Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 19 Jógvan Arge, býráðslimur og valevni Tjóðveldisfloksins: 1) Hvat var tað týdningarmesta málið, sum ikki varð loyst farna valskeið? Har vóru nógv. Eitt nú eldraøkið, tí í roynd og veru eru bert 10 røktarheimspláss kom- in afturat tey seinastu fýra árini, og tað er nógv for lítið. Vit kunnu eisini siga, at ítróttaøkið ikki hevur verið nógv væl loyst, og har hugsi eg serliga um spurningin um rennibreyt 2) Fær Argir eina ítróttahøll og ein nýggjan skúla innan komandi fýra árini? Tað er eingin ivi um, at Argja skúli fer at verða útbygdur og dagførdur komandi fýra árini. Eg ætli mær eisini at leggja alstóran dent á, at Argir eisini fáa eina ítróttahøll í komandi valskeiði. 3) Er Tórshavnar kommuna før fyri at yvirtaka eldraøkið? Tað haldi eg, at hon er. 4) Skal tað verða loyvt at koyra bil í gongugøtuni?' Eg haldi, at tað hevði verið áhugavert at skipað soleiðis fyri, at tað gjørdist væl minni bilferðsla í gongugøtuni. Hetta skal gerast við, at tú fært betri parkeringsmøgu- leikar í nærumhvørvinum og við einari út- bygdari bussleið. 5) Fáa havnarborgarar eitt tónleika- og mentanarhús komandi fýra árini? Eg rokni við, at onkur loysn verður á tí økinum- kanska serliga á tónleikaøkinum. 6) Verður floksbýtið broytt í Tórshavnar býráð? Tað rokni eg við. Eg vænti, at Tjóð-veldis- flokkurin verður munandi størri enn hetta valskeiðið, tí eg vænti, at samgongu-flokk- arnir fara at missa. 7) Hvør verður borgarstjóri? Tað ger veljarin av. Tað er ringt at siga, tí eitt er, hvat veljarin peikar á, og eitt annað er, hvørjir flokkar finna saman. Tað eru tí fleiri møguleikar, men Tjóðveldisflokkurin hevur ein góðan møguleika Jan Christiansen, býráðslimur og valevni Fólkafloksins: 1) Hvat var tað týdningarmesta málið, sum ikki varð loyst farna valskeið? Tað veit eg ikki. Tað er lætt at svara, tá tú spyrt, hvat varð loyst er lætt at svara, men tá tú spyrt, hvat ikki varð loyst, er tað torførari. Kanska kann eg nevna tað, at vit ikki hava megnað at yvirtikið eldraøkið. 2) Fær Argir eina ítróttahøll og ein nýggjan skúla innan komandi fýra árini? Vit skulu hava eina loysn á skúlaøkinum, so tað er einki at ivast í, at tey skulu hava ein nýggjan skúla. Tað er eisini ógvuliga sannlíkt, at næsta ítróttahøllin verður á Argjum 3) Er Tórshavnar kommuna før fyri at yvirtaka eldraøkið? Ja, vit eru før fyri at yvirtaka eldraøkið, men so skal sjálvandi eisini eitt býti henda við, at landsskattur skal niður og komm- unuskatturin upp 4) Skal tað verða loyvt at koyra bil í gongugøtuni? Eg haldi vit skulu hava róliga ferðslu í gongugøtuni. Skulu vit hugsa um eina gongugøtu, har handlar og annað er, so er neyðugt við ferðslu, tí annars verður mið- býurin ov veikur 5) Fáa havnarborgarar eitt tónleika- og mentanarhús komandi fýra árini? Alt eg minnist hevur hatta verið lovað, so eg tori ikki at siga ja, men eg vænti, at nakað fer at henda á hasum økinum 6) Verður floksbýtið broytt í Tórshavnar býráð? Eg vænti, at tað verður ein lítil broyting, men tað fari eg at halda fyri meg sjálvan 7) Hvør verður borgarstjóri? Fyrst er tað sjálvt valið, síðan samgongu- møguleikarnir, sum gera av hvør tað verður. Tað er tí ómetaliga torført at siga hvør borgarstjórin verður. men eg vóni sjálvsagt at verandi samgonga heldur fram við verandi borgarstjóra Heðin Mortensen, býráðslimur og valevni Sambandsfloksins: 1) Hvat var tað týdningarmesta málið, sum ikki varð loyst farna valskeið? Eg vil siga, at tað, sum samgongan setti sær fyri, varð næstan alt loyst. Eitt dømi er kortini skúlarnir, sum ikki vórðu loystir, men tað var tað fíggjarliga, sum steðgaði okkum, tí flestu íløgurnar vórðu koyrdar í barnagarðsøkið 2) Fær Argir eina ítróttahøll og ein nýggjan skúla innan komandi fýra árini? Ja. Argja skúli fer at kosta 60 mió. krónur, og hann verður útbygdur á sama stað, men hann kann byggjast í mondulum. Hoyvíks- høllin er liðug, og høllin í Kollafirði er ávegis, og nú stendur Argir fyri tørni. 3) Er Tórshavnar kommuna før fyri at yvirtaka eldraøkið? Ja tað er hon. Tórshavn kommuna kann sum tann einasta yvirtaka økið. Landið skal tó ikki sleppa undan ábyrgd, og tí skal landið geva Tórshavnar kommuna endur- gjald fyri tað, hon leggur út fyri økið 4) Skal tað verða loyvt at koyra bil í gongugøtuni? Tað skal verða loyvt at koyra í gongu- gøtuni, men tað skal vera glíðandi ferðsla, og onkur tíðspunkt á døgninum eigur tað at verða heilt stongt 5) Fáa havnarborgarar eitt tónleika- og mentanarhús komandi fýra árini? Ja. Vit hava fleiri ferðir biðið tónleikararnir sjálvar koma við einum uppskoti, men tað hava vit ikki fingið enn. Sjálvandi skulu teir fáa betri sømdir, men tað má koma frá teimum sjálvum, og sjálvur var eg til stovnandi fundin hjá MenTón, men síðan havi eg einki hoyrt aftur 6) Verður floksbýtið broytt í Tórshavnar býráð? Eg veit ikki rættiliga, men eg giti, at býtið verður á leið tað sama 7) Hvør verður borgarstjóri? Fyrsta treytin er, at tú verður valdur. Tann seinna verður at koma í samgonguna, og síðan skulu sjey býráðslimir verða aftanfyri teg. Spyrt tú meg persónliga, so ætli eg ikki at halda meg til bakar. Elin Lindenskov, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins: 1) Hvat var tað týdningarmesta málið, sum ikki varð loyst farna valskeið? Eg haldi har eru fleiri mál. Eldraøkið var eitt mál, sum øll valevni til seinasta val tosaðu um, men tað er ongan veg komið enn. Bæði skúlar- og frítíðarskúlar hava eisini ligið á láni. 2) Fær Argir eina ítróttahøll og ein nýggjan skúla innan komandi fýra árini? Eg tori ikki at lova, at tey fáa bæði, men skúlatrupulleikin bæði í miðbýnum og á Argjum má loysast. 3) Er Tórshavnar kommuna før fyri at yvirtaka eldraøkið? Ikki alt økið. Vit eru før fyri at yvirtaka røktarheim, men ikki pensjónir o.a., sum fylgir við. 4) Skal tað verða loyvt at koyra bil í gongugøtuni? Eg veit ikki um gongugøtan skal stongjast fyri ferðslu, men vit eiga at minka um ferðsluna 5) Fáa havnarborgarar eitt tónleika- og mentanarhús komandi fýra árini? Tað vóni eg, tí tað er ógvuliga týdn- ingarmikið. Eg fari so at virka fyri, at málið verður raðfest hægri. 6) Verður floksbýtið broytt í Tórshavnar býráð? Tað vóni eg. Eg rokni við, at vit gerast størsti flokkur. 7) Hvør verður borgarstjóri? Tað vóni eg verður eitt javnaðarfólk, kanska verður tað eg sjálv. Orð/Mynd: Páll Holm Johannesen/Jens Kristian Vang Javnaðar- skelti uttan Tórfinn VALSKELTI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin Hvar er Tórfinn Smith? Henda spurning hava fleiri sett sær um vikuskiftið, eftir at valskeltini hjá Javn- aðarflokkinum eru komin upp at hanga í høvuðsstaðnum. Javn- aðarflokkurin hevur millum annað brynjað seg við valskeltum av øllum javnaðarvalevn- um í miðbýnum, við rundkoyringina við Ringvegin, við Skipa- smiðjuna og á Argjum, men kortini er Tórfinn Smith ikki at finna saman við hinum val- evnunum. Tað er einki duls- mál, at tað hevur verið rumbul innanhýsis í Javnaðarflokkinum farna valskeið, og tað var leingi óvist um bý- ráðslimirnir í Javnað- arflokkinum, Elin Lindenskov og Tórfinn Smith, fóru at stilla upp á sama lista, men úrslitið var, at bæði nøvnini vórðu á list- anum. Tá 12 av 13 valevn- um eru at finna saman á valskeltum kring høvuðsstaðin er freist- andi at seta spurningin um tað framvegis er vátt í reiðrinum innan- hýsis í Javnaðar-flokk- inum í Suðurstreymi. Hesum vísa kortini formaður í Suður- streymoyar Javnaðar- felag, Bjarki Mohr, og Tórfinn Smith staði- liga aftur. – Talan er um reina tilvild. Eg og Javnað- arflokkurin hava mis- skilt hvønn annan, tá skeltini skulu gerast, og tí standa vit hvør sær. Tað er ikki talan um nakað annað, sigur Tórfinn Smith Bjarki Mohr endur- tekur orðini hjá Tór- finni Smith, og vísur aftur, at tað er aftur vátt í reiðrinum. Hóast Sjálvstýris- flokkurin og Mið- flokkurin ikki hava havt nakað umboð í Tórshavnar býráð seinastu árini, royna flokkarnir aftur á valinum hesaferð, og teir halda seg hava ein kjans TÓRSHAVN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Hvør atkvøða kemur at telja. Soleiðs sigur høvuðs- kandidaturin hjá Miðflokk- inum til kommunuvalið í Havn. Løgtingsmaðurin Jenis av Rana er eitt av valevn- unum hjá flokkinum, nú tey aftur royna at fáa umboðan í Tórshavnar býráð. – Vit hava havt fram- gongd til seinastu løgtings- valinum, og eg rokni við, at tað verður sera tætt, um vit fáa umboða ella ikki í í Tórshavnar býráði, sigur Jenis av Rana. Miðflokkurin hevur ikki havt umboð í býráðnum í Havn, meðan Sjálvstýris- flokkurin hevur eina langa søgu í Tórshavnar býráð. Seinastu fýra árini hevur Sjálvstýrisflokkurin tó ikki havt nakran býráðslim. – Vit vilja sleppa upp í part aftur, og vit trúgva eisini upp á, at tað er ein møguleiki fyri, at vit fáa eitt umboð, sigur Carl Au- gust Arge, sum er eitt av valevnunum hjá Sjálvstýr- isflokkinum. Jenis skal draga Miðflokkurin hevur havt framgongd í landspolitikki seinastu árini, og tann framgongdin skal brúkast til at tryggja flokkinum umboðan í størstu komm- ununi í landinum. – Vit hava seinastu árini havt ávirkan á landspoli- tikkin, men vit halda eisini, at tað er neyðugt, at okkara rødd verður hoyrd í Tórs- havnar býráði. Vit hava sett dám á landspolitikkin í fleiri ár, og nú ynskja vit eisini at fáa ávirkan í Havn- ar kommunu, sigur Jenis av Rana. Hann er sjálvur ein lyklapersónur í valinum, tí hann fær fram um øll onnur valevni hjá Miðflokkinum nógvar persónligar atkvøð- ur. – Í einum so lítlum flokki sum okkara, er tað neyðugt, at øll hjálpa til, um vit skulu hava eitt umboð í býráðið, og eg vóni eisini, at eg kann ger mun, sigur hann. Ov fá umboð í býráðnum Sjálvstýrisflokkurin hevur havt afturgongd seinnu árini, og flokkurin skal tí royna at styrkja munandi um sína støðu fyri at fáa umboðan í Tórshavnar kommunu. – Tað er sera trupult at fáa eitt umboð, og vit halda, at tað skuldu verið fleiri enn 13 býráðslimir í Havn, serliga nú kommu- nan er so nógv vaksin. Tað hevði eisini gjørt møgu- leikarnar hjá teimum smáu flokkunum størri, og tað er brúk fyri, at teir eisini eru við, sigur Carl August Arge. Hann heldur, at Sjálv- stýrisflokkurin kann verða við til at loysa nøkur mál í Tórshavnar kommunu, og millum tað, sum flokkurin hevur tikið fram í síni valskrá eru umstøðurnar hjá teimum ungu og íbúðar- viðurskiftini. Týsdagin kemur dómurin frá veljarunum, og tá fáa teir báðu smáu flokkarnir at vita, um teir aftur eru dumpaðir ella um teir hesaferð verða sendir inn í hitan. Føroyingar atkvøða sera persónligt til bæði løgtings- og kommunuval, og tí er ein meira týðandi partur av valstríðnum at reka fólk á val heldur enn at skriva í bløðunum og handa plakatir upp, heldur samfelagsfrøðingur TÓRSHAVN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tey skriva og skriva. Síðu upp og síðu niðu. Plakatir verða hongdar upp á mest sum hvørjum húsahorni, og nú verða eisini internet og sms-boð brúkt. Valevnini til kommunu- valið stríðast fyri sínum møguleikum, men skulu tey hava nógvar atkvøður, so snýr tað seg fram um alt annað um at reka fólk á val. – Føroyingar atkvøða sera persónliga. Bæði til løgtingsvalið og serliga á kommunuvalinum, og tí hevur tað stóra ávirkan, um valevni duga væl og eru íðin at reka fólk á val at velja seg, sigur Bogi Elia- sen, samfelagsfrøðingur. – Eg havi kann úrslitið av løgtingsvalinum seinast eitt sindur, og tað vísir seg, at tað ger mun at reka fólk á val. Fleiri løgtingslimir, sum stóðu til at falla, komu innaftur, tí teir vóru góðir til at reka, sigur hann. Umráðandi fyri tey nýggju Hugtakið at »reka« snýr seg meira um tað persón- liga sambandið við veljar- arnar. Eitt er stríðið í fjøl- miðlunum, á húsaveggjum og á internetinum, men tann persóna samrøðan, sambandið andlit til andlits ella umvegis telefonina eru eisini ein partur av val- stríðnum, og tað er hetta stríðið, sum hevur ávirkan. – Eg haldi, at týdningurin av at reka fólk á val er und- irmettur. Tað er í grundini púra náttúrligt, at í einum so lítlum samfelag sum okkara, eru valini sera per- sónlig. Og serliga fyri tey, sum ikki eru von at fáa nógvar atkvøður, snýr tað seg um at reka heldur enn at skriva í bløðunum og hanga plakatir upp, sigur Bogi Eliasen. Hann heldur, at serliga uttanfyri Havnina ger hetta seg galdandi, men tað ger eisini stóran mun í høv- uðsstaðnum, har nógv tað størsta føroyska kommunu- valið fer fram. Býráðslimir vilja halda fram Kommunuvalið í Havn snýr seg um 13 býráðslimir, og av teimum 11, sum sita í býráðnum í løtuni, stilla tey flestu uppaftur. Tað eru bara Jákup Suni Joensen úr Fólkaflokkinum og Schu- man Hjaltalin úr Sam- bandsflokkinum, sum hava tikið seg aftur. Hóast nakrir av fremstu kandidatunum í Havn rokna við, at býtið millum flokkarnar fer at broytast, so fáast tey ikki at siga, hvørjum broytingum, tey rokna við. Her snýr tað seg nógv um taktikk og nakrar ábendingar, sum fólk halda seg hava fingið. Teir fýra stóru flokkarnir eiga í løtuni allar býráðs- limirnar í Havn. Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin hava fýra limir, Tjóðveldisflokkurin hevur tríggjar og Javnaðarflokk- urin hevur tveir. Talan er um reina tilvild, at valskeltini av Tórfinni Smith og restini av Javnaðarflokkinum standa hvør sær í høvuðsstaðnum Tað ræður um at reka Teir smáu royna aftur Samfelagsfrøðingur heldur, at tað persónliga sambandið vil veljaran hevur størri týdning enn valplaktir og valgreinar. Serliga hjá teimum sum er nýggj í politikki Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18