Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 214 - 9. november 2004 Nr. 214 - 9. november 2004 7 – Ætlanin er, at savna 1., 2. og 3. flokk undir sama taki, sigur Han- us Joensen, skúla- stjóri í Tórshavnar kommunuskúla. Sum er, møtir 1. flokkur seinnapart, 2. flokkur hústast á tilhaldinum og 3. flokkur møtir um morgunin. – Tað eru vánaligar um- støður fyri bæði næmingar og lærarar, sigur hann NÝBYGGING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Í seinastu viku varð nýggi bygningurin hjá Tórshavnar Kommunuskúla reistur. Hanus Joensen, skúlastjóri sigur, at hann verður tikin í nýtslu so skjótt hann verður liðugur. Tað verður vænt- andi einaferð í vár. – Ætlanin er so, at savna 1., 2. og 3. flokk í nýggju hølinum komandi skúlaár. Tá fara hesir flokkarnir at ganga í skúla um morgunin og undir somu tekju, greið- ir Hanus Joensen frá. Sum er, eru tríggir teir fyrstu flokkarnir ógvuliga spjaddir. 1. flokkur gongur í skúla seinnapart, 2. flokk- ur gongur fyrrapart, men rúm er ikki fyri teimum í skúlanum, so tey húsast niðri á tilhaldinum. Triði flokkur gongur í skúla fyrrapart, og í kommunu- skúlanum. Ì nýggju hølunum verða 6 skúlastovur á tveimum hæddum við elevator ímill- um hæddirnar. Barakkin er nú tikin burtur og ístaðin er komin ein nýmótans skúli, sum líkist restini av skúlan- um. Nýggju hølini eru bygd í trimum bygningum, sum tó eru áfastir, greiðir skúla- stjórin frá. Betri umstøður Hanus Joensen sigur, at hóast nýggja og stóra bygn- ingin, so verður eingin stova tøk, tá yngi flokkarnir eru fluttir inn komandi skúlaár. – Vit hava bygt júst tað, sum okkum tørvar. Eingin stova verður tøk, hóast nýggja bygningin, men har- afturímóti verða umstøður- nar nógv betri fyri bæði lærarar og næmingar, sigur hann. Hann sigur víðari, at skúlastýrið arbeiðir við nøkrum umvælingarætlan- um afturat, sum tó ikki verða ítøkiligar, fyrr enn arbeiðið við nýggja bygn- inginum er komið undir land. – Skúlin er ógvuliga gamal. Elsti parturin er frá 1916 og nýggjasti er frá 1956, so tað er greitt, at tað eru nakrar ábøtur, ið veru- liga krevja at verða gjørdar nú, sigur Hanus Joensen. – Tað hevur leingi verið tørvur á umvælingum, men vit hava ikki fingið nakra játtan at umvæla fyri, fyrr enn nú, tey seinastu býráð- ini hava sitið, sigur hann. Ì Kommunuskúlanum ganga í dag beint undir 600 næmingar og 51 lærarar eru í starvi har. Nýggi bygningurin reistur Nýggi bygningurin hjá Tórshavnar Kommunuskúla, ið komandi skúlaár skal hýsa 1., 2. og 3. flokki. Mynd: Jens Kr. Vang Løgreglan í Klaksvík arbeiðsleys Tað hevur verið eitt ser- stakliga friðarligt viku- skifti í Klaksvík. Vakt- havandi hjá løgregluni í Norðoyggjum sigur, at veðrið hevur verið av tí allarbesta, og hetta sæst eisini aftur í atburðinum hjá fólki. Vakthavandi sigur, at løgreglan í Klaksvík ongar fráboðanir av nøkrum slag hava verið farna vikuskifti, og tað er sjálvsagt bara at gleðast um. eys Tikin fyri rúsdrekka- koyring Hjá løgregluni í Eystur- oynni var ikki nógv at gera í vikuskiftinum. Paragraf 13 kanningar vóru gjørdar, men um- framt hetta var ógvuliga friðarligt. Ein bilførari bleiv tó tikin fyri at koyra við kenning stutt eftir mid- nátt leygarkvøldið. Blóðroynd bleiv tikin, og nú verður so bíða eftir úrslitinum. eys Stórur materiellur skaði Leygarmorgunin rendu tveir bilar saman á Vegnum Langa beint við Djúpagilsvegin í Hoyvík. Stoyturin var harður, og báðir bilarnir fingu sera stóran skaða. Tíbet- ur var eingin fólkaskaði. Báðir bilarnir blivu tog- aðir burtur, tí at teir ikki kundu koyra sjálvir. Tann eini bilførarin fekk blóðroynd tikna, tí at illgruni var um, at hann koyrdi við kenn- ing. eys Kendi fotografurin úr Klaksvík, Per á Hædd hevur vunnið gull í eini stórari danskari fotokapping, sum varð fyriskipað av Dansk fotograf forening KAPPING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Eg bleiv uppringdur einaferð um 21.30 tíðina í gjárkvøldið, og tá fekk eg at vita at eg hevði vunnið, men eg trúði tí ikki ordi- liga. Eg havi jú ongantíð luttikið í nakrari kapping fyrr, og tað vóru nógvar stórar kanónir innan foto- grafheimin við í kapping- ini, greiðir Per á Hædd frá. Vann á egnum favoritti Trý evni vóru í kappingini. Tey vóru natúrumyndir, portrettmyndir og so evnið form og figur, sum var tað evnið, ið Per luttók við. Tað er Dansk Fotograf- forening, ið skipaði fyri kappingini, og dómararnir vóru allir kendir fotografar. Per sigur, at talan er um eina sera stóra kapping, har eini 50-80 fotografar, ser- liga úr Danmark, men eis- ini úr hinum norðurlond- unum, eru við. – Har vóru nógvar stórar kanónir, sum luttóku. Ì danmark vísir tað seg so, at tað serliga eru tríggir kvinnuligir fotografar, ið vinna alt, sum er at vinna. Ein av teimum er 61 ára gamla Inga Åsmund, sum eg væntaði fór at vinna. Hon hevur longu vunnið eitt ótal av prísum og tikið myndir úr øllum heiminum, greiðir Per frá. Men Per væntaði skeivt, tí tá úrslitini frá dómarun- um komu, fekk Per 1. Virð- isløn og kendi favoritturin, Inga Åsmund, gjørdist nr. 3. Føroyskar myndir Eitt, sum kanska er eitt sindur undrunarvert og stuttligt, er, at sama Inga Åsmund var í Føroyum í summar. Per á Hædd skip- aði tá fyri skeiði fyri foto- grafar, og skeiðshaldari var Inga Åsmund. Hon búði heima hjá Per, og myndi- rnar, sum hon luttók við í kappingini, hevði hon tikið tá hon var í Føroyum. Tað var eisini hon, ið eggjaði Peri til at luttaka í kapp- ingini. Hvør luttakari í kapping- ini hevði loyvi til at senda tvær myndir inn. Tað gjørdi Per, og enn veit hann ikki hvør av myndunum, tað er, sum hevur vunnið. – Eg fari at frætta meiri seinni í kvøld ella í morgin. Bæði um hvør mynd vann, og um hvat eg havið vunn- ið. Men eg havi ikki ordi- liga skilt tað enn, sigur Per á Hædd at enda. Per á Hædd vunnið fotokapping Rókur vann fyrsta umfarið Rókur J. Jakobsen vann leygarkvøldið fyrsta innleiðandi umfar í Singer/Song- writer kappingini, og hevur harvið vunnið sær sætið í finaluni um 14 dagar. Tá ið tónleikakapp- ingin Singer/Song- writer 2004 fór av bakkastokki leygar- kvøldið, skuldu Atli Joensen, Rókur J. Ja- kobsen og Jóan Petur á Stongunum stríðast um ein sess í finaluni, sum verður um 14 dagar. Teir tríggir luttakar- arnir sungu tríggjar sangir í part, og dóm- ararnir mettu, at Rókur J. Jakobsen átti bestu framførsluna, og hann hevur harvið vunnið sær sætið í finaluni. Komandi leygar- kvøld verður seinna innleiðandi umfar. Tá fara Jóannes Lam- hauge, Jógvan A. Jacobsen og Ragnar í Vík at kappast um seinna finalusessin -eys Samfelags- møti í november Aftur í ár verða samfelagsmøtir í Ebenezer í Havn. SAMFELAGSMØTI tíðindaskriv Møtini hava til enda- máls: • At persónliga trúgv- andi úr øllum land- inum skulu fáa høvi at savnast um orð Guds, hava samfelag við hvønn annan og vera við til at styrkja og hjálpa hvørjum øðrum. • At náa teimum, ið enn ikki kenna Jesus Kristus sum sín persónliga frelsara. Møtini byrja mikudag- in 10. og halda fram til sunnudagin 14. no- vember. Øll eru hjartaliga vælkomin. — Vit elva ikki til telefonterror. Tað hevur onki við frælsi í dós at gera, tí telefon- terror hevur verið líka síðani telefonin varð uppfunnin, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri á Kalli. Hann sigur, at í teimum førum har talan er um prógvað- an grovan telefon- terror, ber til hjá Kalli at steingja eitt hald TELEFONTERROR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í vikuskiftis Sosialinum stóð grein, har Bárður Pers- son, sjónleikari, harðliga fílist á, at tað ber til at ogna sær eitt telefonhald í dag uttan at skráseta seg. Hann hevði í vikuni fingið nøkur ótespilig smsboð sendandi. Hann boðaði løgregluni frá, men har var ikki nógv at gera, tí viðkomandi hevði ikki skrásett seg sum brúk- ara hjá Kalli. Bjarni Askham Bjarna- son, stjóri á Kalli, sigur, at tað er komið fyri, at fólk hava vent sær til Kall við slíkum trupulleikum. Og í teimum førunum har tað kann prógvast, at talan er um serliga grovan telefon- terror, hevur Kall simpulten lagt haldið niður. — Vit hava valt at gera tað á hendan hátt, tí vit meta, at vit soleiðis kunnu hava eitt gott samstarv við okkara kundar — eisini teir, sum verða órógvaðir av telefonterror, sigur stjór- in á Kalli og vísir á, at tað finnast fleiri aðrir og lættari mátar at senda ótespilig smsboð - eitt nú umvegis heimasíður. Av tí sama heldur hann ikki, at skrá- seting av øllum haldunum hevði bøtt so nógv um hendan trupulleikan. Bjarni vísir eisini á, at tá slíkir trupulleikar taka seg upp, kann tað krevja nógv av fólki, um tey skulu melda til løgregluna, og tískil bjóðar Kall seg til at steingja fyri haldinum, um nóg góð prógv fyriliggja. Digitali heimurin Stjórin á Kalli sigur eisini, at Kall umhugsaði hendan trupulleikan í tilrættislegg- ingini av Frælsi í dós her- ferðini, men tey mettu, at fyrimunirnir við hugskot- inum væl og virðiliga viga upp móti vansunum. — Vit leggja okkum eftir at hava ein vøru, sum er løtt at selja yvir um ein disk so at siga, hvar tað skal vera. Og tað er ongin loyna at digitali heimurin í dag, ger tað munandi lættari at fremja telefonterror av ymsum slagi, vísir hann á og leggur afturat, at tey allarflestu velja at skráseta seg. Bjarni A. Bjarnason, Kall: Vit kunnu steingja haldið Um vikuskiftið stóð tónleikur veruliga á breddanum í Suður- oynni. Stór tónleika- stevna var í høllini í Trongisvági, har tón- leikanæmingar í oynni hittust, um- framt at eldri royndir tónleikarar luttóku. Úr Suðuroynni eittnú spælarar úr Tvør- oyrar Hornorkestri og úr Havn kom t.d. GHM á vitjan. Endað varð við stórari konsert sunnudagin við teim 120 savnaðu tónleikarunum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Næmingar og lærarar í Suðuroyar Musikskúla hittust um vikuskiftið til stóra tónleikastevnu í høll- ini og skúlanum í Trongis- vági. Umframt fingu hesi vitjan av tónleikarum úr Havn og aðrastaðni, t.d. luttók GHM. Í alt luttóku eini 120 tónleikarar á stevnuni, sum Musikskúlin og Ulf Nordlund, tónleika- lærari, skipaðu fyri. Nótar og ónótar Vant varð allan leygardagin og sunnudagin. Luttakarar gistu á skúlanum og tá so nógv fólk, eisini tey í yngru aldursbólkunum, savnast á einum stað, so er ofta, at svøvnurin kemur í síðstu røð. So mundi eisini vera í Trongisvági. Eftir lokna venjing leyg- arkvøldið, var hugni á skránni og klokkan 24 skuldi farast í soviposarnar, men sunnumorgunin klokkan 9 var aftur venjing, men tá vóru helst fleiri, sum kundu hugsað sær at havt fingið eyguni aftur nakrar tímar afturat, tí nógvar tímar av svøvni mundu serliga yngra ættarliðið ikki hava fingið. Ikki var ófriðarligt ella keðiligt, men heldur hugn- aprát og spæl og ósekir ónótar, eftir væl skipaðu nótarnar allan leygardagin. Men alt gekk eftir vild og venjingarnar sunnudag gingu væl. Og tað gjørdi endakon- sertin sunnudagin klokkan 15 eisini. Yngru næmingar- nir, harav onkur neyvan hevur spælt meira enn nakrar mánaðir, leiktu 4 løg. GHM og hinir meira royndu tónleikararnir spældu eini 4 flott løg, m.a. eina flotta útgávu av Let Me Entertain You. Eitt bigband, samansett av lær- arum, leikti eini tvey løg í steðginum, og har legði Brandur Enni rødd til. Endað varð við stórum finalusangi, har øll leiktu við og Brandur sang. Lagið var Villar Víddir hjá Kára p og Ulf Lundell. Troytt, men væl nøgd, kundu luttakarar - og eisini áhoyrarar - leita heim sunnudag. Summi við Smyrli og onnur við bili. Eftir eru minnini um gott tónleikaupplivilsi, har eisini felagsskapurin taldi við. Nótar og ónótar í Trongisvági Eini 120 tónleikarar luttóku á stevnuni í Trongisvági um vikuskiftið. Eldri og yngri, royndir og óroyndir tónleikarar. Teir venja trummur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri á Kalli. C M Y K 7 6