Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 21 Gunvá við Keldu og Signhild V. Joensen eru á listanum hjá ávíkavist Fólka- og Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík. Hóast tað er fyrstu ferð, tær stilla upp, so hevur polit- ikkur altíð fylt nógv í teirra lívi. Tær eru nevniliga døtur til tveir sera garvaðar politikarar, Jógvan við Keldu og Vilhelm Johannesen BÝRÁÐSVAL 04 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Klaksvík: Fyri tær báðar Gunvá við Keldu og Signhild V. Joen- sen hevur avgerðin um at stilla upp verið løtt. Ein avgjørdur fyrimunur við at vera uppvaskin við einum politikara í húsinum er, at tað er rættiliga lætt at ímynda sær, hvat starvið inniber, siga tær. – Hatta er nokk, sum við so nógvum øðrum. So leingi tú ikki kanst ímynda tær, hvat ein uppgáva inni- ber, er tað skjótt at hugsa, "Hatta hevði eg aldrin klárað". Men tá tú hevur ein pápa, sum hvønn morg- un í 16 ár er farin til arbeið- is sum borgarstjóri, verður tað bara nátúrligt, sigur Gunvá. Signhild nikkar og leggur afturat, at tað altíð hevur gjørt stórt inntrykk uppá hana at síggja pápan so spentan, tá tað politiskt hevur leikað hart á. – Eg havi nokk latið meg ávirkað meir, enn hini systkini. Eg plagi til dømis eisini altíð at støkka inn á gólvið á gamla apotekin- um, tá eg eri í Havn, at fáa eitt prát við pápa, og eg leggi hvørja ferð merki til tann lætta og vinarliga stemmningin, sum er millum politikarnar. Tað virkar faktiskt sum eitt sera hugnaligt arbeiðspláss, sigur Signhild. Rundan um døgurðaborðið Politisku diskussiónirnar rundanum døgurðaborðið hevur altíð verið ein partur av gerandisdegnum hjá bæði Signhild og Gunvá, men heima hjá Signhild vóru tað altíð hon og pápin, sum vóru ivrigast. – Mamma hevur ongan- tíð blandað seg uppí, og hini systkini hava ikki ging- ið so høgt uppí tað. Ella eru tey bara ikki sloppin framat fyri okkum, sigur Signhild. Heima hjá Gunvá vóru tey hinvegin altíð fleiri um boði at siga sína meining. – Størsta politiska mót- spælið, pápi hevur fingið heima, hevur hann fingið frá mammu. Hon er eisini uppvaksin í einum heimi, har tey kjakaðust nógv um politikk, so hon er heldur ikki bangin fyri at siga sína meining. So áhugan fyri politikki havi eg uttan iva arvað frá teimum báðum sigur Gunvá. Ikki bara spennandi Men tað hevur ikki bara ver- ið spennandi at vera dóttir ein politikara. Signhild min- nist, at hon sum tannáringur onkuntíð illa tordi at opna bløðini, tá tað leikaði hart á politiskt, og pápi hennara kanska var ein av høvuðs- persónunum. Gunvá minnist meir, at hon ofta undraði seg yvir, at myndin, bløðini góvu av pápanum, als ikki hóskaði saman við mát- anum, hon kendi hann – Hetta hevur bara lært meg so mikið sum, at tann almenna myndin ongantíð er øll søgan, og at støðan sum oftast kennist rættiliga nógv øðrvísi fyri tann, sum stendur mitt i henni, sigur Gunvá, meðan Signhild leggur afturat, at so leingi tú sjálv er sanførd um, at tú gert tað rætta og hevur ein breiðan rygg, er hatta ikki ein partur av politiska leik- lutinum, tær nýtist at ræðast. Ikki tað ringasta ... – Eg havi heilt avgjørt altíð havt ein politikara í búkin- um. At hann er sprottin nú, hongur saman við at Klaksvíkar og Mikladals kommuna nú leggja saman, og at eg fegin vil gera mítt til, at Kalsoyggin fær eitt umboð í nýggja býráðnum, sigur Signhild, sum sjálv býr á Trøllanesi. Gunvá heldur eisini, at tað nokk bara var ein spurningur um tíð, til hon sjálv stillaði upp, men hon dylur ikki yvir, at tað neyv- an hevði verið pláss fyri henni og pápa hennara á sama lista. Spurdar um nakar hevur skotið tær við at gera sær dælt av at eiga ein kendan babba, flenna tær báðar og nikka. – Á ja, man ikki tað? Men soleiðis eigur tað nokk vera. Eg fari til val uppá javnaðarhugsjónina, og har veit eg, at tað fyri nógvar veljarar avgjørt ikki skaðar at vera dóttir Vilhelm Jo- hannesen. Og tað passar mær fínt, sigur Signhild, og Gunvá nikkar. – Onkur spurdi meg, um eg nú væntaði, at eg fór at skora allar atkvøðurnar hjá Jógvan við Keldu. Tjaa .. tað hevði nú avgjørt ikki verið tað ringasta, sum kundi henda, sigur Gunvá við einum argandi smíli. – Øll hjálp er kærkomin, tá tú stillar upp fystu ferð. Eisini at pápi tín er ein kendur politikari, siga tær báðar Gunvá við Keldu og Signhild V. Joensen – Tað er ikki so galið, at kenna eitt sindur til marknaðarføring, tá tú stillar upp. Ung valevni hava jú hvørki royndir ella trúgvar veljarar at dúva uppá, so tað ræður um at duga at selja seg sjálv- an, sigur 22 ára gamli Jógvan Skorheim, valevni hjá Sjálv- stýrisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík BÝRÁÐSVAL 04 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Dagliga er hann er í læru sum sølumaður hjá Idé- Møblum, men beint nú snýr tað seg ikki um at selja møblar, men ein politiskan boðskap. Og Jógvan Skor- heim hevur ikki ligið á tí latu síðuni. Longu fyri eini tveimum mánaðum síðani byrjaði hann at gera vart við seg á heimasíðuni hjá Norð- lýsinum, og stutt eftir fekk hann sær sína egnu heima- síðu, har hann greiðir frá sínum politisku sjónarmið- um, og hví hann stillar upp. Vil takast í álvara Jógvan heldur, at ein tann størsti vansin við at vera so ungur, tá tú stillar upp, er, at fólk eru eitt sindur í iva um, um tú meinar tað í álvara. – Tað er nokk ongin loyna, at onkrir flokkar fegin vilja hava ung valevni fyri at pynta eitt sindur uppá listan. Ung valevni kunnu kanska lokka ungar veljarar til og annars vera tekin um, at flokkurin hev- ur áræði og ikki er bangin fyri nýggjum avbjóðingum, sigur Jogvan, sum viðgong- ur, at ein av orsøkunum til at hann hevur gjørt so nógv burturúr valstríðnum er fyri at sannføra veljarnar um, at hann meinar nakað við tað, nú hann stillar upp. – Hetta er farið við nógv- ari tíð og orku, men eg geri tað, tí eg haldi, tú skyldar veljarnum at fortelja, hvar tú stendur og veruliga trúgvi uppá, at eg havi nakað at bjóða, tá tað ræður um at fáa Klaksvík og klaksvíkingar burtur úr gamlari vanahugsan og koma víðari, sigur Jógvan. "Hatta plaga vit ikki" Seinasta fríggjadag brúkti Jógvan ein stóran part av degnum uppá at fáa allar flokkarnar at vera við til ein stóran politiskan valfund í Ósaskúlanum. Tey ungu valevnini hildu tað vera eitt fínt hugskot, men tað gekk heldur strilti at fáa tey eldru við. – Eg veit framvegis ikki rættiliga hví, men eg fekk í øllum førum at vita, at tað als ikki var vanligt, eitt eitt nýtt, ungt valevni tók stig til slíkt, og at man annars ikki plagdi at hava valfund til býráðsval. So kanska er tað uppá tíðina, at vit koma burtur frá onkrum av øllum tí, man "plagar", og fær eitt sindur av nýhugsan inn í býráðið, sigur Jógvan, sum ikki er bangin fyri, at hann kemur at sita og samla støv, um hann sleppur inn. – Tú velur sjálvur, hvussu tín leiklutur sum býráðs- politikari skal sígga út. Og eg vænti, at tað kann verða ótrúliga avbjóðandi, um tú hevur eyga fyri øllum teim- um møguleikunum, sum eru - annars hevði eg ikki stillað upp, sigur ein spentur Jógvan Skorheim. Í babbasa fótasporum ... Ungt valevni: Ikki til pynt – Tað skal ikki vera nakar ivi um, hvat eg standi fyri, sigur unga valevnið, Jógvan Skorheim, sum hevur sett hesa plakatina upp við rundkoyringina í Klaksvík So at siga hvørt viku- skiftið eru tey í onkr- ari ítóttarhøll og kempa fyri at fáa ein sigur til hondbólts- felagið Stjørnuna í land. Men í hesum døgum eru tey sam- stundis mótpartar í valstríðnum til kommunuvalið. Una Olsen og Svein Rógvi Nielsen stilla upp fyri hvør sín flokk, og tað er ikki frítt, at okkurt skotið fellur teirra millum BÝRÁÐSVAL 04 Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Venjingin hjá Stjørnuni er júst av. Kvinnurnar koma ein og ein út úr skiftingar- rúminum. Una Olsen er ein teirra, og hon kemur flenn- andi yvir í móti okkum. – Una kemur heilt sikkurt inn í býráðið, sigur Svein Rógvi argandi. Hon bara flennir, meðan hon gongur yvir ímóti einum spegli. – Altso, eg skilji ikki, hví tú ikki bara kanst velja meg, Rógvi, sigur hon so. Rógvi er skjótur at svara, at hann fer í høllina at velja seg sjálvan, og síðani gong- ur leiðin út til Unu at fáa sær ræst kjøt týskvøldið. Tað er týðuligt, at teim- um báðum dámar væl at skemta við hesum. Hvørgin torir at siga nakað um, hvat tey vænta sær av valinum, men tað er eyðsæð, at tey ikki vænta at sleppa inn. – Vit eru so nýggj, og har eru so nógvir "gamlir" politikkarar, so tað verður í øllum førum trupult at sleppa inn, sigur Una. Onnur reka Rógvi sigur, at hann hevur ikki gjørt so nógv við at reka nú tað av álvara nærk- ast til valið. Tað hevur Una heldur ikki, men sum tað ljóðar, eru onnur avbera røsk at reka fyri Unu. Systir hennara, sum eis- ini spælir við Stjørnuni drívur á, og Una heldur tað er bara stuttligt. Men tey eru bæði samd um, at tað ikki hevur merkt venjingina og hondbóltin nógv, at tey stilla upp fyri hvør sín flokk. – Vit tosa ikki nógv um tað, eru tey á einum máli um. Hetta er fyrstu ferð, at Una stillar upp til eitt val. Rógvi stillaði eisini upp til seinasta løgtingsval, so hann hevur roynt hetta at vera í einum valstríði fyrr. Men hann sigur, at hann ger munandi minni við tað hesuferð. – Eg brúkti ikki nógvar pengar upp á valstríðið til løgtingsvalið, og til hetta valið havi eg ikki gjørt so nógv við at reka, sigur Svein Rógvi Nielsen. Spurd um, hvussu tað nú verður við tíðini, um nú tey sleppa inn, sigur Rógvi við einum skeivum smíli, at um nú bara Una sleppur inn, so verður tað onki sum eitur, at hon ikki kann venja, tí at býráðsfundur er. – Men um eg sjálvur sleppi inn, so er søgan ein heilt onnur, sigur hann stórflennandi. Una sigur, at hon verður heima sjálvt valkvøldið. Hon vil ikki siga nakað frammanundan. – Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Eg vænti mær ikki nakað, men tað er ongin ivi um, at tað er stuttligt at vera við í hesum, sigur hon. Kommunuvalið í Klaksvík snýr mest um, hvør skal vinna býráðslimin, sum Kristiligi Fólkaflokk- urin hevur havt í 12 ár. Men spenningur er um persónar, tí tað kann koppa javnvág- ini millum meiriluta og minniluta BÝRÁÐSVAL 04 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stórur spenningur er um, hvørjir persónar fara at manna nýggja býráðið í Klaksvík. Hildið verður ikki, at nøkur serlig broyt- ing verður í býtinum mill- um flokkarnar, men eitt er tó greitt, onkur skal hava leysa sessin hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, sum ikki stillar uppaftur hesaferð. – Tað vóru bara 12 at- kvøður millum meg og tann fjórða býráðslimin hjá Fólkaflokkinum seinast, og tí er tað mest sannlíkt, at Fólkaflokkurin fer frá trim- um og upp í fýra býráðs- limir aftur, og at hinir flokkarnir fáa tað sama, sigur Hilmar Danielsen, sum hevur sitið í býráðnum seinastu 12 árini, men ikki stillar uppaftur hesaferð. Javnvágin kann fara Seinastu fýra árini hava Tjóðveldisflokkurin, Javn- aðarflokkurin og Sjálvstýr- isflokkurin verið í meiriluta saman, og tað er líkt til, at hesir flokkar kunnu halda fram við samstarvinum. Í øllum førum verður mett, at teir fara at fáa seks bý- ráðslimir aftur. – Hinvegin kunnu nýggir býráðslimir broyta javn- vágina millum flokkarnar, tí tað er kanska eitt sindur ymiskt, hvussu persónar vilja og kunnu samstarva. Um fleiri nýggir býráðs- limir koma inn, so skal kabalin næstan leggjast av nýggjum, heldur Hilmar Danielsen. Stórur spurningur um persónar Av teimum 9 býráðslimun- um í núverandi býráði stilla seks uppaftur, og tí skulu nýggj fólk veljast fyri Jógv- an við Keldu, Bettu Joen- sen og Hilmar Danielsen, men onkur av hinum bý- ráðslimunum skal eisini stríðast fyri sínum sessi. Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Eyð- gunn Samuelsen úr Javnað- arflokkinum tykjast vera tvey alternativ til borgar- stjóra, um ikki núverandi meiriluti heldur fram við Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkunum sum leiðara. – Samstarvið í býráðnum seinastu tíðina hevur verið sera gott, og tað hevur verið tosað um, at neyðugt ikki var við meiriluta og minni- luta eftir hetta valið, men um eitt nú Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum kemur sterkur inn og fer eftir borg- arstjórarasessinum, so er støðan ein sindur øðrvísi, heldur Hilmar Danielsen. Valprát við fólk á gøtuni Hervør Jensen, køkshjálp: – Eg ætli mær at velja eina kvinnu inn í býráðið at sita, tí tær leggja meiri dent á tey bleytu virðini. Sitandi samgonga hevur ikki gjørt nóg nógv við tey bleytu virðini, og eg haldi eisini, at tað mugu fleiri kvinnur í býráðið. Hvønn fert tú at velja? – Eg fari at velja Signhild V. Joensen av Trøllanesi Hvør verður borgarstjóri í Klaksvík eftir valið? – Oys, tað veit eg ikki. Dugi yvirhøvur ikki at ímynda mær tað. Men eg vóni, at tað verður ein kvinna. Dávur Nielsen, sjómaður: – Tað eru fleiri mál, sum eg leggi dent á, tá eg skal velja. Til dømis útfylling- ina á vánni. Har má henda okkurt, tí hatta sær ræðu- ligt út, sum nú er. Ung- dómurin má fáa betri um- støður og tað sama við bátaeigarunum. Hetta hev- ur sitandi samgonga arbeitt við, men ikki nóg nógv Hvønn fert tú at velja? – Eg velji Javnaðarflokk- in, men eg sigi ikki persónin. Hvør verður borgarstjóri í Klaksvík eftir valið? – Tað áni eg ikki, men eg vóni, at tað verður ein úr Javnaðarflokkinum. Eliesar úr Pállsstovu, postboð: – Til hetta valið leggi eg dent á, at tann sum kemur inn, ætlar sær at gera okk- urt til nyttu á mentanar- økinum í heila tiki. Har liggur ein stór avbjóðing og bíðar - ikki minst nú, tí megna vit ikki skjótt at geva ungdóminum onkur mentanarlig tilboð og okkurt ordiligt dansistað, skulu vit ikki vænta, at tey verða verandi í Klaksvík, tá undirsjóvartunnilin er vorðin veruleiki. Sitandi býráð hevur ikki gjørt heilt onki við hesi málini, men kann man nakrantíð vera heilt nøgdur? Hvønn fert tú at velja? Onkran í tjóðveldisflokkinum. Hvør verður borgarstjóri í Klaksvík eftir valið? Eg vænti faktiskt, at onk- ur av teimum ungu val- evnunum kann savna heilt nógvar atkvøður. Men um tað røkkur til ein borgar- stjórasess er ivasamt. Til tað eru Klaksvíkingar nokk ov konservativir. Liðandin røkkur til síðulinjuna Una Olsen og Svein Rógvi Nielsen eru á sama liði á hondbóltsvøllinum. Men til býráðsvalið stríðast tey fyri hvør sín flokk Stríð um ein leysan kristiligan C M Y K 21 20