Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 6 Sosialurin FYRSTA STAUNING-STJÓRNIN Thorvald Stauning skipaði 24. apríl í 1924 fyrstu javnaðarstjórnina í Dan­ mark. Hann hevði verið ráðharri í stjórini hjá Zahle frá 1916-20, men í 1924 vann flokk­urin fyrstu ferð stjórnarvaldið. Fyrsta skeiðið vardi bert tvey ár, men frá 1929 sat hann sum forsætisráðharri til hann doyði í 1942. Hann var for­sæt­is­ráðharri í sløk 16 ár. Á fólkatingsvalinum í 1935 fekk danski Javn­að­ar­flokkurin 46 prosent av atvkøðunum, tað mesta nakrantíð. SHAKESPEARE 454 ÁR William Shakespeare var føddur 23. apríl í 1564, og tað sigst, at hann eisini doyði 23. apríl í 1616. Hann verður mettur sum ein av heims­ ins størstu rithøvundum. Sum leik­rithøvundur skrivaði hann heimskendar leikir sum eitt nú Romeo og Julie, Hamlet og Macbeth. 116 ár síðani Lax­ ness varð føddur Mata íslendska skaldi, Hall­dór Kilj­an Lax­ness, var fødd­ur hendan dag­ in, 23. apríl í 1902. Hann doyði 8. februar 1998. Hann var føddur Hall­dór Guðjónsson, men fekk sær navn­a­ broyt­ing. Hann er fyrsti ís­lend­ ing­ur at fáa eina No­bel­ virð­is­løn, sum hann fekk fyri bókmenntir sín­ar. Hans Pauli skal gera Marmennilin »Vit varðveita søgnina um Mar­menn­ilin« er heit­ið á tiltaki sum verð­ur í Elduvík mána­ kvøld­ið 23. apríl. Á heysti í 2016 tók Bygd­ar­felagið i Eld­ uvík avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varð­veita søgn­ ina um mar­menn­il­in. Nevnd­in fór bein­a­ veg­in til verka, og varð fyrsta takið at fáa list­ ar­mann at átaka sær upp­gávuna at gera eina stand­mynd, ið lýs­ir søgn­ina um mar­menn­ ilin. Tíð­liga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera stand­myndina, sum skal stoyp­ast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella gran­itti. Á sumri í 2017 kom Hans Pauli við ein­um sera spennandi hug­ skoti. Í sambandi við at Ment­an­rvika er í Runa­ vík­ar kommunu sleppur al­menningurin at hoyra um hesa listaverkætlan. Hans Pauli Olsen, lista­ mað­ur, fer at greiða frá um tankar og hug­skot í sam­bandi við list­a­verk­ æt­l­anina. Harumframt fer Martin Joensen at fram­føra nøkur løg. Á skránni verður kunn­ing um gongdina. Ás­finn Sigvardsen fer at varpa ljós á søgn­ina og søguna um Ma­rmen­ n­ilin. Marjun Nicla­sen, leið­ari á Visit Runa­vík, fer at greiða frá um ferða­vinn­una í øki­num og Mar­ia Jac­ob­sen úr Forna, um gransk­ing av søgnini um Mar­menn­ ilin. Sum um­boð fyri Run­a­vík­ar komm­unu fer Tor­bjørn Jac­obsen, borg­ar­stjóri, at siga nøk­ ur orð. Tiltakið er ókeypis og verð­ur í kvøld 23. apríl kl 19.00 í Elduvíkar kirkju. Aftaná verður fiska­ súp­an og kaffi at fáa í skúl­a­num. Øll eru hjarta­liga vælkomin. Fríðálvur Jensen 60 ár Handilsleiðarin hjá P/F Kaj Andreasen & Co fyllir 60 ár leygardagin Leygardagin 28. apríl fyllir Fríðálvur Jensen í Havn 60 ár. Hann er elsti sonur Elnu- og Andrew Jensen, sum eru úr Nesvík og av Sandi. Systkin hansara eru Maibrith Hansen, Andrew Jensen og Herálvur Jensen. Fríðálvur er giftur við Els­bet Jensen, sum er dótt­ir Sám­al og Jastrud Clem­ent­ sen og tey hava tvey børn: Durita Dahl, gift við Rúna Dahl – soni Eyðgerð og As­ mund Dahl. Tey eiga børnini Vár, Áron og tvíburðarnar Rósu og Nóa. Sonurin eitur Jan Jen­sen, ið heldur saman við Lisu Nyholm Debess – dótt­ir Birgit Debess og Ed­ vard Ny­holm Debess. Fríðalvur hevur ymsar roynd­ir úr millum annað: Byggi-, hand­ils-, trygg­ ing­ar- og televinnuni og hevur eisini royndir inn­an fakfelags- og sam­starvs­ nevnd­ar­ar­beiði við meira. Eftir skúlagongdina fór hann í snikkaralæru og varð út­lærdur bygningssnikkari í 1979. Eftir at hava starvast inn­ an snikkara- og timburyrkið eina tíð, gekk leiðin til heil­ søluna hjá P/F Poul Mich­el­ sen, har hann starvaðist sum goymslu­mað­ur og bil­førari. Tá hann hevði starvast á heil­søluni í umleið 2 ár, fór eg í starv sum kramba­kallur í Hús­búna. Síðani gjørd­ist hann deild­arleiðari í aðr­ari deild, sum P/F Mál­ing­a­hand­ ilin átti. Frá at hava starvast innan handil í umleið fýra fór hann í starv hjá P/F Data. Eftir at eg hevði starvast hjá P/F Data í umleið hálvt­ ann­að ár, fór hann í starv sum tryggingarráðgevi hjá Kjartan Dalsgaard í 1988. Har var uppgávan at selja stórt sæð allar tryggingar – bæði á skaða- og persóns økinum, har stórur dentur eisini varð lagdur á pensjónir. Í 1991 seldi Kjartan Trygg­ ing­ar­stovuna, sum gjørdi, at hann fekk boðið starv sum sølu- og marknaðarleiðari á Før­oya Brunatrygging. – Hetta var eitt sera spenn­andi starv, tí stovn­ ur­in yv­i­rhøvur ikki hevði nakr­an profil, sum vit fingu hjálpt munandi uppá – bæði á profilerings- og rokn­skap­ ar­síð­uni. Annars var høv­uðs­upp­ gáv­an at stuðla sølu­fólk­u­ num, ráð­geva stór­kundu­ num, til­boðs­útrokning og mark­n­að­arføring, sigur Fríðálvur Jensen. – Eitt annað, eg legði stór­ an dent á, var fyribyrging, t.v.s., at ráðgeva um hvussu ein skal fyribyrgja eldi, og hvat skal gerast, um eldur kemur í kortini, sigur hann. – Tað kann nevnast, at vit vóru við í teimum sokallaðu F-døgunum, har umleið 7000 næmingar fingu frálæru um hesi og onnur viðurskifti, sig­ ur hann. Við at hava upplýst um hetta, øktist tænastan og skaðaútgjaldingin minkaði. Eftir at feløgini vórðu løgd sam­an í eitt felag, tók Fríð­álv­ur sær av markn­að­ ar­før­ingini og var ráðgevi hjá stór­kund­unum. Í starvinum á Trygg­ing­ini varð hann av starvs­fólk­u­ num vald­ur til næstformann í sam­starvs­nevnd­ina. Nevnd­ in, tá­sit­andi forstjórin, sum var for­maður, høvdu eitt sera gott sam­starv um ymsu við­ur­skiftini – til tess at fáa loyst ymsu uppgávurnar, tá fel­øgini vórðu løgd sam­an í Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Føroyar. Hann var eisini við at byggja upp fak­felagið Yrk­is­felagið Trygd­in og sat eitt skifti í nevndini. – Eg havi fingið mær út­búgving, á FA-støði, á Trygg­ing­a­rakademinum í Rung­sted. Hetta er ein skað­a­trygg­ing­a­rútbúgving, men havi eg eisini tikið per­ són­modul á støði 3, og havi eisini luttikið innan per­són­ stryggingar á støði 4. Fríðálvur Jensen sigur, at útbúgvingin er ein trygg­ ing­ar­tekn­isk og juridisk út­ búgving - eisini við frá­læru innan kundarøkt, skatta­við­ ur­skifti og almannaveitingar. Av øðrum skeiðum, sum Fríð­álvur hevur tikið lut í nevn­ir hann skeið, sum Svimj­i­sam­band­ið skip­aði fyri við kenda ítrótt­ar­sálar­ frøð­ing­inum Willi Railo, sum hev­ur ráðgivið kendum ítrótt­ar­fólkum og fyritøkum. – Eg má siga, at hetta hev­ ur giv­ið góð hugskot síð­ani. Willi sigur í einari av bók­ um sínum, ”skulu avgerðir tak­ast, krevjast visjónir og mál.” Eitt skeið var innan dir­ect marketing, sum Posta og Post Danmark skipaðu fyri. Hetta var eisini sera á­hugavert, og royndi eg eis­ ini mátan – við góðum úrsliti. Í fleiri ár hevur Fríðálvur Jensen skrivað greinar í Dimma­lætting, Skáa og aðra­staðni, sum hevur givið honum góðar royndir innan før­oyska rættskriving – og sam­skifti annars. – Eg havi eisini skrivað um­mælir um føroyskan tón­ leik í eini 20-25 ár og havi sein­astu 3 árini verið partur av Kvørn­ini í Kringvarpi Før­ oya, sigur hann. Fríðálvur Jensen hevur sitið eitt skeið í stýrinum fyri Sankta Frans- og Komm­ unu­skúlan. Eisini varð hann valdur limur í Barna­vernd­ arnevndini í nøkur ár. 1. mai í 2001 fór hann aftur í byggivinnuna at ar­ beiða, og starvaðist eg hjá Arti­Con, har hann, umframt at arbeiða, sum handverkari varð settur at orða og leggja eina trygdarskipan tilrættis, sum all­arhelst eisini end­aði við eini góðkenning. Árið eftir fór hann í starv sum virk­is­røktari á Kalli (nú Hey) har hann seldi til og røktaði virkiskundar. Eisini arbeiddi hann sum roaming- managari, við uppgávuni at fáa í lag sáttmálar við ope­ra­ tør­ar úti í heimi, um altjóða roaming. Í 2008 varð hann settur sølu- og marknaðarleiðari á Før­oy­aprent – við á­byrgd fyri søluni og markn­að­ar­ før­ing­ini hjá felagnum. Í 2010 fór hann í starv hjá Inn­triv, sum ráðgevi. Í dag starvast Fríðalvur Jensen sum handilsleiðari hjá Kaj Andreasen & Co og fæst hann við mangt ymiskt. Umframt søluna og innkeyp, umsitur hann eisini heimasíðuna, Face­book og hevur ann­ars markn­að­ar­ før­i­ng­ina um hendi. Fríðálvur Jensen hevur havt nógvar starvsroyndir, síðani hann varð útlærdur bygningssnikkari í 1979