hósdagur 19. apríl 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
apríl 2018 20
-Vit avgjørdu at gera tað ókeypis at svimja
og tað hevur økt ómetaliga nógv um vitjanirnir,
sigur borgarstjórin.
Ferðavinnupoklitikkur
Virksemi í kommununi er nógv og ein stórur
partur kemur av vaksandi ferðavinnuni.
Í kommununi eru tríggjar bygdir, sum ferða
fólk sum koma í bólkum, so at siga altíð vitja.
Talan er um Gjógv, Tjørnuvík og Saksun.
-Har koma so nógv ferðafólk, at vit eru
noydd til at skapa karmar fyri hesum virksemi.
Karmar, sum esini gera tað liviligt hjá fólkinum,
sum býr í hesum bygdunum, sigur Heðin
Zachariassen.
Kommunan hevur evna ein ferðavinnu
politikk til og tey hava ferðast runt í kommun
uni og lagt politikkin fram og fingið kjak um
hann.
-Vit hava gjørt tað soleiðis, at vit hava býtt
tað sundur í tveir partar, sigur borgarstjórin.
Tann fyrri parturin er um, hvat skal gerqst
komandi trý árini – ella rættari – tað sum eftir
er av hesum valskeiðnunm.
Hin parturin er, hvussu vit skulu skipa hetta
økið komandi 10 árini.
Saksun verður nógv vitjað av ferðafólki
Tjørnuvík er eisini ein ferðafólkabygd
Gjógv er ein av bygdunum, har turistar altíð fara til