Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 9. november 2004 15 VIÐMERKINGAR Bjørg Joensen Valevni hjá Javnaðar- flokkinum til býráðsvalið Ábyrgdarbýtið Ein trupulleiki hjá landin- um kann gerast ein møgu- leiki hjá kommununi. Vit hava í nógv ár hoyrt um t.d. eldraøkið, um tey heim- leysu og um íbúðartrupul- leikan. Hesi øki eru enn landsmál ella felagsmál. Tá ábyrgdarbýti er ógreitt ella ábyrgdin er býtt millum fleiri, er vansin ofta, at ongin kennir seg hava ábyrgdina. Og so hendir lítið. Hetta kenna vit frá arbeiðsplássinum. Vit kunnu ikki sita og bíða. Vit skulu taka ábyrgd- ina og fara ígongd beinan- veg. Tað er langt á mál, men teinurin styttist ikki av tí, at man útsetir at gera nakað við tað, heldur tvørturímóti. Harafturat er tað óvirðiligt. Vit kenna tað øll og eru samd um, at viðurskiftini á nevndu økjum eru óvirðilig. Vit eru samd um, at økini mugu raðfestast og at nakað má og skal gerast nú. Búskaparlig stagnering og virksemi Tórshavnar Kommuna er ikki í truplari støðu, hóast ein ávís stagnering er í búskapinum í løtuni. Tá hugt verður eftir, hvussu virksemið í landinum er háttað, er byggivinnan eitt gott mið. Hon er fyrsti lið- urin í ketuni, sum eisini skapar virksemi aðrastaðni. Tað er tí sera umráðandi, at byggivinnan er virkin. Við at byggja eftir førimuni - kemur tað eisini øðrum vinnum tilgóðar. Kommunan skal taka ábyrgd VAL04 Eiley W. Hansen Eg fari aftur til hetta kommunuvalið at bjóða meg fram til at mynda bygdarráði í Sørvági. Eitt av mínum hjartamál- um er at vit kunnu varð- veita gomlu bygdina. Eg havi alt mítt lív búð í bygdini og ein sannroynd er, at tað nívir meg nógv at síggja hvussu gamla bygdin sær út í dag. Eg meini at vit skylda okkara forfedrum at virða teirra arbeiði. Kommunan fekk í 1985 húsini hjá Hans Nikláa til ognar, treyta av at tey vóru gjørd til savn fyri Sørvágs bygd. Hetta var í 1986, skjótt 20 ár síðan og ikki er komið á mál enn. Eg ímyndi mær at um 5 - 10 ár hava vit fingið eina nýggja miðbygd. At vit hava fingið lív aftur í tey gomlu húsini sum í dag standa sum ein skomm fyri Sørvágs bygd. Í mínum arbeiði í bygdar- ráðnum vildi eg lagt dent á at kommunan er fyri okk- um øll. Ung, gomul, høg og lág. Hevði ikki funnið meg í at siti sum ífylla, men vildi arbeitt aktivt fyri at nátt mínum málum. Eg fari at heita á fólkið í Sørvági, Bø, Gásadali og Mykinesi um, at tit til hetta kommunuvalið hugsa tykk- um væl um áðrenn tit seta krossin týsdagin 09. no- vember og velja eftir tykk- ara egnu sannføring hvør skal umboða tykkara áhugamál næstu fýra árini. Sørvágur er ein vøkur bygd og her trívast fólk, men sjálvsagt ber til at gera tað betur. Geva tit mær álit so vil eg av fullum hug brúka tað tíð tað krevst at náa mínum málum. Kommununi og bygdafólkið at gagni. Kommunan fyri øll VAL04 Jón Guttesen Valevni á Samgongu- listanum Kravboðini til okkum sum bjóða okkum fram til bý- ráði eru klár. Vit tørva arbeiðspláss og eitt fjøl- táttað og kraftmikið vinnu- lív. Vit tørva trivnað, eina- mest hjá ungdóminum, og vit tørva eitt virkið frítíðar og mentanarlív. Komandi árini fær Tvør- oyri ein kærkomnan skáa frá tí lemjandi lánsbyrðu, ið liggur á okkum í dag. Mín boðskapur er tí greiður: Sjáldan hevur tað verðið meiri týðandi hvussu vit skipa okkum, og hvussu vit stjórna komandi árini. Ungdómur Eg vil ein bý har ungdóm- urin fær rúmd og kor, so hann trívist og mennist, knýtur bond og fær róta- festi. Eg vil ein bý, har vit fjálga um ungdómin. Tí skal ungdómsráðgevi set- ast, so ungdómurin verður hjálptir til at orða síni ynskir, og seta krøv. Tá verður ungdómurin hoyrdir og fær tær sømdir sum honum av røttum lutast. Eg vil ein bý, har ungdómurin livur og upplivur sína egnu mentan, í skipaðum og rúsfríðum viðurskiftum, uttan krøv og við egnum fortreytum. Hesum skal u n g d ó m s r á ð g ev i n g i n tryggjað. Vinnulív Eg vil ein bý, har vinnulívi hevur bestu møgulleikar at menna seg. Tí skulu bý- og bygdaráðini finna semju um at arbeiði verða útbjóða í allari oynni. Eg vil ein bý, har vinnulívi trívist og støðist - og har korini hjá vinnulívinum verða fast- løgd. Vinnan má fáa skipað viðurskiftið at virka eftir. Menning gjøgnum samstarv Eg vil ein bý í mennir seg gjøgnum samstarv. Sam- starv er fyritreyt fyri sam- eining. Uttan álit og uttan royndir at byggja á, verða herðrópini um sameining ein forðing fyri øllum samstarvi. Tí skulu vit skipa samstarv ígjøgnum nevndararbeiði í bý- og býráðunum runt oynna. Vit skulu nærkast hvørjum øðrum, og koma saman um tað, sum vit einast um og virða tað sum vit eru ósamd um. Fyrisiting Eg vil ein bý og eitt býráð, har vit øll eru trygg í, at okkara viðurskifti verða rætt og rættvíst umsitin. Eg vil ein býráð, har førleiki hevur virði, har opinleiki og gjøgnumskygnið hava innihald. Har rættartrygd hevur týðning. Eg vil ein bý og eitt býráð eyðmerkt av nærlagnið, hegni og virðing fyri borgaranum. Samgongulistin vil fremja hesi mál, og fleiri við. Samgongulistin vil fíggjar- stýra, raðfesta og skipa viðurskiftini hjá okkara eldri, okkara vinnu og borgaranum. Mítt navn er Jón Gutte- sen. Og tí bjóði eg meg fram á Samgongulistanum. Takk fyri og gott val. Jens Johannesen Tvøroyri, valevni javnaðarflosins til býráðið Ungdómurin er okra besta og týdningarmesta tilfeingi. Teimum skulu okur vara av. Tað, sum mong ung sakna er eitt stað at vera, tá ikki verður hugsað um okra vanligu ítrótt. Øll eru ikki so hugaði í ítrótti, so fyri hesi eru hesi høli/øki okra líka- miki. Okra ungdómi tørvar t.d. eitt tónleika- høli við allari tónleika- útgerð. Tað er nú eina- ferð so, at musikskúlin fær ikki tikið øll inn, sum hava hug, tí er tað alneyðugt, at okur ikki missa tey burt, men hava okkurt tilboð til hesi. Okur hava ungar, roynd- ar tónleikarar í býnum, sum tosta eftir einum slíkum høli og umstøð- um, og ivaleyst eru fúsir til verka, um teir fáa eitt tilboð. Prutlkoyring er sera væl umtókt. Okra ung- dómur skuldi havt eitt økið, har tey kunnu koyra "motorcross", har tey kunnu fáa sín tørv nøktaðan, fáa upp- livilsi, hava dreymar í tryggum umhvørvi, við útbúnum fólki, so tey ikki altíð (og foreldrini við) skulu vera bangin fyri, at politiið skal vera í hølunum á teimum, men heldur fáa politiið hugaðir í slíkum tiltakið, og arbeiða saman við ungdóminum. Tað veit je, teir vilja. Her er møguleiki at nýta náttúr- una á ein øðrvísi máta, og pláss hava okur. Teim tørvar eitt stað, eitt roykfrítt/rúsfrítt um- hvørvi/hølið, har øll kunnu vera, sokallaðir ungdómsklubbar. Har kann ungdómurin savn- ast um spøl, filmar, kvøldsetur o.a., og um- sjón skal vera við hes- um. Í dag er høvuðstil- haldsstaðið miðbýurin. Tað kann aldri vera rætt. Tað skulu ikki so ógvuliga nógvir pengar til hesi fyrrnevndu hug- skotini. Hølið eigur kommunan, náttúruøki eigur kommunan, so tað skal ikki øll verðin, til at fáa tílíkt upp at standa. Viljin vísir vegin. Nógv liggur fyri framman. T.B. er komið í bestu deildina aftur, so har verða tung tøk at taka, tí vøllurin hjá okum kann ikki nýtast til altjóða dystir sum er.. Her má hugsast stórt og fram- tíðarkent. Je veit, at øll á Tvøroyri eru góð við T.B., tí eiga okur eisini at vera við til at seta karmarnar í góðum og tøttum samstarvi við felagið. Í felag kunnu okur alt. Veit at "nevnd " arbeiðir við onkrum? Her má arbeiðast skjótt og væl. Finnast má fram til eina loysn, sum fer at nøkta tørvin nógv ár framyvir. Svimjifelagið hevur ikki tær bestu umstøð- urnar. Tey gera eitt megnararbeiði, so her hava okur nakað at hugsa um. Eina almenna svimjihøll, til gleði fyri okum øll. Kommunan hevur verið so "beinasom" at næstan stongja kappróð- rarneystið inni, so her verður kommunan noydd at ávísa aðrar møguleikar. Ikki ber til, at bert tey privatu skulu fáa í posa og sekk. Okur kunnu saman leggja eina framtíðar- ætlan, so okur, við góð- ari stýring náa teimum málum, sum sett verða. Men tað krevur nakað av okra ungdómi, og hesum eri je ikki bangin fyri. Gev ungdóminum ábyrgd, so skulu okur nokk síggja úrslit. Her býr ein góður og raskur ungdómur. Fara okur inn við einum opnum sinni, kunnu okur saktans náa nógv, men neyvan eftir einum degi. Skal ein lata seg stilla upp til eitt so týdningar- mikið val, er ein noydd- ur at hava ávísar visi- ónir. Uttan visiónir- onga framtíð, men hava okur áræði og dirvi, fáa okur eisini nakað av skafti. Velur tú nýtt, velur tú eisini nýggjar avbjóð- ingar. Vel rætt. Vel Jens. Gott val. Ungdómurin. Ítróttur og øðrvísi ítróttur VAL04 Gott tvørafólk 15 14 Nr. 214 - 9. november 2004 VIÐMERKINGAR Charlotta á Váli Olsen Valevni fyri Miðflokkin í Suðurstreymi Sum øllum kunnugt er stórur trupuleiki at fáa tak yvir høvdið í Havnini. Ert tú heppin at fáa eina íbúð/hús, skalt tú gjalda tað hvíta úr eygunum fyri hana, líka mikið um tað er til leigu ella keyp. Hetta gera byggihávar og spekulantar sær dælt av. Enntá grund- stykki frá kommununi kost- ar sum eini hálv hús aðra staðir. Hvussu skulu tey ungu, sum ætla at seta føtur undir egið borð klára at koma upp undan? Fyri tað fysta mugu minst 2 vanligar inntøkur til, helst eyka arbeiði. Hava tey so børn, mugu tey vera ansaði og kostar tað eisini. Alt í alt verður dagligdagurin hjá hesi familju so tungur, at tað bert verður orka til arbeiði og tað neyðugasta í heiminum. Ongin orka til hvønn annan og børnini. Hetta hevur so nógvar syrgiligar fylgjur, at vit áttu at følt okkum skyldugan til at gera nakað við henda trupuleika meðan nakað enn stendur til at bjarga. Fyri tað fyrsta átti grund- stykkjaprísurin ikki at verið so nógv hægri enn í øðrum kommunum. Harnæst skuldi húsalánsgrunnurin ella líknandi stovnur fari og kanna hvørja íbúð og hvørt hús, sum verður bygt ella er til sølu og virðismett tað, og so átti ikki at verið farið stórt út um tann prísin. Soleiðis kundu vit hildið húsaprísunum á einum fólkaligum støði. Hetta hevði gjørt trivn- aðin fyri familjurnar í kommunu okkara nógv betri! Bústaðartrupulleikin í Havnini VAL04 Starvsfólkið á Býarbókasavninum Nú hevur tað fleiri ferðir verið frammi í fjølmiðlun- um, at fólk, sum eru rørslutarnað, og fólk við barnavogni sleppa ikki inn á Býarbókasavnið í Havn, tí ongin lyfta er. Í fjør vitjaðu umleið 80.000 fólk bókasavnið, og talið er vaksandi. Býar- bókasavnið liggur í miðbý- num, men atkomuviður- skiftini eru sera ótíðarhósk- andi. Savnið heldur til á 2. og 3. hædd, høvuðsinn- gongdin á 1. hædd er sera trong og trappurnar smalar. Javnan verða vit starvsfólk mint á vánaligu støðuna, tá bæði illa gongd fólk og foreldur við smábørnum stríða seg upp tær nógvu trappurnar. Haraftrat eru tað so øll tey, sum vit ongantíð síggja, tí tey ong- an møguleika hava at koma inn. Sum starvsfólk kenna vit okkum illa av vánaligu støðuni. Býarbókasavnið hevur fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikan hjá Tórs- havnar kommunu, men fyribils uttan nakað ítøkil- igt úrslit. Í dag skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at eitt alment bókasavn er at- komuligt fyri øll, og tí fara vit at heita á Tórshavnar kommunu sum skjótast at finna eina loysn á málinum. Lyfta á Býarbókasavninum f. Miðflokkin Jenis av Rana Við seinasta býráðsval fekk Miðflokkurin 488 atkvøður - tvs. gott og væl 200 ov fáar til at fáa býráðslim valdan. Síðani tá hava tvey Løgtingsval verið, í 2002 fekk Miðflokkurin 601 atkvøðu í Suðurstreymi, men við valið í januar 2004 øktist talið til 790 atkvøður. Tølini vísa at undirtøkan til Býráðsvalið 2000 var nógv minni enn til løg- tingsvalini bæði, og at stór framgongd var til løgtings- valið seinast. Fortreytin fyri at fáa umboð valt er, at hendan framgongdin held- ur sær - og gott og væl tað, tí helst krevjast góðar 700 atkvøður fyri at fáa fyrsta umboðið. Letur tað seg gera at fáa umboð? Svarið er tengt at um tú metir, at tað, sum Mið- flokkurin ber fram í før- oyskum politikki, hevur týdning. Metir tú tað, biðja vit teg um ( enn einaferð) at geva Miðflokkinum at- kvøðu tína, tí hon er av- gerandi fyri, at Mið- flokkasjónarmið kunnu hoyrast, har avgerðirnar verða tiknar p.s. Royn og fá onkran við tær at stuðla Miðflokkin. Hvat krevst fyri at rødd Miðfloksins verður at hoyra í Býráðnum? Regin I. Jakobsen Nú hoyrist, at føroyski ungdómurin ongar trupulleikar hevur av at útvega sær rúsdrekka, og at hesi somuleiðis seta met í mun til grannalond okkara hvat royking viðvíkur. Hetta fær meg sum granni hjá badminton- høllini í Gundadali í Havn at undrast á, hvar samanhangurin er mill- um tann í landinum førda rúsdrekkapolitikk og teir karmar Tórs- havnar Býráð skapar til ungdómin, her børn niður í 12-13 ára aldur liggja og rulla á gøtuni til út ímóti kl. 5 á morgni. Tílík viður- skifti eru óhugsandi í grannalondum okkara, sum annars hava mun- andi meira frælslynta rúsdrekkalóggávu. Hesi viðurskifti eru tó gald- andi í landinum við iva- leyst strangastu rús- drekkalóg her um leiðir. T.d. mugu skeinkistøð ómøguliga sleppa at skeinkja eitt glas av víni ella eina øl (fyri vaks- num) uttandura. Hetta er í stórari and- søgn við tað, vit grannar hjá badmintonhøllini javnan eru vitni til, tá hetta annars so friðarliga ítróttarøkið í vikuskift- um umskapast til tað ein best kann sammeta við ein vígvøll til út ímóti morgni. Dansurin endar kl. 3.30 og gangurin heldur ofta fram til klokkuni líður væl fimm. Tey ungu sleppa (sjálvsagt) ikki inn við rúsandi løgi, so urta- garðarnir í granna- lagnum verða tí nýttir at ballast í og til nátthús - ikki løgið, tí vesiviður- skiftini í høllini svara als ikki til loyvda talið á dansifólki. Larmurin er øgiligur og børn okkara eru bangin og stúra fyri slíkum náttum. Eg havi sjálvandi for- stáilsi fyri, at tey ungu skulu hava møguleika at sleppa í dans, og eg skilji væl at nógvur gangur er rundan um slík støð, eins og tað var tá eg var ungur. Tað er tó harmiligt, at hetta tiltak verður hildið í einum íbúðarøki, tí tað er tað fullkomiliga óegnað til. Skaði er gjørdur á bilar og urtagarðar, fløskur verða tveittar allastaðni, brotnar, bæði á sjálvum ítróttarvøllun- um, á ítróttarøkinum og økinum rundan um og annað slíkt. Oftast er neyðugt at rudda og sópa rundan um húsini sunnumorgnar. Við- merkjast kann, at tílíkt einans kemur fyri í sambandi við at dansitil- tøk fyri ung verða fyri- skipað í badmintonhøll- ini. Av tí at tað eru fútin og býráðið, ið geva loyvi til at almennur dansur kann verða hildin á ávís- um staði, hava vit kært okkara neyð til borgar- stjóran. Hann hevur tó ikki latið við seg koma, hóast alt grannalagið undirskrivaði mótmælis- skriv til býráðið. Tað er harmiligt, at vit sum borgarar hava so torført at fáa sjónarmið okkara hoyrd, hóast politivið- tøkur verða brotnar hvørja ferð dansur verð- ur hildin. Sjálvandi kann sigast, at tað fyrst og fremst eru foreldrini, ið hava ábyrgdina av sínum børnum, men tað eru hóast alt fútin og býráð- ið, sum, við at loyva dansi fyri børnum heilt niður í 12 ára aldur til klokkan hálvgum fýra um morgunin, ganga hond í hond og skapa karmar til, at ungdóm- urin rekst í gøtunum til út á morgunin. Býráðsval stendur fyri durum og grannalagið í Gundadali vónar, at komandi býráð vísir okkara ynskjum um náttarfrið størri virðing og vælvild enn sitandi býráð hevur gjørt. Mær kunnugt gongur loyvið hjá badmintonhøllini til at hava almennan dans út í komandi mánað. Eitt nývalt býráð skal tí taka støðu til, hvar dans- ur skal haldast í fram- tíðini. T.d. eigur komm- unan nú høllina á Hálsi og hevði henda verið munandi betri egnað til endamálið, tí hon liggur ikki í íbúðarøki. Mín vón er, at dansi- viðurskiftini hjá ung- dóminum gerast nøkt- andi. Somuleiðis áttu stig at verið tikin til, at orða ein ungdómspoli- tikk fyri kommununa sum heild. Við vón um, at skipað viðurskifti koma í lag. Skipað viðurskifti Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri Valstríðið hevur verið í hæddini og nú er dagurin komin, at krossurin skal setast. Ein hevur varhugan av, at stríðið er makari, enn tað onkuntíð hevur verið. Ein orsøk kann vera, at fram- tíðarhimmalin ikki júst glógvar í sólskini, men tað eigur ikki at geva orsøkir til at setast í favn. Tey tyngru tøkini skulu eisini takast, og júst tá er neyðugt at lyfta í felag. Tó hevur eisini hesaferð verið oyst út við gyltum lyftum um bæði eitt og ann- að – líkt og ólíkt – og júst í tí liggur spenningurin at vita hvussu fer at hilnast hjá teimum, ið bjóða seg fram. Hvørjum roknar borgarin við, og hvat rokn- ar hann sum týdningarmik- ið í einum framkomnum samfelag. Eg kann taka undir við vísmanninum, ið segði: "Vit kunnu bara fegnast um, at øll vallyftini ikki vórðu framd, tí so stóðu vit í botnleysari skuld". Tað er gaman í einsa- mallur at lova gull og grøn- ar skógir, men tá komið var inn um býráðsins gátt, og tey innvaldu sessaðust um borðið at taka avgerðir, mátti mangan sannast, at tá raðfestast skuldi, sjúnkaðu mangan sjálvt tey mest spennandi vallyfti niður í bunkan. Seinastu fýra árini hevur Klaksvíkar býráð arbeitt við einari langtíðarraðfest- ing fyri at brynja miðdep- ilin í Norðoyggjum til kom- andi tíðir. Reyði tráðurin hevur verið ein varin fíggj- arpolitikkur á íløgusíðuni, fyri at konsolidera penga- kassan til møguliga meira krevjandi tíðir – tíðir við lakari peningarrensli. Hesin árini høvdu verið strævin, um ikki samstarv- ið hevði verið so fyrimynd- arligt. Við tí í huga haldi eg meg til at taka eitt tak aft- urat, um veljarin sýnir mær neyðuga álitið. Eg vil við hesum bera fram eina seinastu inni- ligu áheitan: Farið á val. Setið kross við eitt av val- evnunum á lista E. Politikkur er at raðfesta VAL04 C M Y K 14