hósdagur 19. apríl 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
19
í mál. “Villur jubil” er nokk ikki
rætta lýsingini, men hetta er sum
til ein vanligan dyst í Evropa. Jú,
víst leggja teir næstan átta túsund
áskoðararnir í fótbólt.
Øl, familjustemningur
og spentir fjepparar
Í halvleikinum gongur leiðin yvir
til eina av tveimum sølubúðunum,
har tað ber til at keypa spæli
troyggjuna hjá Perth Glory. Túr
urin á nib-leikvøllin skal gerast
ógloymandi við eini lillafarvaðari
troyggju. Hon kostar 100 dollarar,
ið svarar til 475 krónur. Tað er væl
sloppið í mun til stóru feløgini í
Evropa, sum selja sínar troyggjur
fyri upp til yvir 700 krónur. Hartil
er troyggjan av italska merkinum
Macron, sum er nýggja merkið hjá
føroyka landsliðnum.
Tað er gott pláss hjá áskoðarum
at ferðast aftur og fram í hálvleiki
num. Tað gongu eisini skjótt at fáa
okkurt at drekka. Bæði til tey eldru
og tey yngru.
Avstralia er bretsk koloni og tað
sæst til tíðir aftur. Ella rættari sagt
hoyrist aftur. Handan annað málið
stendur “Skansin” hjá Perth Glory.
Har verður sungið, rópt og trumm
að fyri allar pengarnar.
Í A-League hava tey innført sjón
varpsdøming, sum eisini er kent
sum VAR (Video Assistant Referee).
Her hevur dómarin møguleika at
hyggja í ein sjónvarpsskýggja og
síggja avgerandi støður umaftur.
Sermerkt er, at áskoðarar eisini
sleppa at fylgja við, tí á teimum
báðum stóru skermunum, ið eru
settir upp á leikvøllinum, síggjast
støðurnar.
Einu ferðina kemur róp í, tí tað
sæst rímiliga væl á skerminum, at
ein spælari hjá Melbourne tveitir
seg. Fleiri spælarar prika á dómar
an og peika á stóra skermin.
Tað fylgja eisini javnan for
kláringar við á stóru skermunum.
Millum annað verður víst á, at VAR
bara kann brúkast í samband við
mál, brotsspørk, reyð kort og iva
málum um hvør hevur gjørt frí
spark.
Perth Glory vinnur
Tað endar við, at Perth Glory vinn
ur 1-0. Málið hjá Andy Keogh vísur
seg at verða avgerandi málið. Tað er
gott lag á áskoðarunum, sum sein
astu løtuna halda fyri, at hetta fer
ikki at ganga.
-Vit duga ikki halda fast í eini
leiðslu, sigur ein av áskoðarunum.
Fyrrnevndi Chris Hickson hev
ur funnið nakrar vinmenn, sum
hann prátar við. Teir eru mælskir
og gloyma til tíðir, at børn eru til
staðar, meðan illbønir verða sendar
eftir mótstøðuliðnum og dómara
num, tá trýstið er upp á tað hægsta
á málið hjá heimamonnunum.
Talan er í stóran mun um full
tíðarfótbóltsspælarar, sum vinna
sær nokk av pengum til at liva fyri.
HM luttøkan í 2006 hevur sett ferð
á menningina hjá fótbóltinum í
Avstralia. Í løtuni verður leitað
eftir spælarum, sum kunnu fylla
skógvarnar hjá monnum sum
Harry Kewell, Tim Cahill og Mark
Viduka, sum fyrr hava sett landið
á fótbóltsheimskortið.
At síggja til hendan dagin, so
skuldi einki verið í vegin fyri, at ein
góður føroyskur landsliðsspælari
kláraði seg væl í A-league kapp
ingini.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
A-League:
7.796 áskoðarar vóru til
dystin millum Perth Glory
og Melbourne Victory
nib-leikvøllurin í Perth
Chris Hickson, uttast til høgru
Føroysku skyldfólkini
í Avstralia
Orsøkin til frásøgnina úr Avstralia er, at undirritaði
var og vitjaði familju í Perth. Aldursforsetin á
myndini Hanna Julia Jensen flutti til Bretlands
eftir seinna heimsbardaga og giftist Ted Edwards.
Tey fluttu til Avstralia aftaná dóttrini Brendu síðst
í áttatiárunum. Hanna Julia Edwards er fastur
Marnu, Erlu og Káru Matras Jensen. Tær eru døtr
ar hjá Hera Jensen, beiggja Hannu Juliu, og Bjørg
Matras. Á myndini er eisini Brenda Sanders, ið er
dóttir Hannu Juliu. Hon og maðurin Roy Sanders
eiga tvey børn. Scott Sanders og Nina Hickson.
Nina er gift við Chris Hickson og saman eiga tey
børnini Poppy, Kobey og Miu. Kobey og Mia eru
avmyndaði til dystin.
STIGATALVAN Í A-LEAGUE (19. APRÍL 2018)
1. Sydney FC
27
+42
64
2. Newcastle Jets
27
+20
50
3. Melbourne City
27
+8
43
4. Melbourne Victory
27
+6
41
5. Adelaide United
27
-2
39
6. Brisbane Roar
27
-7
35
7. Western Sydney Wanderers
27
-9
33
8. Perth Glory
27
-13
32
9. Wellington Phoenix
27
-24
21
10. Central Coast Mariners
27
-21
20
Tað er heitið á landskappingini
í Avstralia, sum ikki sá dagsins
ljós fyrr enn í 2004, eftir fleiri ár
av afturgongd í heimligum fót
bólti. Ferð kemur á fótbóltin í
Avstralia, eftir luttøku til HM
endaspælið í 1974. Landskapp
ingin telur fleiri stór feløg, men
síðast í 90 unum og um aldar
skiftið er stór afturgongd. Bestu
spælararnir fara til Evropa at
spæla, men bara tey fægstu
feløgini megna at veksa um sítt
virksemi – har í millum Perth
Glory.
Í 2004 verður A-League sett
á stovn. Átta feløg vóru við á
fyrsta sinni, har Sydney FC fór
avstað við meistaraheitinum.
Leisturin er, at spælt verður
ein vanlig landskapping. Síðani
spæla seks tey ovastu liðini
um meistaraheitið í einum
meistarabólki. Sydney FC, Mel
bourne Victory, og Brisbane
Roar hava vunnið meistaraheit
ið tríggjar ferðir í part, meðan
Perth Glory ongantíð hevur
vunnið tað.
Tað er lønarloft í A-League,
men tað fylgja nógv ymisk
undantøk við. Millum annað ber
til at hava tveir lyklaspælarar,
sum ikki telja við í lønarlofti
num. Eitt nú kann ein hópur
eisini bara hava fimm útlendsk
ar spælara, ella “Visa-spælarar”
sum tað verður rópt har. Hartil
eru eisini krøv um hvussu nógv
av inntøkunum kunnu brúkast
upp á lønir, og at tað skulu verða
eitt ávíst tal av ungum spælar
um í hópinum.