Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 apríl 2018 20 HJÁ PRIVATA BÚ­STAЭAR­ FEL­AG­NUM MARK ERU TEY SERA MIS­NØGD VIÐ ÆT­L­ANINA HJÁ LANDS­ STÝR­IS­KVINN­UNI AT GEVA AL­M­ENNU­M BÚ­ STAЭAR­FEL­ØG­UM FRAM­Í­ HJÁ­RÆTT­INDI Í LEIGU­LÓG­ INI Eirikur Lindenskov – Sum aktørar á leigumarknaðinum mugu vit enn einaferð gera vart við og mótmæla, at landsins mynd­ug­ leik­ar ganga undan, tá talan er um mis­mun millum almennar og privatar ak­tørar á leigumarknaðinum. Enn eina­ferð verður Bústaðir favoriserað – hesa­ferð enntá upp á bekostning av, at treytirnar hjá vanliga føroyska leig­ar­anum gerast verri. Tað sigur Gordon Rajani, stjóri í priv­ata bústaðarfelagnum Mark, sum hev­ur bygt leiguíbúðir til lesandi í Markna­gili í Havn. Hann sigur, at tíverri hevur hend­ an gongdin við sær, at teir, sum priv­ atir ak­tørar, ivast í um fram­tíð­ar­ætl­ an­ir­nar hjá teimum við bústøðum bæði í Havn, Klaksvík og aðrastaðni, yv­ir­høvur hava lív lagað. – Við øðrum orðum, ivast vit í, um vit yvirhøvur hava hug at risikera meira enn vit longu hava á leigu­ markn­að­inum, sigur hann. Tað eru broytingar í leigulógini, sum Eyð­gunn Samuelsen, lands­ stýr­is­kvinna, hev­ur lagt fyri ting­ið í løg­tings­máli nr. 101/2017, sum fær bik­ar­ið hjá Mark at flóta yvir. Har verður skotið upp, at leigarar hjá Bú­støðum í framtíðini skulu verða verri fyri, enn leigarar hjá priv­ atu útleigarum. Ella sagt við øðrum orðum: – Bú­stað­ir skulu hava betri treytir enn teir privatu, sigur hann og vísir á, at sambært uppskotinum skulu leig­ ar­ar hjá alemnnum bústaðarfelag nú hava tveir mánaðir uppsagnartíð. Harumframt skulu leigarar hjá Bú­støð­um úr leigumálinum 14 dagar áðr­enn leigumálið endar. – Vónandi er tað ein misskiljing, at trivn­að­ar­nevndin tekur undir við tí­ lík­um broyt­ing­um í leigu­lóg­ini, sum bein­leið­is ger mismun millum ak­ tør­ar­nar á leigumarknaðinum. Tað kann ikki verða rætt, at Bústaðir, sum framm­an­undan hevur eitt ótal av fyri­munum á leigumarknaðinum, nú skal favoriserast enn meira, sigur Gord­on Rajani. Hann heldur onga sakliga grund­ gev­ing fyri, at leigarar hjá Bústøðum skulu hava verri uppsagnartreytir, enn leigarar hjá teimum privatu akt­ ør­u­n­um. – Einasta grundgeving fyri hesi broyt­ing­ini er, at Bústaðir við hes­ um kann tryggja sær so nær við 100 pros­ent út­leig­an sum til ber. Hetta argu­ment­ið er líka aktuelt og neyð­ ugt hjá privatu aktørunum fyri at okk­ara leiguprísur kann vera so lág­ ur sum gjørligt, sigur Gordon Rajani. – Einasta grundgeving fyri at Bú­ stað­ir skal fáa tíð til at gera leigumál í stand áðrenn næsti leigari flytur inn – aft­ur fyri at tryggja minst møguliga led­ig­heit. Hetta argumentið er eisini akk­ur­át líka aktuelt og neyðugt hjá priv­atu aktørunum, fyri at okkara leig­u­prísur kann vera so lágur sum gjør­ligt, sigur hann. Gordon Rajani spyr, hví hesin mis­munur skal gerast millum priv­at og alment setast inn í sjálva leig­u­ lógina. – Privatu útleigararnir hava eins stóra ábyrgd mótvegis leigarnum sum Bústaðir. Tað, at Bústaðir hevur veit­ing­ar­skyldu fyri 5. hvørt leigumál til Al­manna­verkið, verður “selt” sum ein skylda hjá Bústøðum. Hetta er bein­leiðis manipulatión, tí privatu ak­ tør­arnir vilja heldur enn fegnir veita hesa skyldu, sum tryggjar eina leigu­ i­nn­tøku frá Almannaverkinum, sum má sigast at verða ein sera tryggur leig­ari, sigur hann. Hann sigur, at teir hjá MARK hava gjørt 12,5% av teirra leigumálum júst til hetta endamálið –soleiðis at teir kunnu bjóða íbúðir til rørslutarnað o. o. – Tí kunnu vit veita júst som trygd sum Bústaðir mótvegis klientunum hjá Al­mann­a­verkinum, sigur hann. Við tí grundgeving, at leigu­markn­ að­urin ikki skal skeiklast meira enn hann longu er, so heitir Mar inniliga heita á Trivnaðarnevndina: • annaðhvørt at strika á­set­ing­ar­ nar í grein 19, stk. 2 og grein 19a, stk. 1 • ella at strika orðingina “al­ menn­um” – soleiðis, at allir privatir út­leigarar verða líkastillaðir við Bú­ stað­ir. Eisini Leigunevndin mælir frá broyt­ing­unum. Vísandi til viðmerkingarnar til løg­ tings­mál 101/2017, so mælir Leigu­ nevndin eisini frá at gera broytingar í leig­u­lógini, sum stillar leigararnar verri í framtíðini. – Eins og vit føra fram, so saknar Leig­unevndin grundgevingar fyri at Bús­taðir skal hava longdar upp­ sagn­ar­freistir, tí eingin munurin er á um­støð­unum hjá Bústøðum og øðr­ um útleigarum í hesum sam­bandi, sigur Gordon Rajani, sum vón­ar, at Trivnaðarnevndin ger broyt­ing­ar­upp­ skot, sum javnsetir vanligar privatar før­oysk­ar útleigarar við Bústaðir, um­framt allar leigarar í Føroyum. Javnsetið allar útle – MEN UM LØGTINGIÐ SAM­TYKKIR AT GERA Ó­JAVN­AN MILLUM PRIV­ ATAR OG ALMENNAR ÚT­LEIG­AR­AR STØRRI, SO ERU VIT IKKI VIÐ, SIG­ UR STJÓRIN Í STØRSTA PRIVATA BÚ­STAЭA­FEL­AG­ NUM, GORDON RAJANI Eirikur Lindenskov Fyrra byggistigið í verkætlanini hjá priv­ata íbúðafelagnum Mark í Markn­agili eru tær 38 íbúðirnar, sum eru lidn­a­r og sum eru leigaðar út. Seinna byggistigið fevnir um 42 íbúðir afturat á økinum í Marknagili. Gordon Rajani, stjóri í Mark sigur, at tær íbúðirnar koma í summar og standa væntandi uppi til ólavsøku ella í augustmánaði. Síðani skulu tær ger­ast klárar, trappur, svalar, fasadur, tekja og annað skal gerast, eftir at í­búðirnar eru settar upp. – Vit vænta, at síðst í árinum verða tær klárar at flyta inn í, sigur hann. Við í verkætlanin er tá eisini eitt fel­ags­hús til leigararnar niðriundir upp á um­leið 120 fermetrar. Eis­ini verð­ur eitt goymsl­urúm til leig­ar­ar­ nar upp á umleið 100 fermetrar. Har­ um­framt verður eitt felags vask­arí til leig­ararnar eisini á økinum. – Hetta er tað, sum vit hava bund­ ið okkum til, og fíggingingin er upp á pláss, sigur Gordon Rajani. – Men umframt hetta, so hava vit eisini fingið fyrispurning úr Klaks­vík um at gera okkurt har, sum minn­ir um hetta, men ikki so stórt. Har er tal­an um at gera umleið 40 í­búð­ir. Og tá verða tað íbúðir, sum eru størri, enn tær minstu, sum eru í Markn­agili, sum tvey fólk kunnu búgva í. Hesar í­búðir eru 32 fer­metrar til støddar – og tá er talan um innanduramát. – Vit hava fingið ávíst øki, komm­ un­an er positiv. – Tekningarnar eru upp á pláss, tó at stað­set­ingin er ikki av­greidd og alt ikki kom­ið upp á pláss tí viðvíkjandi. Men vit vilja fegn­ir fara undir eina slíka verk­ætlan, tá Mark er liðugt. Vit vilja ikki hava ov nógv­ar bóltar í luft­ ini í senn, sigur Gord­on Rajani. Eldraíbúðir við Oyggjarvegin í Havn Triðja verkætlanin hjá Mark er at gera í­búðir uppi við Oyggjarvegin í Havn, oman fyri har sum Nordbil hev­ur bilasølu. – Har hugsa vit meira um íbúðir til eldri fólk, sigur Gordon Rajanin, sum tó sig­ur, at hetta enn er sum »fuglar á tak­inum«. – Vit hava tekningar, hvussu tað kann gerast. Men vit ikki tik­ið enda­liga støðu, til allar smá­lut­ir­nar. Allir partaeigarar eru samd­ir um, at fyrst gera vit verkætlanina í Markn­ agili lidna, so Klaks­vík og so Oyggj­ arvegin, sigur Gordon Rajani. Partaeigararnir í størsta føroyska 40 íbúðir í Klaksví Gordon Rajani er stjóri í privata bú­stað­afelagnum, Mark, sum hev­ur bygt lestrarleiguíbúðir í Havn, og sum hevur í umbúnað at byggja íbúðir í Klaksvík og eldra­í­búðir í Havn. Men hann er so ør­kmyl­aður av ætlanunum hjá lands­stýr­i­num at gera ójavann enn størri millum privatu og al­mennu íbúðafeløgni, at hann hev­ur bestan hugin at steðga Mynd: Álvur Haraldsen