Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 23 Seinnapartin fríggja- dagin skipaði Føroya Banki fyri áhugaverdari ráðstevnu á Hotel Før- oyum undir høvuðs- heitinum: "Avbjóðingar fyri føroyska fiskafram- leiðslu". Ráðstevnan setti sjóneykuna á løn- semistrupulleikarnar hjá okkara fiskavirkjum og viðgjørdi spurn- ingin, hvørjar møgu- leikar vinnan hevur at menna kappingarevnini mótvegis teimum londum, vit kappast við FB-RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seks framløgur vóru á fundinum, sum forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, stjórnaði við hepn- ari hond. Tað var Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, sum legði fyri. Hann tók saman um gongdina hjá fiska- virkjunum seinastu árini, men noyddist at ásanna, at virkini – frá at hava gingið væl í nøkur ár – nú eru í einum aldudali og saman- lagt fara at geva eitt hall í ár, sum fer at tátta í einar 30 miljónir krónur. Hann reisti spurningin, um fiskivinnan í Føroyum er á veg inn í eina kreppu, og hvat vit kunnu gera fyri at byrgja uppfyri, at virkir og skip fáa vent gongdini. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, tosaði um neyðugar broytingar í politisku kørmunum og vísti á, at hann júst sama morgun, sum ráðstevnan varð hildin, hevði hann lagt fram ein sonevndan "fiskapakka" fyri landsstýrismenninar og samgongutinglimirnar. Í hesum pakka er uppskot um broytingar, sum eitt nú skulu avmarka møguleik- arnar hjá skipum at av- reiða uttanlands, og somu- leiðis er uppskot sum skal gera tað møguligt hjá út- lendingum at bjóða uppá fisk, sum verður seldur á uppboðssølu í Føroyum. Ein partur av upplegginum hjá landsstýrismanninum snýr seg um skiljing av fiskinum umborð. Egil Olsen, sum er for- maður í ráfiskakeypara- felagnum, setti spurning- in, um verandi rávøru- atgongd er nøktandi fyri fiskavirkini. Hann við- gjørdi spurningin, um tað kanska er ein fyritreyt fyri føroyskari fiskaframleiðslu á landi, at virkini fáa støðugari atgongd til rá- vøruna – og um hetta krev- ur eitt økt samstarv millum skip og virkir. Hann tosaði um lítla virksemi, sum er á fiskavirkjunum og segði, at nú gongdin er versnandi, serliga hjá frysti-virkjun- um, er vandi fyri, at nøkur virkir ikki fara at hóra undan. Formaðurin í ráfiska- seljarafelagnum, Árni Joensen, tosaði um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa, um skipini verða noydd at bjóða allan fiskin út í Føroyum – og soleiðis verða skerd frá møguleik- unum at avreiða uttanlands. Men upp á spurningin, um veiðiliðið skal tryggja grundarlagið undir fram- leiðsluni á landi, svaraði Árni: Ja, sjálvsagt. Í sínum innleggi greiddi hann frá sjónarmiðjunum hjá rá- fiskaseljarunum og helt fyri, at ráfiskaseljarar mugu hava ein møguleika at fara uttanlands við fisk- inum, áðrenn hann endar í køstinum hjá Havsbrún, sum hann tók til. Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirk- ing, viðgjørdi spurningin, hvussu okkara flakavinna kann halda seg kappingar- føra. Hann tosaði í breiðari merking um týdningin av aling av ymiskum fiska- sløgum úti í heimi, og hvørjir kappingarneytarnir hjá okkum eru. Hann reisti spurningin, um lønarlagið hjá okkum er ein trupul- leiki og nevndi møguleik- an, um framleiðsla av fesk- um úrdráttum kanska er ein vegur fram. Meinhard við- gjørdi eisini spurningin, um framleiðsluliðið eigur at knýta tættari sambond við marknaðin og rávøru- liðið. Seinastu framløguna í røðini hevði íslendingurin, Agnar Fríðriksson, sum er stjóri á Coldwater í Grims- by. Hann tók saman um tær royndir, sum íslendingar hava við framleiðslu í – og í kapping við - láglønar- lond. Agnar hevði eisini sítt boð uppá, hvørjar fram- leiðslustrategiir koma at standa seg best komandi árini, og hann viðgjørdi eis- ini spurningin, um bygnað- urin í íslendska fiskivinnu- ídnaðinum hevur havt týdn- ing fyri lønsemið. Eftir framløgurnar, var pallborðsorðaskifti, sum í størstan mun snúði seg um skiljing av fiski umborð á skipunum, nú landsstýrið ætlar at loyva útlendingum framat fiskinum, sum í framtíðini verður boðin út í Føroyum. Sosialurin fer at venda aftur til áhugaverdu fram- løgurnar í hesi vikuni, men fer í hesum blaðnum at endurgeva ein part av tí kjaki og teimum spurn- ingum, sum vóru frammi undir orðaskiftinum. Jóhannes Olsen, stjóri á P/F Snodd, heldur ikki, at vit eiga at seta lóg ella kunngerðir í verk sum krevja, at fiskurin verður skildur umborð. - Eg haldi, at teir, sum vilja gjalda fyri tað, skulu fáa skildan fisk, segði hann FB-RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Undir orðaskiftinum á ráð- stevnuni, sum Føroya Banki skipaði fyri fríggja- dagin, snúði kjakið seg serliga um skiljing av fiski. Olaf Olsen var fyrstur at taka orðið. Hann legði fyri við at spyrja landsstýris- mannin, Bjørn Kalsø, hvat landsstýrið meinar við, tá ið hann tosar um lóg um almenna uppboðssølu. Landsstýrismaðurin svar- aði, at í verandi lóg eitur tað "lóg um almenna upp- boðssølu", og tí hevði hann málborið seg soleiðis. Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum, segði, at felagið fer ongantíð at góðtaka, at støddarskiljing verður eitt lógarkrav. Hann segði seg hava roynt at sett seg í samband við Fiski- málastýrið um hesi viður- skifti, men sum hann tók til, at "har eru tey so ofta á skeiði". - Hevur landsstýrið ikki skilt boðskapin hjá felag- num, kunnu tey fáa hann inn við "skeið", segði hann skemtiliga. Jákup helt ikki, at tað fer at geva skipum og mann- ingum nakað eyka í prísi, antin fiskurin úr eini van- ligari ísfiskalast verður skildur ella ikki. Anfinn Olsen, reiðari, tók undir við formanninum í reiðarafelagnum. Hann segði, at tað, sum seljarin vil, er at fáa besta prís fyri fiskin og teir, sum keypa og selja eitt nú hýsu av landinum, ynskja ikki, at fiskurin er skildur umborð. - Skal tað vera eitt krav, at fiskurin verður skildur, áðrenn hann verður seldur, kann hann skiljast inni á gólvinum. Anfinn segði, at teir, sum keypa fiskin og selja hann feskan av landinum, vilja hava hann í somu kassum, sum hann er í, tá ið hann kemur upp úr skipunum. Egil Olsen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum, er heitur talsmaður fyri, at fiskurin verður skildur um- borð. - Eg og Jákup Sólstein verða ongantíð samdir um henda spurning. Egil nevndi, hvat tað hevur merkt fyri línuskipið, Grunning, at teir fóru undir at støddarskilja og merkja fiskakassarnar. - Verður fiskurin skildur umborð, verður minni handfaring á landi, og vit fáa eina betri góðsku, segði hann og helt fyri, at vit eiga at taka hesa avbjóðing á okkum. Hann segði, at útlending- ar eru vanir við at keypa skildan – og ikki óskildan - fisk. Egil Olsen var tó samdur við teimum sum siga, at skiljing umborð, sjálvsagt eigur at geva ein betri fiskaprís. Bjørn Kalsø helt, at Jákup Sólstein meldar hart út. Hann segði, at seinasta skeiðið, tey í fiskimála- ráðnum høvdu verið á, var nevniliga í støddarskiljing. Bjørn helt tað vera náttúrligt, at Jákup og Anfinn eru ivingarsamir um skiljing umborð, tí hetta gevur meira arbeiði umborð. Landsstýrismaðurin var ikki so avgjørdur um, hvørt skiljing umborð eigur at ásetast við lóg ella kunn- gerðum. - Eg vænti, at hetta fer at koma av sær sjálvum, tá ið útlendingar sleppa fram at føroyska fiskamarknaðin- um, tí uttan skiljing verða skipini avmarkaði í sølu av fiskinum. Bjørn helt tað eisini hava týdning, at føroysk virkir kunnu bjóða uppá tær nøgdir av fiski, sum tey vilja, og í hesum sambandi vísti hann á, at bæði stødd og aldur á fiski kunnu hava týdning fyri prísin, sum virkini vilja gjalda. - Tað, sum vit arbeiða við í landsstýrinum, er ikki liðugt enn, og enn hevur vinnan ikki havt høvi at siga sína hugsan. Landsstýrismaðurin helt tað vera umráðandi, at øll hesi viðurskifti fáa ta um- røðu, tey hava uppiborið. Jørgen Niclasen, løg- tingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiski- vinnumálum, helt fyri, at eru trupulleikar í vinnuni á landi, nyttar ikki at flyta hesar út á sjógv. Hann helt eisini, at al- menni parturin í fiska- virkisvinnuni átti at verið privatiseraður aftur. - Eg havi ongan hoyrt nevnt hetta á fundinum, segði hann. Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, segði, at tey hava mælt til, at selt verður úr felagnum, um góð boð eru, men hann legði dent á, at eftir hansara tykki skal hetta ikki verða til "vinir og kenningar", sum hann tók til. Árni Joensen, formaður í ráfiskaseljarafelagnum, segði seg taka undir við Anfinni Olsen um skiljing. Hann helt tað verða eitt stig aftureftir at skilja fiskin umborð, tí hetta verður ein "niðurflokkin" av fiski, sum hann segði. Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni, spurdi landsstýris- mannin, um landsstýrið ætlar, at allur fiskur skal skiljast umborð - ella bara tann parturin, sum fer til ES. Bjørn vísti á, at í upp- skotinum hjá landsstýrin- um, er talan um at stødd- arskilja allan fisk. Egil Olsen helt, at einasti møguleikin at fáa meira fyri fiskin, er at støddar- skilja. - Verður fiskurin ikki støddarskildur, trúgvi eg ikki, at kappingin um fiskin verður nóg stór. Jákup Sólstein helt tað vera í fínasta lagi, um skiljing verður frívillug. Um umrøðuna av, hvørt skip og virkir aftur skulu tvinnast meira saman, helt formaðurin í reiðarafelag- num, at hetta bert kann føra til ein uppaftur lægri av- reiðingarprís. - Hesum eru vit hart ímóti, segði hann. Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, tók undir við, at fiskurin verður støddarskildur umborð. - Eg haldi, at hetta er ein sjálvfylgja. Hann vísti á, at øll virkir í Føroyum, sum selja fesk- an fisk, støddarskilja. - Tey smáu virkini, vit hava, mugu kunnu keypa fisk, sum er støddarskildur, segði hann. Anfinn Olsen segði, at ein stórur partur av fiskin- um verður støddarskildur, áðrenn hann verður seldur. - Tað eru nakrar hýsur, sum ikki verða skildar, tí her fáa vit meira fyri fiskin við, at hann ikki verður skildur. Meinhard Jacobsen segði, at allur upsin, sum Føroya Fiskavirking keypir, er støddarskildur. Hanus Hansen, reiðari hjá JFK-Troli og stjóri á Kósini, helt ikki, at tað kann vera ein so stórur trupulleiki at skilja fisk í einar 10 støddir, tí umborð á Skálabergi verður fisk- urin skildur í 70 støddir, sum hann tók til, hóast hetta ikki rættiliga kann samanberast. Olaf Olsen segði, at tú fært ikki manningina at skilja fiskin umborð, so leingi teir einki fáa fyri tað. Hann spurdi, hvussu tað ber til, at manningarnar umborð á íslendskum skip- um góðtaka, at fiskurin verður skildur umborð, tá ið tølini vísa, at teir ikki fáa meira fyri fiskin kortini. Hann vísti eisini á, at skip, sum eru knýtt at virkjum í Íslandi, í miðal fáa minni fyri fiskin enn tey, sum eru "leys". Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, segði, at í Íslandi hava ikki færri enn trý verkføll verið í samband við hesi viður- skifti, har fiskimenn eru ónøgdir við fiskaprísirnar. Hann segði, at ein partur teirri "succes", sum før- oyska fiskivinnan hevur upplivað fram til fyri 2-3 árum síðan, eitt nú botnar í, at skipini vórðu loyst frá virkjunum. Árni Joensen segði, at vil keyparin rinda meira fyri skildan fisk, kann hann taka undir við, at fiskurin verður skildur umborð, men hesum er als eingin trygd fyri – og í løtuni er einki, sum bendir á, at hetta er so. Hendrik Old, løgtings- maður, helt ikki, at tað skuldi verið so trupult at skilt línufisk, tá ið ein og ein fiskur kemur um lúnn- ingina í senn. - Hvør skal keypa eina stóra last í Føroyum, har fiskurin ikki er skildur, spurdi hann. Jákup Sólstein segði, at fiskurin í ávísum førum kann skiljast umborð, men hann er ímóti, at hetta skal gerast við lóg ella kunn- gerðum. Kjartan Joensen, løg- tingsmaður, sum eisini rekur fiskavirki í Leirvík, segði, at trupulleikin er ikki, at tey ikki fáa fatur á rávøru. - Vit fáa so nógva rávøru, sum vit vilja, men vit hava ongan, sum dugir at selja lidnu vøruna. Hann segði, at so hvørt, sum vit hava fingið fleiri sølufeløg í Føroyum, er prísurin á lidnu vøruni bara vorðin minni. Jóhannes Olsen, stjóri á P/F Snodd, helt ikki, at vit eiga at seta lóg ella kunn- gerðir í verk sum krevja, at fiskurin verður skildur umborð. - Eg haldi, at teir, sum vilja gjalda fyri tað, skulu fáa skildan fisk, segði hann. Avbjóðingar fyri føroyska fiska- framleiðslu Ymiskar meiningar um skiljing av fiski Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, var fundarstjóri á áhugaverdu og gevandi ráðstevnuni, sum bankin skipaði fyri seinasta fríggjadag. Forstjórin leiddi ráðstevnuna við hepnari hond Mynd Jens Kr. Vang Á ráðstevnuni boðaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, frá ætlaðum broytingum í lógini um uppboðssølu. Broytingarnar koma at merkja, at útlendskir fiskakeyparar fáa atgongd til fisk, sum verður landaður í Føroyum og seldur á uppboðssølu Mynd: Jens Kr. Vang Umboð fyri politisku skipanina í Føroyum vóru eisini við á ráðstevnuni, sum Føroya Banki skipaði fyri Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 23 22