Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 apríl 2018 20 - Eg vóni at Vestmanna fær lut í økiskvotunum - VIT FARA AT SETA ENN MEIRA FOKUS Á FERÐAVINNUNA, OG VIT FARA AT LEGGJA EINA ÆTLAN UM, HVUSSU VIT SKULU LEGGJA TIL RÆTTIS, OG HVUSSU VIT YVIRHØVUR SKULU FYRIHALDA OKKUM OG MENNA FERÐAVINNUNA Í ØKINUM. ENDAMÁLIÐ MÁ VERA, AT NÝGGJAR VINNUR VERÐA SKAPTAR, SOLEIÐIS AT ARBEIÐSPLÁSS OG NÝGGJAR INNTØKUR SPYRJAST BURTURÚR, SIGUR PAULI T. PETERSEN Vilmund Jacobsen Tað var tann tíð, tá fleiri skip vóru heima­hoyr­ andi í Vestmanna, og regluligar landingar vóru til Vestmanna Fiskavirki. Men, tíðin stendur ikki í stað, og í dag kemur næstan allur fiskur, sum verður virkaður í Vest­ manna, í bili, haðani hann er landaður. Í mong ár var Vestmanna Fiskavirki millum tey virki í Føroyum, sum keypti og virkaði botn­ fisk undan Føroyum. Men, botnfiskur er ikki høvuðsframleiðslan á virkinum í dag, tó at hetta framvegis er ein part­ur av virkseminum. Eigararnir av Vestmanna Seafood, sum í dag eiga bæði virkini á bryggjuni, hava í fyrsta lagi lagt seg eftir uppsjóvarfiski, meðan botn­ fiskur serliga verður keyptur til at fylla upp við uttan fyri uppsjóvarvertíðina. Ongar landingar Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, harmast framvegis um, at skip eru seld av bygdini, eins og loyvi eru farin á aðrar hendur. - Men, eg fegnist samstundis sum, at vit eiga fólk í Vestmanna, sum hava hegni og vilja og sum duga at síggja nýggjar møguleikar, tó at umstøðurnar eru broyttar. Hann fegnast eisini um tey skip og bátar, sum eftir eru, og her hugsar hann ikki minst um reiðaran, Dánjal Jacobsen, sum framvegis bæði hevur ísfiskatrolara, trolbát og eigur part í línuskipi. Umframt skip og bátar, sum Dánjal Jacob­ sen varðar av, er eisini felagið P/F Jókin, sum Tummas Christhophersen eigur saman við suð­uroyingum og sum eitt nú rekur Fram, ið hevur heimstað í Vestmanna. - Tað er sjálvandi saknur í ikki longur at síggja skip og bátar leggja veiðina upp í Vestmanna, men eg fegnist um tað fiskivi­nnu­ virk­semi, sum hóast alt er eftir í økinum. Tað er av­gjørt positivt, at vit framvegis hava virki og soleiðis eisini arbeiðspláss til fólk í fiskivinnuni, sigur Pauli T. Petersen. Aðrar vinnur Men, alt er ikki fiskur, og tað er tað heldur ikki í Vestmanna í dag. - Eg fegnist um alt vinnulív, og millum stóru vinnufyritøkurnar er eitt nú Vestpack, sum gongur væl og sum hevur fleiri fólk í ar­beiði. Í bygdini hava vit eitt nú el-veitarar, timb­ur­ - Í Vestmanna kommunu gongur væl. - Skattainntøkurnar eru øktar, og vit hava goldið niður skuld, samstundis sum pláss hevur verið fyri íløgum, sigur Pauli T. Petersen