Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 27 Sunnudagin spældi meistaraliðið ógvuliga væl, men síðsta kort- erið kortsluttaði hjá teimum, og so fór AGF, sum er komið fram á fjórða plássið, úr Parkini við øllum stigunum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Brøndby er oddalið í super- liguni, og leiðslan er meiri sannførandi nú, enn hon var undan vikuskiftinum. Leyg- ardagin hevði Brøndby vitj- an av Viborg, sum var næst- ovast. Heimaliðið hevði leikliga yvirvág, men gestir- nir vardu væl, og teir høvdu eisini onkrar góðar møgu- leikar, sum teir misnýttu. Brøndby hevði nógvar góðar málmøguleikar, men Viborg málverjin, Jesper Christiansen, stóð stinnur. Tí var tað serliga meint hjá honum, at stór villa mál- verjuvilla var orsøkin til sigursmálið hjá Brøndby. Svenski Johan Elmander, sum kom til Brøndby í summar, og sum ikki undan hesum dystinum hevði skor- að mál, royndi seg úti frá, og Viborg málverjin misti bólt- in afturum seg og í málið. FCM flutti fram á næstov- asta plássið. Teir vunnu 1-0 á heimavølli móti Herfølge, sum er dygst omanfyri nið- urflytingar strikuna. Mo- hammed Zidan var sum ikki eina ferð málskjútti hjá FCM. Eftir dystarlok var nógv tosað og skrivað um sjónleikaraevnini hjá egypt- iska álopsspælaranum hjá FCM. Hann var orsøkin til, at ein av miðverjunum hjá Herfølge miðskeiðis í 2. hálvleiki varð rikin av vøll- inum. Summi vildu vera við, at tað var av órøttum. Men ikki øll vóru av hesi áskoðan. AGF fór úr Parkini við øllum stigunum. Í 1. hálv- leiki spældi FCK gestirnar sundur og saman, men teir fingu einki mál. Hjalte Bo Nørregaard legði miðskeið- is í 2. hálvleiki FCK fram- um við rimmar langskoti, og so tóktist tað skula koppa tann vegin, sum tað varð roknað við. Men AGF spílaði seg út síðsta korter- ið, og teir vunnu 3-2. Tað kom illa við hjá FCK. Lagið í FCK er einki ser- ligt. Umframt Toda Jónsson eru átta aðrar spælarar á skaðalistanum. Millum hes- ar eru álosspælararnir Zuma og Álvaro, og Peter Møller var leikbannaður sunnudag- in og er tað eisini næstu ferð. OB smurdi FCN av 7-1. Nú er FCN niðast. Hjá OB skoraði Steffen Højer fýra mál. Hann skoraði trý mikukvøldið og hevur sostatt í tveimum umførum skorað sjey mál. Hetta er tað sama talið, sum Ebbe Sand rakk, tá ið hann í 1997 setti met í superlig- uni. Fyri Brøndby skoraði hann sjey mál í tveimum dystum. Randers slapp fyri fyrstu ferð, síðani teir fluttu upp, av aftasta plássinum, tá ið teir á heimavølli vunnu 4-0 móti Silkeborg. Silkeborg er dygst omanfyri niður- flytingar strikuna. Hjá Esbjerg gongur tað einki serligt. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AaB, sum spældi framúr væl og fór norður aftur eftir meg- inlandinum við 3-2 sigri. Næstan eitt FCK lið á skaðalistanum Innan- dura- kapping í Keyp- manna- havn Komandi viku- skiftið skipar ÍF Føroyar fyri innan- durakapping í Keypmannahavn ÚTISETAFELAG tíðindaskriv Seinastu árini hevur tað verið eitt afturvendandi tiltak, at ÍF Føroyar skipar fyri eini innan- durakapping í fótbólti í danska høvuðsstaðnum. Og so verður eisini í ár. Kappingin verður bæði fyri menn og kvinnur, og leikt verður á hond- bóltsvølli við girðing. Øll eru vælkomin at melda lið til, og kapp- ingin byrjar leygardagin tann 13. november í Svanemøllen Hallerne á Østerbro. Kostnaðurin er 500 krónur fyri hvørt liðið. Fýra leikarar eru á vøll- inum í senn, og loyvt er at hava ein eykaleikara. Íroknað luttøkugjaldið er døgurði og ókeypis at- gongd á Jacques alt kvøldið, um komið verð- ur áðrenn klokkan 24. Tilmelding fer fram hjá Kristian Eli Andersen á tlf. 26 36 60 57 og hjá Finn Mørk á tlf. 61 30 68 32 í seinasta lagi týsdagin 9. november. Hans Fróði til Breiðablik Miðverjin flytir frá Fram í bestu deildini og til felagið í Kópa- vogi, sum spælir í næstbestu íslendsku deildini ÚTISETI Jóannes Hansen Tað hevur leingi verið greitt, at føroysku spælar- arnir, sum í ár spældu í Fram í Reykajvík, ikki fóru at halda fram í felagn- um. Nú eru tað nógvar vik- ur síðani, at Fram boðaði frá hesum á heimasíðu sínari. Enn er ikki greitt, hvar Fróði Benjaminsen fer at spæla næsta ár. Søgurnar m tann spurningin hava verið nógvar, men enn hevur einki verið at hoyrt frá Fróða. Nú er greitt, at Hans Fróði Hansen fer at halda fram í íslendskum fótbólti. Hann flytir úr Fram og til Breiðablik. Tað vita ís- lendskir fjølmiðlar at siga. Talan er um felag í næst- bestu deildini. Breiðablik er í Kópavogi, sum er dygst uttanfyri Reykjavík ella sum rættari er vorðin partur av íslendska høvuðsstaðnum. Breiðablik flutti niður úr bestu deildini í 2001. Síðani hava teir verið í næstbestu deildini, og í ár endaðu teir á fjórða pláss- inum. Framvegis á toppinum Bæði Frem og Hors- ens vunnu, meðan føroyski leikluturin ikki var serliga stórur í javnleikinum hjá Fremad Amager DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað gekk sum eftir ánni hjá bæði Horsens og Johan B. Hansen og hjá Frem og Jón Róa Jacobsen. Horsens vann 3-1 á Eysturbrúgv móti B93 og er framvegis oddalið. Frem vann 1-0 á heimavølli móti Vejle. Jón Rói Jacobsen spældi alla tíðina. Í 1. hálvleiki hevði Jón Rói tvær góðar royndir móti mótstøðumálinum. Fremad Amager spældi málleysan javnleik í Gen- tofte móti HIK. Andrew av Fløtum spældi síðsta hálva tíman, og Hjalgrím Elttør spældi síðstu seks minutt- irnar. Liðkappingar av bakkastokki Í vikuskiftinum løgdu telvarar til brots í FM- liðkappingini 2004/2005. Føroyingar í bestu donsku deild- ini vóru somuleiðis í eldinum við góðum úrslitum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Havnarmenn og kollfirðing- ar vunnu seg fram í oddin eftir sigrar í fyrsta umfar- inum í FM-liðkappingini. Í Havn møttu toftamenn upp uttan sterkasta kortið, Jens Kristian Hansen. Wenzil Højgaard mannaði tí fyrsta borðið. Kortini megnaðu toftamenn at skava eitt stig saman Aldursmunurin mill- um veteranin Jústines Han- sen og unga talentið Helgi D. Ziska, ið hittust á 3. borði, er yvir 60 ár! Úrslitið varð javnleikur. Kollfirðingar vunnu vænt- aðan sigur á hvalvíkingum, 3-1. Hans Kristian Simonsen tykist at halda stimanum eftir OL. Hann vann nevnliga á Finnbjørn Zachariassen. Martin Brekká vann hvalvík- ingum stigið við at vinna á Torbjørn Thomsen. Bæði vestmenningar og serliga klaksvíkingar vóru skerdir í dystinum teirra millum. Klaksvíkingar - utt- an Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen, Steintór Ras- mussen og Rana Nolsøe - vunnu 2,5 - 1,5. Finnbjørn Vang leikti javnt móti John Rødgaard. Rani Baldursson avgjørdi dystin á 4. borði, tá hann vann á Jón Mikkelsen. Frálík kappingar- byrjan Talvfelagið Føroyar, sum er í talvelituni í Danmark, leikti sínir fyrstu tveir dystir í ´skakliguni` um vikuskiftið. Í mun til kapp- ingarárið í fjør, eru Eyðun Nolsøe og norski stórmeist- arin Einar Gausel ikki við á liðnum. Av fíggjarligum orsøkum bar ikki til at halda fast í Gausel. Eyðun verður helst at síggja á klaksvíksliðnum í vetur. Telvað varð dupultumfar í Århus. Leygardagin hittu vit uppflytararnar Nordre, eitt sigursvant felag úr År- hus. Vit ætlaðu okkum sig- urin, men úrslitið varð 4-4. Eitt skiftið høvdu vit fyri- mun á flest øllum borðum, men javnleikur var kanska rætta úrslitið. Nikolaj Borge, Flóvin Tór Næs og Carl Eli N. Samuelsen vunnu. Heini Olsen og Martin Poulsen, sum steðg- aði á í Danmark eftir talv- olympiaduna, leiktu javnt, meðan John Arni Nilssen, Heini Danielsen og Terji Petersen taptu. Sunnudagin lá ikki fyri hjá Nikolaj at telva og tí vórðu boð send eftir eyka- leikaranum Pól Martin Hansen. Mótstøðuliðið Skolerne, Århus, hava mist nakrar stuðulsleikarar, men vóru kortini sterkari enn vit á øll- um borðum. Tí var 5-3 sig- urin hjá okkum í roynd og veru eitt lítið bragd og sjálv- andi eisini sera kærkomin. John Arni stutt sagt niður- spældi sterka altjóða meist- aran Karsten Rasmussen á fyrsta borði. Danin kundi lagt kongin eftir einans 15- 20 leikum, men treiskaðist eitt sindur aftrat. Flóvin, Martin, Carl Eli og Terji Pet- ersen vunnu eisini síni talv, meðan Heini O., Heini D. og Pól Martin taptu. Úrslitið viðførir, at før- oyska liðið er á triðja plássi við 9 stigum. Triðja umfar verður 5. desembur og tá verður mótstøðuliðið Hels- ingør, sum yvirraskandi er á 2. plássi. Fremstir eru meistararnir Helsinge. Hans Kristian Simonsen tykist fullur av sjálvsáliti eftir væl eydnaðu OL-kappingina Úrslit og støður: 1. umfar Vestmanna - Klaksvík 1,5 - 2,5 Havnin - Toftir 3-1 Kollafjørður - Hvalvík 3-1 Støðan: Kollafjørður 3,0 Havnin 3,0 Klaksvík 2,5 Vestmanna 1,5 Toftir 1,0 Hvalvík 1,0 Skak-ligan 1. umfar: Brønshøj - SK 1968 2,5-5,5 Helsinge - K41 7,5-0,5 TF Før. - Nordre 4,0-4,0 Helsingør - Skol. 4,5-3,5 2. umfar: K41 - Brønshøj 2,5-5,5 SK 1968 - Helsinge 2,5-5,5 Nordre - Helsingør 2,5-5,5 Skolerne - TF Før. 3,0-5,0 Støðan: 1. Helsinge 13,0 2. Helsingør 10,0 3. TF Føroyar 9,0 4. SK 1968 8,0 5. Brønshøj 8,0 6. Nordre 6,5 7. Skolerne 6,5 8. K 41 3,0 C M Y K 27 26