Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Helgi Dam Ziska endurvann meistaraheitið fyri smátjóður, sum hevur verið telvað í Føroyum seinastu vikuna. Tey bestu í føroyskum flogbólti eru kosin, og í íslendskum hondbólti var Áki Egilsnes í málhýri – her eru stuttsøgdu ítróttartíðindini Pætur Albinus BRIDGE Seinasta umfar í FM fyri lið gjørdist sera spennandi. Áðrenn seinastu dystirnar var liðið hjá Símun Lassaberg bara 0,09 stig framman fyri liðið hjá Allani Dal- Christiansen. Liðini hjá Allan Dal- Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen, Robert Langgaard og Mortan Sólheim Thomsen) og Símuni Lassaberg (Rói á Rógvi Joensen, Árni M. Dam, Balle Mohr) hava ligið í oddinum alla kappingina, tó hevur liðið hjá Símuni ligið fremst. Men í seinasta dystinum í gjár vann liðið hjá Allan seg fram á fyrsta pláss við einum stórum sigri á liðnum hjá Øssuri Winthereig, meðan liðið hjá Símun eitt sindur óvæntað tapti fyri liðnum hjá Høgna Jacobsen. Samstundis vann liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg) seg fram um liðið hjá Símuni, so Bogi endaði á øðrum plássi. HONDBÓLTUR KA av Akureyri og Áki Egilsnes fingu eina flúgvandi byrjan upp á uppflytingarspælið, tá teir í gjár vunnu 24-20 á heimavølli ímóti HK eftir at hava verið á odda 12- 10 í hálvleikssteðginum. KA hevur í ár spælt í næstbestu deildini, har teir blivu nummar tvey, meðan HK spældi í bestu deildini. Eins og í grundspælinum hetta kappingarárið, so var Áki Egilsnes toppskjútti hjá KA. Hann skeyt heili 10 av teimum 24 málunum, og hetta var við til at geva KA eina dreymabyrjan upp á bólkaspælið, har teir spæla best út av fimm dystum ímóti HK. Tað merkir, at liðið, sum fyrst vinnur tríggjar sigrar, sleppur at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. Næsti dysturin teirra millum verður spældur nú týskvøldið kl.20.00 á heimavøllinum hjá HK. FLOGBÓLTUR Á gallaveitslu leygarkvøldið vórðu ársins leikarar, venjarar og dómarar kosnir í føroyskum flogbólti hetta kappingarárið, ið júst er av. Ársins leikarar: Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Anja S. Danielsen (Fleyr). Ársins hevarar: Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Fleyr). Ársins blokkleiakrar: Trygvi Hansen (ÍF) og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (Fleyr). Ársins áleyparar: Steffan Rosenlund Olsen (Mjølnir) og Anja S. Danielsen (Fleyr). Ársins verjuleikarar: Bjarni Larsen (ÍF) og Barbara Herdalur Poulsen (Dráttur). Ársins stjørnuskot: Hjørtur Joensen (SÍ) og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Fleyr). Ársins venjarar: Boban Ilic (ÍF, menn) og Kristian Mikkelsen (Fleyr, kvinnur). Ársins dómarar: Jan Hentze. TALV Helgi endurvann meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa í stórum stíli. Endaliga úrslitið var, at Helgi fekk 8½ stig av níggju í Small Nations kappingini í Klaksvík. Í seinasta umfari í gjár samdust Helgi og stórmeistarin Igor Efimov úr Monako um remis eftir nakrar fáar leikir. Helgi kundi ekkaleysur lagt meira fyri í royndini at fáa níggjunda sigurin í eitt koyr og sostatt vinna kappingina við fullum stigatali, tí sama hvussu gekst í gjár, hevði hann longu vunnið kappingina. Men føroyski stórmeistarin tóktist nøgdur við remis. Helgi var stórfavorittur at vinna kappingina við sínum høga styrkitali, men kortini var avrik hansara ógvuliga sannførandi - bæði úrslitini og sjálv telvingin. Holl fyrireiking við struktureraðum spæluppleggum var aftur grundarlagið undir góðu úrslitunum, men kanska hómaðist eisini heldur spískari broddur í sjálvari telvingini, soleiðis at talv, sum kundu endað jøvn, nú vórðu vunnin. Tað, sum serliga eyðkennir telvingina hjá Helga, er tryggleikin. Grov mistøk koma næstan ikki fyri. Hann heldur javnvágina, og verður sjáldan tikin av fótum. Av tí sama er langt millum tapini. Helgi var ósigraður á 1. borði á føroyska landsliðnum í sterku EM-kappingini í fjør heyst, hóast vit møttu so sterkum liðum sum Spania og Noreg. Í báðum hesum dystum telvaði Helgi remis. Hann var eisini ósigraður í Small Nations kappingini fyri landslið í fjør heyst og í FM-kappingini á páskum. Helgi forvinnur eini tíggju ratingstig fyri úrslitið, og fer tí helst at tátta í eini 2560, tá nýggju tølini koma út. So høgt hevur styrkitalið hjá Helga ikki verið fyrr. Hin føroyski luttakarin, Olaf Berg, tapti í seinasta umfari í gjár fyri Fred Berend úr Luksemburg. Avrikið hjá Olafi var á einari leið, men sveiggini vóru í so nógv, og hann stendur til at missa eini tíggju ratingstig eftir kappingina. Olaf kann kortini fegnast um, at hann var sum tann einasti mentur at koppa stórmeistaranum Igor Efimov. Helgi bestur í smátjóðunum Small Nations 2018 endaliga støðan: NR. NAVN STYRKITAL LAND STIG 1 GM Helgi Dam Ziska 2549 Føroyar 8½ 2 GM Igor Efimov 2407 Monako 7 3 IM Fred Berend 2357 Luksemburg 6½ 4 IM Aloma Vidal 2440 Andorra 6 5 Paris Kleridis 2183 Kýpros 4½ 6 Olaf Berg 2235 Føroyar 4 7 Krysztof Belzo 2103 Jersey 2½ 8 Peter Kirby 1985 Guernsey 2 9 Stelios Theocharous 2099 Kýpros 2 10 Renato Frick 2062 Liktinstein 2