mánadagur 23. apríl 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– At vera illoyalur er eitt óalmindiliga óbehagiligt stempul
at fáa, men eg havi ikki gingið og skammast av nøkrum. Eg
føldi, at eg var loyal og havi tí ikki krógvað meg seinastu fimm
mánaðirnar. Tað sigur Liljan Weihe, eftir at Mentamálaráðið
fríggjadagin staðfesti, at hon enn er tíðindaleiðari í Kringvarpinum
fimm mánaðir eftir, at stjórin segði hana úr starvi
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
”Vísandi til omanfyri standandi fer
Mentamálaráðið at ógilda avgerð
ina um at siga kæraran úr starvi,
og sostatt er hon framhaldandi í
starvi sínum sum tíðindaleiðari í
Kringvarpi Føroya.”
Niðurstøðan hjá Mentamála
ráðnum var klokkuklár, tá hon
gjørdist almenn í síðstu viku. Av
gerðin hjá Johnny í Grótinum,
stjóra í Kringvarpi Føroya, at siga
Liljuna Weihe, ið síðstu seks árini
hevur røkt máttmikla sessin sum
tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya,
úr starvi, var ikki í lagi og bleiv so
statt ógildað.
30. november í fjør fekk Liljan
Weihe annars ætlanarskriv um
uppsøgn, tí stjórin ikki kundi góð
taka illoyala atburðin móti stjór
anum og stovninum, og 21. des
ember fekk hon uppsøgnina. Ein
uppsøgn, ið hon valdi at kæra til
Mentamálaráðið.
Í viðgerðini av kæruni hjá tíð
indaleiðaranum staðfestir Menta
málaráðið, at tað ber til at finnast
at ymiskum viðurskiftum í atburð
inum hjá tíðindaleiðaranum, men
slær ráðið fast, at mett verður ikki,
at tíðindaleiðarin var illoyal, tá
ið hon vendi sær til formannin í
Kringvarpsstýrinum við síni ónøgd
viðvíkjandi kringvarpsstjóranum. Í
staðin skrivar Mentamálaráðið, at
tað kann sigast, at Liljan Weihe var
loyal mótvegis integritetinum hjá
Kringvarpinum, tá hon vendi sær til
formannin í Kringvarpsstýrinum.
Tað er serliga hesin parturin, ið
Liljan Weihe fegnast um, tí tað at
verða skírd illoyal yvir fyri sínum
arbeiðsplássi og stjóra var tað, ið
var tyngst at bera hesar mánaðir
nar, ið hon hevur verið heima við
hús.
– Eg metti meg ikki hava verið
illoyala, men tvørturímóti metti eg
meg vera loyala yvir fyri tíðinda
flutninginum. Tí tað er mín fremsta
uppgáva sum tíðindaleiðara at
verja tíðindaflutningin. At tryggja
at hann er óheftur, sakligur, álít
andi o.s.fr. Tað havi eg bart fyri í
seks ár, so at verða stemplað sum
illoyal var tað, ið var mest særandi
gjøgnum alt hetta. Tí eri eg so fegin
um, at tey í Mentamálaráðnum eru
samd við mær um, at eg havi verið
loyal, sigur Liljan Weihe.
Vaska talvuna reina
Torført er at spáa um, hvør næsti
leikur verður í ósemjuni, og verður
tað helst ikki greitt fyrr enn í
morgin, tá partarnir hittast aftur
á fyrsta sinni síðan uppsøgnina í
desember. Sjálv er Liljan Weihe til
dystin fús at sessast aftur í sess
inum sum tíðindaleiðari og klár at
lata síðstu fimm mánaðirnar liggja.
– Tað er týdningarmikið at
hyggja frameftir og ikki aftureftir,
so eg eri klár at fara aftur til ar
beiðis. Vit eiga eisini at megna at
leggja alt, sum hevur verið, aftur
um okkum, sigur Liljan Weihe.
Ein ósemja millum tveir av leið
andi persónunum í einum stovni
ávirka sjálvandi meira enn bara
tey bæði, ið eru ósamd. Slíkt hevur
vanliga eina neiliga ávirkan á alt
arbeiðsumhvørvið. Kringvarpið er
í so máta einki undantak, og metir
Liljan Weihe, at starvsfólkini hava
uppiborið betri.
– Tað krevur ikki nógv av hvørki
mær ella Johnny í Grótinum at
lata hetta fara afturum og fáa eitt
samstarv upp at koyra. Ikki fyri
mína ella hansara skyld, men fyri
Kringvarpið. Har eru 90 starvsfólk,
ið kýta seg hvønn einasta dag. Fyri
teirra skyld haldi eg, tað er týdn
ingarmikið, at vit leggja hetta aft
urum okkum, vaska talvuna reina
og byrja av nýggjum, sigur Liljan
Weihe.
Kom óvart á
At tíðindaleiðarin ikki metir tað
verða torført at koma víðari úr
keðiligu støðuni er millum annað
tí, at hon ikki heldur at samstarvið
millum hana og leiðsluna var so
ringt, áðrenn hon varð uppsøgd.
Faktiskt tók uppsøgnin hana á bóli.
– Uppsøgnin kom óvart á meg.
Eg hevði verið sjúkrameldað, men
eg føldi, at eg og stjórin høvdu eitt
gott samstarv og høvdu funnið
stevið. Somuleiðis hevði eg eitt gott
samstarv við stýrið, sigur Liljan
Weihe.
Endaligu boðini um, at Liljan
Weihe varð søgd úr starvið komu 21.
desember. Talan gjørdist um helst
mest almennu uppsøgn í Føroya
søgu, tá kringvarpsstjórin sendi eitt
tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har
hann boðaði frá, at tíðindaleiðarin
var uppsøgd vegna illoyalan at
burð, ið hevði skatt umdømið hjá
stovninum og álitið á leiðsluna.
Tíðindaleiðarin dylur ikki fyri, at
tað var hart at fáa eitt so niðrandi
SÆRANDI
AT VERÐA
STEMPLAÐ
ILLOYAL
- Tað krevur ikki nógv av hvørki mær
ella Johnny í Grótinum at lata hetta
fara afturum og fáa eitt samstarv
upp at koyra. Ikki fyri mína ella
hansara skyld, men fyri Kringvarpið
KRINGVARPSSTRÍÐIÐ