Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 9 MARKNAÐARRÁK Serliga tvær hendingar ávirkaðu fíggjarmarknaðir- nar í farnu viku: amerik- anska forsetavalið og ar- beiðsmarknaðarfrágreið- ingin fyri oktobur. Forseta- valið var javnt, men tað sum hevði størstan týdning fyri marknaðirnar var, at greiða fekst á úrslitinum skjótast gjørligt. Bush vann, og partabrøvini hækkaðu. Lánsbrævarent- urnar ávirkaðust ikki stór- vegis av valinum. Tíðindini frá arbeiðs- marknaðinum í USA gjørd- ust sera bjørt. Í oktobur komu heili 337.000 nýggj størv móti teimum væntaðu 175.000. Haraftrat vórðu tølini fyri septembur og august hækkaði munandi. Tríggjar teir síðstu mánað- irnar eru sostatt komin í miðal 224.000 nýggj størv, og tað er eitt gott tekin um, at búskaparvøksturin er væl grundaður. Eisini tímalønin vaks meira enn væntað, so amerikanski brúkarin hevur fingið meiri pening um hendi. Hetta stuðlar alt metingini hjá Kaupthing um, at amerikanski búskap- urin hevur tað gott, og at lánsbrævarenturnar tess- vegna so líðandi fara at halda áfram at hækka. Oljuprísurin, sum hesar seinastu mánaðirnar mest- sum fullkomiliga hevur stýrt lánsbrævamarknaðinum, lækkaði í vikuni. Bæði or- sakað av, at valið varð so skjótt avgreitt, men mest or- sakað av, at amerikansku oljugoymslurnar vuksu væl meir enn væntað í farnu viku. Hendan vikan verður meira friðarlig hvat lyklatøl- um viðvíkir. Í USA fer tjóð- bankin væntandi at hækka rentuna í 2,0% mikudagin. Tað mest áhugaverda verður tó tíðindaskrivið frá fundin- um. Haraftrat koma tøl fyri smásøluna. Í Evropa kemur BTÚ fyri 3. ársfjórðing fríggjadagin. Hóast alt metir Kaupthing, at góða arbeiðs- marknaðarfrágreiðingin í farnu viku fer at hava varð- andi týdning fyri fíggjar- marknaðirnar komandi dag- arnar. Higartil hava útvið 80% av virkjunum í USA kunn- gjørt roknskap, sum hava verið ájavnt ella betur enn væntað. Hesa vikuna kunn- gera m.a. virkini Cisco og Dell, og Kaupthing væntar, at teirra úrslit verður ájavnt heildargongdini. Nú tað samstundis sær bjartari sær út í búskapinum í USA, væntar Kaupthing, at parta- brævamarknaðirnir kunnu standa seg væl í næstum. Framgongd í USA stimbrar Vika 46, 2004 www.kaupthing.fo Spennandi val í Sunda Kommunu Einki briksl og eingi gylt lyfti vóru at hoyra á veljarafundinum í Eydnuni á Oyrar- bakka fríggjakvøldið. Tað merktist, at val- evnini tóku nýggju av- bjóðingina, nú komm- urnar verða lagdar saman, í djúpasta álv- ara.Valevnini vóru konstruktiv í sínum framløgum, og sum ein reyður tráður á fundinum vóru orðini samansjóðing og tryggleiki at hoyra KOMMUNUVAL Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað er lagt upp til eitt ser- stakliga spennandi val í Sunda Kommunu, nú kommurnar leggja saman. Av teimum borgarstjórum, sum sita við ræði í verandi kommunum, stilla fimm upp til bygdaráðið í nýggju felagskommununi. Spenningurin upp undir valið sást eisini aftur í stóru fjøldini, um 250 fólk, sum vóru komin í Eydnuna á Oyrarbakka at hoyra, hvat valevnini høvdu at bjóða uppá. Øll valevnini vóru samd um, at í nýggju felags- kommuni, skuldu allir borgararnir hava somu sømdir. Lars Gunnar Dahl Olsen, borgarstjóri í Saksun, tos- aði um samferðsluviður- skiftini og vísti á, at eitt gott busssamband er neyð- ugt, fyri at allir borgararnir í kommununi skulu kunna hava somu møguleikar. Jógvan Mørkøre, borgar- stjóri í Hósvík, segði, at nýggi kommunubygnaður- in er leiðin, sum skal føra fram til nútíðarsamfelagið. Sofus D. Johannensen, borgarstjóri við Gjógv, segði, at hann onga løtu iv- ast í, at kommunurnar sam- an hava stórar møguleikar, men at tað krevur politikar- ar, sum hava hug og evnir at samansjóða allar bygdirnar. Árni Dam, borgarstjóri í verandi Sunda Kommunu, kom í seinna innleggi sín- um við eini sterkari appel til tey ungu: "Trúgvið upp á tykkum sjálvi og tykkara hugskot! So leingi tit hava heilsuna, kunnu tit alt. Góðtakið ikki altíð eitt nei, og havi sjálvs- álit og tað áræði, ið skal til. Hesin hugburður hevur ført heimin frameftir og kemur eisini at føra hetta økið fram, bæði vinnuliga, ítrótt- arliga og á annan hátt." Heðin Zachariasen, borg- arstjóri í Hvalvíkar komm- unu, legði dent á, at tað er sera umráðandi, at allir borgarar í øllum bygdunum kunnu siga, at Sunda kommuna er teirra komm- una, og at her er gott at búgva, gott at arbeiða og gott at njóta sína framtíð. Hvussu skulu vit liva Hvussu skulu vit liva, tá vit koma saman, spurdi øsku- dólgur sópunarkonuna. Og tað vóru eisini spurn- ingar sum slíkir, ið komu mest fram á fundinum. Tað, sum heslt hevði størstan áhuga millum fundarfólkið, var skúli og mentan. Men eisini ferðslu- trygdin var nógv við í orðaskiftinum. Gjøgnum tær 12 bygdir- nar, sum nú leggja saman, ganga nógvir kilometrar av landsvegi, sum í fleiri støð- um als ikki er nóg tryggur at ferðast eftir. Í ti sam- bandinum høvdu fundar- fólkini fleiri spurningar, og tað var týðiligt, at hetta er nakað, sum upptekur fólkið í økinum nógv. Veljarafundurin á Oyrar- bakka var bæði góður og siðiligur - og hvat kundi tú vænta annað, tá sjálvur løg- tingsformaðurin, Edmund Joensen, varð settur at stýra fundinum. Hesar 12 bygdirnar í teimum seks verandi kommununum, leggja nú saman í eina, sum fær navnið, Sunda Kommuna. Í bygdunum búgva góð 1500 fólk, harav smá 1100 hava at- kvøðurætt til valið hesa- ferð. 37 valevni bjóða seg fram at stýra nýggju kommununi komandi 4 árini Hósvík Hvalvík Streymnes Saksun Nesvík Langasandur Haldórsvík Tjørnuvík Oyri Oyrarbakki Norðskáli Gjógv Hvør av hesum fer at stýra nýggju Sunda Kommununi? Av teimum seks borgarstjórunum, sum sita í verandi kommunum, stilla fimm uppaftur.F.v. Lars Gunnar Dahl Olsen, Árni Dam, Jógvan Mørkøre, Sofus D. Johannensen og Heðin Zachariasen Tað tykist næstan, sum tað ikki er gingið upp fyri fólki í Vágum, at komm- unuval er týsdagin. Ikki ein valplakat er at síggja nakrastaðni, og ógvuliga lítið verður tosað um val KOMMUNUVAL Edvard Joensen Vágar: Tað er spakt val- rák í Vágum. Mestsum kyrrindi. Tykist mestsum, at fólk hava ikki fatað, at kommunuval er týsdagin, og at tey, sum skulu stýra bygdunum næstu fýra árini, tá skulu kjósast. Í Sørvági hevur ein velj- arafundur verið, og har møtti væl av fólki. Men fundurin var heldur spakur, halda fleiri sørvingar, Sosi- alurin hevur fingið orð á eftir fundin. Flest øll uppstillaðu val- evnini vóru á fundinum, men einki serligt sprell var í kortini, siga keldur okk- ara. Av valagitatión annars er lítið at frætta, siga sørving- ar. Eingin plakat er at síggja nakrastaðni, og bert onkur hendinga faldari verður borin út soleiðis hissini. Treyðugt so. Tosað verð- ur okkurt her og har, sum fólk hittast. Men tað er ikki meira enn vanligt er, tá soleiðis er. Eingin serligur valstemningur, halda tey í vestastu kommununi, sum verður í landinum eftir nýggjár. Heldur ikki hinumegin er nakað serligt veiggj í val- tosinum. Tað er tað sama. Onkur hendinga faldari og SMS. Men ongar plakatir. Og veljarfundir hava ikki verið heldur. Hvørki í Mið- vági ella Sandavági. Kvinnubólkurin í Vágum skipaði í farnu viku fyri einum forvitnisligum fundi um kommunusamanlegg- ing sum so. Men tað hevði ikki beinleiðis tilknýti til aktuella valið. Sama tosið Í undirhúsinum í Miðvági er tosið tað sama, sum tað vanliga er. Fiskur, regn, harur og okkurt lítið um fótbólt. Men kommunuvalinum ganga tey stillisliga um hurðarnar við. Einki lív er í, verður sagt í undirhúsin- um. Fólk munnu halda væl standa til, tí er so lítið at hoyra. Tó er kortini ein listi gjørdur í Miðvági, har eingin av verandi bygdar- ráðslimunum er á. Har eru onkrir útróðrarmenn upp- stillaðir, og sum undirhús- limirnir í Miðvági vita at siga frá, tykist høvuðsmálið við at gera tann listan vera, at fáa víðkað bátahylin ella kanska gera ein nýggjan, tí har er við at treingjast. Miðvágs- og Sandavágs kommunur samstarva um havnina, og tískil eru eisini bátar úr báðum bygdunum í bátahylinum í Miðvági. Onkur broyting í saman- setingini verður kortini, vita tey í undirhúsinum. Tí í hvussu er tvær av kvinnun- um, sum hava sitið í bygd- arráðnum nøkur valskeið, stilla ikki uppaftur. Men annars er lítið at frætta um, hvat tey, ið stilla upp, ætla sær at geva miðv- ingum komandi fýra árini, siga tey í undirhúsinum í Miðvági. Næstan deytt Í Sandavági er næstan deytt. So galið, at summi fólk vita ikki, hvør upstill- aður er, hóast tað hevur ver- ið kunngjørt bæði í press- uni og við uppsløgum. Og tey, sum eru á teimum báðum listunum, hava held- ur ikki gjørt tað øgiliga stóra við at gera seg kend millum veljararnar í byg- dini. Sunnukvøldið gekk eitt einstakt valevni í yngra endanum og pikkaði spaku- liga á dyrnar hjá sanda- vágsfólki og býtti ein fald- ara út við yvirliti yvir mál, sum viðkomandi vil hava framd í komandi valskeiði. Onkur er farin at nýta tøkn- ina so sum SMS og okkurt hendinga teldubræv. Men vágafólk, sum Sosi- alurin hevur tosað við, siga, at tey ætla sær á val. Hvussu tey fara at velja, eru tað fá, sum vilja siga alment. Men eitt rættiliga ofta afturvendandi svar er spurningurin: »Man tað ikki fara at verða tað sama?« Í hvussu er tykjast tað vera ógvuliga fá vágafólk, sum hava gjørt sær eina greiða meingin um, hvør skal sita í borgarstjórasess- unum í teimum trimum kommununum í oynni eftir nýggjár. Fundur til stovnan av nýggjum fótbóltsfelag í Vágum skuldi vera á Giljanesi mánakvøld- ið. Ætlanin er at stovna felag, sum skal taka við eftir FS Vág- ar samtakið, sum er hildið uppat. Nýggja felagið skal eita FS Vágar FÓTBÓLTSFELAG Edvard Joensen Vágar: Vágafólk ætla framhaldandi at vera við í fótbóltskappingini undir heitinum FS Vágar. Sjálv- støðugt felag við hesum navninum verður nú stovn- að, og skal felagið ætlandi taka við spæliloyvinum í aðru mansdeild og kvinnu- deildunum. Tað eru fyrrverandi FS stuðlar, sum hava tikið stig til at stovna nýggja felagið, eftir at samstarvið, sum fyrr var millum fleøgini í Vágum um fótbóltin, er burturdottið. Háost endalig loysn ikki er fingin á aktuella málin- um um rættin at spæla í aðru deild, tykjast teir, sum nú hava tikið stig til nýgjga felagið, sannførdir um, at teir fáa spæliloyvi og sleppa at luttaka í aðru deild komandi kappingarár. Stigtakararnir siga, at teir síggja fyri sær eitt fótbólts- samstarv í Vágum og á vestursíðuni á Streym- oynni, sum kortini fer at eita FS Vágar. Seinnu árini hava eitt nú vestmanna- og kvívíks- dreingir leikt fótbólt við liðum úr Vágum, og er tað hetta smastarv, teir nú ynskja at menna, siga teir. Stigtakararnir siga í tíðindaskrivi, at á fundinum fara teir at leggja fram upp- skot til reglugerð, nevndar- limir og virksemi felagsins í nærmastu framtíð. Lagt verður upp til, at tey, ið møta á fundinum, skulu koma til orðanna og fáa gjørt sína ávirkan galdandi á nýggju byrjanina til sam- starv um fótbóltin í økin- um. Lítið valtos í Vágum Í Undirhúsinum í Miðvági gongur prátið vanliga lívliga. Men kommunuvalið verður ikki nógv tosað um Mynd: Edvard Joensen Nýtt fótbóltsfelag í Vágum Nýggja fótbóltsfelagið í Vágum fer at eita FS Vágar og skal ætlandi luttaka í aðru mansdeild og í kvinnudeildunum komandi kappingarár C M Y K 9 8