Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 11 apríl 2018 20 igarar í Føroyum priv­ata íbúðafelagnum halda hetta vera eina góða íløgu. – Men hava sagt trivnað­ar­nevnd­ ini, at um hetta uppskotið hjá lands­ stýr­is­kvinnuni fer í gjøgnum, og at Bú­staðir fær slík­ar fyrimunir, so gera einki við Klaks­vík og sleppa eisini verkætlanini við Oyggjaregin í Havn. Hetta er ikki tað, sum koppar verkætlanini, men her er so nógvur ó­javni í marknað­inum frammanund­ an, at um hetta kem­ur afturat, so tíma vit snøgt sagt ikki at fara undir hetta. So steðga vit øllum ørðum verk­æt­lanum uttan Marknagili, sigur Gordon Rajani. Spurdur um tað skal skiljast sum ein hóttan ímóti trivnaðarnevndini hjá Løgtigninum, sigur hann, at man kann taka tað, sum man vil: – Men tað krevur nógv at reka út­leigan. Vit vilja ikki hava sersømdir, men bara hava somu treytir, sum al­ menn íbúðafeløg. Haldi ikki, at fólk geva sær fær um, hvussu ójøvn kappingin er hjá tí privata ímóti tí almenna á leigu­ markn­að­inum. Gordon Rajani harmast eisini um, at teir sum privat íbúðafelag hava ver­ið settir í so ringt ljós í almenna kring­varpinum. – Vit hava verið einar 4-5 ferðir í Kring­varp­inum, og tað hevur altíð ver­ið í samband við tað negativa. – Bústaðir eru javnarn í Kring­ varp­i­num, og so at siga altíð fyri tað pos­i­tiva. Jú Bústaðir hava kappingarfyrimunir Gordan Rajani sigur, at hann hevur sam­skift við nevndarformannin í Bú­støðum, Jóhann Mortensen, sum held­ur uppá, at Bústaðir fáa ikki kapp­ing­arfyrimunir. – Men tað fáa Bústaðir. Eitt nú keyptu teir Kommunuskúlan – Fin­ sen – fyri eina krónu! Í Fugla­firði hev­ur komm­anan sett peng­ar av til bygg­i­búning av grundstykki til 30 í­búð­ir í Fuglafirði, sum Bústaðir skulu byggja, sigur hann. – Tað er eitt evigt stríð at vera upp í móti hesum fólkunum, sum elska Bú­stað­ir og sum altíð royna at gera onn­ur suspekt, sigur Gordon Rajani av­gjørdur. Hann vísir á, at í hesum kjakinum hev­ur Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýr­is­kvinna sagt, at útleigarar sum Mark fáa skattligar fyri­munir, sum Bú­staðir ikki fáa. – Men tað passar ikki. Tað eru bara tey, sum leiga eina kjallaraíbúð út, sum fáa skattligar fyrimunir við at ein partur av leiguinntøkuni er skatta­fríur. Vit gjalda skatt av øllum eins og øll onnur partafeløg gera, sig­ur hann. Ørkymlandi stríð Gordon Rajani vísir á, at hetta stríði er so ørkymlandi. Tí umframt at stríðast við mynd­ ug­leik­ar, so hevur hann givið gætur, at fólk sum heild ikki kenna til við­ ur­skift­ini. – Fleiri spyrja, um vit ikki bara kunnu avtala leigutreytir millum okk­um og leigarar. Men tað kunnu vinnu­ligir útleigarar ikki gera. Vit skulu halda okkum til leigulógina og til tann leigusáttmála, sum er gald­andi. – Vit kunnu heldur ikki tveita fólk úr einum leigubústaði, uttan tey fremja groft brot á leigusláttmálan. Hetta er rætt­indi, sum leigarar hava í leigu­lógini og sum vit sjálvandi mugu fylgja. Hví ikki somu treytir? Tí heldur hann tað vera løgið, at Bú­ stað­ir nú skulu fáa aðrar treytir, so sum at leigari hevur longri upp­sagn­ arfreist, tá hann leigar frá einum al­ mennum felag pluss tað, at leigari skal vera úti úr íbúðini tvær tær síðstu vikurnar av leigumálinum, so almenni útleigarin kann gera íbúðina klára til næsta leigara – uttan at mista leigu­inntøku. – Hví kann tann privati útleigarin ikki eisini sleppa tað, spyr Gordon Raj­ani, sum vísir á, at privati útleigarin má missa leiguinntøku ta tíðina, hann nýtir um at gera íbúðina klára til næsta leigara. Bústaðir hevur ovurstóra umsiting Og tá ført verður fram, at Bú­stað­ir ikki skulu hava vinning av sín­um út­ leigu­virk­semi, so vísir Gord­on Rajani á, at Bú­staðir hava so ov­ur­stóra um­sit­ing, at tað krevur nógv meira í av­lopi, enn vinningurin hjá priv­atu í­búða­feløgunum, sum als ikki hava nakra umsiting. – Lønarútreiðslurnar eru fleir­fald­ að­ar, og Bústaðir hava eini 18 fólk í starvi. Tey hava høgar lønir til leiðslu, til byggi­tekn­ingar, fíggjarstjóra, tey hava bók­haldsfólk, lærligar, nýggjar bil­ar, sýnsmenn o. a. – Men tey hava altso bara 181 leigu­mál! – Tá okkara verkætlan í Markn­ a­gili er liðug, hevur okkara felag 85 leigu­mál – og vit hava einki fólk í starvi. Vit mugu klára okkum so­ leið­is, sum privat vinnurekandi feløg klára seg við at at arbeiða sjálvi og við at keypa neyðugu tænasturnar frá øðr­um. Vit hava ikki somu stóru og dýru umsiting, sum Bústaðir hava og sum kostar meira, enn eitt vanligt vinnu­ligt avkast kostar. Gordon Rajani sigur, at um teir fara at byggja í Klaksvík og við oyggj­a­r­vegin, so hevur teirra felag líka nógvar íbúðir, sum Bústaðir hev­ ur í dag. – Men vit hava ikki 20 fólk í starvi. Tað er ikki neyðugt við so stórari um­ sit­ing, og so er tað so lætt at tosa um »non profitt«. Hatta er hol í høvdið í mín­ari verð, sigur hann ikki sørt arg­ ur. Gordon Rajani vísir eisini á, at tá Bú­stað­ir áseta leiguprísir, so siga teir, at 30 pro­sent skulu ikki forrentast, og at hini 70 skulu rentast við 2,7 pro­sent­um, so tað er ikki rætt at siga, at teir ikki taka sær vinning. – Teir fáa eisini betri fígging enn vit, og teir hava 30 ára afturgjaldstíð. – Fær tú í bankan og sig, at tú skalt keypa ein vinnubygning, og at tú skalt hava 30 ára afturgjaldstíð. Tað fært tú ikki. So hetta er ikki í lagi, heldur Gordon Rajani. Hann vísir á, at við lóg­ar­upp­skot­ i­num fáa vit A og B leigarar. – Tey sum hava ein mánað upp­ sagn­ar­freist, og tey sum hava tveir mán­að­ar uppsagnarfreist. Er tað tað, vit vilja? VIlja vit órættvísi? Eyðgunn Samuelsen segði í út­ varp­i­num, at tá man lóggegvur skal man lóg­geva generell rættindi. – Tað segði hon orðarætt, og tað er júst tað, sum hon ikki ger – men átti at gjørt, sigur Gordon Rajani, stjóri í størsta privata íbúðafelagnum í Føroyum, Mark. ík og eldraíbúðir í Havn