Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 18 TRÓNDUR ARGE F ótbólturin røkkur um næst­an allan heimin. So­ leið­is er eisini í høvðus­ stað­num í Vesturavstralia, Perth. Ein býur, sum er ein tann mest avbyrdi høvðusstaðurin í heiminum. Tað er bara Honululu, høvðus­staðurin í Hawaii, sum ligg­ ur longur vekk frá einum øðr­um stórbýi. Eisini her hevur fót­bólt­ur­ in fingið fastartøkur, men ikki eins nógv og tjóðarítróttin – avstralskur fótbóltur. Í skugganum av tjóðarítróttinum Hendan heldur gráliga dagin í marsmánaði er eisini sjón fyri søgn, tá koyrt verður til lands­kapp­ ingar­dystin millum Perth Glory og Melburne Victory, at tjóðar­ítrótt­ urin hevur munin. Á veg til nib-leikvøllin hjá Perth Glory verður koyrt fram­ við stóra Opus leikvøllinum, har av­straliskur fótbóltur er sam­ stundis. Leikvøllurin tekur 60 tús­ und fólk og sær út sum teir stóru leik­vøllirnir, har føroyska lands­ lið­ið javnan roynir seg á altjóða palli­num. -Eg vænti har er fult hús í dag, sigur Chris Hickson, sum er ferðaleiðari á túrinum. Hann er giftur í familju, sum hevur før­ oyska ætt. Við sær hevur hann tvey av børnunum, Kobey og Mia. Kobey hevur fyrr um dagin spælt venj­ingardystir fyri sítt lokala felag í Perth. Fýra lið, tvey U11 og tvey U12 lið, eru við til eina styttri innan­hýsis kapping. Tað er hugvekjandi at síggja, at spælar­arnir í stóran mun halda seg til sínar uppgávur og skift verður út í fleiri førum, so allir spælararnir sleppa at royna tey ymisku pláss­ ini, greiðir venjarin frá. Hann eigur bæði ein son og ein dóttur, sum spælir við. Dótturin stendur einki aftanfyri hinar spælararnar á vøllinum. – Tað gongur í eitt ár ella tvey afturat, so byrjar munurin van­liga at vaksa millum dreingir og gent­ur, sigur venjarin. Í eina dystinum er Kobey og lið­ felag­irnir á odda 3-0, tá venjarin gevur tekin um, at nú skifta liðini síðu. Tað er nakað av vindi og Kobey skal nú spæla í mótvindi. Dyst­ur­in verður meiri javnur og hitt liðið fær eisini mál. Perth stríðist Hóast tað er tætt upp á dystarbyrjan millum Perth Glory og Melbourne Victory, so er ongin trupulleiki at fáa atgongumerki og sleppa inn. Tey kosta 25 austrlaskar dollarar, sum svarar til á leið 100 føroyskar krón­ur. Perth Glory liggur undan dysti­num á 8. plássi í A-League, sum besta deildin í Avstralia eitur. Gestir­nir úr meiri stórbýarkenda býn­um Melburne, eru á fjórða plássi. Tað er í eysturavstralia – við Syd­ney á odda – at stóru feløgini halda til. Har eru stórbýirnir og peng­arnir, meðan Perth er besta um­boðið fyri vesturavstralia, sum á nógvar mátar liggur fyri seg. Tað er langt at ferðast, og kanska nakað skjótt at undirmeta frá­ støðurnar í Avstralia, tá tað á ein­ um útstrektum heimskortið ikki sær nógv størri út enn Grønland. Bara Vesturavstralia er áleið tvær ferð­ir so stórt sum Grønland. Tí eru frástøður í Avstralia eisini eitt heilt annað fyribrigdi enn í Føroyum. “Beint uttanfyri Perth” kann gott merkja fleiri hundrað kilometrar. Tað spælir eisini inn, tá tosað verður um fíggjar­ligu støðuna í Perth. Tí býur­in stríðist í løtuni við eitt sind­ur av afturgongd. Kinesarar keypa ikki líka nógv úr minunum í Vesturavstralia, sum teir gjørdu fyrr. Tað merkist í býnum í løtuni, har tað er torførari at verða í vinnu­lívinum. Í eini roynd at greiða frá før­ oysk­um viðurskiftum og ríkastu familj­unum í Føroyum so er aftur­ svarið, “hatta er ikki at vera ríkur í Perth”. Tá tosa vit um “billions of dollars”. Tað svarar so til minst einar 5 milliardir krónur. So øll hava tað ikki so torført í Perth, hóast býurin stríðist. Góð byrjan Komin inn á leikvøllin gongur skjótt at finna sær eitt setur. Fyri uttan nøkur útvald pláss, so er frítt at seta seg á okkurt av teimum 20 túsund setrunum á leikvøllinum. Tá tað verður sagt, at fótboltur ikki hevur stóran áhuga millum fólk, so spælir tað lutfalsliga aftur inn. Tað er eru 7.796 áskoðarar til dystin, hóast Perth Glory ikki hevur havt eitt gott kappingarár. Tað er meiri enn føroyska metið á 6.642, tá Føroyar í 1997 vunnu 2-1 á Malta á Svangaskarði. Perth Glory, sum er stovnað í 1996, hevur fyrr talt spælarar sum Liverpool legenduna, Robbie Fowler, men í dag er einki stórt navn á dómaraseðlinum. Meðan Major League Soccer í USA hevur presenterað nøvn sum David Beck­ ham, Steven Gerrard, Kaka, Didier Drogba og seinast Zlatan Ibra­ himo­vic, so er stóra stjørnan hjá Perth Glory írin Andy Keogh. Hann er uppvaksin í Leeds Uni­ted, men fekk ongantíð sítt gjøgnum­brot har. Hann hevur síðani spælt við feløgum sum Scun­thorpe, Wolverhampton og Mill­wall, umframt at hann er út­ leig­að­ur fleiri ferðir. Ágrýtni írin er helst besti spælarin hjá Perth Glory hendan dagin. Heimaliðið, sum spælir í lilla­ farvað­um troyggjum við hvítum erm­um, er eisini nær við at leggja seg á odda fyrstu løtuna. Síðani taka gestirnir yvir, men beint fyri hálv­leik er Andy Keogh á rætta stað­num og stútar eitt innlegg ÍTRÓTTUR: Ferðafrásøgn Ferðafrásøgn úr Australia: Fótbólturin í Avstralia stendur í skugganum av tí, sum verður rópt australiskur fótbótbóltur. So nógv, at tey bara kenna okkara fótbólt sum “Soccer”. Landsliðið hevur roynt seg í HM endaspølum og fóbóltsáhugin er í framgongd, men tað er langt á mál, um avstraliskur fótbóltur er yvirleggjarin TIL FÓTBÓLTS­ DYST Í PERTH Frá vinstru; Tróndur Arge, Mia Hickson, Kobey Hickson og Heri Arge. Mia og Kobey eru av føroyskari ætt Tveirt básar vóru á leikvøllinum, har tú kanst keypa troyggjur av annað av Perth Glory