hósdagur 19. apríl 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
17
Komandi partur
Í hesum umfarinum koma tveir partar afturat um
Merkið. Í komandi parti verður m.a. greitt frá, tá
ið Merkið stríddist fyri føroyskum kirkjumáli
lagt stóran alsk á. Hana nevndi
hann við einum arabiskum navni:
Scha-Bokk. [man vera Sjabokk,
Jákup Jacobsen.] Hon var nokk
heldur lítil, men viðhvørt birtist
hon upp sum ein brandakola.
Hann segði, at hon hoyrdi til tær
variablu, og tær vóru ringastar av
øllum at halda stýr á.
Tann deildin, sum hann hevði
bestan hug á, var málkynstring
ardeildin. Hon átti allan hansara
víttfatandi astronomiska kærleika
og hana ætlaði hann serliga at
granska hetta kvøldið.
Rasmus peikaði við sjóneyk
unum: “Stjørnurnar í hesi deild
havi eg kallað upp eftir mínum
kærastu og lærdastu vinum, men
eg fái tær ikki at ganga, sum eg
vil. Har er Hammershaimb, hin
gamli er við at ganga niður, og
Dr. Jacobsen fer aftan á honum,
meðan eitt sovorðið tvillingapar
sum Hessenschmidt og Januar eru
uppi undir skýnum. Teir fylgjast
nú altíð so vinarliga. So er tað mín
góði vinur, Jákup Dahl, hann er
enn á veg upp eftir.
Nýggj stjørna
Vit stóðu málleysir og undraðust
á henda vísa mann, sum alt hetta
visti, men so knappliga loypur
hann á føtur: “Drolin hann spliti
tú meg, hvat er tó hatta?” Vit
hyggja, har sum hann peikar og
síggja omanfyri alt, omanfyri
Dr. Jacobsen og Jákup Dahl,
eina blíða blanka stjørnu. Vit
læna sjóneykuna og síggja, at
hon stendur beint omanfyri Við
areiði. “Hevrek, hevreki!” rópar
hann Rasmus. Tí tá øðin kemur
í hann tosar hann altíð grikst.
“Hon skal eita Christian Matras,
henda Stella Nova”. Vit fataðu,
at vit vóru vitni til eina stóra
veraldarhending. “Hmm” mutlar
Rasmus, “eg noyðist at melda hetta
til universitetið í Gøtu, sum er tað
næststørsta í Føroyum. Hann
rykti sjóneykuna frá okkum og
fór til hús. Har ringdi hann straks
rektaran í Gøtu upp í telefonini.
Eina løtu seinni vóru teir áfastir.
“Er tað tú rektor?” “Ja, tað eri eg, og
hvat vilt tú?” “Eg havi funnið eina
stjørnu”. “Er tað ein komet ella er
hon fix?” “Fix, fix” rópar Rasmus”
“Skal hon verða løgd undir Norra
ella Danmark,” spyr rektor.
“Nei, hon er so Dolin spliti meg
føroysk!” svarar Rasmus. “Ja, well!”
svarar rektor. So seta vit hana
yvir Eysturgrønlandi og kanna
okkum tað seinni, tí enn er tað no-
mannsland. So fær Danmark hana
ikki í hvussu so verður, og tað er
høvuðsendamálið”
Hetta heldur Rasmus vera góð
ráð. Vit hoyra nú einki meira av
samrøðu teirra, men hetta kemur
nokk alt í FF-blaðið seinni.
Dansurin heldur upp at. Vit fara
til hús við teirri fatan, at Rasmus
er okkara størsti astrologur,
meðan Sjabokk er okkara størsti
prentvillurættari.
Jákup og Regin á Sirius
Rasmus skrivaði fyrstu
skúlabók á føroyskum
“Rektari” á “universitetinum” í
Gøtu var Símun Pauli úr Konoy.
Hann og Rasmus høvdu nógv sam
an og nógv felags áhugamál, sum
t.d. plantur og vøkstur. Konoy
hevði ein stóran urtagarð í Gøtu
gjógv og Rasmus plagdi at koma
norður at vitja.
Tað kann vera nevnt, at blað
stjóri fyri Neistan við hesi søgu
var Ada Rasmussen f. 1905. Hon
var dóttir Rasmus. Hon bleiv bara
30 ára gomul.
Rasmus var ein maður við sera
nógvum evnum. Tað er kent, at
hann skrivaði Føroya fyrstu skald
søgu, Bábilstornið.
Hann hevur verið eitt flogvit
á mongum økjum eisini innan
roknikynstur.
Eitt dømi um tað er, at hann
ólærdur skipaði fyri einum parti
av útskiftingini av bønum í Kun
oy, áðrenn nøkur matrikullóg varð
til. Ofta kundu útskiftingar føra til
klandur, men søgan sigur einki um
tað í hesum førinum.
Hvussu evnaríkur Rasmus
var, sæst eisini av, at hann í 1899
skrivaði eina lærubók í geometri.
Hana skrivaði hann á føroyskum,
og hetta man helst vera fyrsta
skúlabókin á føroyskum. Hon
er hondskrivað og finst bert
í einum eintaki. Hon telur 45
hondskrivaðar síður við teksti og
frymlum.
Rasmus gjørdist í 1912 skrivari í
Føroya Fiskimannafelag og hevði
hann hetta starv fram til 1947.
Saman við táverandi formanni,
Símun Paula úr Konoy, fór FF í
1920 at geva út FF-blaðið, sum
skjótt gjørdist eitt vikublað, har
Rasmus var blaðstjóri. Hetta var
ikki smávegis avrik, tá ið hugsað
verður um útgerðina, sum var tá.
Henda blaðútgáva helt fram til
1927.
Í 1929 var Rasmus við á eini
sendiferð til Spania at kanna
fiskamarknaðin á hesum leiðum.
Hann skrivaði tá eina áhugaverda
dagbók, sum í 2002 varð prentað í
táverandi FF-blaðnum saman við
øðrum tilfari um Rasmus.
Louis Zachariassen skrivaði
m.a. í 90-ára minningarritinum
fyri háskúlan:
“Sum háskúlamaður og við síni
skriving hevur Rasmus avrikað
megnarverk. Starv hansara sum
blaðstjóri av FF-blaðnum og skriv
ing hansara í bløðunum var altíð
borin av hugsjónum, sum vístu
út yvir dagligan politikk. Fólks
ins menning á egnum menn
ingarstøði lá honum fremst á
hjartað, og hetta er samsvarandi
tey sjónarmið, sum hin norður
lendski fólkaháskúlin bygdi á.
Ì plantufrøði hevur Rasmus
avrikað verk, sum vísindamenn
roknað við. Umframt at hava
skrivað greinir um slík evni í
vísindaligum tíðarritum í út
heiminum hevur Rasmus givið
út bøkurnar “Føroya Flora” og
“Plantulæra” á føroyskum. Tað er
ikki smáverk, sum her er avrikað,
og undrunarvert er tað, at ein
maður við so ringum umstøðum,
sum Rasmus hevur havt, kann
hava lagt alt hetta skrivliga arbeiði
úr hondum.
Føroya Fólkaháskúli hevur
aldri fæ at bjóða lærarum sín
um. Hetta var uttan iva atvoldin
til, at Rasmus tók við starvin
um sum skrivari í Føroya Fiski
mannafelag. Fyri felagið kom
hetta skrivarastarv at fáa alstór
an týdning. Eisini sum skriv
stovumaður vísti Rasmus stór
evni. Hann kom at vera tað fasta
haldið í felagnum, tí misnøgd
millum felagslimirnar førdi brátt
til formansskifti, og stundum fór
skifti fram á hvørjum ári. Hann
helt fíggjarligt skil á felagnum, og
tað hevur borið gjøgnum nógvar
trupulleikar.”
Dømi um skemt
í Neistanum
Trolararoyndir:
Fyri at fáa enda á rottupláguni
uppi á Háls keypti býráðið eftir
tilmæli frá Kvíkartummasi eitt
trol frá tí seinasta trolaranum
ið tikin var. Trolið var sett
fríggjadagin uppi á Hálsi. Á øðrum
oyranum var býráðsformaðurin,
Wentzel Petersen og Jógvan
Christiansen, á øðrum Breckman,
Hans í Funningsstovu og Z. Sør
ensen, meðan Jens Poulsen við
einum blásibjølgi fýsti rotturnar
inn í nótina. Tá ið avtornaði sást,
at meskurar vóru ov víðar. Í nótini
vóru bara Sámal í Gong og ein
svínoyingur.
Leygardagin varð so roynt
við trolinum í Kirkjubøhaganum
eftir haru. Hesa ferð var fongurin
Hugo Øster, Eivind Evensen, Dr.
Dahl, Dr. Magnussen, ryssan hjá
Vilhelm Tórsheim og tríggir veðra
gemlingar.
Býráðið hevur nú samtykt
at leiga trolið út til teir gomlu
dreingirnar í Havn.
Hetta er “universitetið í Gøtu”, gamli skúli frá seinast í 1800-talinum og nýggi skúli frá 1929.
Úrmælingarnir vinstrumegin frá Símun av Skarði, Rasmus
Rasmussen og Símun Pauli úr Konoy, “rektarin” í Gøtu.
Brot úr lærubókini um geometri hjá Rasmussi á Háskúlanum.