Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 11 Í dag er býráðs- og bygdaráðval um alt landið. Kommunurnar fáa alsamt størri týdning, og stórar broytingar eru á veg í kommuala bygn- aðinum. Alt fleiri týðandi uppgávur verða lagdar út til kommunalu myndugleikarnar at umsita. Hetta er í meginregluni rætt, tí tað í sjálvum sær má vera bæði gott og rætt, at týðandi avgerðir fyr borgararnar verða tiknar so nær borgaranum sum møguligt. Hetta merkir við øðrum orðum, at ein fortreyt fyri, at landið kann lata kommununum landsuppgávur at umsita, er, at nógv fleiri samanleggingar verða framdar. Støðan er jú longu tann, at tær upp- gávur, sum eru lagdar út, krevja størri eindir, um borgarin og vinnan skulu gera sær vónir um eina betri tænastu. Tað er ymiskt, sum tað hevur gingið í hond við samanleggingunum. Tað tykist, sum, at har størsti og mest átrokandi tørvurin er á saman- legging, er hugurin minstur. Hetta er sera løgið. Her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá teimum landsmyndugleikum, sum hava ábyrgd- ina av kommunalu viðurskiftunum at fáa tær treku kommunurnar at skilja, at uttan saman- legging verður eingin framburður. Uttan samanleggingar verða ikki fleiri umsiitngarøki løgd út til kommunurnar at umsita. Vónandi kemur gongd á samanleggingarnar eftir valið í dag, tí tær treku kommunurnar fara uttan iva at skeita eftir teimum, sum hava lagt saman. Verður úrlsitið gott her, fer ivaleyst glið at koma á tilgongdina. Í hesum sambandi eiga landsmyndugleikanrir at vita, at ikki øll øki egna seg til útlegging. Ein stórur spurningur er, hvørt eitt tílíkt val sum hetta í dag kann metast sum ein veljara- kanning. Ella við øðrum orðum: kann val- úrslitið í kvøld nýtast til at meta um, hvussu landsstýrissamgongan stendur millum manna. Hetta er sera ivasamt. Fyrit tað fyrsta er tað bert í nøkrum fáum stórplássum at stillað verður upp eftir flokspolitiskum linjum. Fyri tað annað, so hava persónar til kommunuval sera nógv at siga fyri atkvøðuatburð veljarana. Tá hetta er sagt, so skerst helst ikki burt, at kommunuvalið í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri við neyðugum fyrivarni kunnu metast sum eitt slag av veljarakanning. Kommunuvalið í dag er tískil ikki bert týðandi fyri lokaldemokratiið. Tað er eisini sera spennandi sæð frá einum landspolitiskum sjónarmiði. DAGSINS MEINING Sosialurin Kommunuval VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Katrin Dahl Jakobsen Valevni hjá Javnaðarflokk- inum til býráðsvalið í Havn Tá mál verða viðgjørd á tingi sum snúgva seg um tað at leggja eitthvørt út til kommunurnar at umsita, plagar argumentið at vera, "at so verður alt so nógv nærri borgaranum". Sama er at hoyra frá kommunu- politikarum. Hetta ljóðar rætt og rímiligt og átti at verið so. Men er tað nú so? Í hvussu stóran mun verða borgarar eftirspurdir ella tiknir við uppá ráð? Hvussu merkja tey henda øgiliga nærleika, og hvør minnist at hava verið við á borgara- fundi? Væl vita vit, at av- gerðirnar eru nærri borgar- anum, verða tær fluttar yvir um Tinghúsvøllin og oman á Vaglið. Men borgarin merkir millum lítið og einki til tað. Tú kanst fara á býráðsfund at lurta. Og tað er tað. Skal nakað veruligt innihald vera í hesum nær- leika, mugu hurðar latast upp, og fólkið sleppa fram- at. Til dømis við at skipa fyri spurnartímum, har for- maðurin í t.d. sosialu nevnd greiðir frá ávísum ætlan- um, og fólk, sum eru áhug- að í hesum kunnu møta upp at spyrja. Somuleiðis má tað gerast lættari fyri borg- aran at samskifta, fylgja við og kunna seg um, hvat veruliga fer fram í komm- ununi og siga sína hugsan um langtíðarætlanir og annað. Hugsi serliga um smáu kommunurnar, sum nú gerast partur av Tórs- havnar Kommunu. Eg eri vís í, at livdi býráðið upp til hetta nærdemokratiið, so hevði tað fingið ríkiligt aftur frá eldhugaðum fólki sum komu við sínum í- skoyti. Sjálvandi hevði tað kravt meira av politikar-un- um, tá tey ikki longur sluppu at sita og manererað aftanfyri rullugardinurnar. Men ikki minst, tað hevði verið so nógv stuttligari. Fólksligari stýring VAL04 Terji Nielsen valevni Fólkafloksins til býráðsvalið í Havn Sitandi býráðssamgonga hevur undir leiðslu fólka- flokksins gjørt eitt megnar- arbeiði seinastu fýra árini. Skuldin hjá kommununi er at kalla burtur, og harum- framt eru fleiri onnur tung mál loyst. Eitt nú er trupulleikin við vantandi barnaansing loyst- ur, soleiðis at foreldur nú fáa tilboð um ansing, tá ið barnsburðarfarloyvi er lið- ugt. Á ferðsluøkinum er eisini nógv hent. Býráðið hevur syrgt fyri rundkoyringum bæði við Hvítanesvegin, við Sundsvegin, á Frælsin- um og ávegis út á Argir. Hetta hevur ført við sær, at ferðslan í Havnini í dag glíður nógv betur enn áður. Arbeiðið er eisini farið í gongd við at útvega fleiri røktarpláss til tey eldru, og til dømis lat Tjarnargarður upp herfyri. Tó er framveg- is tørvur á nógvum pláss- um, og hetta eigur at rað- festast ovarlaga. Um tú vil tryggja tær, at hesin framburður heldur fram í Tórshavnar komm- unu, er tað av stórum týdn- ingi, at tú velur fólkaflokk- in á býráðsvalinum. Tað er gott at búgva í kommununi, og fólkaflokk- urin er tín trygd fyri, at tað framhaldandi verður gott at verða borgari í Havn. Um tú lítur aftur um bak og sær alt, sum er fingið av skafti, so ivast tú ikki í, hvar krossurin skal setast. Um valdur i býráðið, vil eg m. a. arbeiða fyri: - frítíðarskúlatilboði til 2. og 3. flokk - fleiri røktarplássum til okkara eldru - einum venjingar- og framførsluhøli til tón- leikarar í býnum - betri umstøðum hjá fót- gangarum og fólki á súkklu - hægri barnafrádrátti - einari fríhavn í kommun- uni - meiri og betri kunning til borgararnar Elin Lindenskov býráðslimur valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Tað hevur stóran týdning, at tú og øll rundan um teg, sum vilja atkvøða fyri Javnaðarflokkinum fara á val. Minst til, at hvør einasta atkvøða telur. Bara ein at- kvøða kann gera munin, tað hava vit sæð so ofta. Tí fari eg inniliga at heita á teg, far á val og tak so nógv við tær, sum gjørligt. Sig teimum ivandi, hvussu stóran týdning teirra atkvøða hevur. Sig teimum, at tað eru tey, sum gera munin millum sigur og fall. Júst týdningurin av hvørjari einastu atkvøðu hevur gjørt, at eg havi tikið frí fyri at koyra fólk á valstaðið. So hevur tú brúk fyri at fáa ein bil at koyra teg, ella onkran tú kennir á val- staðið, kanst tú altíð ringja til mín. Eg eri tøk allan valdagin, so tað er ikki at smæðast. Er upptikið, so tosa eini boð inn á telefon- svararan, so ringi eg aftur. Ring endiliga 51 14 24. Eg koyri teg á valstaðið – ring 51 14 24 VAL04 Tað er gott at búgva í Havn VAL04 Katrin Haraldsen Eiði Valevni á Kvinnulistanum Á skránni hjá Kvinnu- listanum, lista B. er millum annað hetta. Havnarlagið: Kommunan skal skapa karmar og seta krøv til verandi og komandi virkir á havnarlagnum. Vit ynskja at menna, fríðka og arbeiða framm ímóti einum reinum og hugnaligum havnarlagi. Fólk skal setast til at taka sær av økinum. Skipast skal fyri at el- skáp verða uppsett, so at ein og hvør sum ynskir tað, kann fáa landstreym ímóti gjaldið. Drátturin skal breiðkast soleiðis, at hann kann brúk- ast til vognar og sum van- ligur dráttur til smábátar. Spælið sum kommunan eigur, skal setast upp og vognur fáast til vega, og lænast út imóti gjaldið. Egningarskúrar við frystigoymslu og tilhoyr- andi felags wc´ið skulu byggjast og leigast út til teir bátaeigarar sum dríva út- róður fast. Av og á skiping av reiðskapi skal verða við skúrarnar. Verandi egningarskúrar skulu allir fríðkast við einum klædning framman og møguliga eina reising á. Keikanturin skal verða reinur og fríur fyri olju- dálking. Barnagarður: Barnagarðurin skal byggj- ast í tí "nýggju" bygdini og í einari lon, eftir vegnum sum er frá Torvanesi og niðan í skúla. Vit ynskja ferðsluna burtur úr tí "gomlu" bygdini. Umsorganarøki: Staðið har barnagarðurin er ætlaður at liggja, skal heldur í framtíðini leggjast av til vardar íbúðir, tætt up- pat og í samstarv við Korn- dalsbýlið. Okkara borgarar við breki og serligum tørvi, skulu eisini hava møgu- leika at seta búgv í heim- bygdini. Og tey eldru heimabúgvandi og sum eru óhjálpin eiga at fáa tilboð frá eldrabýlinum um heitan mat hvønn dag. Vit hava ábyrgdina av teimum øll- um. Samstarv: Vit ynskja samstarv við grannakommununa á jøvn- um føti. Kostnaður av fe- lags útbyggingum, skal verða í mun til nýtsluna. Tey ungu: Tey ungu skuldu í sam- starvi við ein leiðara fingið møguleika fyri einum aktivum frítíðartilboðið. Umhvørvi: At vit arbeiða miðvíst við Burðardyggari Menning. Umsiting: Vit hava brúk fyri eini umsiting sum arbeiður fyri allar borgarar, og upplýsir um gongdina í kommununi. Hettar kundi verði gjørt við eini heimasíðu. Bygdir sum ikki fáa umboð í komm- unustýrið, skulu hava møguleika at útnevna eitt umboð at tala teirra søk, skrivliga til kommunu- stýrið. Fíggjarliga orkan. Okkara fíggjarliga orka, er sera nógv tengd at fiski- vinnu á sjógvi og landi. Tí er neyðugt at fara væl um tað fíggjarligu orku vit hava, og neyðugt verður við neyvum raðfestingum. VEL LISTA B, KVINNULISTAN, vit vilja taka ábyrgd. Gott val. VIÐMERKINGAR Birgir Sondum X við lista E Varð í dag vitni til at ein kona bleiv árend millum svimjihøllina og Shell- støðina. Her koyri/gangi eg dagliga, havi mangan hugsað hví tað ikki eru smogur til fótfólkið undir ringvegnum, tað mátti verið sera einfalt at lagt rør/smátunlar í øll tey økini har fólk van- liga fara yvirum vegin. Ringvegurin er neyð- ugur, men tá hann bleiv gjørdur, bleiv bert hugsa um bilar. Býarpartarnir høvdu verið nógv tryggari og meira samanhangandi við smátunlum undir vegnum. Hvat hevði tað ikki verið eitt vælsignilsi við einum tunli undir Niels Finsensgøtu við Steina- tún, bæði fyri fótfólk og bilar. Ferðslutrygdin Robert Vilhelmsen Valevni Javnaðarfloksins - listi C Nøkur hava sikkurt lagt til merkis, at ein av býráðs- limunum meldar greitt út, at rennibreytin er avgreidd av sitandi býráð. Hetta eru góð tíðindi, bert spell, at ongin veit hvar hon er og renna tískil framvegis á alfara vegi. Nei, støðan er tíverri ein heilt onnur. Umboð fyri frælsan ítrótt situr í einum arbeiðsbólki, settur av býráðnum, og er heldur ikki vitandi um nakra rennibreytar av- greiðslu. Býráðið hevur í 3 ár av- sett pening til endamálið og nú eru umleið 4 mill. kr. á konto til eina rennibreyt. Hartil er at siga, at henda upphædd bert er ein lítil partur av samlaða kostnað- inum. Teir stóru spurningarnar, sum enn standa opnir, eru m.a. 1. Hvar skal øki til frælsa ítróttin liggja? 2. Hvat umfatar verkætl- anin og hvat kostar hon? 3. Hvussu er tíðarætlanin og nær verður breytin liðug? 4. Hvussu verður hon fíggjað? Um tú eisini ynskir hesar spurningar avgreiddar, er neyðugt at seta ein óheftan arbeiðsbólk við einum greiðum arbeiðssetningi, soleiðis sum eg havi mælt til í greinini undir heitinum "Frælsar ítróttir - nú má veljast!". Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at vera eitt av mínum fremstu mál- um at fremja í Tórshavnar kommunu. Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar! Hans Albert Hansen Hoyvík Valevni sambandsfloksins www.hansalbert.com DJ-showið í Gundadals- høllini er væl umtøkt millm okkara ungu. Tað er gleðiligt at kreftir eru, ið taka stig til hetta, og tað skulu fyriskipararnir hava tøkk fyri. Tað er tann yngri aldursbólk- urin, ið fer til hesi DJ- Show, og tí er skilligt at nógv foreldur kenna ampa á sær, tá tey ungu eru í býnum. Fleiri av hesum ungu búgva í útjaðaraøkjun- um, og tí eigur náttar- bussur at koyra til út- jaðaraøkini eftir dans- in, so foreldrini vita, at ungdómurin kemur tryggur heim og ikki skulu óttast fyri, um tey fara í onkran tilvildar- ligan bil ella upp á ein scootara og út í náttar- ferðsluna. Eisini eigur at verða umhugsað, um tað ikki hevði verið meiri hóskandi, um DJ- showið byrjaði og endaði eitt sindur fyrr um kvøldarnar. Hesum vil eg geva størri gætur. Tryggari karmar um DJ-showið Charlotta á Váli Olsen Valevnið Miðfloksins í Suðurstreymi Vit liva longri í dag og tí fáa vit fleiri og fleiri eldri fólk í millum okkara. Hóast eldraøkið ikki er kommunumál enn, so kunnu vit tó gera nógv fyri at lætta um hjá teimum. Tey hava lagt nógva tíð og orku í at byggja okkara samfelag upp og hava lagt nógvar dýrgripir eftir seg, sum vit kunnu njóta gott av. Sum nú er, vísir tað seg, at tá tú ikki ert ein inntøka fyri kommununa, kanst tú sigla tín egna sjógv og klára teg sjálvan. Her kundi kommunan gjørt meiri við bústaðar- viðurskiftini hjá teimum gomlu. Fingið fleiri sam- býlir til vega. Bygt eldra- íbúðir, innrættaðar til eldri fólk uttan at kosta tað hvíta úr eygunum, har atgongd var til felagshølir av ym- iskum slag, og har eisini heimahjálpir vóru knýttar at eftir tørvi. Eisini kundi kommunan bjóða sær at hjálpt teimum at býta teirra stóra hús um við minni og passandi íbúðir, har tey fingu teir pengarnar, sum lógu ímillum, at ráða yvir. Hetta hevði givið teimum ein lætta og eitt frælsi á teirra lívskvøldið. Fleiri eldri eru rættiliga væl fyri og sita inni við eini rúgvu av vitan av ymiskum slag. Har kundu vit fingið tey meiri við í samfelagið við at fáa tey til ymisk høvir at vísa okkurt fram ella siga frá ymsikum og so fingið eina samsýning afturfyri. Soleiðis høvdu tey følt seg meir sum hoyrandi við til samfelagið. Eitt eldraráð átti eisini at verið sett á stovn, sum kundi tikið øll áhugamálini hjá teimum eldru upp, so- leiðis at tey blivu betri hoyrd. Miðflokkurin vil eisini fara inn og arbeiða fyri hesum máli. Setið tí X við lista H ella eitt av valevnum tess. Rennibreytin er – ikki – avgreidd VAL04 Eldrapolitikkurin í kommununi VAL04 VAL04 VAL04 Kvinnulistin VAL04 Dánjal Petur Hansen So skjótt kommunuvalið 2004 hevur verið eiga kommunurnar kring Skálafjørðin at tosa saman, standa saman og leggja saman. Framtíðar býarplan- legging og íløgur eiga longu nú at taka støði í hesi framtíð. Framtíðin kemur ikki at sær sjálvum. Vit mugu vilja fram- tíðina og velja framtíð- ina. Saman standa vit sterkari VAL04 C M Y K 11 10