Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 3 apríl 2018 20 torshavn.fo Tekniskur stjóri Starvið sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja Tórshavnar kommuna sóknast eftir stjóra at ganga á odda fyri tekniska økinum. Stjórin myndar saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum menningina í okkara býi og bygdum. Tórshavnar kommuna vil vera ein virkin og vakin vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Tekniskur stjóri hevur sín týðandi leiklut í arbeiðinum at røkka málinum. Í kommununi eru stórar og spennandi avbjóðingar fyri framman. Tekniskur stjóri mannar stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og miðfyrisitingarstjóranum. Tekniskur stjóri hevur ábyrgdina av Byggi- og umhvørvisdeildini, Teknisku deild, Býarskipanardeildini, Húsaumsitingini og Verkætlanardeildini. Les meir um starvið sum tekniskur stjóri – sum nú verður endurlýst – á Starvstorginum á torshavn.fo Send umsókn til torshavn@toshavn.fo Viðmerk á umsóknina: „Tekniskur stjóri“ Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. mai 2018