mánadagur 23. apríl 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ingarár, og ger greitt, at hann trívist
væl í Neistanum, og er glaður fyri
tað arbeiðið, ið hópurin leggur í
venjingina.
Jeppe vil halda fram at menna
neistahópin, og ger greitt, at hetta
fer at krevja nógva arbeiðsorku av
hvørjum einstakum leikara. Har eru
smálutir, ið skulu gerast betri næsta
ár, og so fáa Neistamenn at síggja,
hvussu langt tað fer at bera teir
næsta kappingarár.
sjurdur@sosialurin.fo
FLOGBÓLTUR
Neistin:
Mikkjal Hansen - 7
Verður skiftur inn í fyrru finaluni, tá
ið liðið hevði tað trupult, og hevði
fleiri flottar bjargingar. Misti tó takið
í seinna hálvleiki, og lat Nicholas
koma inn aftur
Nicholas Satchwell - 8
Stóri Neistaprofilurin stóð tvær
avbera góðar finalur, og um
smálutirnir fullu øðrvísi, stóð hann
eftir sum avgerandi leikarin
Carl Herup Olsen – 6
Royndi høgri vongurin spældi avgjørt
tveir góðar dystir, og fekk góð mál
úr spískum. Fekk ikki heilt nóg nógv
burturúr skjótálopunum tó.
Pætur Mikkjalson – 7
Stóð sera væl í miðverjuni saman
við Rasmusi Søby. Var sannførandi í
álopinum, tá ið Neistin spældi við 7
monnum.
Høgni Zachariassen – 6
Gott avrik av unga vinstra vonginum.
Var ósvitaliga tryggur at skjóta
brotskøst í fyrru finaluni, men brendi
eisini nakrar møguleikar.
Tróndur Kragesten – 6
Spældi so at siga bert álop, har
hann serliga í fyrra dystinum var
eyðsýndur við gjøgnumbrotum,
skotum og innspølum. Hevði tað
trupult í seinna dystinum, men stýrdi
spælinum væl.
Jónsvein Dulavík – 6
Ungi bakkurin vísti bæði góða
skotstyrki og kvikleika í løtunum, tá
ið hann avloysti Torkil Hentze.
Torkil Hentze – 6
Spældi meginpartin av dystunum
á vinstra bakki, og hótti væl. Kundi
helst hugsað sær fleiri mál, men
sýndi nøkur sannførandi skot fram.
Rasmus Søby – 8
Var aftur í finalunum høvuðsamboðið
í bæði álopi og verju. Hann legði eitt
áhaldandi trýst, og var óheppin at
hann ikki fekk avgerandi bóltarnar
í netið.
Rune Olsen – 7
Vardi sera væl á bakkinum, har hann
sýndi bæði kvikleika og styrki. Var
ein støðug hóttan í álopinum eisini
og skoraði frálíka væl av strikuni.
Venjari: Jeppe Borch – 7
Setti framúr góða verjuætlan, eins
og venjarin hjá H71. Fekk gjørt
broytingar, við millum øðrum sjey
móti seks spæli. Hetta eydnaðist væl
í fyrru finaluni, men varð revsað í hini
seinnu.
H71
Ári Dam – 9
Sjálv ímyndin av, at FM endaði
í Hoyvík. Stóð eins og hinir
málverjarnir væl aftanfyri eina sterka
verju, men seinastu 8 minuttirnar í
seinnu finaluni var hann avgerðin í
báðum endum.
Jens á Skipagøtu – 8
Skifti javnt við Ára gjøgnum
báðar finalurnar, og hevði nógvar
týdningarmiklar bjargingar.
Serstakliga fyrstu løtuna av
seinnu finaluni, har hann fekk
hoyvíksáskoðararnar upp úr
stólunum beinanvegin.
Mark Marcher – 7
Hevði fleiri avgerandi mál í fyrru
finaluni og skipaði spælið væl.
Var ofta hann, ið leitaði kreativu
loysnirnar fram í álopinum.
Rúni Vest Højgaard – 7
Vardi væl móti Rasmusi. Hevði fleiri
týðandi mál. Millum annað hitt
seinasta í seinnu finaluni.
Bogi Gaard Davidsen – 6
Kom inn í verjuna í seinnu finaluni,
eftir langan skaðasteðg. Vísti stóra
styrki móti Rasmusi, ið hann skiftist
við Rúna at verja. Spældi ikki í álopi
Leivur Mortensen – 6
Ungi vinstri vongurin spældi
góðkent. Lat kanska høgra vongin
hjá Neistanum sleppa nakað lætt
í summum støðum. Sýndi framúr
kvikleika í skjótálopi.
Hallur Biskopstø – 6
Hevði skaðatrupulleikar í seinnu
finaluni, har hann loysti Mark av.
Fekk ikki so nógv burturúr álopinum,
men vardi væl.
Hans Kári Hansen - 6
Vardi nógv á sínum høgra bakki, var
ágangandi sum vanligt.
Sigmundur Dahl – 7
Ovastin í hoyvíksverjuni spældi
meginpartin av báðum finalunum í
miðverjuni, har hann serliga í seinnu
finaluni fekk forðað fyri nógvum.
Sigmundur Nolsø – 6
Skifti við navnan í álopinum, har
hann stríddast væl meginpartin av
báðum finalunum. Fekk ikki nógvar
møguleikar, men avgreiddi teir tá ið
teir komu
Andor Sivertsen – 7
Tók av flest øllum møguleikum
hann fekk. Kundi verið hetjan í fyrru
finaluni um dysturin var trý sekund
longri.
Niklas Hanussarson – 6
Kom bæði inn í miðverjuna og bakkin
tá ið Peter skuldi hava steðg. Loysti
uppgávuna væl.
Peter Krogh - 8
Var eins og Rasmus hjá Neistanum
hin størsta hóttanin í álopinum,
eins og hann var avgerandi í verjuni.
Gjørdist toppskjútti við 14 málum
yvir báðar dystirnar. Tók nógva
ábyrgd.
Venjari: Sonni Larsen – 7
Setti eins og Neistavenjarin, eina
sera sterka verjuætlan. Eydnaðist
við at skifta rætt út, og geva berandi
leikarunum hvíld til avgerðina.
Fyrra finala mikudagin
18. apríl
Neistin 25– 25
H71 (14-14)
Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni
Zachariassen 6, Tróndur Kragesten
4, Torkil Hentze 3, Rune Olsen 2,
Jónsvein Dulavík 1, Pætur Mikkjalson
1, Carl Herup Olsen 1
H71: Peter Krogh 10, Mark Marcher
6, Rúni Vest Højgaard 3, Sigmundur
Nolsø 2, Andor Sivertsen 2,
Sigmundur Dahl 1, Leivur Mortensen
1
Seinna finala
leygardagin 21. Apríl
H71 21 – 19
Neistin (10-11)
H71: Peter Krogh 4, Mark Marcher
4, Rúni Vest Højgaard 4, Sigmundur
Nolsø 3, Andor Sivertsen 2, Leivur
Mortensen 2, Ári Dam 2
Neistin: Rasmus Søby 5, Carl Herup
Olsen 3, Høgni Zachariassen 3, Rune
Olsen 3, Pætur Mikkjalson 2, Jónsvein
Dulavík 2, Torkil Hentze 1
Spælarametingar: