hósdagur 19. apríl 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
apríl 2018
20
Vilmund Jacobsen
Tað eru Eyðun Olsen og Bárður Poulsen, sum
standa fyri dagligu leiðsluni av Vestmanna
Seafood. Báðir eru teir vestmenningar og
uppvaksnir í Vestmanna.
Fyrrnevndi er stjóri og royndur í leikum
innan fiskaframleiðslu gjøgnum mong ár, og
hin seinni hevur serliga siglt sum skipari við
ísfiskatrolara og byrjaði hjá Vestmanna Sea
food í 2012.
Vestmanna Seafood sá dagsins ljós í 2011,
tá uppsjóvarvirkið Atlantis varð keypt.
- Eg havi einki havt við hetta virkið at gera
áður, men nú vit høvdu keypt, byrjaðu vit at ar
beiða makrel, sum vit keyptu frá teimum stóru
nótaskipunum. Vit fingu beinanvegin eitt gott
samstarv við nótaskipini, ikki minst við tey hjá
Varðanum í Gøtu, men eisini við onnur feløg,
sum eiga nótaskip. Keypti makrelurin varð
koyrdur, haðani skipini landaðu og til Vest
mannar til frystingar.
Eyðun Olsen vísir á, at tey á Vestmanna
Seafood gjørdu tað sama, sum stóru upp
sjóvarvirkini gera í dag.
- Vit kunnu siga, at Vestmanna Seafood
byrjaði sum eitt lítið uppsjóvarvirki, bara einar
tíggju ferðir minni enn tey stóru virkini, sigur
hann.
Fyritreytir broyttust
Tað er nógv hent, síðan Vestmanna Seafood
sá dagsins ljós.
- Tá vit byrjaðu, høvdu vit bara stóra upp
sjóvarvirkið í Kollafirði, og seinni komu so bæði
Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fugla
firði.
Stjórin sigur, at tó at fyritreytirnar at fáa lut
í rávøruni broyttust, tá móttøkuorkan á landi
vaks so skjótt og nógv, hevur tað kortini borið
til at keypa fisk, soleiðis at virksemið við upp
sjóvarfiski framvegis er tað, sum virkið í Vest
manna byggir sína tilveru á.
- Tá Varðin í Gøtu bygdi Varðan Pelagic á
Tvøroyri, og skipini hjá felagnum løgdu flestu
lastirnar upp har suðuri, gjørdist tað truplari at
samstarva við tey skipini. Ikki tí, at reiðarí og
skip ikki vildu samstarva longur, men geo
grafiskt gjørdist tað ein stór avbjóðing hjá
okkum at keypa fisk, sum varð landaður á
Tvøroyri.
Eyðun Olsen sigur, at Vestmanna Seafood
gjørdi onkra roynd at keypa og taka fisk heim
úr Suðuroy, men hetta vísti seg ikki at rigga
serliga væl.
- Hinvegin kann eg siga, at Varðin í Gøtu
ongantíð hevur sett seg upp ímóti at lata burtur
av, tá skipini hava landað. Tey hava altíð verið
opin fyri at selja til okkara - eisini eftir, at Varð
an Pelagic varð bygdur, men geografiskt er
hetta fyri okkum ein vánalig loysn.
Samanumtikið staðfestir Eyðun Olsen,
at tað hevur verið truplari at fingið lut í
uppsjóvartilfeinginum, síðan tey stóru reiðaríini
bygdu síni egnu uppsjóvarvirki, fyrst Varðan
Pelagic á Tvøroyri og síðan Pelagos í Fuglafirði.
- Áðrenn hesi bæði virkini komu aftrat
virkinum í Kollafirði, høvdu vit rímiliga góða at
gongd til makrel-og sildatilfeingið.
Stjórin endurtekur, at høvuðsveitari av rá
vøru til virkið í Vestmanna vóru skipini hjá
Varðanum í Gøtu, men gott samstarv var eisini
við skip, herundir Fagraberg, sum var ein góður
veitari fyrstu árini. Seinni árini hevur Fram eisini
landað nógv til virkið.
Hann ásannar, at við nýggju virkjunum
gjørdist kappingin um rávøruna eisini harðari,
og hann staðfestir, at tað hevur verið truplari at
funnið vegin fram seinnu árini, sum hann tekur
til, enn tað var í byrjanini í Vestmanna í 2011.
- Men, vit hava fingið tað at borið til kortini,
leggur hann aftrat.
Keyptu flakavirkið
Í 2012 - ella árið eftir, at teir keyptu og byrjaðu
virksemið við uppsjóvarfiski á fyrrverandi
Atlantis - keyptu teir eisini táverandi Fiskavirkið
í Vestmanna, sum soleiðis gjørdist partur av
Vestmanna Seafood. Tá hevði virksemið á
flakavirkinum ligið stilt í stívliga eitt ár ella so.
- Vit sóu ein møguleika at koyra hesi bæði
virkini saman, nú alt bendi á, at uppsjóvartil
feingið fór at gerast nógv størri, enn tað hevði
verið við ikki minst veksandi makrel-og silda
kvotum, sum serliga eru fiskasløgini, sum vit
hava áhuga í.
Hóast Vestmanna Seafood eisini hevur
átt fyrrverandi fiskavirkið síðan 2012, hevur
meginparturin av virkseminum snúð seg um
uppsjóvarfiskasløg, makrel og sild, og felagið
hevur brúkt bæði virkini í hesum sambandi.
Í prátinum, vit høvdu við stjóran mikudagin,
skilst, at nakað verður keypt av øðrum fiska
sløgum, eitt nú upsa og svartkalva, uttan fyri
makrel-og sildavertíðina.
Tað, sum ikki minst er áhugavert við virk
seminum hjá Vestmanna Seafood er, at tey
ikki bara heilfrysta makrel, men her verður
eisini ein partur av makrelinum einkultfrystur
og pakkaður í smærri eindir, heilt niður í tvey
kilo, soleiðis at einir fimm makrelar - alt eftir
stødd - eru leysir í hvørjum posa.
- Hetta er ikki ein framleiðsla, sum er á
byrjunarstigi. Vit eru komin gjøgnum allar
royndir og hava nú kommersiella sølu av
einkultfrystum makreli. Hetta er tað, vit rópa
catering á eitt nú tvey kilo, 10 kilo ella 20 kilo.
Eyðun Olsen sigur, at Vestmanna Seafood
í fjør keypti umleið 4000 tons av makreli og
2000 tons av sild, og av makrelinum seldu tey
út við 1000 tons sum catering.
- Vit ásanna, at vit arbeiða við einari av
markaðari nøgd av makreli og sild, og ikki
minst tí ræður um at fáa sum mest burtur úr
hvørjum kilo.
Stjórin sigur, at virkið hevur marknað fyri
einkultfrystum makreli, eitt nú í Evropa og
Ruslandi.
- Vit ynskja at líkast burtur úr teimum størru
framleiðarunum í Føroyum - ikki minst, tí vit
hava ongan møguleika at kappast við stóru
virkini um nøgdina. Vit skulu hava eitt rokni
stykki, sum hongur saman, og hetta er alla
tíðina ein avbjóðing.
Spennandi økiskvotur
Hóast stjórin á Vestmanna Seafood rósar stóru
uppsjóvarfyritøkunum fyri gott samstarv og
heldur, at hesi saktans unna einum lutfalsliga
lítlum virki sum virkinum í Vestmanna lut í
makrel-og sildatilfeinginum, so fegnast hann
um kunngerðina, sum nú er til hoyringar um
økiskvotur á uppsjóvarfiski.
- Eg haldi, at ætlaða skipanin við økiskvot
um passar væl inn í myndina hjá okkum her
í Vestmanna. Vit hava virkið og arbeiðsfólkið,
og vit hava neyðugu loyvini og royndirnar.
Vit hava enntá prógvað, at meira kann fáast
burtur úr tilfeinginum við at einkultfrysta og
selja makrel sum catering, og her hava vit
marknaðin. Vit eru púrasta til reiðar at taka
Skipanin við økiskvotum
passar væl til Vestmanna
- VIT YNSKJA AT LÍKAST BURTUR ÚR TEIMUM STØRRU UPPSJÓVARVIRKJUNUM Í FØROYUM - IKKI MINST, TÍ VIT HAVA
ONGAN MØGULEIKA AT KAPPAST VIÐ STÓRU VIRKINI UM NØGDINA. VIT SKULU HAVA EITT ROKNISTYKKI, SUM HONGUR
SAMAN, OG HETTA ER ALLA TÍÐINA EIN AVBJÓÐING, SIGUR EYÐUN OLSEN, STJÓRI Í VESTMANNA SEAFOOD
- Vit hava virkið og arbeiðsfólkið, og vit hava loyvini og royndirnar. Vit hava enntá prógvað, at meira kann fáast burtur úr tilfeinginum,
sigur Eyðun Olsen