Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 17 apríl 2018 20 fyritøkur og entreprenørvirksemi, umframt handils­fyritøkur. Haraftrat hava vit traditión fyri ferðavinnu, har siglt hevur verið undir Vest­ mannabjørgini og aðrastaðni í mong ár. Vit hava Fjørukrónna og Søgusavn, stórt kamp­ ingpláss, sum verður rikið av privatum, og vit hava útbjóðara, sum ger fiskitúrar við ferða­ fólki. Borgarstjórin fegnast um ferðavinnuskúlan, sum nú er komin til Vestmannar og sum hevði fyrstu skeiðini í fjør. - Tað er Mentamálaráðið, sum hevur sett landsumfevnandi skúlan á stovn, og her er møguleiki at útbúgva seg innan ferðavinnu, sigur Pauli T. Petersen. Ferðavinna í fokus Borgarstjórin í Vestmanna kommunu ivast onga løtu í, at ferðavinnan fer at fylla nógv, sum árini ganga, og hann ivast heldur ikki í, at henda í enn størri mun enn í dag fer at geva Før­oyum eitt bein aftrat at standa á. - Vit í Vestmanna kommunu fara nú og í framtíðini at seta enn meira fokus á ferða­ vinn­una, og vit fara at leggja eina ætlan um, hvussu vit skulu leggja til rættis, og hvussu vit yvir­høvur skulu fyrihalda okkum og menna ferða­vinnuna í økinum. Endamálið má vera, at nýggjar vinnur verða skaptar við atliti at ferða­ vinn­uni, soleiðis at arbeiðspláss og nýggjar inn­tøkur spyrjast burturúr. Pauli T. Petersen vísir á, at tað mest av­ger­ andi er at taka tey við upp á ráð, sum longu starv­ast innan ferðavinnuna, og her eru tey í Vest­manna avgjørt ikki ringast fyri. - Vit skulu finna góðar og positivar loysnir, og vit mugu duga at taka okkum av og loysa tær avbjóðingar, sum stinga seg upp í einari øktari ferðavinnu, bæði her í Vestmanna og í Føroyum sum heild. Ferðavinnan fer at fylla meira og meira, bæði hjá teimum, sum starv­ast í vinnuni - men eisini hjá okkum sum komm­ una, leggur borgarstjórin aftrat. Spennandi økiskvotur Umframt at vera borgarstjóri, er Pauli T. Pet­ er­sen eisini løgtingslimur, og hann dylur ikki fyri, at tað verður spennandi, nú økiskvoturnar skulu deilast út til aktørar kring landið. - Eg vóni, at eitt nú økiskvoturnar, sum eru partur av fiskivinnunýskipanini, kunn gera mun kring landið, og eg eri fegin um, at vit í Vestmanna hava fólk, sum eru til reiðar og hava eitt uppsjóvarvirki, sum júst stendur og vantar rá­vøru. Endamálið við økiskvotunum er júst at gera mun, har fiskatilfeingið er avmarkað. Sum borg­arstjóri og løgtingslimur er tað sjálvsagt mín vón, at ein partur av økiskvotunum fella í okkara lut her í Vestmanna, sigur hann. Tað gongur væl Í Vestmanna kommunu gongur væl, og komm­unan hevur havt fíggjarliga framgongd sein­astu árini við . - Skattainntøkurnar eru øktar, og vit hava goldið niður skuld, samstundis sum pláss hevur verið fyri fleiri íløgum. Pauli T. Petersen vísir á, at størsta einstaka íløg­an hjá kommununi í løtuni er tey 22 grund­ stykkini á Grótbrúgv, sum nú verða gjørd byggi­klár. - Hetta er ein lutfalsliga stór íløga, men tað gleðiliga er, at øll hesi grundstykkini longu eru seld. Tað er serliga fólk við tilknýti til Vest­ manna, sum hava keypt og millum tey, sum fara at byggja her, eru eisini barnafamiljur. Borgarstjórin sigur, at longu áðrenn nýggja útstykkingin er liðug, noyðist kommunan at hyggja upp á, hvar enn ein nýggj útstykking kann verða. - Samstundis fegnast vit um, at Bú­stað­ir í løtuni eisini umbyggja gomlu komm­unu­skriv­ stov­una til leiguíbúðir, og vit vóna, at Bústaðir eisini hava hug at fara undir aðrar verkætlanir í Vestmanna, tá henda verkætlanin, sum nú er í gongd, stendur liðug. Pauli T. Petersen fegnast um, at tilboðini til búseting soleiðis eisini koma at fevna um møguleikan við leiguíbúðum í Vestmanna. Nýggj frítíðarstova Nú Vestmanna hevur havt góða tilflyting, eru eisini barnagarðarnir vorðnir ov trongir. - Vit arbeiða tí við at gera ein part av kjall­ ara­hæddini í nýggju læknamiðstøðini til frí­ tíð­arstovu, og hetta arbeiðið verður liðugt til skúlaársbyrjan í heyst. Hetta er ein góð og lutfalsliga bílig loysn, og tað besta er, at nýggi frí­tíð­arskúlin kemur at liggja beint uppat skúl­ an­um, har børnini, sum fara í frítíðarskúla eftir van­liga skúlatíð, ganga. Onnur arbeiði, sum eru í gongd í Vest­ manna í løtuni, eru nýgerð av vegum, fríðkingar og fríøki, sum hava til endamáls at bøta um trivn­aðin í bygdini. - Tað gongur væl í Vestmanna, og vit fegn­ ast um, at fólk vilja búgva her. Vit vilja gera alt fyri, at fólk skulu trívast, og tað er okkara vón, at enn fleiri fáa eyguni upp fyri, at okkara komm­una er spennandi, og at trivnaðurin her er í hásæti, sigur Pauli T. Petersen. - Eg vóni, at eitt nú økiskvoturnar, sum eru partur av fiskivinnunýskipanini, kunn gera mun kring landið, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri og løgtingslimur