mánadagur 23. apríl 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
Hósdagin 26. apríl
klokkan 13 verður
fyrsta opna
uppboðssølan av
fiskirættindum, tá seld
verða 25.000 tons av
svartkjafti.
Vinnulívið áhuga
fyri teimum ungu
Klaksvíkar kommuna vil nú knýta
vinnulív og ungdóm tættari saman
Vilmund Jacobsen
Á aðalfundi hjá Klaksvíkar
Vinnulívsráði herfyri greiddi
Durita
Samuelsen,
sam
skipari,
frá
verkætlanini
“Ung í arbeiði”, sum í ár verð
ur skipað við ávísum broyt
ingum í mun til undanfarin
ár.
- Arbeiðsplássini í “Ung
í arbeiði” hava undanfarin
ár verið hjá kommunalum
deildum og stovnum, men í
ár verða arbeiðsplássini hjá
privatum fyritøkum eisini
partur av verkætlanini.
Fyri at seta ungu arbeiðs
takararnar í tey størv, sum
hóska seg best til júst teirra
dygdir og áhugamál, skulu
allir umsøkjarar til samrøðu.
Her verður spurt um
áhugamál
og
møguligar
royndir, og við hesum kunnu
arbeiðstakarar og arbeiðs
gevarar “parast” so væl sum
gjørligt - til frama fyri upp
livingina hjá báðum pørtum.
Áhugin fyri verkætlanini
tóktist stórur millum um
boðini fyri vinnulívið.
Tummas Lervig, formaður
í havna- og vinnunevndini
hjá Klaksvíkar kommunu,
fegnast um verkætlanina,
sum við hesum knýtir ung
dómin og vinnulívið tættari
hvør at øðrum.
Vælkomið
fuglavað!
Vilmund Jacobsen
Ivaleyst eru mong tekin
um, at náttúran í havinum
er við okkum aftur, og
at vit tí kunnu vænta
okkum nøkur góð fiskiár,
um góðu umstøðurnar
við gróðuri, nebbasild
og æti halda fram.
Í gjár legði Abraham
Mikladal nakrar myndir
út á Facebook-síðuna
- Fuglar í Føroyum.
Myndirnar vísa eitt
velduga stórt fuglavað
út fyri brimgarðinum
í Leirvík við fleiri enn
3000 havhestum.
Sjálvur skrivar Abraham
Mikladal, at hetta er eitt
satt havhestavað - og at
her eru fleiri enn 3200
havhestar í vaðnum
út fyri Leirvíksbygd.
Ein, sum viðmerkir á
tráðnum hjá Abrahami
Mikladal, er eingin
minni enn Andrias J.
Reinert, sum gjøgnum
mong ár og nærlagdur
hevur fingist við lív í
havinum og uppi á landi.
Andrias J. Reinert var í
fleiri ár stjóri í Fiskaaling,
og orðini hjá honum
á tráðnum eru hesi:
- Vælkomið fuglavað,
mong hava longst eftir
teg aftur at sæð!
Havstovan hevur
gjørt eina talvu -
strikumynd - sum eitt
nú lýsir vistskipanina
á landgrunninum
síðan 1980.
Á strikumyndini sæst eitt
nú, at nógvir pílar í løtuni
peika rætta vegin, hvat
havumhvørvinum um
okkara leiðir viðvíkir.
Her sæst nevniliga, at
kurvar við bæði nebbasild,
smáum djóraæti og
gróðuri peika beint upp
eftir, og tað má sigast
at vera hugaligt eftir
fiskaloysi í fleiri ár.
Osmund Justinussen
segði herfyri, at vit ikki
longur kunnu tosa um, at
fiskurin fer at koma aftur.
- Fiskurin er komin
aftur, segði maðurin,
sum hevur fingist við
fiskivinnu tað mesta
av einari hálvari øld.
EINKI VATN: Orsaka av
arbeiði upp á vatnleiðing við
Laksá í Vági verður stongt
fyri vatninum klokkan 9
týsmorgunin, 24. apríl. Hetta
kemur at ávirka brúkarar yviri
við Kráir, Ósagarð, Bakka
(Kráarveg og Eggjarveg),
Líðina (Líðarveg) og inni á
Oyrunum. Stongt verður,
til arbeiðið er liðugt.
Nóllywood
vendir aftur
til røturnar
Hetta verður níggjunda árið, at tiltakið verður,
og í ár verða umstøðurnar heilt serligar, tí
nú vendir Nóllywood aftur til røturnar
Vilmund Jacobsen
Í ár verður filmsskúlin -
Nóllywood - hildin í Nólsoy
í døgnum, 1.-8. juli.
Men, hvat er Nóllywood?
Nóllywood er eitt films
skeið fyri ung millum 14 og
18 ár. Luttakararnir búgva
og arbeiða saman í eina
heila viku, har tey fáa innlit
í ástøði í filmsgerð og møgu
leikan at gera filmar í felag.
Á skeiðnum verða sterk
vinarbond knýtt, og luttak
ararnir læra ein heilan hóp.
- Vilt tú læra at gera film?
Vilt tú læra at skriva eitt
filmsleikrit, at taka film upp
og klippa ein film saman?
Um hetta er tín áhugi, ert tú
vælkomin at melda teg til
filmssummarskúlan Nólly
wood.
Í ár verða umstøðurnar
heilt serligar, tí nú vendir
Nóllywood aftur til røturnar.
Filmsskúlin verður nevni
liga í Nólsoy, tilmeldingar
freistin er sett til 15. mai,
og tað er avmarkað pláss á
filmsskúlanum.
Um spurningar ella iva
mál eru, eru fólk vælkomin
at seta seg í samband við
Klippfisk, sum stendur aftan
fyri Nóllywood.
Myndina av Norðborg, sum her liggur í
Ánunum, eigur Dávur Winther