mánadagur 23. apríl 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Serliga í verjupartinum eru vit
betur enn Kyndil og standa ótrúliga
kompakt. Og so var eg eisini eitt
sindur bilsin av, at Kyndil dekkaði
við flatari verju, men tað høvdu vit
fyrireikað okkum uppá.
So einfalt tók VÍF-venjarin, Ingi
Olsen, samanum eftir triðja finalu
dystin millum kvinnurnar hjá VÍF
og Kyndli, sum var í Vestmanna
í gjár. Hesin dystur mátti til, tí
Kyndil vann í Havn mikukvøldið
og VÍF í Vestmanna leygardagin,
so nú skuldi alt avgerast í seinasta
dystinum.
Tað bleiv tað eisini, og spurn
ingurin er, um avgerðin ikki longu
fall í seinasta málinum í fyrra hálv
leiki, tá Durita Christophersen
Jojic í evstu løtu høgdi bóltin inn
við einum fantastiskum skoti, so
VÍF slapp til hálvleiks við eini 10-7
leiðslu.
Hinar báðar dystirnar var tað
endað 10-10 eftir fyrstu 30 minutt
irnar, men tá Kyndil í fyrra hálvleiki
bara fekk eitt mál síðstu tíggju
minuttirnar, samstundis sum VÍF
skoraði fýra ferðir, hekk alt minni
og minni saman hjá Kyndli.
Taktiska trekkið hjá teimum
grønu var at býta um upp á vinstru
og høgru síðu, so Turið Arge
Samuelsen og Marianna Geirsdóttir
Eystberg spældu í vinstru síðu,
men tað gav ikki ynskja úrslitið,
og tá Kyndils-venjararnir sleptu tí
taktikkinum í steðginum og síðani
spældu sum vanligt, var ikki so
nógv at gera.
Orkaðu betur
Tá fyrsti triðingurin av seinna hálv
leiki var farin aftur um bak, hevði
VÍF økt munin upp í seks mál, og
tí gjørdist mótbrekkan hjá Kyndli
øgilig. Kyndil svaraði eitt sindur
aftur, men ikki nóg mikið til upp á
nakran máta at hótta VÍF, ið ógvu
liga avgjørt vísti, at nú skuldi FM-
steypið fáast til høldar.
Nú liðini eitt samdøgur fram
manundan høvdu spælt ein krevj
andi dyst, sum í veruleikanum var
sjálvur kjansurin hjá Kyndli at
gera nakað við VÍF, eftir at
Kyndil hevði vunnið fyrsta
dystin í Havn, kom tað
at hava øgiliga stóran
týdning, hvør hevði
størstu orkuna til
at gera arbeiðið
liðugt.
Kyndil kundi
gera alt liðugt
við
at
vinna
ella spæla javnt
l e y g a r d a g i n ,
men tá tað ikki
eydnaðist,
var
tað heilt týðiligt,
at VÍF kundi gera
sær dælt av støðuni
og ríða á sálarlig
aldukambinum undan
triðja
finaludystinum.
Og tað gjørdi VÍF enntá við
stórari orku.
Vestmannakvinnur
settu
dagsskránna við ferðmiklum spæli
og eini tættari verju, har Kristina
Griksaite í málinum enn einaferð
vísti høgan klassa, samstundis
sum Agnas Olsen var allastaðni og
kanska spældi sín besta dyst alt
kappingarárið.
VÍF vísti styrki
– Eg haldi, at VÍF veruliga vísti ta
styrki, sum vit hava sæð ígjøgnum
alt kappingarárið, og tí bleiv triði
og avgerandi dysturin ein dystur,
ið minti øgiliga nógv um steypa
finaluna, har VÍF flongdi Kyndil
og vann sannførandi. Nakað so
leiðis upplivdi eg eisini henda triðja
finaludystin, sigur Claus Rasmussen,
hondbóltsviðmerkjari hjá Rás 2.
Hann helt stóran mun vera á lið
unum báðum, og serliga hefti hann
seg við tann góða hugburðin, ið
VÍF-kvinnurnar vístu, nú alt skuldi
avgerast.
– Tað lýsti út av kvinnunum hjá
VÍF, at tær vildu vinna og at tær
vildu hetta so øgiliga nógv meira
enn Kyndil, sum onkursvegna
hevði mist gassið úr ballónini eftir
tapið
l e y g a r
dagin. Tað sá slett ikki út, sum
Kyndilskvinnurnar
veruliga
trúðu uppá, at tað kundi lata
seg gera, heldur Claus, ið vísir
á tvey ting, sum hann í sjálvum
spælinum helt vera munin á VÍF
og Kyndli, tá tað kom til stykkis.
– Fyrst og fremst var tað verju
spælið hjá VÍF, sum var nógv betri.
Kristina stóð fantastiska væl í
málinum, og so hevði hon haraftrat
eina krútsterka verju framman fyri
seg. Og so gjørdi tað eisini stóran
mun, at VÍF hevði eina skotstyrki
útifrá, sum Kyndil so at siga slett
ikki hevði.
Eftir eitt flott kappingarár
standa tey í VÍF nú eftir við greipu
ni, tí umframt at VÍF í gjár vann sítt
sætta føroyameistaraheiti, eydn
aðist fyrr í ár at vinna steypakapp
ingina fyri fimtu ferð. Og í báðum
førum er tað fyrstu ferð síðani 2002,
at gullið er endaði Vestmanna.
Hjartaliga tillukku við tí!
VÍF FÓR VIÐ
GREIPUNI
Líka síðani 2002 hava tey í Vestmanna bíðað eftir, at
hondbóltskvinnurnar skuldu vinna okkurt aftur, og nú tað
bragdaði í 2018, gjørdi VÍF bart og vann greipuna. Í FM-finalunum
máttu tó tríggir dystir til, áðrenn VÍF hevði tryggjað sær gullið