mánadagur 23. apríl 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Klæmint A. Olsen, sum sunnudagin javnaði metið
hjá Jákup á Borg sum mest skorandi leikari í bestu
føroysku fótbóltsdeidlini nakrantíð, sigur at hann
eftir farna kappingarár vandi seg við tankan um, at
hann í ár helst fór at taka metið frá Jákup á Borg
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
André Olsen
NSÍ áleyparin, Klæmint A. Olsen,
útjavnaði
sunnudagin
metið
hjá
Jákup
á
Borg
sum
mest
skorandi leikari í bestu føroysku
fótbóltsdeildini nakrantíð, tá hann í
fyrra hálvleiki í dystinum móti Skála
skoraði einsamalla málið í dystinum
í 1-0 sigrinum hjá NSÍ móti Skála.
Klæmint A. Olsen og Jákup á Borg
deila tí í løtuni báðir metið við at
hava skotið 153 mál í bestu føroysku
fótbóltsdeildini.
Hevur vant seg við tankan
Klæmint A. Olsen sigur, at tað at
hann hevur kunna fingið metið frá
Jákup á Borg ikki hevur fylt so nógv
hjá honum persónliga, men at hann
eftir farna kappingarár vandi seg við
tankan, at hann helst fór at fáa Jákup
á Borg aftur í ár.
Tað at eg nú eri mest skor
andi
leikari
í
bestu
føroysku
fótbóltsdeildini nakrantíð, er ikki
nakað sum hevur fylt so nógv hjá
mær, men sjálvsagt er tað stuttligt. Tá
farna kappingarár var av, visti eg, at
tað vóru bara fýra mál upp til Jákup
á Borg, so tá vandi eg meg við tankan,
at tað skuldi vera í ár, at eg skuldi fáa
hann aftur. Og at vera mest skorandi
leikari í bestu føroysku deildini, er
sjálvsagt ein stórur heiður, sigur
Klæmint A. Olsen.
Eyka søtt at vinna móti Skála
Tað sum Klæmint A. Olsen mest av
øllum fegnaðist um eftir sigurin móti
Skála sunnudagin, var at NSÍ eftir
tveir dystir á rað uttan sigrar, megnaði
at koma aftur á rætt kjøl. Klæmint A.
Olsen helt ikki, at munurin millum
NSÍ og Skála var stórur leikliga.
Vit eru ómetaliga glaðir um at
fáa trý stig móti Skála, og kanska
serliga nú, tá vit í fjør høvdu tað
trupult við Skála. Tí var talan um
eyka søtan sigur. Annars haldi eg, at
talan var um ein spennandi dyst. Tað
var ikki nógvur munur á liðnum, og
skálamenn góvu okkum ein skarpan
gang. Men tíbetur eydnaðist tað
okkum at standa eftir við øllum,
og tað er umráðandi, nú vit undan
dystunum høvdu fingið tvey verri
úrslit, sigur Klæmint A. Olsen.
Minnist best tvey mál
Dysturin sunnudagin var dystur
nummar 255 hjá 27 ára gamla
Klæmint A. Olsen í bestu føroysku
fótbóltsdeildini, og tí er Klæmint A.
Olsen ein lutfalsliga ungur leikari
í fótbóltshøpi. Tað er hugsandi, at
Klæmint A. Olsen skjótt fer at økja
metið sum mest skorandi leikari
nógv, og at hann í langa tíð fer at
vera maðurin, sum fer at vera eltur
hjá eftirkomandi áleyparum. Fyri
Klæmint A. Olsen persónliga eru tað
tvey mál, ið sita fastast í minninum av
teimum 153, sum hann hevur skotið.
Øll mál telja sjálvsagt líka nógv, so tí
hava øll havt líka stóran týdning. Men
summi hava verið vakrari enn onnur.
Tað flottasta málið, sum eg nakrantíð
havi skotið, var við Margáir í 2015, tá
eg skeyt ein heilfluktara í handara
málhorn. Eg haldi meg aldrin hava
troffið ein bólt so væl sum tá. Eisini
minnist eg væl fyrsta málið hjá mær
í bestu deildini. Tað skeyt eg á útivølli
móti B36 í 2009, tá eg javnaði til 2-2 í
einum dysti, sum vit vunnu 2-3. Tað
málið hevði stóran týdning fyri meg
persónliga, sigur Klæmint A. Olsen.
NSÍ hevði størri
málmøguleikar
Sjálv grannauppgerðin millum NSÍ
og Skála sunnudagin var annars
lítið at skriva heim um. Í mun til
málmøguleikar, vann NSÍ dystin
uppiborið, tí serliga eftir at Klæmint
A. Olsen í fyrra hálvleiki hevði lagt
NSÍ á odda 1-0, hevði NSÍ góðar
møguleikar til at økja um leiðsluna
til 2-0. Í báðum førum var tað Øssur
Dalbúð, ið nær við. Í seinna hálvleiki
var talan um dyst, har NSÍ legði seg
aftur at verja leiðsluna, meðan Skála
trýsti NSÍ nógv. Men hóast Skála var
nógv á bóltinum og væl við leikliga,
var tað langt ímillum upplagdu
málmøguleikarnar til skálamenn.
Tí var 1-0 sigurin til favorittarnar
úr NSÍ í lagi útfrá dystargongdini og
málmøguleikunum, men sigurin og
spælið hjá runavíkingum kundu væl
verið meira sannførandi.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
NSÍ-Skála 1-0 (1-0)
1-0 Klæmint A. Olsen, 15.
NSÍ: Tórður Thomsen - Bárður J.
Hansen, Johan Troest Davidsen, Per
Langgaard, Jens Joensen (Pætur
Hentze, 77) - Karl A. Løkin, Fróði
Benjaminsen - Árni Frederiksberg,
Øssur M. Dalbúð (Betuel Hansen,
70), Petur Knudsen (Pól Jóhannus
Justinussen, 65) - Klæmint A. Olsen
Gul kort NSÍ: Jens Joensen
Skála: Karstin Hansen - Ari Olsen,
Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic,
Leivur Joensen - Ólavur Mikkelsen
(Andri Benjaminsen, 70), Niels
Pauli Danielsen, Pætur D. Jacobsen
- Edvin Jakobsen (Haraldur R.
Højgaard, 90), Heðin Klakstein
(Andreas Jacobsen, 85) - Brian
Jakobsen
Gul kort Skála: Jákup Jakobsen,
Heðin Klakstein
KLÆMINT
JAVNAÐI
METIÐ HJÁ
JÁKUP Á BORG