans fyri 100 árum
síðani.
Úr Neistanum man tað vera
ógvuliga avmarkað, sum er komið
út alment. Onkur brot koma í
hesum og komandi pørtum, men
tað er bara ein lítil partur av øllum.
Byrjanin til Neistan
Í Neistanum 11. mars 1924 verður
m.a. annað skrivað:
“Neistin hevur broytt útsjónd,
men hetta er ikki fyrstu ferð. Frá
tí fyrsta degi blaðið kom út (í
1920), hevur bjálvin íðiliga verið
broyttur, og hvør nýggj broyting
hevur fyri blaðið verið ein
afturgongd. Fyrsta árið kom tað
út sum hektograferað [eitt slag av
duplikering] blað í 25 eintøkum.
Hetta hektograferingsarbeiðið
hildu felagarnir vera stríggið og
roynt varð at senda blaðið út í 4-5
maskinskrivaðum eintøkum [helst
við gjøgnumslagi]. Hetta vardi ikki
leingi. Tað sigst, at skrivimaskinan
brotnaði, og nú var einki annað at
gera enn at skriva blaðið við hond.
Men síðan konufólkini tóku
ræðið á felagnum, hevur tað fingið
eina “renesansetíð”.
....
Eitt liggur nú fyri hjá nevndini, tað
er at fáa felagarnar til at skriva
bæði nógv og væl, og vit vóna, at
tað fer at eydnast henni.
Um ein fór at kanna eftir, hvat
ið higartil er skrivað innanfelags er
tað tíverri ógjørligt, tí hvar eru tey
útkomnu bløðini av Neistanum?
Jú, nøkur eru her, onnur har,
men meginparturin man helst
ikki vera til longur. Hetta er stórt
spell. Kann vera, at blaðið hevur
verið ússaligt, men tað er ov gott
at verða burturtveitt.
Tað verður nú roynt at skriva
blaðið inn í bók, sum tá ið hon er
full kann verða goymd til minnis
um felagið og til nýtslu fyri tey, ið
seinni fara at leita eftir onkrum
gullkornið í Merkisins arbeiði.”
Tað er hetta sum kann gerast
nú nærum 100 ár seinni.
Niðanfyri skal verða endur
givin ein stuttlig grein, sum er
skrivað um Rasmus á Háskúlan
um, sum tá var virkin í Merkinum.
Hann gjørdist seinni formaður í
felagnum.
Tað er ringt at síggja, hvat ið er
veruleiki og hvat ið er yrkt í hesi
frásøgn, men hon lýsir uttan iva
Rasmus sera væl.
Tá ið Rasmus
fann stjørnuna
Rasmus er føddur granskari
og vísindamaður, og gransking
hansara umfatar almikið millum
himmal og jørð. Himmalin dámar
honum best. “Tess hægri tess
betur” er loysunarorð hansara.
Vísindaligt starv upptekur
mestur sum alla hansara tíð.
Mánadag granskar hann plantu
frøði, serliga berjalyng, týsdag
er hann politikari við lív og sál,
mikudag drívur hann fiskimanna
rannsóknir, hósdag sveimar hugi
hans hjá teim forngrisku matmat
ikarunum og astronum t.d. Pytha
goras og Archimedes (ikki motorin
Archimedes sum lýst verður fyri í
FF-blaðnum.)
Fríggjadagin hevur hann vígt
til jarðarfrøði, tá ger hann rann
sóknir um upphav Føroya lands.
Men leygardag og sunnudag nýtir
hann til kærasta starv sítt, at kaga
eftir stjørnum, og sum stjørnu
kagari er hann viðgitin millum
teir frægastu, næstur Tycho
Brahe [kendur danskur stjørnu
granskari]. Himmalin hevur hann
býtt sundur í partar og granska
hvønn partin sær við eini óførari
sjóneyku, sum hann altíð ber uppi
á sær.
Eitt sunnukvøld varð boðið til
dans fyri Merkinum og merkis
menn. Og meðan Rólant og Tólv
javningar hans kruvdu heidningar
hundrað í senn í matarhøllini, sat
Rasmus so friðarligur niðri við
sjóvarstrondina og kagaði eftir
stjørnum.
Veðrið var lýtt, himin klárur
og túsundtals stjørnur vóru úti.
Eg var vorðin heldur sveittur í
dansinum, og tí fóru vit báðir
Tummas út at spáka. Vit gingu
víða um og prátaðu um stjørnur.
Snøggliga steðgaði Tummas. “Nei
so satt er tað nevið á Rasmussi
eg síggi glitra niðri í fjøruni. Tað
er so eyðkent.” Jú, har sat hann
so hábærsligur á einum krakki
við sínum sjóneyka og “kikaði”
stjørnur, og hábrøgd hansara
vóru hvørki yndislig ella blíð. Tað
var eins og hann vildi sagt: “Latið
tykkum úr klossunum, staðurin
tit stíga á er friðhalgaður”. Vit lótu
sum einki og settu okkum undir
liðini á honum. So við og við var
Rasmus blíðari við okkum, tá hann
sá, at vit elskaðu stjørnurnar.
Hann greiddi okkum frá, hvussu
hann hevði partað himmalin
sundur í deildir, sum hann skiftist
um at granska.
Stjørnur í deildir
Vestanfyri var søgugranskara
deildin, har glampaðu bjartar
stjørnur sum t.d. Mars og Svabo,
Jóannes bóndi og Schrøter, Enokk
ur og Snorri. Næsta deild móti
norði var skaldskapardeildin. Í
henni vóru tær bjartastu Regin í
Líð og Hans Andreas, næst teimum
kom Henrik Ibsen og Kvívíks Jógv
an. Sjeystjørnan skein so blonk í
suðri. Stjørnurnar í hesi mynd
hevði hann givið konufólkanøvn.
T.d. Maria Mikk, Frk Rein, Elsa,
Dríla Katrina, Petra, Anna o.s.fr.
Aftaná Sjeystjørnuna gekk ein
lítil bleik stjørna, sum hann hevði
Í seinasta parti í hesi røð varð sóknast eftir
hondskrivaða felagsblaðnum hjá ungmannafelagnum
Merkinum, men nú er tað komið undan kavi.
BLAÐIÐ NEISTIN
KOMIÐ UNDAN KAVI
Ungmannafelagið Merkið:
Høvdið á Neistanum. Hetta er fyrsta blaðið í 1924.
Tekning av Rasmussi sum stjørnugranskari. Tað er greitt, at ein av
stjørnunum er Jákup Dahl, próstur. Kanska onkur hevur eitt boð
um hvørjar hinar stjørnurnar eru. Vit vita ikki hvør teknarin er.