Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018 SOSIALURIN 45 20 TRÓNDUR ARGE F ult umfar verður í Betri deildini hjá monnum um vikuskiftið. Fýra dystir byrja klokkan 15, meðan grannauppgerðin millum NSÍ og Skála byrjar klokkan 16. Um hugt verður eftir stigatalvuni, so sæst at fimm tey stóru longu hava lagt seg á odda. Tað eru útlit fyri, at lopið frá fimta plássið niður til sætta plássið verður enn størri eftir hetta umfari. EB/Streymur og Skála eru á útivølli móti KÍ og NSÍ. Vinna favorittarnir, so verða fýra stig millum topp fimm og botn fimm. TB/FCS/Royn – HB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: PETUR REINERT Suðringar eru nakað kroystir, nú havnarmenn koma á vitjan. Í mun til í fjør, tá nýggja felagsliðið fekk eina flúgvandi byrjan, so gongur illa at fáa stig í ár. Eftir seks umfør er tað bara blivið til trý stig. Serliga koma tað illa við, at suðuroyingar taptu fyri kappingarneytanum av Argjum í Trongisvági. Mótstøðuliðið hesa ferð HB, sum er í eini góðari gongd. HB hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar, sum allir hava verið á útivølli. Seinast vunnu teir 2-1 á NSÍ í Runavík. Sigurin merkir, at HB er nummar tvey í Betri deildini hjá monnum. Til dystin í Trongisvági sunnudagin stendur Teitur M. Gestsson helst aftur í málinum fyri HB, hóast hann fekk ein ógvusligan stoyd við Løkin sunnudagin. -Tað hendi skjótt, men eg bjargi og fái ein fótbóltsskógv í høvdið. Eg føli tvær kúlir á høvdinum, so helst havi eg gingið hælin í høvdið. Eg var eitt sindur í ørviti eftir hendingina, men kláraði at spæla liðugt. Men eg havi hinvegin havt trupulleikar síðani. Fer pulsurin upp, so bukar tað í høvdinum, sigur Teitur M. Gestsson, sum kom á liðið hesa vikuna hjá ÍtróttarSosialinum fyri avrikið. Málverjin hevur ikki vant síðani hendingina, men væntar at standa í mál, tá Petur Reinert bríkslar dystin við Stórá í gongd. -Eg vænti at eg verið klárur til sunnudagin. Í dag (hósdagin, blaðm) hevur verið besti dagurin síðani hendingina, men eg fari ikki at venja í dag, sigur Teitur M. Gestsson. Við gongdini sum feløgini eru í, er torført at koma uttanum ein sigur til HB SOSIALURIN TIPPAR: 0-2 B36 – AB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: LARS MULLER -Tað er ein lítil sensatión, um vit fáa eitt stig, sigur Sorin Anghel, venjari hjá AB. Argjamenn fingu í farna umfarið sín fyrsta sigur í bestu deildini á hesum sinni, men venjarin ger alt yfyri at fáa spælararnar niður aftur á jørðina. Við sigrinum hevur AB hálað seg upp um niðurflytingarstrikuna, men fyri tað er uppgávan í Gundadali stór. -Tað verður ein torfør dysturin. B36 er eitt gott lið, so vit mugu vera klókir og verja væl. Tær spæla bóltin væl og teirra ungu menn gera tað gott. Eru vit ikki til reiðar, so er líka mikið. Hetta er ein dystur, har vit koma at renna meiri enn teir. Vónin er at fáa eitt stig, sigur Sorin Aghel. Hann vil ikki koma nærri inn á hvat hansara spælarar skulu ansa eftir, men hann leggur dent á, at tað verður ikki gyppað, men at argjamenn skulu læra seg at spæla – eisini móti teimum stóru. - Akkurát hvat vit skulu ansa eftir fari eg at fortelja spælarum, men eitt er vist, eg fortelji mínum spælarum, at vit skulu spæla fótbólt. Tað er týdningarmikið at vit læra og blíva betri, um tað kostar ein ósigur, so verður tað so. Tað er ein lítil sensatión, um vit fáa eitt stig, sigur venjarin, ið fegnast um sigur í Trongisvági. -Eg haldi faktist hetta er fyrstu ferð, at AB hevur vunnið í suðuroynni í bestu deildini. Tað sást eisini aftur á gleðini eftir dystin, men tú sær eisini gleðina, tá vit skora. Allir fegnast saman. Okkara motto er, at vit vinna sum eitt lið og vit tapa sum eitt lið, sigur Sorin Anghel, ið verður uttan Jákup Paula Breckmann, sum annars kom á liðið hesa vikuna, eftir farna umfar. Jákup á Borg, venjari hjá B36, hevur eisini nógv at hugsa um. Seinast setti hann Lukasz Cieslewicz á bonkinum, meðan avloysarin, Erlendur Magnusson, kom á liðið hesa vikuna fyri avrikið í 3-0 sigrinum á 07 Vestur seinast. Hartil sita menn sum Eli F. Nielsen, Jónas Tór Næs og Christian R. Mouritsen uttanfyri, meðan Robert Heðin Brickie og Róaldur Jakobsen eru ivasamir. B36 hevur tveir teir seinastu dystirnar prógvað, at liðið hevur tað, sum skal til, fyri at knekka veikari mótstøðuna. Helst gera teir tað aftur hesaferð. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 KÍ – EB/Streymur Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN KÍ er framvegis oddalið í føroyskum fótbólt, men eftir javnleikin á Skála er munurin niður til nummar tvey minkaður niður í trý stig. KÍ átti størsta møguleikan í málleysa javnleikinum, tá Páll A. Klettskarð stútaði á stongina, men enn hevur KÍ bara sett tvey stig til í landskappingini. Mest umtalaða hendingin á Nógv bendir á, at landskappingin fer í tvey, eftir hetta umfarið. EB/Streymur og Skála eru bæði á útivølli móti FM favorittum. Longu aftaná seks umfør er kappingin farin at líkjast sær sjálvari, har fimm tey stóru liggja fremst Ikki við: Hørður Tórsson (baklærið, 2-3 vikur), Jákup Pauli Breckmann (burturstaddur) Ivasamur: Bjarni Skála (lærið), Absalon Eliasen (lærkrikin), Filip í Liða (fóturin) Ikki tøkir: Eli F. Nielsen (fekk ein ordans stoyt móti 07 - óvist hvussu leingi), Jónas T. Næs (ryggur - ógreitt hvussu leingi), Christian R. Mouritsen (væddaskaði - 2 vikur) Ivasamur: Robert Heðin Brockie (lærskaði) Ikki við: Jóhannes Hansen (knæskaði - langtíðarskaddur) Ivasamir: Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen Ikki við: Aleksandar Stankov (baklærið) Ivasamur: Lasse T. Andersen (økilin) Ikki við: Hákun Edmundsson (lærkrikin - ógreitt hvussu leingi), Ísak Simonsen (fótskaði) Ivasamur: Jákup B. Andreasen (lærkrikin) Við aftur: Ólavur Niclasen LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 7. umfar: NÚ KANN KAPPINGIN FARA Í TVEY