mánadagur 23. apríl 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pensjónsnýskipanin
lønar spekulatión og ger
mismun á føroyingum
Óluva í Gong,
forkvinna
Vegna Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Pensjónsnýskipanin, ið hevur verið
ávegis í longri tíð, er nú samtykt
við aðru viðgerð. Sum ætlanirnar
í nýskipanini eru lagdar fram av
avvarandi landsstýriskvinnum, er
hetta eitt frambrot fyri føroyska
fólkapensjónistin. Hetta er tó ein
sannleiki, við stórum avmarking
um. Verandi pensjónsskipan er,
av sonnum sett soleiðis saman, at
hon lønar spekulatión og ger stóran
mismum á føroyingum.
Trý sløg av pensjónsútgjaldum
eru at velja ímillum, tá borgari
ígjøgnum sítt virkna arbeiðslív
sparir upp til pensjón. Hesi sløg
ini eru lívrenta, ratupensjón og
kapitalpensjón. Lívrentan verður
útgoldin til pensjónistin mánaðar
liga, so leingi hesin er á lívi. Ratu
pensjónin verður goldin út mán
aðarliga í 10 ár. Kapitalpensjónin
verður útgoldin í einum, tá pen
sjónsaldur verður náddur. At spara
upp til egna eftirløn, átti at betrað
um tilveruna hjá pensjónistum.
Taka vit kapitalpensjónina, er
støðan tann, at hendan uppsparing
søguliga hevur givið uppspararan
um stóran skattafyrimum. At spara
upp við kapitalpensjón hevur tí
havt stóran dám av spekulatión
við sær. Samstundis hevur tað, frá
samfelagsins síðu, verið illa dámt,
at spart hevur verið upp uppá á
hendan hátt, tí kapitalpensjónin í
roynd og veru kann verða brúkt í
somu løtu, sum hon verður útgold
in. Tá er einki eftir at liva fyri, sum
pensjónistur.
Frá samfelagsins síðu, verður
betri dámt, at borgarin sparir upp
til pensjón, sum verður útgoldin,
so leingi borgarin er pensjónistur.
Hetta er ein av orsøkunum til, at
pensjónsnýskipanin, sum júst er
samtykt við aðru viðgerð, noyðir
borgaran at spara upp soleiðis, at
í minsta lagi 85% av framdari upp
sparingini, verður goldin út sum
varandi veiting.
Fleiri fakfeløg, millum annað
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar
frøðingar, hava sæð tað skilagóða í
hesum fyri langari tíð síðani – langt
áðrenn tosað varð um pensjónsný
skipan. Felagið valdi á sinni, at limir
felagsins skuldu hava alla sína pen
sjónsuppsparing rindaða út sum
eina lívrentu. Orsøkin var tann
einfalda og skilagóða, at pensjóns
útgjaldið, sum limirnir sjálvir hava
spart upp, skuldi verða ískoyti til
alla pensjónstilveruna, og ikki bert
eitt eingangsútgjald at dusa sær
við, tann dagin pensjónsaldurin
verður náddur.
Nú pensjónsnýskipanin er sam
tykt við aðru viðgerð og tí eftir
øllum at døma, verður samtykt við
triðju viðgerð í sama líki, verða allir
hesir skynsomu borgarar, ið hava
spart upp við góðum treysti í eina
lívrentu, veruliga fyri ógvusligum
og ólukkuligum vanbýti.
Orsøkin er einføld. Egin upp
spard pensjón hevur ávirkan á, í
hvønn mun borgarin fær fólka
pensjón. Fyri at geva teimum, sum
við spekulatión fyri eygað og fyri at
spara skatt, eitt herðaklapp, hevur
hendan
spekulativa
pensjónin
als onga ávirkan á fólkapensjóns
utgjaldið hjá hesum borgarum.
Kapitalpensjón verður ikki tald við
í tað inntøkugrundarlag, sum ger,
at tann, ið hevur spart nógv upp í
egnari pensjón fær lægri fólkapen
sjón. Hesir kapitalpensjónsupp
sparar verða í roynd og veru løntir
fyri at hava lopið um garðin, har
hann er lægstur.
Hinvegin verða tey, sum við
sonnum
samfelagssinni,
hava
spart upp við skilagóðu lívrent
uni revsaði. Lívrentan verður full
komuliga tikin við í tað upphædd,
sum ger av, hvørt fólkapensjónin
verður lækkað ella ikki. Við øðrum
orðum førir skynsama uppsparing
in í lívrentu við sær eina munandi
lægri fólkapensjón til hesar borg
arar, sammett við spekulativu borg
ararnar, ið hava spart upp í kapital
pensjón.
Samanumtikið tekur samgong
an tí undir við hesum ógvusliga
órætti og staðfestir við fullum
meiriluta, at tað loysir seg ikki at
hava samfelagssinni. Hetta er syrgi
ligt og ein hóttan móti framtíðar
fólkaræðinum. Hetta má broytast.
Samgongan má endurskoða mót
rokningarháttin, soleiðis at tey,
sum hava spart upp við lívrentu
ikki verða revsaði á henda órímiliga
hátt.
Tórshavn 20.04.2018
KJAK
Tryggingin hjá Føroya
Arbeiðarafelag – Rán
á alljósum degi
Rune Nolsøe
Innlegg mítt tann 20 des. í Portal.fo
og í Sosialinum eftir nýggjár bleiv
ikki svarað soleiðis sum eg hevði
væntað.
Tað er tryggingin hjá Føroya Ar
beiðarafelag (FA) av arbeiðsfólki
sum eg vildi hava avklárað tí eg eri
sera kritiskur til tess.
Fyrst so er tað tryggingarprísur
in sum arbeiðarar í Føroyum skulu
gjalda samanborið við arbeiðsfel
agar í Danmark. Í báum førum er
tað tryggingarfelagið ALKA sum er
útbjóðari.
Harnæst so kalli eg hesa trygg
ingina fyri eitt rán. Tað vil eg so
undirbyggja.
Hvat kostar tryggingin
í Føroyum ?
Hevur tú 40 tíma arbeiðsviku til
minstuløn kr. 125,69 so er ársgjaldi
fyri at verða tryggjaður kr. 3.921,-
Her skal so innroknast skattur
sum er settur til 33% og sum gevur
ein bruttokostnað uppá kr. 5.215,-.
Hettar er tað sum tryggingin kostar
fyri tann einkulta limin.
Er tímalønin kr. 150,- sum fleiri
virkir í dag gjalda so er brutto
kostnaðurin
fyri
tryggingina
(íroknað skatt) kr. 6.224,- árliga.
Íðin arbeiðsfólk sum forvinna
eitt ár kr. 400.000,- skulu gjalda til
svarandi meira (íroknað skatt) kr.
7.980,-.
Og tað er hvørt ár tú skal av við
hesa upphædd.
Hvat gjalda danskir
arbeiðarar sum eru limir
í bróðirfelagnum 3F ?
Mánaðargjaldið í Danmark (DK) er
kr. 40,- og gevur eitt ársgjald uppá
kr. 480,-
Íroknað skatt uppá 33% so gevur
tað ein bruttokostnað uppá kr. 638,-
pr. ár.
Danskir arbeiðarar gjalda tað
sama óansæð hvat ársinntøkan er.
Tað vil siga at tryggingarkostn
aðurin fyri ein arbeiðara í Føroyum
er í minsta lagi kr. 4.577,- meira enn
í DK. Ella fyri eina inntøku í Før
oyum uppá kr. 400.000,- so er trygg
ingin kr. 7.342,- dýrari enn í DK.
Eg meini tí at FA hevur skyldu
til at leggja fram hvat tað er fyri
ein avtala sum tey hava spent
arbeiðsfólk fyri. Hettar er ikki eitt
innanfelagsmál. Tí tey sum verða
trekt fyri gjaldið eru uttanfelags
fólk líkasum felagsfólk.
Rán, hægst á degi
FA rænir arbeiðarar í Føroyum.
Tryggingargjaldið til FA er obl
igatoriskt. Ella tvungið. Tú verður
ikki spurdur um tú er limur í
felagnum ella um tú hevur áhuga í
hesi trygging. Tað verður bara trekt
av hjá arbeiðsgevara og flutt yvir
til FA. Liðugt við tí. Hettar er nakað
undarligt nakað. Og hettar er líkaso
mistonkiligt sum tað er undarligt.
Vit hava eitt rættarsamfelag
við privatum ognarrætti. Ongin
kann leggja hond á tína ogn uttan
við eini ekspropiatión ella við eini
dómarakenning. Og tá skal tú hava
eitt rímuligt varskóð og møguliga
at gerða innsigilsi. Og tú hevur eina
rímuligt kærufreist.
Men her kann FA uttan sam
tykki fara inn og taka ogn tína.
Uttan at spyrja. Uttan at hava góð
kenning. Uttan at tú er limur og
hevur bundið teg til nakað sum
helst. Og tú sum verður rændur
ánar ikki hvat pengarnir fara til.
Hettar er rein bananrepublikk.
Hettar hevur onki við eitt rættar
samfelag at gerða.
Donsku fakfeløgini halda seg
til rættarskipanina. Bæði 3F og
Det Faglige Hus hava tryggingina
sum eitt gott tilboð til limir sínar.
Og tú skal sum limur sjálvur biðja
um at limast inn og sjálvur syrgja
fyri at yvirhalda treytirnar, sosum
at gjalda hvønn mánaða. Hettar
eru góð tilboð sum seta virðing av
arbeiðsfólki í hásæti. Føroya Ar
beiðarafelag er so langt frá hesum
at tað er ræðandi. Hettar er tað ein
kallar rán og góðum føroyskum og
tað hendur hægst á degi.