týsdagur 9. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 214 - 9. november 2004
Vænta framvegis at suðuroyingar spæla við
Landsstýrið væntar at
suðuroyingar vilja
spæla við. Men vilja
kommunurnar í Suð-
uroy ikki tað, kann
landsstýrið ikki
byggja røktarheim,
men tað kann undir
øllum umstøðum flyta
miðnámsskúlan og
heilsuskúlan til Hovs
SKÚLAR OG
RØKTARHEIM
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit vænta framvegis, at
kommunurnar í Suðuroynni
síggja tað skilagóða í hes-
um og vilja spæla við.
Jòannes Eidesgaard, løg-
maður, er sannførdur um, at
tann besta loysnin fyri Suð-
uroynna er at taka undir við
ætlanini hjá landsstýrinum
um at flyta ætlaða mið-
námsskúlan í Vági til Hovs
og at byggja hann í einum
depli har, saman við heilsu-
skúlanum, sum annars var
markaður til Tvøroyri.
Afturfyri skal so eitt
røktarheim til 35 fólk
byggjast í Vági á stykkin-
um, sum nú er grivið út til
miðnámsskúla.
Hendan ætlanin sá dags-
ins ljós 11. septembr, tá ið
ið varð løgd fyri Vágs Bý-
ráð, sum ógvuliga avgjørt
vísti henni frá sær, serliga
við atliti til at flyta skúlan.
Men fyrsta november
skrivaðu teir báðir Lands-
stýrismenninir, Hans Pauli
Strøm og Jògvan á Lakjuni,
øllum kommunum í Suð-
uroy bræv, har teir gjørdu
greitt, at landsstýrið stóð
við ætlanina og teir vónaðu,
at kommunurnar tóku undir
við henni, so at hon kundi
gerast veruleiki.
Eftir tíðarætlanini hjá
samgonguni, skulu mið-
námsskúlin, heilsuskúlin í
Hovi og røktarheimi í Vági
standa liðugt í 2007.
Vit hava spurt løgmann
um hetta ikki beinleiðis er
at leggja seg út í valstríðið
uppundir kommunuvalið í
dag.
Tað undrar hann ikki, at
onkur uppfatar tað soleiðis.
Men hann sigur, at tað
passaði seg soleiðis og tað
var ikki soleiðis, at brævið
til
kommunurnar
skal
skiljast.
– Við hesum brævinum
vildu vit gera púra greitt, at
hetta var ikki eitt tomt lyfti.
Hinvegin ásannar løgmaður
eisini, at samgongan átti at
havt sett seg í sambandi við
allar kommurnar frá fyrsta
degi.
Vónandi vilja suð-
uroyingar spæla við
Annars vónar løgmaður
framvegis, at kommunurnar
í Suðuroynni vilja spæla
við, tí hann er sannførdur
um, at hetta er tann besta
loysnin fyri Suðuroynna.
Kortini ásannar hann, at
vilja kommunurnar í oynni
ikki vilja vera við í eini ætl-
an um at byggja røktar-
heim, verður onki røktar-
heim bygt, tí kommunurnar
skulu betala helvtina av
kostnaðinum.
– Sostatt kann landsstýr-
ið ikki byggjarøktarheim av
sínum eintingum of senda
rokningina til kommun-
urnar, staðfestir løgmaður.
Í brævinum til kommun-
urnar í Suðuroy ásannar
landsstýrið, at Suðuroyggin
er í eini serligari støðu og tí
er landsstýrið sinnað at
finna ein fíggingarhátt,
sum er so lagaligur, at tað
verður fíggjarliga gjørligt
hjá øllum kommununum í
oynni at vera við.
Í hesum liggur ikki at
kommunurnar
sleppa
undan at betala sína helvt.
– Hetta skal skiljast so, at
landsstýrið er sinnað at
finna eina skipan, har av-
dráttartíðin hjá kommunun-
um kann toyggjast yvir so
nógv ár, at tað verður fíggj-
arliga gjørligt hjá kommun-
unum.
Men hevur Vágs Komm-
una brúkt pengar uppá
stykkið til miðnámsskúlan,
kunnu teir pengarnir so-
statt verða ein partur av tí,
sum kommunan annars
skuldi betalt til eitt røktar-
heim.
Spurningurin er so, hvat
hendir, at um kommunur-
nar í Suðuroy ikki taka und-
ir við ætlanini.
–Vit vóna og vænta fram-
vegis, at málið verður loyst í
sátt og semju. Og vera
kommunurnar ikki við,
kann onki røktarheim ger-
ast.
Hinvegin eru skúlarnir
báðir ein landsuppgáva
burturav og teir kann landið
sostatt byggja, har sum
landið vil.
– Og vilja kommunurnar
ikki vera við, er tað avgjørt
ein møguleiki at landið
einsamalt tekur avgerð um
at byggja skúlarnar í Hovi
og at Vágs Kommuna so
ístaðin fer endurgjald fyri
útreiðslur, sum hon hevur
havt av stykkinum til mið-
námsskúlan.
Hann leggur tó dent á, at
ongin avgerð er tikin um
hetta í landsstýrinum, men
vit standa fast um, at fræg-
asta loysnin fyri miðnáms-
skúlan, heilsuskúlan og
røktarheimi er tann loysnin,
sum vit hava skotið upp.
Á býráðsvalinum á
Tvøroyri er spurning-
urin um javnaðar-
flokkurin fær meiri-
lutan einsamallur og
um tað eydnast sam-
bandsflokkinum at
fáa tveir býráðslimir
BÝRÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Býráðsvalið á Tvøroyri
verður meiri spennandi
hesuferð, enn tað hevur
verið leingi. Javnaðarflokk-
urin hevur havt trý umboð í
býráðnum av teimum sjey,
sum hava verið. Men ongin
dylir fyri, at teir hava sett
nøsina upp ímóti at fáa
fjórða mannin hesuferð og
sostatt meirilutan einsa-
mallur.
Jokarin í hesum royndun-
um er Kristin Michelsen,
sum akkurát er komin upp í
javnaðarflokkin og sum
fekk
nógvar
atkvøður
seinast.
Men tað dylist heldur
ikki, at tað hevur verið eitt
sera umstrítt floksskiftið, tá
ið Kristin Michelsen kom
uppí javnaðarflokkin, tí
hann er kendur tjóðveldis-
maður og tað eru eisini tey,
sum stúra fyri, at hetta kann
koma at geva baksláttur, at
hann nú knappliga er at
finna í javnaðarflokkinum.
Hinvegin hevur sam-
bandsflokkurin sett øll segl
til fyri at fáa tvey umboð í
býráðið hesuferð. Jaspur
Vang hevði eitt sera gott
løgtingsval, har hann enntá
varð varamaður hjá Johan
Dahl í løgtinginum og sam-
bandsmenn vóna, at hendan
effektin fer at verða munur-
in á býráðsvalinum í dag.
Hinvegin er Finnleif Gutte-
sen býráðslimur og hann
hevur eisini verið borgar-
stjóri í tvey ár.
Á
uttanflokkalistanum
verður mett, at Bergur
Bærendsen og Dan Nielsen
hava góðan møguleika at
verða
afturvaldir,
men
eisini Karolina Enni, kann
vísa seg at verða drúgv.
Í hesum valskeiðnum
hevur uttanflokkalistin sitið
í andstøðu og tað er ikki ein
leiklutur, sum hevur hóva
teimum serliga væl, tí teir
føla at teir hava fingið ov
lítla ávirkan á tað, sum
fyriferst í býráðnum.
Tí eru tað eisini fleiri
røddir frammi um at í næsta
valskeiði skal býráðið helst
koma
burturfrá
gamla
mynstrinum við meiriluta
og minniluta. Ístaðin skulu
allir flokkar við í eina
samgongu.
Men spurningurin er,
hvussu verður, tá ið av-
tornar, serliga tá ið borg-
meistari skal veljast. Tá ið
hendan samgongan varð
skipað, var tað ein stórur
knútur at loysa og tað end-
aði við, at Finnleif Guttesen
og Kristin Michelsen býttu
valskeiðið ímillum sín.
Tað er ringt at fáa nakrar
ábendingar um, hvørjir evni
eru til borgarstjóran. Fær
javnaðarflokkurin borgar-
stjóran, kann tað verða
Kristin Michelsen. Men
hinvegin er heldur ongin ivi
um, at tað fer at smakka
nógvum javnaðarvejarum
illa at velja hann til borgar-
stjóra, nýkomin í javnað-
arflokkin.
Eitt annað gott boð er so
Pauli Einarsson, sum er
gamal í garði í javnaðar-
flokkinum. Sverri Midjord
liggur altíð framvið, men
hann er farin um tey sjeyti
og spurningurin er um javn-
aðarflokkurin ikki heldur
velur ein borgarstjóra við
framtíðini fyri sær.
Tað skilst eisini, at heldur
ikki
sambandsflokkurin
hevur nakað greitt borgar-
stjóra evni frammanundan.
Har verður tað helst avger-
andi, hvør fær flestar at-
kvøður.
Men sambandsflokkurin
kann skjótt koma í eina
lyklastøðu, tí fær javnaðar-
flokkurin tríggjar mans,
kann sambandsflokkurin
gerast tungan á vágskálini
og tað er uttan iva ein
leiklutur, sum teir fara at
gera fulla nyttu av.
Hinvegin verður ikki mett
serliga sannlíkt, at sam-
gongulistin fær býráðs-
formannin. Men Eisini sam-
gongulistin kann gerast
tungan á vágskálini, fær
javnaðarflokkurin
bara
tríggjar mans í býráðið, so
tað kann væl henda, at
borgarstjórin verður ein
spurningur um, hvør dugir
at spæla síni kort best, sam-
gongulistin ella sambands-
listin.
Um tað er alt tað taktiska
spælið ella nervar, sum eru
orsøkin, skal vera ósagt,
men ein sannroynd er tað,
at valstríðið á Tvøroyri
hevur
verið
merkiliga
deydligt.
– Vit kunnu ikki ikki byggja
røktarheim í Suðuroy ímóti
viljanum hjá kommununum.
men vit kunnu byggja skúlar
har vit vilja. Men vit vóna
framvegis, at kommunurnar
í Suðuroy taka undir við
okkum, tí hetta er tann besta
loysnin fyri oynna, sigur
Løgmaður
Stór óvissa á Tvøroyri
Valstríðið á Tvøroyri hevur verið merkiliga deydligt, men um tað eru nervar ella taktiskt spæl,
skal vera ósagt
FSF vil nú hava
feløgini at taka støðu
til, um kappingarárið
skal broytast soleiðis,
at fleiri umfør skulu
spælast í landskapp-
ingini, færri í steypa-
kappingini og at
summarsteðgurin
skal strikast
FÓTBÓLTSÁRIÐ
Jákup Mørk
Tað er ein stórur spurning-
ur, sum Fótbóltssambandið
fer at leggja fyri fótbóltsfel-
øgini á árliga eftirmetingar-
fundinum,
sum
verður
leygardagin. FSF fer at
leggja fyri feløgini uppskot
um, at fótbóltskappingin
verður radikalt broytt, um
sammett verður við tað,
sum hevur verið galdandi
mongu tey seinastu árini.
Tá ið landsliðið var í
Sveis fyrst í september,
segði Bjarki Mohr, formað-
ur í kappingarnevndini, at
møguleikin at strika summ-
arsteðgin, økja um umfør-
ini í landskappingini og
sleppa bólkaumfarinum í
steypakappingini
hevði
verið umrøddur í Fótbólts-
sambandinum. At møgu-
leikin hevði verið umrødd-
ur komst ikki minst av, at
tað leingi hevur verið mett,
at tað er alt avgerandi fyri
menningina av føroyskum
fótbólti og harvið møgu-
leikanum at røkka betri úr-
slitum í altjóða kappingum,
at spælararnir heima á landi
eru við í fleiri tøttum og
týdningarmiklum dystum.
Danski leisturin
FSF fer at leggja uppskot
um broytingar fyri feløgini
nú leygardagin. Tilfarið,
sum skal viðgerast á fund-
inum, verður sent feløgun-
um undan fundinum. Mill-
um tilfarið verður fullfíggj-
að uppskot um broytingar í
kappingini.
Um tað fer at vísa seg, at
feløgini eru sinnað at taka
undir við nýggjari skipan,
so verður kappingin broytt
longu í vár. Um feløgini
ikki verða sinnað leygar-
dagin at taka undir við upp-
skotinum, so er tað lítið
sannlíkt, at talan verður um
serligar broytingar næsta ár.
Skotbráðið frá ársaðalfund-
inum og til kappingarbyrj-
an verður ov stutt at gera
broytingar í.
Um uppskotið hjá FSF fer
at vinna frama, so fer før-
oyska landskappingin at
líkjast henni í Danmark. Har
er tað soleiðis, at feløgini í
hvørjum kappingarári hitt-
ast tríggjar ferðir í lands-
kappingini. Tað vil siga, at
feløgini móti summum mót-
støðuliðum spæla tvær ferð-
ir á heimavølli og eina ferð á
útivølli, og móti øðrum
spæla tvær ferðir á útivølli
og eina ferð á heimavølli.
Í nýggja uppskotinum
verður lagt upp til, at tað
fyrsta av teimum 27 umfør-
unum í landskappingini
verður spælt 2. páskadag,
sum verður 26. mars, og at
síðsta umfarið verður spælt
27. oktober. Í ár var tað
fyrsta av átjan umførum 25.
apríl, og síðsta umfarið var
2. oktober.
Um tað skal ganga upp
við 27 umførum í lands-
kappingini í staðin fyri
átjan, so verður neyðugt
eisini at gera aðrar broyt-
ingar. Ein er, at bólkaum-
farið í landskappingini
verður strikað, og ein onnur
er, at summarsteðgurin í
landskappingini
verður
strikaður.
Í steypakappingini er ætl-
anin, at tað skal spælast eft-
ir cup skipanini frá fyrsta
umfari av. Tjúgu feløg eru,
og sekstan teirra skulu taka
lut í áttandapartsfinaluni.
Tað vil siga, at átta feløg
skulu dystast um fýra pláss.
Í Danmark eru feløgini
flokkað eftir styrki, soleiðis
at tey bestu ikki eru við í
landskappingini beinanveg-
in. Enn er ikki greitt,
hvussu tað verður við hes-
um í føroysku steypakapp-
ingini.
Hjá feløgunum, sum hava
luttikið í Europa Cup og/-
ella steypafinaluni, hevur
summarsteðgurin seinastu
árini verið lítil ella eingin.
Um tað eisini skal spælast í
juli í landskappingini, so
verður neyðugt við fleiri
justeringum
orsaka
av
Europa Cup. Hetta verður
ikki mett at gerast nakar
stórur trupulleiki.
Nr. 214 • týsdagur • 9. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Longri landskapping og
ongan summarsteðg
Í nýggja uppskotinum verður lagt upp til, at tað fyrsta av teim-
um 27 umførunum í landskappingini verður spælt 2. páskadag,
sum verður 26. mars, og at síðsta umfarið verður spælt 27. okt.
C
M
Y
K
25
24