mánadagur 23. apríl 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
stempul blást út í allar miðlar. Men
trúgvin um, at hon einki skeivt
hevði gjørt, gjørdi at hon ikki fór
niður við nakkanum.
– At vera illoyalur er eitt óal
mindiliga
óbehagiligt
stempul
at fáa, men eg havi ikki gingið og
skammast av nøkrum. Eg føldi, at
eg var loyal og havi tí ikki krógvað
meg seinastu fimm mánaðirnar,
sigur Liljan Weihe.
Hóast hon var sannførd um, at
hon ikki hevði borið seg skeivt at,
so var tað kortini ein minni skelkur
at fara frá lívligu redaktiónini í
Sortudíki til friðin heima við hús
ein vanligan gerandisdag.
– Eitt er at missa arbeiðið, men
man missur eisini starvsfelagar.
Man tosar ikki longur við vaksin
fólk hvønn dag, men gongur heima
og ger húslig ting. Tað er ein stór
broyting, og aftrat tí er óvissan um
man fær eitt nýtt arbeiði, tí allir ar
beiðsgevarar hava jú lisið, at eg eri
illoyal. Hvør vil seta ein illoyalan
medarbeiðara? So um eg ikki fekk
viðhald, so hevði tað oyðilagt mína
framtíð, tí tá uppsagnartíðin var
farin, skuldi eg liva av onkrum øðr
um arbeiði, vísir Liljan Weihe á.
Seks turbulent ár
Tíðin hjá Liljuni Weihe sum tíð
indaleiðari í Kringvarpinum hevur
verið turbulent og er hetta triðju
ferð, at hægri myndugleikar hava
viðgjørt hennara støðu sum tíð
indaleiðari.
Fyrstu ferð varð, tá ið hon bleiv
sett sum fastur tíðindaleiðari og ein
annar umsøkjari kærdi avgerðina.
Seinnu ferð var, tá Jørgen Niclasen
meldaði hana, Jan Lamhauge, Svein
Tróndarson og Dia Midjord fyri
fjølmiðlaviðgerðina av Toll-málin
um. Síðstu og triðju ferð var nú, tá
hennara egni stjóri segði hana úr
starvi.
Tíðindaleiðarin ásannar eisini,
at tað kann vera strævið at vera
so nógv í andglettinum, men letur
kortini ongan iva vera um, at hon
heldur tað vera stríðið vertt.
– Sjálvandi er tað strævið at vera
í slíkum støðum. Men eg havi eina
ræðuliga sterka rættvísiskenslu.
At berjast fyri rættvísi er ótrúliga
gevandi, og tað er gott, tá rættvísi
sigrar. Tað lættasta í verðini hevði
verið at stungið í sekkin og gjørt
okkurt annað, men at vera tíð
indaleiðari í Kringvarpinum er eitt
ábyrgdarfult starv, ið eg røki við
eyðmjúkleika. Vit hava møguleikan
at avdúka ivasom viðurskiftir og
gera Føroyar til eitt betri land at
liva í, sigur Liljan Weihe.
Alt fær ein enda, og tað kemur
eisini ein dagur, tá Kringvarpið skal
hava ein nýggjan tíðindaleiðara.
Liljan Weihe vónar bara, at tað
verður hennara avgerð nær tann
dagurin kemur.
– Eg eri 39 ár, og vónandi verði
tað eg sjálv, ið finni hurðina og ikki
onkur annar, ið finnur hana fyri
meg. Eg havi trivist í starvinum
hesi seks árini, hóast bylgjurnar
mangan hava gingið høgt. Men tað
verður aldrin so, at bylgjurnar fara
at leggja seg, og fullkomin friður fer
at valda. Tað fer altíð vera onkur,
sum heldur at vit ganga ov nær,
men tað skulu vit sum journalistar.
Vit skulu vera nærgangandi og av
dúka ivasom viðurskifti. Tað er
bara aldrin stuttligt at vera tann,
ið verður avdúkaður, sigur tíðinda
leiðarin í Kringvarpinum.
- Tað havi eg bart fyri í seks ár, so at verða stemplað sum illoyala var tað, ið var mest særandi gjøgnum alt hetta. Tí
eri eg so fegin um, at tey í Mentamálaráðnum eru samd í mær um, at eg havi verið loyal.
- Uppsøgnin kom óvart á meg. Eg
hevði verið sjúkrameldað, men eg
føldi, at eg og stjórin høvdu eitt gott
samstarv og høvdu funnið stevið.
Somuleiðis hevði eg eitt gott
samstarv við stýrið
KRINGVARPSSTRÍÐIÐ