Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 13 VIÐMERKINGAR Carl August Arge Ja, soleiðis verður sung- ið, men tað gerst ikki veruleiki fyri øll - tí- verri. Vit hoyra ofta nógv negativt um ungdómin og ungdómsviðurskifti. Um rúsevni, rúsdrekka, ófrið, órólig foreldur o.l. Fleiri av skúlunum í kommununi eru sera niðurslitnir og trongir. Á Argjum er støðan heilt ótolandi viðv. skúlanum har. Nýliga frættist, at europeiskar kanningar, har Føroyar luttaka, vísa at okkara ungdómur liggur ovast viðv. royk- ing. Tey ungu undir 18 ár kunnu fara í dans eina ferð um mánaðin í høv- uðsstaðnum! Dansitíðin er frá midnátt til kl. 4 á morgni. Oftani síggjast blað- ung ganga og vála mill- um meira og minni rús- aði vaksin vikuskiftis- næturnar. Ongantíð síggjast løgreglufólk til gongu í býnum, seint á kvøldi og nátt, fyri at økja um trygdina. Hetta er als ongin kritikkur av teimum ungu. Ta eru vit vaksnu sum svíkja ungdómin. Hetta eru ikki virðilig kor at bjóða tí dýrabarasta vit eiga - ungdóminum! Her má og skal broyt- ing koma í! Verið eg valdur, fari eg av øllum alvi at arbeiða fyri: • Skúlaviðurskiftini, ikki minst á Argjum, skulu í rættlag. • Góð og trygg dansi- viðurskifti fyri tey undir 18 ár. Tey skulu hava dansimøguleika hvørja viku. Tá pri- vatir dansifyriskipaðar ikki megna at nøkta tørvin, skal Býráðið ganga undan. Skila- betri dansitíðir. • Kommunan skal hava ein ungdómspolitik har trygd og trivnaður skal í hásætið. Ung- dómurin skal sjálvur vera við til at orða politikkin • SSLM-ráð skal setast á stovn. Hetta er sam- starvsháttur millum skúla, sosialtænastu, løgreglu og mentunar/ frítíðarstovnar. Hetta ráð skal fylgja við í tí aktuellu støðuini hjá ungdóminum og koma við tilmælum til polit- ikararnar. Tey ungu skulu sjálvandi eisini hoyrast. Góðar royndir eru við SSLM í hinum norðurlondunum. • Kommunalan royki- og rúsevnispolitik, við serligum atliti til ung- dómin, skal orðast og fáast at virka. • Løgreglufólk til gongu skulu út á gøturnar seint á kvøldi og um náttina í viku- skiftunum. Ikki skulu vit gerast nakar politi- statur, men hetta hev- ur stóran fyribyrgjandi týdning og fer mun- andi at økja um trygd og trivna. • Margarinfabrikkin skal fáa størri og breiðari leiklut - m.a. við betri umstøðum fyri ungar tónleikarar. • Barnaverndararbeiðið skal styrkjast. Skjót og professionell hjálp til familjur við álvars- ligum trupuleikum Setið krossin við lista D komandi týsdag! Ungdómslív – vár- sól fyri minnið Hans í Líðini Sum valevni á lista E til bý- ráðsvalið í Vági komandi týsdag, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til tað sum landsstýrið nú um dagarnar hevur kunngjørt viðvíkjandi miðnámsskúl- anum í Vági. Vesturi við Vatni stendur eitt grefligt op í tað framm- anundan so góða og vakra lendi og tá ein nú hyggur at hesum og fer at hugsa um at hetta mikla sár verður standandi soleiðis komandi 15 ja møguliga 30 árini, so er tað eyðsæð, at ein gerst keddur. Tað var her at ein mið- námsskúli skuldi byggjast, hvar ungdómurin í einum vøkrum umhvørvi við vatn og tætt við ítróttarøki, skuldi nema sær eina út- búgving sum tey so seinni kundu menna og brúka at stýra okkara lítla landi við. Tað var her ein skúli til ættarliðini aftaná okkum skuldi byggjast, soleiðis at tey kundu læra seg at náttúran saman við menn- iskjanum skuldi ganga uppí eina eind hvar árræði og mót saman við kunnleika skuldi kunna grógva. Men hvat hendi, her kom ongin skúli, tí ávísir vág- bingar bardust fyri at flyta skúlan burtur úr síni egnu bygd, henda skúla sum skuldi gera tað møguligt hjá Vágs bygd at vera ver- andi á landakortinum aftan- á eina kommunusaman- legging. Og nú stendur hetta gapandi tóma, stóra, sár í vøllinum vesturi við vatnið og har verður tað standandi, tí kommunan hevur givið byggiloyvi til ein skúla har og eldrabýlisbyggningar eru projekteraðir í hinum endanum í býnum, so um vit skulu byggja nakað eldrabýli (ellisheim) afturat her, so verður tað sjálvandi á Marknaoyri. Eg havi hoyrt so mangar vágbingar seinastu dagar- nar siga, at eitt ellisheim gevur jú fleiri arbeiðspláss til Vágs bygd og sunnaru helvt av Suðuroynni. Men hesir fara totalt skeivir. Í løtuni arbeiða 20 fólk úr sunnaru helvt á Ellisheim- inum á Tvøroyri og kemur eitt ellisheim higar (sum eg tvivli uppá) so mugu hesi 20 fólk sjálvandi sleppa nærri til sín sjálvs at vinna. Verða tað 35 arbeiðspláss á umtalaða ellisheimi, so fáa vit bert 15 nýggj arbeiðs- pláss, meðan søkt verður eftir 20 nýggjum kvinnum til Ellisheimið á Tvøroyri. Ein kundi spurt um teir arbeiðsútvegandi sam- gongulimir hava roknað uppá hetta í forhold til teir lærarar sum vit jú missa úr bygdini. Tá talan nú í løtuni er frammi um at leggja Suður- oynna saman í eina komm- unu, so kundi fyrsta stigið verið tikið, við at bygt heilsurøktarskúlan sam- an við tí projekteraða miðnámsskúlanum vest- uri við Vágsvatn. Ella kundi Heilsurøktarskúlin flutt inn í núverandi spild- urnýggja studentarskúlan sum er í Vági, har eru 2 stovur við pláss til 30-34 næmingar, har er køkur og kaffistova og har er lærara- stova við øllum hentleikum. Tá kundu tit landsins kosnu tosað um sparing. Hvat kostar tað at flyta næming- ar aftur og fram frá skúlan- um í Hovi bert til og frá ítróttarøkjunum, jú 4 heilar læraralønir um árið; er tað at spara? Hvat kostaði arkitekta- kappingin og hvat kostar útgrevsturin vesturi við vatni? Kann hetta sparast inn aftur við at flyta skúlan til Hovs. Sjálvt um eg havi verið sjómaður heila mítt lív so dugi eg tó at skyna á, at tað ikki ber til at trekkja eitt ellisheim í eini automat. Býtið millum kommunur og landið, peningarliga, til bygging av einum ellis- heimi er 50-50%. Býtt út á kommunurnar eftir fólka- talinum. Tað vil siga at Vágs kommuna skal gjalda ca. 5.4 mill. kr, Tvøroyrar kommuna 6,5 mill., Sumb- iar og Hvalbiar kommunur umleið 1,6 mill. í part, Fámjins, Hovs og Porkeris kommunur umleið 0,8 mill. í part. Tann brennandi spurn- ingurin er, um hesar komm- unur, her og nú kunnu leggja henda pening á borðið? Í tíðindaskrivi sigur landsstýrið at kommun- unnar partur, í hesum førin- um verður minnienn tey 50%ini, men um tað skal lata seg gera, so skal ein lógarbroyting til, og um so landsstýrið skal av við nógv størri part enn tey lógarásettu 50%ini hvat er so spart við skúlanum? Um vágbingar sjálvir berjast fyri at fáa henda miðnámsskúla úr bygdini, afturat øllum tí, sum varð avreitt av bygdini fyrst í 90unum, so vælgagnist teimum, tá er skommin fullborin. Eg skal gera øllum púra greitt, at eg ikki á nakran hátt kann taka undir viða t ávísir persónar vilja knúsa okkara egnu bygd, fyri at tekkjast øðrum størri politikkarum aðrastaðni frá. Vit eru hóast alt nøkur, sum enn vilja verja borg og berjast fyri at okkara vakra bygd skal yvirliva. Tøkk til tey 9 sum enn manna býráðið fyri at tey øll vóru samd í at skúlin skuldi verða verandi, men enn størri tøkk til tey fyri at tit bjóðaðu landsins mynd- ugleikum eitt ókeypis grundstykki til eitt Ellis- og røktarheim her á staðnum. Tit 9 vildu varðveita Vágs bygd og gævi tey komandi 9 eisini gera tað. Fer skúlin úr Vági, fáa allir vágbingar ársins neyð- rakett, tað er onki at ivast í og so mugu teir sjálvir placera ábyrgdina. Bestu kvøður og gott val. Heðin Mortensen býráðslimur Niðurteljingin er byrjað, og nú er tað, at borgarin skal siga sína hugsan og seta sín kross. Og vónandi fer mað- ur av húsi at gera sína ávirkan galdandi, tí tað er jú ikki líkamikið, hvussu Tórshavnar kommuna verður stýrd og rikin! Síðstu fýra árini er nógv hent í landsins størstu kommunu, sum nú er størri enn nakrantíð. Skjótt farna skeiðið er skuldin hjá kommununi fingin burtur, eins og barnaansingartørv- urin er nøktaður. Umframt hetta eru mál í hópatali loyst, so kommunan er væl fyri, væl rikin og væl før fyri at bjóða framtíðini av. At vit nú eru fleiri kommunur, sum hava tikið okkum saman í ta stóru Tórshavnar kommuna, økir bara um ábyrgdina hjá okk- um øllum. Ikki minst liggur ein stór ábyrgd á herðunum á komandi býráðnum, so tí ræður um, at borgararnir nú velja ábyrgdarfull fólk. Við at hyggja at úrslitun- um, vit hava rokkið síðstu fýra árini, sært tú ábyrgdar- fullan politikk í verki. Úr- slitið tala fyri seg, og bert við at stuðla okkum, ið hava ment Tórshavnar kommunu hesi árini, kanst tú sum veljari kenna teg vísan í, hvat tú fært! Nú hevur tú møguleikan at hjálpa okkum at fullføra ætlanirnar á eldraøkinum, sum er tað mest átroðkandi. Men eisini nógvar aðrar og stórar avbjóðingar eru fyri framman næstu árini, men sum krevja dyggan stuðul frá veljarunum. Eg havi ikki smoygt erm- arnar niður enn, men eri til reiðar at gera mítt til, at Tórshavnar kommuna eis- ini verður ein góð komm- una tey komandi árini. Eg havi royndirnar og havi víst, hvussu loysnir verða framdar í verki, og eg vil framhaldandi virka fyri ábyrgdarfullum og dugandi loysnum. Tað krevur bert, at tú gert tína ávirkan galdandi, tí valið er títt! VAL04 Vakurt Vágseiðið fyri mær stendur Valið er títt! VAL04 Kristian Holm Stórhamar Valevni á samgongulistanum Mest umrødda mál í sam- band við kommunuvalið hesafer, er kommunusam- anlegging. Sjálvur eri eg av tí sannføring, at einasta rætta er, at oyggin verður ein kommuna. Tí saman standa vit sterkari. Hópin av fyrimunum eru við sam- anlegging, so sum bíligari umsiting og sleppa undan dupult funktiónum. Tilboð og tænastan til borgararn gerst betur og meiri fjøl- táttað. Ein felags kommuna er eisini betur før fyri at taka við teimum níggju málsøkunum, sum verða løgd á kommunurnar at umsita. Vansin er, at í eini størri kommunu, verður longri millum borgaran og komm- unustýrið, tað verður ikki lætt hjá smákommunum at fáa umboð í einan felags- kommunu. Helst verður bert ein kommunuskrivstova, vandi er eisini fyri at aktivitet- urin og møguliga okkurt ar- beiðspláss í smákomm- unum hvørvur. Avbjóðingin hjá einum felags komm- unustýri verður at fyri- byrgja hesum vansum, so borgarar í smærru komm- ununum kunnu føla seg tryggar við samanleggjing. Stýra sær sjálvum fyrst. Tvøroyrar kommuna hevur saman við Sumbiar komm- unu verið heitast fyri kommunusamanlegging. Kommunustýrið á Tvøroyri átti fyrst at prógva, at teir kunnu stýra egnari komm- unu, áðrenn teir fara at bjóða seg til at stýra øðrum kommunum. Júst hettar haldi eg er størsta orsøkin til, at man ikki fær gongd á samanlegging í Suðuroy. Kommunustýrið á Tvøroyri hevur ferð eftir ferð víst, at teir ikki megna at stýra sær sjálvum seinasta valskeið- ið. Teir virða ikki lógir, kunngerðir og ásetingar. Dømið er leiðarasetanini á Frítíðarskúlanum í Trongis- vági. Tað er væl skilligt, at hinar kommununar í oynni ikki tekkjast hesum óskili og drála verður við saman- legging. Leisturin, sum farast má fram eftir er, at víðka um verandi sam- arbeiði meðan trúvirðið verður uppbygt aftur. Kommunusamarbeiði. Í dag verður samstarva um m.a. skúla, kommunu- lækna, tannlækna, sløkki- lið, bjargingarfelag og heilsusystrar. Uppløgd evn- ir at útbygt samarbeiði við, eru tekniska deild, nú býar- verkfrøðingur er settur í starv. Røktingarmann, rottufangara, vatnmeistara, amboð og maskinur, felags brandstøð (møguligan Alarmsentral), har fólk eru á vakt. Vegakervi í kommununi. Eitt, ið ikki hevur eydnast enn í Tvøroyrar kommunu er, at samskipa vegarbeiðið. Tað vísir seg ferð eftir ferð, at kommunan umvælir ella asfalterar vegastubbar, og so gongur bert stutt tíð, áðrenn antin kommunan sjálv, SEV ella Føroya Tele koma at grava níggja asfalti uppaftur. Tað má kunna krevjast av kommunalu umsitingini at slíkt verður steðga. Slíkt er oyðsl av skattgjaldarans pengum. Gongubreytir er eisini nakað í vegirnir ikki eru mettaðir við enn og langt í frá. Málið má verða, at man kann ganga trygt fram við einum og hvørjum vegi í kommununi. Kommunan eigur at gera gongubreytir til alla nýðgerð av vegum. Seyðurin úr býnum! At fáa seyðin úr býnum hevur verið brúkt sum valagn 3 tey seinast kommunuvalini. Eg má viðganga, at tá verandi kommunustýrið ikki hevur megna at loyst málið, er møguliga ikki so lætt at loysa tað, men ein byrjan kundi verið, at man fekk seyðahaldarar at yvirhalda summarfriðingina av bø- num, uppløgd uppgáva til ein møguligan røktingar- mann, eisini vil eg fara at arbeiða seriøst við at fáa býin vetrarfriðaðan. Haldi ikki tað er hóskandi at kalla seg bý og ikki klára at vetrarfriða hann. Spælipláss, grønir blettir! Fyri at fáa fólk at seta búgv her í kommununi, skuldi verið gjørt meiri við út- stykkingar. M.a. skuldi kommunan gjørt vegir klárar til útstykkaði økir, lagt kloakk, vatn, umframt elveitingar klárt. Tað vildi gjørt nógv av økjum meiri áhugaverd at byggja á. Eisini skal fríðkast meiri í kommununi, ikki bert í miðbýnum, men eisini í teim 4 bygdunum í sóknini. Tað skulu gerast fleiri grønir blettir, plantast, setast benkir upp, umframt gera spælipláss til tey smærru. Tað skal verða føst mannagongd, at tá útstykk- ingar skulu gerast, verða økir avsett til spælipláss. Eisini skuldi verið sett nevnd, ið valdi vakrasta urtagarð í sóknini og hevði hettar gjørt áhugan størri fyri at fríðka býin. Ungdómstilboð! Ofta verður ført fram, at tað eru ongi tilboð til ungdóm- in her. Tað er partvís rætt, hóast ítróttartilboð ikki tróta, eru fá onnur tilboð. Viðvíkjandi hesum er tað bert versnað síðstu árini. Fyri 10-15 árum síðani, vóru tilboð so sum ungdómsfelagið TUK, ikki minni enn tvey skótalið, losjan, sjónleikarafelag, kavarafelag og talvfelag. Tað eru eisini onnur feløg, ið kundu gjørt meiri við at bjóða ungdóminum og yngri við, so sum bjarging- arfelagið og sløkkiliðið. Hetta eru feløg sum ung- dómur ella yngri kundu verið aktiv í, slík feløg skulu venja, fyri at kunna veita eina nøktandi tæn- astu. Í tí sambandi kundi ein freistast at spurt, hvussu stendur til við tilbúgvingar- ætlan fyri kommununa, hetta er krav, ið er lagt til kommununa fyri nøkrum árum síðani. Brandstøð og Bjargingarfelagið! Sløkkiliðið á Tvøroyri hevur húsast í 4 ymiskum støðum, ta eg kann minn- ast. Í dag húsast sløkkiliðið á keiuni og er hettar ikki nøktandi. Vit hava gjørt íløgu í níggjan brandbil og er tað at fegnast um,. Eg haldi farast skal víðari og vit skulu byggja níggja brandstøð. Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag húsast í gamla pakkhúsinum hjá T.F. Thomsen. Umstøður- nar eru alt annað enn hóskandi og sigast má, at ikki er nógvur aktiviteturin har. Eg skilji limirnar út- merka. Leggjast kann aftur- at, at hølini hjá teimum eru tey ringastu í øllum land- inum. Kommununar í norð- aru helvt hava skildu at geva hesum felag, ið byggir á frívillugt arbeiði, betri umstøður. Eg mæli til, at arbeiðast skal fyri at byggja felags hús til hesi feløg. Eisini skulu hesi feløg fáa neyðugu resursir til, at tey kunnu hava eina virðiliga tænastu til borgarnar. Gøtunøvn! Fyri umleið 15 árum síðani frættist, at nevnd varð sett til at gera uppskot til gøtunøvn fyri komm- ununa. Tað valskeiðið fór og onki meiri frættist um gøtunavnanevndina. Fyri góðum ári síðani vóru so aftur gøtunøvn á lofti. Borgarnir kundi senda uppskot um gøtunøvn inn til býráðið. Veit um onkur uppskot ið blivu send inn. Men gøtunøvn eru ongi komin. Skúlin! Hugt eigur at verða eftir skúlanum, um hølisviður- skiftini eru nøgtandi og orkupolitikkur skúlans er nóg góður. Gjørd eigur at vera ætlan fyri skúlan, ið ger skúlan meiri grønan. Somuleiðis skuldi verði gjørdur orkupolitikkur fyri restina av kommununi. Hugt eigur at verða eftir gøtuljósskipan, umsitingar- bygningunum, tænastu- bygningum, barnagarði, íttróttarhøll, við meira. Kunning! Nakað sum er sera mang- ulfult er kunning til borg- aran. Frágreiðing eigur at verða send út til allar borgarar einaferð um árið, har rokniskapur, frágreið- ing um hvat er fingið av skaftið seinasta árið, og hvørjar ætlanir skulu fremj- ast í kommandi ári, um- framt ein loypandi lang- tíðar ætlan. Húsaleivdir! Seinastu árini eru fleiri eldri hús tikin niður í miðbýnum. Nevnast kunnu gamla telefonstøðin, bio- grafurin, gamla posthúsið og egningarskúrarnir. Egn- ingarskúrarnir máttu rívast niður, tí økið skuldi brúk- ast. Skúrarnir eru vekk, men grundin bleiv stand- andi. Undrist á hví man ikki ger ætlanina lidna. Leivdirnar av posthúsinum og biografinum liggja, somuleiðis uttan at økið er brúkiligt tilnakað. Hesi økir liggja beint við Tvøroyrar skúla og Heilsuskúlan, sum hava brúk fyri fleiri par- keringsplássum enn tey hava. Har gamla telefonstøðin stóð, hevur verið aktivitetur í skjótt 2 ár. Stoyptir hava verið múrar, júst starnaðir eru teir rivnir niðuraftur, fyri síðani at byrja forfrá. Harmiligt, at man ikki kann einast um at gera tingini rætt fyrstuferð. Hovsaloysnir! Eitt í hevur eyðkent komm- unuarbeiði eru hovsaloysn- ir. Eg vil arbeiða fyri, at man skipar soleiðis fyri, at man ikki skapar trupuleikar tá útbyggingar ella um- leggingar verða gjørdar. Her hugsi eg serliga um tað beistagerð kommunan hevur gjørt móti m.a. FSR. Uttan at siga FSR frá, varð byrja at fylla út fyri Land- ingar Miðstøð. Rokni við, at um nevndin í FSR ikki hevði gjørt vart við seg, hevði kappróðrarneystið staðið mitt í eini útfylling. Loysnin var, at man hevur eina kanal inn til dróttin, so tilber at flota bátar, hetta er ikki nóg vott. Skammiligt at bjóða ítróttinum slíkar umstøður. Annað dømi er egningar- skúrarnir, at man ikki hevði avklára øll viðurskifti áðr- enn skúrarnir blivu tiknir niður. Og mær vitandi er ongin ætlan ella øki lagt av til nýggjar skúrar. Fleiri ferðir hevur verið hoyrt at helvtin av keihylin- um skal fyllast upp, um tað er rætt ella ikki, veit eg ikki, veit ikki ítøkiliga hvør ætlanin er, men vil mæla til, at man fyrst loysir trupul- leikarnar, sum skapast av slíkari uppfylling, at man fer at arbeiða miðvíst við at gera fleiri bátapláss til smá- bátar og miðalstórar bátar. Tíðin er komin til at seta Tvøroyri á Føroyakortið fyri anna enn klandur og stríð um setan av leiðara á Frítíarskúlanum og borgar- stjóran í nisshúgvuni. Veljið ein sterkan sam- gongulista, so kemur skil á !! Gott val! VIÐMERKINGAR Bent Jákup Hansen valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar býráð Skúlin: Nú nógvir skúlar í kommununi eru útbygdir, má Argja skúli fáa fyrsta prioritet. Eitt projektuppskot er gjørt, har ætlanin er at útbyggja verandi skúla norðureftir, til ampa fyri íbúgvararnar í Billu- gøtu. Ístaðin skuldi ein byg- ningur, í tveimum hædd- um, verið bygdur niðan fyri skúlan. Tað hevði ligið væl í landslagnum og eisini kundi gamla íshúsið lættliga verið integrerað í hesa bygg- ing, t.d. sum høvuðsinn- gongd í Argja skúla. Ferðslan til og úr skúl- anum varð soleiðis flutt av Argjavegnum oman í Rættargøtu og kundi verið skipað við eini av- og áskipan við íshúsið. Útkoyringin frá Rættar- gøtu á Argjavegin kann samskipast við einari rundkoyring, ið bindur saman vegamótini: Argjavegur-Støðlagøta- Dr. Dahlsgøta-Rættar- gøta. Soleiðis vórðu bæði hølis- og ferðsluviður- skiftini í/við Argja skúla loyst. Ringvegurin: Arbeið- ið við ringvegnum út á Argir hevur ligið stilt í langa tíð, hóast tað varð bragdliga lagt út. Hetta skal í gongd aftur og gerast liðugt, soleiðis at ferðslan til og av Argj- um, ikki skal kroystast gjøgnum Dr. Dahlsgøtu, men býtast á tveir inn- /útfallsvegir. Útstykkingar: Byggi- fyritøkur á Argjum hava í fleiri ár arbeitt við ítøkiligum útstykkingar- ætlanum á Argjum, men tað sýnist sum um, at øll útstykking skal gerast í Hoyvíkshaganum. Hetta skal broytast, soleiðis at allur býurin kennir framburð, og út- byggingar koma øllum borgarum/býarpørtum til góðar — eisini okk- um á Argjum. Hesum vil eg sum val- evni arbeiða fyri. Argir Skil á Tvøroyrar kommunu! VAL04 VAL04 C M Y K 13 12