Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lissy Zachariassen hevur havt sín seinasta arbeiðsdag sum vaskikona í Stranda skúla, har hon hevur vaskað í næstan 40 ár. Ætla at reisa stóran kross á Høganesi Ein borgari á Skálafjørðinum hevur søkt Nes kommunu um eitt økið norðast á Høganesi til at seta ein stóran kross á Vilmund Jacobsen Nes kommuna hevur í skrivi, dag­ fest 22. februar í ár, fingið umsókn frá borgara á Skálafjørðinum, sum søkir um loyvi at brúka eitt økið norðast á Høganesi til at seta ein kross á. Áðrenn umsøkjarin vendi sær til Nes kommunu, hevur hann sjálv­ur havt samskifti við Búnaðar­ stovuna. Hin 22. februar í ár fekk hann at vita frá Búnaðarstovuni, at tá talan er um almenn gagnlig endamál, er tað viðkomandi kommuna, sum eigur at standa fyri møguligum leigumáli av lendi. Umsøkjarin til verkætlanina heit­ir tískil á Nes kommunu um at søkja Búnaðarstovuna um leigu av nevnda lendi at seta ætlaða krossin á. Talan er ikki um byggiloyvi, men hetta snýr seg í fyrsta umfari bert um leigu av lendi til verkætlanina. Nevndir mæla til Á fundi hin 13. mars í ár mælir tekniska nevnd í Nes kommunu til, at kommunan søkir Búnað­ ar­stovuna um at leiga nevnda lendið, og á fundi hin 14. mars tek­ur mentanarnevndin undir við til­mæl­ inum frá teknisku nevnd. Fíggjarnevndin, sum hevur fund hin 16. mars í ár, tekur undir við tilmælunum frá teknisku nevnd og mentanarnevndini í málinum. Á almennum bygdaráðsfundi í Nes kommunu hin 3. apríl í ár sam­ tykti bygdaráðið einmælt at taka undir við tilmælunum frá tekn­isku nevnd, mentanarnevndini og fíggj­ ar­nevndini. Í Nes kommunu siga tey, at byggi­loyvi verður viðgjørt, tá ein ítøki­lig verkætlan fyriliggur. Krossurin skal síggjast Soleiðis, sum In.fo skilir, ynskir umsøkjarin at seta ætlaða krossin á eitt stað í Nes kommunu, sum sæst langan veg - og av so mongum sum gjørligt. Og hetta er ivaleyst eisini or­ søkin til, at søkt verður um loyvi at brúka økið norðast á Høganesi til endamálið. Kunnu venja í Leirvík Vilmund Jacobsen Týsdag 24. apríl klokkan 11 bjóðar Nánd til mót­tøku við ábiti í nýggju endur­venj­ing­ar­ høl­unum í Leirvík. - Vit ynskja at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Í nýggju enduvenjingarhøl­ unum kunnu fólk í Eystur­ komm­unu og Fuglafjarðar komm­unu, sum eru 67 ár og eldri, koma til endurvenjing og til sjálvsvenjing. Í nýggju hølunum eru nógv nýggj og góð venjingartól til venjing. Í Nánd siga tey, at nýggju høl­ini eisini eru karm­ur um heima-og sjúkra­røkt­artæn­ast­ una hjá Eystur­kommunu og Fugla­fjarðar kommunu. Við móttøkuna fer Jóhan Christ­iansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, at bera fram røðu, og Bárður á Lakjuni fer at lut­taka við tónleikainnslagi. Terapeutar fara at luttaka, og møguleiki verður eisini at royna venjingarmaskinurnar. UPP Í ROYK: Eldurin á Plattavirk­ inum á Toftum týsnáttina 27. mars í ár gjørdi av við allan bygningin, og í síðstu viku varð farið í holt við at beina leivdirnar burtur. Urtagarðsprát í Sundalagnum Nú verður høvi at fáa góð ráð og hugskot um, hvussu urtagarðurin kann gerast klárur til summarið Vilmund Jacobsen Hóskvøldið 26. apríl klokkan 18 verður forvitnisligur rundtúrur til ymiskar urtagarðar í bygdunum, Hvalvík og Streymnesi. Haraldur S. Hansen, gartnari, sum hevur Blómuhúsið við Norð­ skála og á Hálsi í Havn, verður við á túrinum. Tað er Hvalvíkar Bókasavn, sum stendur aftan fyri tiltakið, ið er ókeypis og er fyri øllum, sum hava hug at verða við. Á rundtúrinum kanst tú fáa góð ráð og hugskot um, hvussu urta­garðurin kann gerast klárur til summarið.  Høvið verður fyri práti og at lána bøkur, og endað verður við einum drekkamunni. Hetta er ein tilvildarlig mynd, men sum skilst, skal ætlaði krossurin á Høganesi byggjast úr glasi og verða einar 15 metrar høgur