hósdagur 19. apríl 2018síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
19
apríl 2018 20
Árni Gregersen
Tað var eitt nýbrot í føroysku byggivinnuni,
tá ið Norðsetur í Hvalvík av álvara fór at gera
sniðhús til føroyska bústaðrmarknaðin.
Tey fyrstu vóru gjørd í 1980, men síðani
1983 eru tey framleidd í framleiðslubygn
inginum, sum fyritøkan lat byggja á havnar
lagnum í Hvalvík.
Í dag arbeiða umleið 22 fólk í fyritøkuni og
har er framvegis full ferð á.
-Ja, tey sum arbeiða her eru til arbeiðis
50 tímar um vikuna, hvørja viku, sigur Eivind
Clementsen, virkisleiðari.
Akkurát hendan dagin vit tosa við hann, eru
fólk frá fyritøkuni í Fuglafirði og seta eini hús
upp. Síðani skulu tey til Miðvágs, Skala og so
til Sandavágs.
-Vit arbeiða so at siga kring alt landið, tá ið
vit taka uðuroynna og Sandoy frá, sigur virkis
leiðarin.
-Nøkur hús eru sett upp har gjøgnum árini,
men júst nú verða ikki hús frá okkum sett upp
har, leggur hann afturat.
Norðsetur ger út móti 25 húsum um árið. Tá
verður orkan brúkt fult út og tey sum arbeiða
eru til arbeiðis 50 tímar um vikuna.
Villu áttati-árini
Hetta er sjálvandi nógv, men Eivind Clement
sen vísir á, at hetta als ikki er eins nógv, sum
var gjørt seinast í áttati-árunum.
-Tá mólu hjólini munandi skjótari enn tey
gera nú og búskaparliga støðan í landinum var
øðrvísi enn hon er í dag, leggur hann afturat.
Hann sigur, at Norðsetur tá gjørdi upp móti
50 húsum um árið upp móti stóru kreppuni,
sum tá koyrdi alt landið á heysin.
-Ferðin var øtilig tá. Eg haldi, at tað er meira
skil í nú enn tað var tey árini, sigur Eivind
Petersen.
Í seinastuni hevur nógv verið tosað um bú
staðarneyð í Føroyum, men í meginøkinum
verður bygt við fullari ferð.
Peningastovnarnir hava sett eitt sindur
harðari treytir fyri at veita lán, men tað vísir seg
kortini, at har sum nógv fólk búgva – altso í
miðstaðarøkinum – fáa tey flestu lán.
Eitt sindur meira krevst av teimum, sum
skulu læna til húsbyggingin á útoyggjunum.
Nýggj byggireglugerð
Ein nýggj reglugerð fyri bygging er komin í
gildi í ár.
Hon krevur ymiskt gjørt undir nýbygging,
sum ger byggingina dýrari.
-Er tað rætt, at eini vanlig hús gerast umleið
100.000 dýrari av hesi reglugerðini?
-Eg tori ikki at siga tað heilt vist, men eg má
staðfesta, at hús frá okkum eru vorðin dýrari
síðani nýggja reglugerðin kom í gildi, sigur
Eivind Clementsen.
Hann sigur, at sjálvt um tað ikki stendur í
reglugerðini, so eru krøvini annars so hørð, at
Norðsetur nú mælir til, at øll nýggj hús hava
ventilatión frá tí tey verða bygd.
Norðsetur hevur bygt út móti 1000 húsum,
síðani fyritøkan fór til arbeiðis, men tey hava
eisini útflutt hús til bæði Týslands og Grøn
lands.
Fyrimunurin er fasti prísurin og at tað tekur
stutta tíð at seta húsini upp. Tá ið grundin er
stoypt tekur tað bert ein dag at inniloka húsini og
so kunnu handverkarnir gera liðugt innandura,
ótarnaðir av veðrinum.
Ferðin er næstan sum
hon var í áttati-árinum
ÆTLAR TÚ AT KEYPA EINI SNIÐHÚS FRÁ NORÐSETUR, SO MÁST TÚ BÍÐA Í MEIRA ENN EITT ÁR
Norðsetur heldur til her á havnalagnum í Hbalvík. Her hevur fyritøkan verið síðani 1983
Norðsetur hevur nógv um at vera og arbeiðir allastaðni í miðstaðarøkinum. Her eru teir í
ferð við at seta eini hús upp við Mylnutjørn í Havn