Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 apríl 2018 20 Árni Gregersen Føroyar eru eitt lítið land, men kortini er tor­ført at hava fult yvirlit yvir, hvat fyritøkur fáast við kring um í landinum. HP Jarn heldur til í einum bygningi á havna­lagnum í Hvalvík. Bygningurin er 2000 fermetrar til støddar, so hann sæst, men tey fægstu vita helst hvat gongur fyri seg inni har. Heðin Poulsen er stjóri í fyritøkuni. Spurd­ ur um, hvat teir gera, siugur hann, at teir upprunaliga fóru undir at gera armerings­jarn til byggivinnuna. -Í dag er tað ein partur av fyritøkuni, men vit gera eisini annað. Til dømis leiga vit formar út til teirra, sum skulu stoypa hús ella annað, sigur Heðin Poulsen. -Jú, tá ið ferð er á í byggivinnuni, so hava vit eisini nógv at gera og soleiðis er tað í hes­u­m døgum, leggur hann afturat. Átta mans arbeiða í fyritøkuni, sum um­framt at binda jarn leigar formar út og ger H-jørn og vinkuljørn. Teir eru útgjørdir við maskinum til júst hetta arbeiðið. Troyttur av sandblásing Heðin Poulsen og bróðurin høvdu í mong ár eitt virkið við Ljósá, har teir sandblástu. Virkið er har framvegis, men nú er tað KJ Hydrau­lik, sum eigur og rekur tað. -Fyri at siga tað akkurát, sum tað var, so var eg deyðatroyttur av sandblásingini, sigur Heðin Poulsen. -Eg gekk í fleiri ár og hugsaði um at slep­pa burtur úr tí, men spurningurin var alla tíð­ina, hvat eg so skuldi fara at fáast við, legg­ur hann afturat. Tað eydnaðist at selja sandblásingina og so var farið undir at byrja nýggja arbeiðið. -Tað er ikki serlga vanligt, at fyritøkur ella smápartafeløg skifta bransju, men tað valdu vit at gera. Vit fóru frá sandblásingini og fóru at arbeiða við einum parti av tí, sum vit fáast við í dag, sigur Heðin Poulsen. Felagið arbeiðir sum nevnt í einum 2000 fermetra stórum bygningi á havna­lag­num í Hvalvík. -Bygningurin sær stórur út, men tað er fyrst og fremst tí hann er langur og rættu­liga høgur, sigur stjórin. Hann sigur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava hædd á einum slík­um bygningi. -Tað mesta er tungt, sum vit fáast við og tí er tað avgerandi, at vit kunnu brúka krana og lyftara í øllum bygninginum. Hjá okkum er út móti níggju metrar pláss uppeftir og tað ger, at vit kunnu flyta vit krana úr øðrum enda á bygninginum og heilt í hin endan, sigur hann. Heðin Poulsen sigur, at teir sjálvandi brúktu tær royndir, teir høvdu gjørt sær, tá ið teir fóru undir at innrætta bygningin í Hval­vík. -Tað er mangan so, at tað verður gloymt hvussu avgerandi tað er, at bygningarnir, sum ein skal arbeiða í hvønn einasta dag, eru innrættaðir, soleiðis, at gerandisdagurin gerst arbeiðsligur. Tað halda vit, at vir hava gjørt í okkara føri, leggur hann afturat. Tað er Heðin Poulsen, sum saman við beiggjanum, Paula, eigur fyritøkuna í Hvalvík. Teir vóru eisini báðir saman um sand­blás­ ingina við Ljóssáq, sum teir altso seldu til KJ Hydraulik úr Fuglafirði. Umsetningurin hjá HP Jarni er meira enn fimm milljónir krónur um árið og seinastu tvey árini - altso 2015 og 2016 – hevur av­lop­ið verið millum eina og tvær milljónir krón­ur. Binda jarn til byggivinnuna Á HAVNALAGNUM Í HVALVÍK ARBEIÐA TEIR VIÐ AT BINDA JARN OG LEIGA FORMAR ÚT Í hesum stóra bygningi á havnalagnum í Hbvalvík helur HP Jarn til. Somu menn áttu sandblásingina við Ljósa, men nú er tað KJ Hydrualik, sum eigur ta fyritøkuna