hósdagur 19. apríl 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
2
apríl 2018
20
Árni Gregersen
Hvalastøðin við Áir er eitt minni um virksemi í
Føroyum í farnum øædum og um eitt virksemi,
sum ikki er til longur.
Éitt alment álit var gjørt fyrst í hesi øldini
og eftir at tað var gjørt, var avgjørt at varðveita
støðina og tað sum hoyrir til hvalastøðina.
Fornminnissavnið fekk í fyrstu syftu, sum
uppgávu frá mentamálaráðnum at tryggja, at
bygningarnir við Áir vórðu tryggjaðir, so teir
ikki skramblaðu saman.
Tað arbeiðið er gjørt. Einar 11-12milljónir eru
brúktar uppá bygningarnar og fornminnis
savnið hevur fingið eina milljón at arbeiða við
í ár.
-Vit rokna við, at vit í hesum árinum fáa
smiðjuna gjørda lidna og eisini lagt tað timbur,
sum skal til, sigur Erland Viberg Joensen, sum
er verkætlanarleiðari.
Søgulig støð
Stórhvalaveiðan í Føroyum byrjaði í 1894, tá
Albert Grøn, hvalaveiðumaður úr Sandefjord,
kom til Føroya við hvalabátinum Urd fyri at
skjóta hval.
Norska hvalaveiðan var ein alheims ídnaður,
og við tíðini bygdu norðmenn 214 landstøðir
ymsastaðni í heiminum, millum teirra 7 í
Føroyum. Tríggjar av hesum hvalastøðum
eru varðveittar, ein í Albany í Avstraliu, ein í
Grytviken á South Georgia og so støðin við Áir.
Hvalastøðin við Áir var bygd í 1905 av
Chr. Salvesen sum tann sjeynda og síðsta
í Føroyum. Nógv virksemi var har til 1930, tá
norðmenn góvust, og støðin lá still til 1936, tá
føroyingar tóku yvir.
Virksemið helt fram við skiftandi hepni og
eigarum fram til endan av 1960-árunum, tá
stórhvalaveiðan mest sum steðgaði upp. Tann
síðsti hvalurin varð tikin upp á plánin í 1984.
Hvalastøðin við Áir umboðar tí ein týdn
ingarmiklan part av føroyskari ídnaðarsøgu
í 20. øld. Støðin hevði stóran búskaparligan
týdning fyri Sundalagið og gav lønt arbeiði í
hesum fólkalítla øki.
Í 2013 var gjørt eitt nýtt álit um økið kring
hvalastøðina, men tað hevur ongin tikið støðu
til enn. Kortini hevur Sunda kommuna boðað
frá, at hon er sinnað at verða partur av varð
vetingini av hvalastøðini.
Nýggj nevnd
Nevndin, sum var sett í 2012 og hevur sum
uppgávu at gera eina yvirlitsætlan yvir
upplivingardepil við Áir, hevur mett um hug
sjónirnar frá 2007 og tekur yvirskipað undir
við teimum.
Á hesum støði hevur hon tí gjørt sær
neyvari metingar um, hvussu farast kann fram.
Yvirskipað varð í ávegis álitinum frá 2007
skotið upp, at virksemið í sambandi við hvala
støðina við Áir skuldi vera býtt upp í tveir partar:
1. Alment savnsvirksemi, tvs. a. antikvarisk
umvæling, fyriskipað av landinum. b. savns
virksemi, fyriskipað av landinum. c. savns
virksemi, fyriskipað av kommununi við stuðli
frá landinum.
2. Frítíðarvirksemi og vinnuligt virksemi,
tvs. a. handilsligt virksemi, ferðavinnuvirksemi
og frítíðarvirksemi, har kommunan fyriskipar
karmarnar. Á hesum grundarlagi eru umráð
ingar um økisskipan gjørdar
Hendan nevndin mælir í nýggjasta álitinum
til, at eitt alment føroyskt sjóvinnusavn verður
staðsett við Áir, umframt at talan verður um eitt
hvalaveiðusavn.
Men sjálvt um hetta álit nú hevur ligið í
nøkur ár, so er eingin endalig støða tikin til,
hvussu savnvirksemi við Áir skal skipast.
-Vit byrjaðu at royna at tryggja húsini av
álvara í 2012 og tað er komið undir land. Nú
manglar ein støðutakan til, hvat annað skal
henda við Áir, sigur Erland Viberg Joensen.
Hvalastøðin við Áir
miðdepil í savns
virkseminum um vinnu
HIGARTIL ERU BRÚKTAR UM 12 MILLJÓNIR UPPÁ HVALASTØÐINA VIÐ ÁIR, MEN ENN ER NÓGV EFTIR AT GERA
Hvalastøðin við Áir kann gerast ein upplivingardepil, men enn krevst ein almenn støðutakan til, hvussu tað skal skipast