mánadagur 23. apríl 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Kappingin er farin í tvíningar
var yvirskriftin, tá ið punktum í
gjárkvøldið varð sett fyri sjeynda
umfari.
Síðsta bríkslið var í Gøtu, har
Víkingur vann trivaligan 4-1 sigur
ímóti 07 Vestur.
Fimm tey ovastu spældu ímóti
teimum fimm lægst plaseraðu á
talvuni. Burtursæð frá trivaliga
heimasigrinum í Sarpugerði, so
leyp tað millum lítið og einki av, tá
ið favorittarnir vunnu fulla úrtøku.
NSÍ vann kommunuuppgerðina
við Løkin 1-0 ímóti Skála.
-Vit stóðu einki aftanfyri NSÍ, og
vit kundu væl vunnið eitt stig, sigur
Skála venjarin Eyðun Klakstein,
sum er væl nøgdur við avrikið hjá
sínum monnum:
-Men vit megnaðu ikki at um
seta avrikið til mál, og so er tað tor
ført, sigur Skála venjarin.
Hetta var fjórði heimadysturin
hjá NSÍ, ið plagar at verða roknað
sum eitt av liðunum við mest broddi
í álopinum. Soleiðis hevur tað ikki
verið higartil í ár. Burtursæð frá í
3-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur
hevur NSÍ ikki skorað meiri enn
eitt mál í heimadystunum – 0-1
ímóti KÍ, 1-2 ímóti HB og so 1-0 ímóti
Skála.
Tað reið um snarið
KÍ – EB/Streymur 2-0
KÍ varðveitti oddasessin við 2-0
heimasigri ímóti EB/Streymi, sum
ikki hevur vunnið fulla úrtøku í
Klaksvík síðani 2012.
Nógvar
broytingar
vóru
á
heimaliðnum. Jákup B. Andreasen,
sum eftir skaðasteðg hevur verið
nógv á beinkinum, var saman
við Hjalgrím Elttør millum teir
fyrstu ellivu, Hørður H. Askham
var vongverji í høgru, og Jóannes
K. Danielsen, sum higartil hevur
verið vongverji, var fluttur fram
í álopið, har hann plagdi at spæla
í ungdómsdeildunum og eisini á
næstbesta liðnum, áðrenn hann í
fjør varð umskúlaður til vongverja.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
legði heimaliðið seg framum, tá ið
Marni Djurhuus eftir KÍ fríspark
og innlegg frá Páll A. Klettskarð og
í nærdysti við Jákup B. Andreasen
var óheppin at beina bóltin í sítt
egna mál, og spenningurin helt
sær inntil í yvirtíðini, tá ið akkurát
innskifti Steinbjørn Olsen staðfesti
sigurin við fínum skoti. Hetta var
fyrsta málið hjá Steinbjørn í bestu
deildini.
-Vit vóru ikki í Klaksvík fyri at
verja okkum til stig. Stóran part
av fyrra hálvleiki haldi eg, at vit
spældu betri enn heimaliðið, og
eftir steðgin var meiri javnt. Vit
spældu okkum til fleiri góðar mál
møguleikar. Trupulleikin var, at vit
kanska vóru ov fáir í brotsteiginum,
tá ið vit vóru í álopi, og tað bar við
sær, at vit ikki vunnu næstu bóltar
nar frammanfyri málið hjá teimum,
og tí vórðu vit ikki so vandamiklir,
sum avrikið annars legði upp til. Tá
ið vit so løgdu meiri fyri í roynd at
javna, øktu teir til 2-0, staðfestsir
EB/Streyma liðformaðurin Rógvi
Egilstoft Nielsen.
Í fyrstu atløgu varð miðvallarin
Jákup B. Andreasen sagdur at hava
skorað fyrra KÍ málið, men dómarin
skrivaði, at talan var um sjálvmál.
KÍ er framvegis ósigrað topplið:
-Teir vóru tætt við at javna. Tá
stórbjargaði Meinhardt Joensen,
og so vunnu vit fulla úrtøku. At vit
eru ovast á stigatalvuni er sjálvandi
hugaligt, men tað fyllir ikki nógv
hjá okkum. Tað eru 20 umfør
eftir í landskappingini, og júst nú
hava vit fokus á steypadystinum í
Suðuroy mikudagin, sigur Jákup B.
Andreasen hjá KÍ.
Jógvan Skeel bjargaði HB
Suðringar – HB 0-1
Í ein tíma var HB yvirmannað í
Trongisvági, tí Eirikur Magnusar
son longu eftir lítlan hálvan tíma
sá gult fyri seinnu ferð.
Hóast HB hevði bóltin nógv
størsta partin av tíðini, so eydnaðist
tað ikki í vanligu leiktíðini at fáa
bóltin framvið Milos Budakovic,
sum var sannur brandur í heima
málinum.
Tíggju minuttir undan leikloki
varð Jógvan Skeel Nolsøe skiftur
inn á HB liðið. Umframt hann
vórðu eisini Sebastian Pingel og
John Frederiksen skiftir inn:
-Tað snúði seg um at fáa nógv
fólk í brotsteigin hjá mótstøðu
liðnum, og tíbetur eydnaðist tað
at enda at skora eftir at horna
varð lagt innfyri. Eg eri sera fegin
um allar minuttirnar, sum eg fái á
vøllinum, og tað hevði verið øgiligt
vónbrot, um vit ikki høvdu vunnið
fulla úrtøku, tá ið vit so leingi vóru
yvirmannaðir, sigur Jógvan Skeel
Nolsøe.
Ætlanin var annars, at hann
skuldi vera annar av dómarunum
í hondbóltsfinaluni, men tað gav
hann avboð til:
-Eg raðfesti at fara við HB til
Suðuroyar, og tað eri eg fegin um,
sigur maðurin, sum skoraði einasta
málið við Stórá ígjár.
Heimamenninir vóru ógvuliga
vónbrotnir, nú teir annan sunnu
dagin á rað taptu á heimavølli við
einum máli. Serliga tungt kendist
vónbrotið, tá ið tað í ein tíma var
eydnast at halda tørn, hóast HB
støðugt var í álopi:
-Eftir framúr verjuavrikið fóru
vit í skjótt mótálop, sum kundi
verið heilt vandamikið, tí vit vóru
tríggir ímóti tveimum, men tíverri
mistu vit bóltin, og so endaði tað
við, at teir skoraðu sigursmálið,
sigur Búi Egilsson, sum var fremsti
maður hjá Suðringum.
-Hetta er fjórða ferðin, at vit
tapa við einum máli. Í hvussu so
er í trimum av førunum áttu vit
at vunnið úrtøku, eitt nú skoraði
eisini B36 sigursmálið í yvirtíðini,
so tað sigur seg sjálvt, at vit eru
vónbrotnir, sigur Búi Egilsson.
-Um vit halda fram við hug
burðinum, sum vit higartil hava
víst, so fara stigini at vísa seg.
Vatnhamar leikluturin
var stórur
Víkingur – 07 Vestur 4-1
Tað hevur nógvu tey seinastu
árini verið rár hending, at Atli
Gregersen ikki hevur verið í Vík
inga verjuni. Í gjár var hann sjúkur,
og harvið var hann fyri fyrstu ferð
síðani tólvta umfar í fjør ikki á Vík
inga liðnum.
Sølvi Vatnhamar var liðfor
FÓTBÓLTUR
Burtursæð frá í Sarpugerði, har Víkingur vann
trivaligan sigur ímóti 07 Vestur, so leyp tað heilt
lítið av, tá ið favorittarnir vunnu fulla úrtøku
TAÐ ER LÍTIL
MUNUR MILLUM
TOPP OG BOTN
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB:
Burdu ført 2-0 í
hálvleikinum, men ak.
At tapa 2-1 í Gundadali
er eingin skomm, men
mátin. Ikki eitt orð um
dómaran, men men.
Okkara dreingir eiga rós
uppiborið. Frens forever.
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Vit koyrdu alt fram
í móti endanum av
dystinum tað kostar eitt
mál. Øv øv
Saman standa vit sterk.
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Lekkurt at vinna, eisini tá vit ikki spæla so
væl, gypp gypp og gypp. Kom nú niður a
jørðina við hasum bóltinum. Ljóspunktini
vóru Jóannes Danielsen og super sub
Steinbjørn Olsen. Men hold da op. Vit liggja
Nr 1. Koya a KÍ
JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ:
Ikki nakar væl spældur dystur frá okkara
síðu, men tá mótstøðan er SO ófarlig, so
skal ikki so nógv til. Skálamaðurin við
floytuni fekk heldur ikki sín vilja.
Tillukku til Klæmint við máli nr.153. Nú er
nr.200 ikki langt vekk!
Góðir!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Spældu nógv betri fótbólt enn liðið frá
eystara áarbakka í dag, men tað eru málini
sum telja, og okkara kanón var tíverri ikki
rætt innstillað.
Koma sterkt aftur komandi mikukvøld. Go
Skála.