mánadagur 23. apríl 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOGBÓLTUR
Sjúrður H. Hoydal
Eftir tvær tættar og spennandi
finalur móti Neistanum, gjørd
ist H71 føroyameistari í mans
hondbólti 2018. Hetta hendi, tá ið
H71 vann 21-19 á heimavølli, eftir at
fyrsti finaludysturin var endaður
við javnleiki 25-25.
Tað stóð á jøvnum millum liðini
heilt til seinastu minuttirnar av
seinnu finaluni, tá ið tað brádliga
eydnaðist hoyvíkingum at leggja
seg tvey mál framum, 20-18, eftir
at teir í tveimum førum revsaðu at
Neistamenn spældu uttan málverja.
Hendan munin fekk Neistin
ikki tikið aftur, og endin varð, at
hoyvíkingar kundu fegnast um 21-19
sigurin og føroyameistaraheitið.
Í upptaktini til finalurnar var
víst á, at smálutir og málverjuavrik
kundu gerast sera avgerandi, og júst
so varð. Annar dysturin kundi lætt
liga verið koppaður til Neistan, um
bet smálutir fullu øðrvísi.
Men
hondbóltur
kann
vera
órættvísur og kanska hevði rætt
vísast verið at bæði liðini fingu gull
heiðursmerkini. Men smálutirnir eru
eirindaleysir, og Neistin má ugga seg
við at liðið fyri fyrstu ferð í eitt longri
áramál er aftur í oddastríðnum í før
oyskum manshondbólti.
Ári Dam: Tað ráddi um
at halda høvdið kalt
Undan finalunum, var sjóneykan
sett á Neistamálverjan, Nicholas
Satchwell, ið eisini spældi tvær
fínar finalur, men eftir dystin var
tað hoyvíksmálverjin, Ári Dam,
ið gjørdist ímyndin av avgerðini.
Seinastu tíggju minuttirnar av
seinnu finaluni hevði hann nevn
liga eina ørgrynnu av bjargingum,
umframt at hann skoraði flestu
málini hesa løtuna, tá ið hann
tvær ferðir sendi bóltin í tóma
Neistamálið. Hetta gjørdist av
gerandi munurin.
Sjálvur segði Ári eftir dystin,
at eftir tveir dystir móta Neista
skjúttunum, eydnaðist tað væl at
lesa avgerandi skotini, serliga frá
toppskjúttanum Rasmusi Søby. Tá
ið Ári so sá, at Neistamálið var opið,
so ráddi um at halda høvdið kalt og
tora at senda bóltin móti tí. Sjálvur
ivaðist Ári um tað fyrra skotið fór
at fara inn, men tá ið hann sá at tað
eydnaðist, ráddi bert um at senda
hann sama stað, tá ið hann fekk
møguleikan aftur.
Jens á Skipagøtu –
Hesaferð ivaðist eg ikki
Ein annar leikari, ið hevði lisið
væl uppá, var superveteranurin í
hoyvíksmálinum, Jens á Skipagøtu.
Hann spældi ein stóran leiklut í
fyrru finaluni, og serliga fyrstu
løtuna av seinnu finaluni, tá ið
hann millum annað bjargaði einum
brotskasti frá Høgna Zachariassen,
ið annars avgreiddi øll síni fimm
brotskøst í fyrru finaluni.
Jens helt tó, at hann átti at tikið í
minsta lagið eitt av brotskøstunum
í fyrra dystinum. Í seinnu finaluni
ivaðist Jens tó ikki, hann lat fyrstu
kensluna ráða, og tað eydnaðist hon
um at bjarga skotinum.
Jens
gjørdist
enn
einaferð
føroyameistari, og sum eftir hvørt
kappingarár ivast hann nú í um
spælt verður aftur næsta kappingar
ár. Hann afturvísur hesum ikki, men
vísir á, at felagið hevur góðar ungar
málverjar og fyrr ella seinni taka teir
við.
H71-venjarin: Tað var
ikki vakrasta spælið
Sonni Larsen, venjari hjá H71, segði
í samrøðu eftir dystin, at hann var
sera nøgdur við úrslitið og tær
broytingar, ið liðið fekk framt í
truplum støðum. Hann staðfestir
tó, at serliga í seinnu finaluni var
ikki hitt vakrasta hondbóltsspælið
at síggja, men leggur dent á framúr
góða stríðsviljan, ið bæði liðini
sýndu.
Yvirhøvur er Sonni væl nøgdur
við kappingarárið, og vísir á, at
liðið hevur verið noytt at spæla seg
saman tvær ferðir. Í fyrsta lagið
eftir frágongdina í fjør, og aftur eftir
hálvt kappingarár, tá ið Peter Krogh
og Hallur Biskopstø skuldu spælast
innaftur á liðið, og eisini koma inn
fyri skaddar leikarar.
Støðan var trupul eftir av
smurningin í steypafinaluni,
staðfestir
Sonni,
men
hann fegnast eisini um,
at liðið reisti seg eftir
steypaósigurin.
Mark Marcher:
Áskoðararnir
fingu spenningin
Mark
er
samdur
við
venjara sínum í, at vakrasta
hondbóltsspælið
ikki
var sýnt fram, men hann
ivast samstundis ikki í at
áskoðararnir fingu nakað fyri
pengarnar.
Hann vísir á at Neistamenn
sýndu fram tvey góð avrik, og ger
greitt at teir vóru heiðurligir, mót
støðumenn, ið elvdu til miklar
trupulleikar, áðrenn avgerðin fall.
Sum flest øll onnur, heldur Mark
at Ári Dam gjørdist tungan á vág
skálini í hesi avgerð, við bæði bjarg
ingum og málum seinastu løtuna av
seinni finaluni.
Hetta er fyrsta føroyameistara
heitið hjá Marki sum leikara, eftir
at hann í fjør einans røkti venjara
leiklutin.
Mark veit tó ikki hvør leikluturin
verður næsta ár, men staðfestir,
at undir øllum umstøðum, heldur
hann fram sum ungdómsvenjari í
felagnum.
Peter Krogh: Vit høvdu
seinastu orkuna
Toppskjútti í finalunum báðum
gjørdist tvíhenti stórskjúttin hjá
H71, Peter Krogh. Hann fekk tíggju
mál í fyrru finaluni og fýra í hini
seinnu.
Men eins og liðfelagin Mark,
gevur Peter heiðurin fyri sigurin
víðari til Ára Dam í málinum.
Peter vísir á, at tað ikki bert var
reint hepni, ið avgjørdi dystin til
fyrimuns fyri H71. Hann heldur at
Neistamenn tóktust nakað troyttari
enn hoyvíkingar í avgerandi løtun
um, og hugsar at hetta var tað, ið
koppaði smálutirnar rætta vegin.
Peter ger eisini greitt, at sjálvur
kendi hann stóran ágóða av teimum
steðgum, ið hann fekk, og nýtir
høvið at rósa ungu leikarunum, ið
loystu hann av í verjuni hesar løtur.
Peter fegnast eisini stórliga um
at vera komin aftur til Hoyvíkar, og
greiðir frá góðu kensluni hann fær
av at spæla hesar avgerandi dystir
í einari fullari høll. “Tað verður ikki
betri enn hetta”, sigur Peter. Hann
vísir á, at hugurin at spæla hondbólti
økist enn meira, tá ið hann sær ungu
fjeppararnar leita sær íblástur frá
mansleikarunum.
Hugurin at royna seg aftur niðri
er sleptur í løtuni, sigur Peter at
enda, og greiðir frá at hann skal
verða pápi enn einaferð, og tað tí
eingin ivi er um, at hann verður
búgvandi í Føroyum, ið hann eisini
umboðar á landsliðnum.
Neistavenjarin: Eg eri
errin av leikarunum
Hóast stóra vónbrotið, er neista
venjarin, Jeppe Borch, sum heild
nøgdur við avrikið hjá sínum
leikarum.
Hann er samdur við øðrum í at
tað eru smálutirnir, ið avgera dystin,
og hann tekur til at onkuntíð skalt tú
hava eitt sindur av eydnu, og bóltar í
fara inn av
stongini og
ikki út.
Hann er tó
skjótur at ynskja
hoyvíkingum
til
lukku við sigrinum, og
leggur dent á, at tað er ikki
av tilvild at teir hava staðið í so
mongum finalum seinastu árini.
Yvirhøvur er Jeppe sera errin av
arbeiðsavrikinum hjá sínum leikar
um, og heldur at teir arbeiddu fyri
myndarliga.
Tað er tó við blandaðum kensl
um, at Jeppe hyggur aftur á kapp
ingarárið. Hann greiðir frá, at hann
er errin av kappingarárinum sum
heild, har liðið so at siga hevur rokkið
teimum málum tað setti sær fyri, og
enntá gjørt tað so væl, at liðið hevur
verið noytt at seta sær hægri mál,
so hvørt sum kappingarárið gekk.
Tað er kortini eitt stórt vónbrot at
tað ikki eydnaðist at gerast Føroya
meistari, men Jeppe er vísur í, at
liðið um nakrar vikur fær litið aftur
á kappingarárið við gleði.
Nú skal Jeppe sleppa at hava
ein lítlan steðg frá at hugsa um
hondbólt, men hann verður aftur
at síggja í Neistanum næsta kapp
H71 er FM vinnari:
ÁRI DAM ÁTTI
AVGERANDI
MUNIN
Bara tvey mál skiltu H71 og Neistan yvir tvær finalur. Tey bæði málini
átti Ári Dam, málverji hjá H71. Avgerandi løtan í seinnu finaluni í Hoyvík
vórðu skotin úr egnum málið og í eitt tómt mál hjá neistamonnum