hósdagur 19. apríl 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
apríl 2018
20
-Men vit hava gjørt eitt afturat, sum eg haldi
er avgerandi: vit hava eisini raðfest, hvussu vit
skulu fáa hetta gjørt, sigur hann.
Í hesum sambandi hava tey valt at taka
málið upp áðrenn fleiri ferðafólk koma.
Í ferðavinnupolitikkinum hjá kommununi
stendur onki um, at tey skulu royna at fáa fleriri
ferðafólk til kommununa, men har stendur, at
tað er avgerandi at síggja møguleikarnar við
ferðavinnuni, heldur enn at síggja forðingar og
trupulleikar.
-Í okkara kommunu hava vit Gjógv, Tjørnu
vík og Saksun. Hetta eru bygdir, sum ferðafólk
vilja sleppa at vitja, so har eru vit noydd at gera
karmar fyri, hvussu hetta skal fara fram, sigur
Heðin Zachariassen.
Hann sigur, at tað má vera liviligt hjá fólki
num, sum býr í bygdunum, tí tað er eisini tann
útstrálingin, sum fedrðafólk vilja sleppa at upp
liva.
-At síggja, at fólk, sum búgva í hesum
bygdum, eru fólk, sum halda til í einum hugna
ligum umhvørvi, sigur Heðin Zachariassen.
Kommunan hevur eisini broytt fyrisiting
arliga bygnaðin nakað, so tað nú er ein deild,
sum tekur sær av ferðavinnuni, umframt
mentunnartiltøkum av ymiskum slag, sum
verða hildin í Sunda kommunu.
Margáir
Kommunan er eisini í ferð við at lyfta ítróttar
økið við Margáir uppá eitt hægri støði.
Nógv mold er koyrd á økið, sum vendir
móti dalinum. Vollin, sum er gjørdur har er átta
metrar høgur og nú verður eisini farið undir at
betra um síðuna, har sum húsið stendur.
Ætlanin er at leingja áskoðaraplássini,
men eisini at forleingja húsið, so tað fer at líva
betur. Í húsinum fer eisini at vera ein venjingar
miðstøð til fysiska venjing, umframt brúsur og
inngongd. Í ovaru hæddini verður eisini ein
salur afturat.
EB/Streymur er felagsliðið í Eiðis og Sunda
kommunum. Í ár spælir besta liðið á nýggja
vøllinum í Hólmanum á Eiði, men næsta ár er
so ætlanin at besta liðið skal hava heimavøll
við Margáir og tá er ætlanin at viðurskiftini
skulu vera munandi betri enn tey hava verið.
Nógvar fyritøkur
Í kommununi eru nógvar fyritøkur, hóast tær
fægstu teljast millum tær størstu í landinum.
Útgerðarfelagið Thor hevur høvuðssætið í
Hósvík. Fyritøkan skapar nógv arbeiðspláss,
eisini á skeljavirkinum á Oyri, sum Thor eigur.
Fyritøkan hevur fiskiskip, men hevur fleiri
skip í oljuvinnuni, har tey sigla sum veitingar
skip og eftiransingarskip.
Av øðrum virkjum í kommununi kunnu
nevnast Element- og Betongvøruvirkið við
Gjógv, HP Jarn, sum heldur til í Hvalvík. Løvu
betong heldur til á Norðskála.
Norðsetur og PL Stórbilar eru í Hvalvík og
Netamontering er á Oyrabakka.
Í Haldórsvík hevur Marine Harvest fingið
sær miðstøð fyri alivirkseminum í Sundalag
num. Har hevur kommunan longt bryggju
kantain á leið 60 metrar til júst hetta virksmi.
Tað liggur eisini í kortunum, at Vónin,
sum geer trol og nótir, fer undir at byggja ein
nýggjan bygning til teirra virksemi.
-Umframt hesar fyritøkurnar er rættuliga fitt
av øðrum virksmi, sum handverkar av ymisk
um slag og so er tað handilslívið, sigur biorgar
stjórin.
So at siga alt handilslív liggur við Stremin
har teir stóru matvøruhandlarnir eru, umfram
fleiri aðrar forrætningar og bensinsølan.
-Eg haldi ikki, at nakar longur hugsar so
nógv um, at handlarnir ikki eru í einstøku bygd
unum. Nú verður farið til Streymin til handils
og so leggur mann innkeyptini til rættiis eftir
tí, sigur borgarstjórin.
Í hvussu so er, so er tað lætt at staðfesta, at
virksemi er stórt í kommunu8ni.
-Men vit mugu leggja afturat, at nógv fólk
búgva her, sum annaðhvørt sigla aðrasstaðni
ella arbeiða aðrastaðni. Tey draga eisini skatta
krónur heim til kommununa, sigur Heðin
Zachariassenm borgarstjóri í Sunda kommu
nu.
Kommunan stendur fyri stóru íløguni í skúla og ítróttarhøll á Oyrabakka
Við Margáir verður alt broytt. Høgur volli er gjørdur fram móti dalinum og húsið verður forlongt
Sunda kommuna
11 bygdir
1772 íbúgvar
Inntøkur 80 milljónir krónur
Støsta íløga:Skúlabyggingin