mánadagur 23. apríl 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
Roy Orbison og
nýggja 19 ára gamla
kona hansara,
Barbara, í 1969
Jóannes Eidesgaard
farin um pensjónsaldur
Hósdagin fylti Jó
annes Eidesgaard,
fyrrverandi løg
maður, 67 ár
Jóannes Eidesgaard kom upp
í landspolitikk á løgtingsvali
num í 1990, tá Javnaðarflokk
urin fekk eitt rimmar val og
tíggju tingfólk vald. Hann
hevði tá sitið í býráðnum á
Tvøroyri í 10 ár.
Jóannes gjørdist lands
stýrismaður, tá flokkurin
skipaði landsstýri í januar í
1991 við Atla Dam sum løg
manni.
Hetta var ein buldrut tíð,
og á løgtingsvalinum í 1994
misti
Javnaðarflokkurin
helvtina av tingmanningini.
Men flokkurin helt fram í
landsstýri, og tað gjørdi Jó
annes Eidesgaard eisini.
Fram til 1996, tá flokkurin
fór úr landsstýrinum hjá
Edmundi
Joensen,
sum
skipaði nýtt landsstýrið við
Fólkaflokkinum, Sjálvstýr
isflokkinum og Verkamann
afylkingini. Jóannes Eides
gaard gjørdist formaður í
Javnaðarflokkinum í 1996.
Í 1998 var hann valdur í
Fólkatingið, har hann sat til
2001.
Í 2004 gjørdist Jóannes
Eidesgaard
løgmaður,
tá
Javnaðarflokkurin,
Sam
bandsflokkurin
og
Sam
bandsflokkurin
skipaðu
fyrru ABC samgoguna.
Eftir valið í 2008 skipaði
Javnaðarflokkurin CHE sam
gonguna saman við Tjóð
veldinum og Miðflokkinum.
Men hon helt bara frá febr
uar til september, so var
seinna ABC samgongan aft
ur skipað, men við Kaj Leo
Holm Johannesen um løg
manni.
Í 2011 fór Jóannes Eides
gaard frá sum landsstýris
maður og sum formaður í
Javnaðarflokkinum.
Hann
stillaði
ikki
uppaftur
á
valinum
í
2011.
Jóannes
Eidesgaard er í dag formað
ur í Reyðakrossi.
Jóannes er ættaður av
Tvøroyri. Hann er sonur
Jonu (1917-2006) og Erling
Eidesgaard
(1920-1987)
á
Tvøroyri og er giftur við
Anitu, dóttir Johild og Bjarna
W. Joensen úr Froðba.
Jóannes og Annita eiga
tvey børn, Erling og Ingun.
82 ÁR SÍÐANI ROY KELTON ORBISON VARÐ FØDDUR
Kendi amerikanski sangarin, Roy Orbison, hevði fylt 82 ár í dag, um hann hevði livað. Hann doyði bara
52 ára gamal í 1988. Roy Orbison varð føddur í Vernon í Texas hendan dagin í 1936. Hann var ein av
undangongumonnunum í rock and roll-tónleikinum, og hann aktivur tónleikar í fýra tíggjuáraskeiðum.
Frá miðskeiðis í sekstiárunum var hann heimskendur, og øll kendust við balladum hansara um mista
kærleikan, serligu rútmisku tónar hansara, myrku sólbrillurin og ta viðhvørt eyðkendu falsetrøddina í
sangum sum »Only the Lonely«, »In Dreams«, »Oh, Pretty Woman«, »Crying« og »Running Scared«.
Janus úr Dímun, fyrr
verandi bóndi, ættaður
úr Dímun, búsitandi í
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
hósdagin 19. apríl,
94 ára gamal.
Kistan fer úr
Pætur Jón Thomsen,
úr Fuglafirði, vanliga
nevndur Jón andaðist
á Landsjúkraúsinum
í gjár, 62 ára gamal.
Hjørdis Hansen,
Norðragøtu, andaðist á
Mørkini fríggjanáttina,
20. apríl, 81 ára gomul.
Emmy Hermansen,
ættað av Nesi, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikudagin 18. apríl,
87 ára gomul.
Louisa Kjeldsen,
vanliga nevnd Lisa,
fødd Petersen av
Tvøroyri, andaðist á
sjúkrahúsinum í Esbjerg,
20.apríl, 77 ára gomul.
Valdemar Andreas
Simonsen, bakari,
Sørvágur, andaðist á
Ríkissjúkrahúsinum
týsmorgunin 17.
apríl, 71 ára gamal.
Margit Jøkladal, fødd
Durhuus, Fuglafjørður,
ættað av Skála, andaðist
á Eysturoyar røktar- og
ellisheimi mánadagin
16. apríl, 78 ára gomul.
Tróndur Eysturstein,
Leirvík, ættaður úr
Hattarvík, andaðist
mánadagin 16. apríl,
86 ára Gamal.
Leiv Leivsgarð
Mortensen, fyrrverandi
málarameistari, ættaður
av Sandi, búsitandi
í Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygarmorgunin
90-ára gamal.
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
»ZACHARIAS« seianstu sýningar í Havn
Nú verður farið undir
seinastu sýningarnar
í Havn av filminum
ZACHARIAS, sum Teitur
Árnason hevur gjørt
Filmurin varð frumsýndur í
fullsettari høll í Havnar bio
11. apríl. Tilsamans er hann
sýndur fjúrtan ferðir, og
tríggjar sýningar eru eftir:
Mánakvøldið 23. apríl kl.
18.30
Týskvøldið 24. apríl kl. 18.30
Mikudagin 25. apríl kl. 16.30
Miðlarnir hava skrivað
soleiðis um filmin:
Heðin M. Klein, lærari og
høvundur:
»Filmurin hevur eitt still
ført stórbæri yvir sær, sum
listin fær, tá ið hon verður
autentisk og ektað. Byrjanin
og endin settu alt í eitt geni
alt perspektiv.«
Torbjørn Jacobsen, borg
arstjóri í Runavík:
»Kykmyndin kann møgu
liga beskrivast, tað eri eg ikki
førur fyri, heldur vil eg siga,
at hon skal upplivast. Eftir
at hava akað í ein tíma inn á
Langanes aftur, við Bob Dyl
an í kraftblokkinum, mel
ur hon enn í høvdinum, og
tað fer hon ivaleyst at gera
í nakrar dagar afturat - ella
kanska líka leingi sum Burt
urhugur hevur gjørt mær
mun.«
Høgni Djurhuus, útvarps
maður og bloggari: »Zachar
ias og hundurin. Teir sita har
báðir í gamla lastbilinum,
sum ikki vil starta.
Gloymi ongantíð ta upp
tøkuna. Eingin øsing, bara
tol. Hann startar, fyrr ella
seinni. Og tað ger hann,
lastbilurin
við
nýlødda
akkumulatorinum fastspent
um. Frálík løta.
Hetta er alt so slow, so
slow, men kortini gevur hes
in stívi tímin, filmurin um
Zacharias varar, tær nógvar
tímar av upplýsing og lívs
vísdómi. Nógvar tímar at
hugsa.«
Jórun í Dali, arkitektur:
»Eg haldi, at filmurin er
ein flott lýsing av lívinum
úti í Fugloy frá 1940 til 2016.
Filmurin er bæði ein samfel
agslýsing og ein personslýs
ing, sum fer at hava varandi
virði.«
Jóannes Eidesgaard á Tinghelluni í Tinganesi á 50 ára føðingardegi sínum 19. apríl í 2001. Tá
longdist honum og Javnaðarflokkinum aftur í Tinganes
Gud signi Føroyar
– fleiri humanistar
Humanistafelag Føroya
sigur seg hava fingið stóra
framgongd aftan á sjón
varpssendingina
»Gud
signi Føroyar«, sum sjón
varpið hjá Kringvarpinum
hevur sent í seks pørtum,
sum Heini í Skorini hevur
lagt til rættis.
Humanistafelag Før
oya skrivar, at felagið hev
ur havt stóra framgongd
aftan á sendirøðina.
– Felagið gav sína
hugsan til kennar í 4. og
6. parti av »Gud signi Før
oyar«, tá ið fólkakirkjan
og fólkaskúlalógin vórðu
viðgjørd.
Felagið, sum annars
hevur havt 45 limir í fleiri
mánaðir, hevur nú fingið
13 nýggir limir upp á ein
ans tríggjar dagar.
–
Humanistafelag
Føroya fegnast um hesa
stóru framgongd og vón
ar, at hetta er við til at
varpa ljós á vaksandi
ynskið um einar Føroyar,
sum rúmar øllum menn
iskjum, skrivar felagið í
tíðindaskrivi.
Humanistarnir siga seg hava fingið framgongd av
at siga sína hugsan í sjónvarpinum