hósdagur 19. apríl 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
4
apríl 2018
20
Árni Gregersen
Sunda kommuna telir 11 bygdir og landa
frøðiðiliga fyllir kommunan nógv í Streymoynni
og Eysturoynni.
Tær heilt stóru vinnufyritøkurnar í Føroyum
halda ikki til í kommununi, hóast har er ómeta
lga nógv virksemi.
Kommunan sjálv er eisini virkin og tyngsta
takið, sum nú verður tikið, er byggingin av
nýggja skúlanum og ítróttarhøllini á Oyra
bakka.
Tá ið næminarnir hava hildið summarfrí
í 2020 og koma aftur í skúlan, tá byrja tey í
nýggja skúlanum. Tað er fyritøkan hjá Jóan
Petur Vang, sum stendur fyri arbeiðnum og
fyritøkan skal vera liðug við sítt á nýggjárinum
2020.
Tá ið so skúlin byrjar aftur eftir summarfrí
tíðina er alt liðugt,-
eisini uttanum – og skúlin er klárur at taka
í nýtslu.
-Tað verður stórbroyting í kommununi, tá ið
vit fáa nýggja skúlan og høllina, sigur Heðin
Zachariassen, borgarstjóri.
Hann sigur, at skúlin fer at vera ein opin
skúli, sum ikki letur aftur, tá ið næmingarnir
fara til hús. Hølini skulu brúkast til ymisk tiltøk
og ítróttarhøllin er framvegis ein partur av
skúlanum.
Tað verður soleiðis, at yngstu næminarnir
upp til og við 9.flokki fara at halda til í nýggja
skúlanum, meðan 10.flokkur og musikskúlin
framvegis fara at halda til í gamla skúlanum.
Seinastu árini hevur skúlin á Oyrabakka
havt eitt samstarv við skúlarnar á Strondum
og í Fuglafirði.
-Hetta er ikki nakað, sum kommunan hevur
funnið uppá. Hetta kom sum eitt initiativ frá
skúlaleiðslunum, sum kommmunurnar, so
søgdu ja til, sigur borgarstjórin.
Samstarvið er á ymsum økjum, men millum
annað hava skúlarnir í felag spælt leikin Tar
zan í vetur. Hetta hevur verið eitt upplivilsi, sum
næminganrir neyvan høvdu fingið, var sam
starvið ikki fingið í lag.
Ætlanin er eisini, at í samband við ítróttar
høllina verður eitt kafeteria, har til fer at bera til
at keypa eina lættari máltið.
Svimjjihøll er eisini í økinum og hon verður
ógvuliga nógv brúkt longu nú.
Virkin kommuna við 11
bygdum mitt í Føroyum
SUNDA KOMMUNA FÆR IKKI TÆR STÓRU INNTØKURNAR FRÁ STÓRUM FYRITØKUM, MEN
HELDUR PERSÓNSKATT FRÁ VIRKNUM BORGARUM Í KOMMUNUNI
Heðin Zachariassen er borgarstjóri í Sunda kommunu