hósdagur 19. apríl 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
apríl 2018
20
Viðmerkingar frá Vinnuhúsið
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at
avtalufrælsi sum útgangsstøði eigur
at ráða millum útleigara og leigara,
og eru uppsagnarorsøkirnar hjá út
leigara sera avmarkaðar. Atlitini at
veita leigara trygg viðurskifti kunnu
røkjast við regulering av uppsagn
artíðarskeiðnum.
Viðmerkingarnar hjá Føroya Ar
beiðsgevarafelag eru ikki tiknar til
eftirtektar. Mett verður ikki, at longri
uppsagnarfreist til útleigara gevur
leigara nóg góðan tryggleika.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heit
ir á Almannamálaráðið um at um
hugsa meira generellar orðingar,
soleiðis at útleiga eisini kann
skipast til aðrar samfelagsbólkar
ella endamál enn tey nevndu, um
vinnuligi útleigarin ynskir hetta.
Leigubústaðir kunnu frítt skipast
til allar samfelagsbólkar sambært
verandi leigulóg. At veita heimild til
serligar bólkar gevur bert meining,
um hetta hevur við sær, at víkjast
skal frá vanligu reglunum í leigulóg
ini, og tørvur tí er á serligum áset
ingum í mun til júst tann bólkin. Í so
fall er neyðugt at vita, hvørjar mál
bólkar talan er um. Eitt nú er ítøki
ligur tørvur á at kunna uppsiga leig
ara í lestrarbústaði vegna vantandi
lestrarvirkni.
Viðmerkingar frá
Mentamálaráðnum
Mentamálaráðið mælir til at um
hugsa at broyta orðingina soleiðis,
at leigari í lestrarbústaði hálva hvørt
ár skal vísa skjalprógv fyri lestrar
virkni ella yrkislæru.
Tilmælið frá Mentamálaráðnum
er ikki gingið á møti. Mett verður
ikki, at tað almenna skal blanda
seg uppí, hvussu ofta ein privatur
útleigari krevur prógv um lestrar
virkni ella yrkislæru. Sambært ver
andi áseting er einki í vegin fyri at
avtala, at lesandi í lestrarbústøðum,
ið eru skipaðir í samstarvi við Ment
amálaráðið skulu prógva lestr
arvirkni ella yrkislæru hálva hvørt ár.
Viðmerkingar frá
Føroya Bústaðafelag
Føroya Bústaðafelag mælir til, at
leigari og hjúnafelagi ella tann, ið
leigari livir saman við í parlagi, skulu
hava búð á sama bústaði í minst 2
ár fyri at vinna sær rætt til at yvirtaka
leigumálið. Hetta fyri at forða fyri
spekulatión.
Viðmerkingin er ikki tikin til eft
irtektar. Mett verður at eitt krav um
tvey ár kann seta ein hjúnafelaga í
eina sera óhepna støðu, tí at átrok
andi tørvur er á leigubústøðum í
Føroyum. Hesi kunnu tí ikki bara
finna sær ein annan bústað. Heldur
er ásetingin víðkað til at onnur, ið
eru fastur partur av húskinum, eisini
kunnu yvirtaka eitt leigumál. Hetta
er serliga fyri at tryggja at børn, sum
búgva hjá einum støkum uppihald
ara, ikki missa sítt heim. Fyri hesi
er sett sum krav, at tey skulu hava
búð saman við leigara, síðan leigari,
flutti inn í leigubústaðin ella í minsta
Viðmerkingar frá
Kommunufelag Føroya
Kommunufelag
Føroya
mælir
til, at tað framvegis einans eru
kommunurnar, ið hava heimild at
seta krøv og góðkenna bústaðir
sambært galdandi reglum.
Leigunevndin kann so, sum
part av síni málsviðgerð, fáa heim
ild at fáa til vega meting frá komm
unala byggimyndugleikanum í
mun til brunagóðkenning og rým
ingarleiðir í leigumálum, ið skulu
nýtast til bústað, og á tann hátt
kunnu ynskini hjá leigunevndini,
sum motivera broytingina, verða
gingin á møti. Hugsanin við leigu
lógini er ikki, at leigunevndin skal
seta onnur krøv til bústaðabygg
ing og brunatrygd, enn almenni
byggimyndugleikin hevur ásett.
Ásetingin hevur ikki við sær
broyting í, hvussu leigunevndin
vanliga arbeiðir. Leigunevndin er
mannað við serfrøðingi júst fyri
at kunna gera eina meting av,
nær treytir um brunaviðurskifti og
rýmingarleiðir sambært lóggávu
ikki eru loknar. Mett verður tí ikki,
at viðmerkingarnar frá Komm
unufelagnum
gevur
høvi
til
broytingar. Tó er sett inn í § 27 í
lógini, at leigunevndin kann krevja
upplýsingar frá almennum mynd
ugleikum í sambandi við mál, ið
nevndin hevur til viðgerðar. Her
verður serliga hugsað um upplýs
ingar frá kommunala byggimynd
ugleikanum.
Kommunufelag Føroya mælir
til, at uppskotið um broyting í
leigulógini og uppskotið um broyt
ing í skatting av langtíðarleigu
– verða samskipaði soleiðis, at
inntøkurnar frá útleiguvirksemi
fella til kommunurnar, samstund
is sum kommunurnar fáa heimild
at gera og umsita skráir yvir góð
kend leigumál.
Ynskini hjá Kommunufelag
Føroya eru ikki gingin á møti. Við
uppskotinum verður heimild veitt
kommununum á einum øki, sum
tær í dag hava ábyrgdina av. Met
ir kommununan seg ikki hava
fíggjarliga ella umsitingarliga orku
at gera og umsita tílíka skrá yvir
góðkendar leigubústaðir, hevur
kommunan møguleika at lata
vera.
Viðmerkingar frá MBF
MBF metir, at rímiligt er at seta
nøkur krøv til standin á tí, ið vinnu
ligur útleigari leigar út. Hóast
kapittul 2 í leigulógini hevur áset
ingar um leigaðu hølini, er tað ein
sannroynd, at standurin ikki er
tann besti á tí, ið verður leigað út.
Uppskotið fevnir ikki um at
seta krøv til standin á tí, ið verð
ur leigað út. Eitt møguligt næsta
stig at fáa ein góðan og skipaðan
leigumarknað kundi tó verið at
ásett krøv til tað, ið verður útleigað.
Tó hava vit við nýggju byggiregl
ugerðini, sum kom í gildi 1. jan
uar 2017, fingið krøv til bústaðir
í sambandi við nýbygging, um
væling, umbygging, afturatbygg
ing umframt broyting í nýtslu av
bygningum. Hetta vil vónandi bøta
nakað um støðuna, hóast byggi
reglugerðin bert er galdandi fyri
byggiloyvir eftir 1. januar 2017.
Lógaruppskotið um broyting í løg
tingslóg um útleigan av bústøðum
hevur verið til ummælis hjá stjórn
arráðunum, leigunevndini, Brúka
raumboðnum, Føroya Bústaða
felag, Almannaverkinum, MBF,
Landsverki, SEV, Dátueftirlitinum,
Kommunufelagnum, Arbeiðs- og
Brunaeftirlitinum,
Advokatfelag
Føroya og Vinnuhúsinum.
Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvinna
í
almannamálum
sigur í viðmerkingum til uppskotið,
at munandi broytingar eru gjørdar
í uppskotinum.
Her á síðunum prenta vit sam
andrátt av viðmerkingunum, sum
Almannaráðið hevur gjørt:
Almannaráðið: Hava lurta
»Finsen« kallast gamli Kommunuskúlin í Havn, sum Bústaðir hevur bygt um til lestrarbústaðir. Lestrarbúrstaðurin er nendur eftir einasta føroyingi – og fyr
læknavísind. Hann doyði longu árið eftir, bara 43 ára gamal
Leiguíbúðir hjá Bústøðum við Skansan í Havn