hósdagur 19. apríl 2018síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
apríl 2018 20
meira á okkum, og okkum vantar bara meira
rávøru til okkara framleiðslu og virksemi.
Stjórin heldur ikki, at pláss er fyri Vest
manna Seafood til hagreiðing av munandi
nøgdum av botnfiski, og tí er hetta virksemi
bara ein ískoytispartur uttan fyri makrel-og
sildavertíðina.
- Okkum dámar eisini at royna at gera
okkurt, sum hinir ikki gera, og eingin fer illa, um
vit her í Vestmanna fáa atgongd til ein lutfals
liga lítlan part av uppsjóvartilfeinginum, sigur
Eyðun Olsen, sum leggur aftrat, at Vestmanna
Seafood fer at liggja fram við, tá økiskvotur
verða útlutaðar í næstum.
Sambært Fiskimálaráðnum verða 8500
tons av makreli, 7000 tons av sild og 41000
av svartkjafti boðin út sum økiskvotur í ár.
- Vit fara at liggja fram við at fáa lut í
makrel og sild í hesum umfari, tí okkara ynski
er sjálvsagt at hava arbeiði á virkinum alla
makrel-og sildavertíðina, og tað er heilt frá
august til og við februar.
Ein avbjóðing
Eini 35 fólk eru knýtt at virkseminum hjá Vest
manna Seafood, og avbjóðingin er at hava
arbeiði til fólkið alt árið.
- Vertíðin við uppsjóvarfiski kann vera
strævin og dagarnir langir, tá mest er at gera,
og tí ger tað kanska ikki so nógv, um arbeiði
ikki er hvønn dag á virkinum uttan fyri vertíðina,
tó at vit ynskja, at okkara arbeiðsfólk eisini
kunnu hava eitt arbeiði at fara upp til uttan fyri
makrel-og sildavertíðina.
Stjórin sigur, at tey eisini hava pakkað og
fryst stórar eskjur á 500 kilo, og her hava tey
onkuntíð gjørt royndir at pakka part av hesum
umaftur í smærri posar.
- Men, hetta er ein dýrari framleiðsluháttur,
tí her verður arbeiði partvís gjørt tvær ferðir,
umframt at slík framleiðsla bindur pening.
Vit hava tó altíð nakað av makreli liggjandi
á goymslu, sum vit kunnu senda til okkara
samstarvspartar uttanlands - og at brúka í
marknaðarføringini av okkara vørum, sigur
hann.
Ymiskir marknaðir
Á Vestmanna Seafood verður gjørt á sama
hátt við sild sum makrel, men við sildini eru
tey ikki komin so langt sum við makrelinum.
- Eg vil siga, at makrelur er nógv lættari at
selja enn sild, tí meðan sildin hevur ein smalan,
men stóran marknað, er marknaðurin fyri
makreli stórur og breiður, sigur Eyðun Olsen.
- Vit ásanna, at vit arbeiða við einari avmarkaðari nøgd av makreli og sild, og ikki minst tí ræður um at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo, sigur stjórin, Eyðun Olsen. Maðurin høgru
megin er Bárður Poulsen, virkisleiðari
Í 2012 - ella árið eftir, at
teir keyptu og byrjaðu
virksemið við uppsjóvarfiski
á fyrrverandi Atlantis -
keyptu teir eisini táverandi
Fiskavirkið í Vestmanna