týsdagur 9. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 214 - 9. november 2004
Nr. 214 - 9. november 2004
17
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Fríggjadagin 22.
oktober var almenn
móttøka í Býlings-
húsinum í Maritu-
gøtu í Hoyvík, ið er
tann 12 í røðini av
nýggjum stovnum, ið
eru settir á stovn í
Tórshavnar komm-
unu
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Nógv fólk vóru møtt til
móttøku, Jan Christiansen,
borgarstjórið og Heðin
Mortensen, formaður í
mentamálanevndini fluttu
fram røður. Malan Thom-
sen sang fyri børninum.
Býlingshúsið í Maritu-
gøtu er tann 12 í røðini av
nýggjum stovnum, ið eru
settir á stovn við tilsamans
580 plássum, í hesum val-
skeiðinum, og tríggir aðrir
eru á veg.
Bara í hoyvíkshaganum
eru tríggir stovnar latnir
upp seinasta hálvtannað
árið. Tann fjórði, sum verð-
ur bygdur omanfyri Mylnu-
tjørn, letur upp um tvey ár.
Í
Býlingshúsinum
í
Maritugøtu eru í dag tríggj-
ar vøggustovur við 12
børnum í hvørjari stovu.
Býlingshúsið í Maritugøtu:
12 í røðini av nýggjum stovnum
Inga Maria
Amandusardóttir,
stovnsleiðari, saman við
børnum á stovninum
Inga Maria Amandusardóttir, stovnsleiðari, við eini gávu sum
stovnurin fekk frá Tórshavnar kommunu
Poula Eidesgaard og
Gunnleyg Durhuus,
trivnaðarstjóri hjá býráðnum
Býlingshúsið í Maritugøtu er tann 12 í røðini av nýggjum stovnum, ið eru settir á stovn í Tórshavnar kommunu
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. november. Teodor, deyður umleið ár 300. Ungur
rómverksur hermaður, sum var vorðin kristin. Hóast
tær atsóknir, Diocletianus gjørdi at teimum kristnu,
helt hann fast við trúnna. Hann setti eld á eitt
skurðgudatempul í Róm og varð tikin av døgum.
Grikst navn, ið merkir Guðs gáva.
Fríggjadagin 5.
november læt Fríða
Brekku í Havn eina
listaframsýning upp í
Smiðjuni í Lítluvík. Á
framsýningini eru 50
ymisk verk, vatnlits-
myndir, standmyndir
og grafikkur
Fríða Brekku er 35 ára
gomul og úr Havn, hon er
útbúgvin innan málarí og
grafikk á seminarium fyri
handverk
&
design
í
Nørresundby.
Saman við manninum,
Jan Andersson, rekur hon
grafiska
verkstaðin
á
Listasavni Føroya.
Hon hevur áður sýnt fram
saman við øðrum, men
hetta er hennara fyrsta
sjálvstøðuga franmsýning.
Myndaevnini eru fyri tað
mesta veðrar og føroyska
náttúran.
Eisini
eru
standmyndir av hundum.
Framsýningin er opin til
og við mikudagin 10.
november, allar dagar frá
kl. 14-18.
Fríggjadagin 12. nov-
ember fær føroyski
myndahøggarin Hans
Pauli Olsen størsta
legatprísin, sum
verður givin mynda-
høggarum í Dan-
mark, legatið hann
fær er 400.000 kr
Hans Pauli skal møta á Den
Frie
Udstillingsbygning,
Oslo Plads, København Ø,
fríggjadagin 12. november,
har umleið 200 fólk eru
boðin til hátíðarhaldið.
»Carl Nielsen og Anne
Marie
Carl-Nielsens
Legat« verður latið trimum
myndahøggarum,
Ole
Broager, Hans Paula Olsen
og William Louis Søren-
sen.
Legatið er av teimum
størstu kunstnaralegatum í
danska kongaríkunum.
Samstundis sum legatið
verður latið, hava teir
tríggir listamenninir hvør
sína framsýning á Den Frie
Udstillingsbygning.
Hans Pauli sýnir fram
fleiri standmyndir, har tann
eina er 6 metrar høg.
Hann frumsýnir eisini
standmyndina »Kavarin«,
sum ímyndar ein kvinnu
sum fer gjøgnum ein vegg,
sum ímyndar sjógvin. Á
aðrari síðuni á vegginum er
standmyndin í náttúrligari
stødd, og á hinari síðuni er
hon dupult so stór. Stóru
standmyndirnar eru gjørdar
úr glartrevju og træ.
Framsýningin er opin frá
leygardegnum 13. novem-
ber til sunnudagin 5. dec-
ember 2004.
Hans Pauli Olsen, ið er
47 ára gamal, er ein av
yngstu listarfólkum sum
fáa hetta legat, sum bert
verður givið fyri listarlig
avrik gjøgnum longri tíð.
Anne Marie Carl-Nielsen
var kona komponistin Carl
Nielsen, tað er hon sum
hevur gjørt høvdið á stand-
myndini av Rasmus Effer-
søe á Tinghúsvøllinum í
Havn.
Hans Pauli Olsen sýndi
fyrstu ferð fram sum 16 ára
gamal á eini ólavsøkufram-
sýning. Hann sýndi fram
høvdi á myndahøggaranum
Janusi Kamban í gips.
Sum 19 ára gamal flutti
Hans Pauli til Danmarkar,
og sum 22 ára gamal kom
hann inn á kunstakademiið
í Keypmannahavn. Síðan
1987 hevur hann arbeitt
sum listamaður burturav.
Tað má vera ein sjáldsom
hending, at eitt fólk hev-
ur 60 ára starvsdag á
sama arbeiðsplássi. Men
týsdagin hevur prentarin
Martin Thomsen arbeitt í
heili 60 ár á Prentsmiðju
H.N. Jacobsens Bóka-
handli í Havn.
Tað var tann 9. novem-
ber í 1944, at Martin fór
í læru sum prentari.
Hann lærdi í fimm ár og
tók síðani sveinaprógv í
Danmark. Tá arbeiddi
hann eisini nakrar mán-
aðir niðri, men kom
heimaftur til prentsmiðj-
una mitt í Havnini at
arbeiða og hevur arbeitt
har síðani.
Seinastu 9 árini hevur
Martin Thomsen verið
einsamallur
á
prent-
smiðjuni
hjá
Gamla
Bókahandli, men tey,
sum arbeiða í handlinum,
hava bara gott at bera
honum. Martin er altíð til
tíðina, ja, tað ber til at
seta klokkuna eftir hon-
um, og hann er bæði fyri-
komandi og hjálpsamur.
Tá ið tey í handlinum
hava brúk fyri eini hjálp-
andi hond at skera onkur
pappír til, so leggur
Martin alt til síðis og ger
tað beinanveg – tað skal
einki bíða eftir honum.
Martin er ættaður úr
Gøtu, men hevur síðani
lærutíðina búð í Havn.
Hann er sonur Sámal
Jákup
við
Gil,
og
mamman Birgitta var úr
Barbustovu. Martin er
giftur við Ragnu, sum er
ættað úr Klaksvík. Tey
eiga tríggjar døtur –
Biritu, Petru og Hildi-
gunn.
Týsdagin 9. november
– á sjálvum 60 ára
starvsdegnum – verður
móttøka í Gamla Bóka-
handli
fyri
Martini
Thomsen.
Móttøkan
verður
frá
klokkan
13.00.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum fyri ein og hvørja hjálp,
tit veittu okkum tá okkara høgt elskaði
Jallgrím Poulsen
Saltangará
lá sjúkur og doyði, tøkk til tykkum mongu, sum vóru
og vístu Jallgrím tað síðsta farvæl,
tøkk fyri vøkur orð í kapellinum og í kirkjuni.
Ein serlig tøkk til grannar, vinir, heimahjálp, sjúkrasystur
og Kára Rasmussen fyri at tit hjálptu við at gera tað
møguligt hjá Jallgrím at verða heima tað síðstu tíðina,
tøkk fyri tað umsorgan tit veittu okkum.
Kærastu heilsanir
Jana, Eyðfinn og børnini
Daisy,
Esbjerg
Martin Thomsen 60 ára starvsdag
Fríða Brekku í Smiðjuni
Hans Pauli Olsen, myndahøggari:
Fær størsta legatprísin
Fríggjadagin 5. november læt Fríða Brekku í Havn eina
framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík, myndaevnini eru fyri tað
mesta veðrar og føroyska náttúran
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16