Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Spælarametingarnar: FÓTBÓLTUR Betri deildin 6. umfar NSÍ 1 1 SKÁLA 0 0 Sunnudagin 22. apríl 2018 5 5 5 5 5 6 5 BÁRÐUR J. HANSEN ÁRNI FREDERIKSBERG FRÓÐI BENJAMINSEN KARL A. LØKIN ØSSUR M. DALBÚÐ KLÆMINT A. OLSEN PETUR KNUDSEN 5 5 PER LANGGAARD JENS JOENSEN 5 TÓRÐUR THOMSEN 5 4 5 5 5 5 4 4 5 6 6 KARSTIN HANSEN ARI OLSEN NIELS P. DANIELSEN ÓLAVUR MIKKELSEN PÆTUR D. JACOBSEN EDVIN JAKOBSEN HEÐIN KLAKSTEIN BRIAN JAKOBSEN JÁKUP JAKOBSEN AHMED MUJDRAGIC LEIVUR JOENSEN Dómari: Eiler Rasmussen Eiler Rasmussen 5 - Leiddi sum heild dystin væl, men hevði tvær støður - eina til hvørt liði, har hann skuldi havt latið liðini fingið fyrimun. Í báðum førum kostaði tað lyklastøður. 5 5 JÓHAN T. DAVIDSEN Í leikarametingunum millum NSÍ og Skála var matchvinnarin, Klæmint A. Olsen, leikarin á liðnum hjá NSÍ, ið skoraði hægst í leikarametingunum hesaferð. Klæmint A. Olsen avgjørdi dystin í fyrra hálvleiki við frálíkum skoti og arbeiddi annars væl í álopinum hjá NSÍ, hóast hann í vikuni hevur verið darvaður av skaða. Sum heild eyðkendi annars NSÍ liðið, at fáir aðrir skaraðu framúr, men at avrikið sum heild yvir alla linjuna var miðal ella beint yvir miðal, og tí eisini nokk til at vinna uppgerðina móti Skála. Hjá Skála eru størri sveiggj í leikarametingunum. Bestu menn hjá Skála sunnudagin vóru teir báðir í høgru verjusíðuni, Ari Olsen á høgra bakki og Jákup Jakobsen í miðverjuni. Teir eru eisini teir báðir, ið hava fingið hægst í leikarametingunum. Hjá Skála eru eisini fleiri miðal avrik, meðan Leivur Joensen, Heðin Klakstein og Brian Jakobsen, fingu undir miðal í leikarametingunum. Spælarametingar: Klæmint var dagsins leikari Met-maðurin og matchvinnarin hjá NSÍ sunnudagin, var dagsins leikari við Løkin sunnudagin Fyrrverandi NSÍ venjarin, Anders Gerber, sum í fjør og fyrraárið var venjari í Runavík, og sum nú er venjari hjá Skive í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, sigur at hann minnist tað sum eina frægd at samstarva við Klæmint A. Olsen sum venjari. Tað var ein frægd at samstarva við Klæmint A. Olsen sum venjari í NSÍ, og Klæmint er ein leikari, sum altíð gongur fremst á venjingarvøllinum. Verumátin og gerðirnar hjá Klæmint gera hann til ein náttúrligan leiðara, hóast hann ikki altíð nýtist at rópa so hart, sigur Anders Gerber. Málnøs sum fáur annar Anders Gerber sigur, at størsti eginleikin sum Klæmint A. Olsen hevur sum áleypari er, at hann hevur eina málnøs sum fáur annar. Fyrst og fremst veit hann ófatuliga væl hvar málini verða skotin. Tað er í tí sum vit kalla dangerzone. Og Klæmint er ófatuliga sterkur til at time’a sínar renningar og flytingar í tí feltinum. Hann hevur ein málnøs og er ein fantastiskur avsluttari, bæði tá tað kemur til at avslutta við føtrunum og tá tað kemur til at avslutta við høvdinum, sigur Anders Gerber. Framhevjar eitt mál Anders Gerber hevur serliga hug at hevja eitt mál hjá Klæmint A. Olsen fram um onnur í hansara tíð í felagnum. Tað var í seinnu hálvfinaluni í Løgmanssteypinum í fjør, sum NSÍ vann móti KÍ. Málið hjá Klæmint sum eg minnist best frá míni tíð í Føroyum, var málið til 1-0 í seinnu hálvfinaluni móti KÍ í 2017. Serliga tí at málið var eitt typiskt Klæmint mál, og tí at Árni ikki átti uppleggið – hann átti annars tey flestu. Málið kom eftir eitt inneftirskrúva innlegg frá Bárði Hansen, og tað var nakað sum vit høvdu vant nógv ta tíðina frammanundan. Og so var málið eisini serstakliga viktugt, tí tað var við til at vinna okkum steypakappingina seinni uppá árið, sigur Anders Gerber. Anders Gerber: Klæmint er ein náttúrligur leiðari Fyrrverandi NSÍ venjarin, Anders Gerber, hevur góð orð at bera NSÍ liðskiparanum Maðurin, ið eigur upplegg til flest mál hjá Klæmint A. Olsen í bestu føroysku fótbóltsdeildini, er NSÍ kantsspælarin, Árni Frederiksberg. Árni Frederiks­ berg sigur, at tað serliga er time’ingin hjá Klæmint A. Olsen sum hevur gjørt, at Klæmint A. Olsen sunnudagin javnaði metið hjá Jákup á Borg sum mest skorandi leikari í Føroyum nakrantíð. Klæmint er fyrst og fremst ein orduligur target maður, og hevur verið framúr til at skotið mál. Tað sum hansara størsta styrki er, er at hann hevur ófatuliga góða time’ing sum áleypari. Hóast Klæmint ikki er av størstu monnum, so klárar hann altíð at skalla bólt­in á hægsta punkti, ella kem­ur hann skreiðandi og fær prika bóltin tað seinasta petti innum málstrikuna. Tað er ein fantastiskur eginleiki fyri ein áleypara, sigur Árni Frederiks­ berg. Ein liðspælari av rang Men hóast Klæmint A. Olsen er ein málslúkur, so sigur Árni Frederiksberg, at ein onnur av sterku síðunum hjá Klæmint A. Olsen er, at hann er ein liðspælari av rang. Eisini er Klæmint ein fantast­iskur liðspælari. Og tað er ikki altíð so nemt, tá man eisini er ein málslúkur. Klæmint gevur seg altíð 100% fyri liðið, arbeiðir sum ein hestur og gongur fremst. Kanska ikki í orðum, men í gerðum, og tað er ófatuliga umráðandi, sigur Árni Frederiksberg. Árni Frederiksberg: Hevur ófatuliga góða time’ing Tað sigur maðurin, ið hevur lagt upp til flest mál hjá Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg