Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VÍF Kristina Griksaite – 9 Stóð sterk í málinum og pilkaði mótstøðuna niður, serliga vongspælið. Høgur klassi í øllum trimum dystunum Agnas Olsen – 9 Lyfti spælið enn meira og var klárt besti spælarin sunnudagin, har hon stýrdi øllum frá byrjan til enda Liljan Djurhuus – 6 Var nógv mansvard, so tað var rættiliga avmarkað, hvat hon kundi gera, men stóð seg væl, tá hon slapp Durita C. Jojic – 8 Gekk undan leygardagin og hevði aftur ein stóran leiklut í gjár, har hon kanska lukkaði dystin beint fyri steðgin Jacklin Durhuus – 6 Hóast hon ikki hevur spælt so nógv í vetur, hevði hon týdningarmikla rutinu til teir báðar síðstu dystirnar Kathe Frederiksen – 7 Vísti bæði rutinu og styrki í dystinum í gjár, har hon strammaði seg upp í bæði verju og álopi Heidi Maria Akselsen – 7 Arbeiddi væl á vonginum, serliga í verjustøðu, og dugdi at taka yvir, tá Kyndil fór eftir Duritu Fríða Petersen – 7 Avloysti Kristinu sera væl leygardagin ímóti endanum, kom sunnudagin inn at taka brotskøst Ingi Olsen – 9 Eftir veika dystin mikukvøldið, megnaði hann at venda øllum í teimum báðum seinnu dystunum, tá taktikkurin eydnaðist næstan 100% Kyndil Maja Dragoljubovic – 6 Vísti ikki stórspæl í teimum báðum seinnu finalunum, men tók tó onkrar 100% kjansi, men ov seint Marianna G. Eystberg – 8 Var ikki nóg stór skothóttan í finalunum, men lyfti seg væl upp til dystin í gjár, uttan tó at fáa vent gongdini Bára Krossteig Hansen – 6 Bleiv ikki so spælstýrandi, sum hon plagar, men var eitt nú upptikin av at mansverja Liljuna og partvíst Duritu Ásleyg Súnadóttir – 5 Kappast við Anju um plássið, men fann seg ikki til rættis á óvana plássinum á vinstra vongi Anja Eliasen – 4 Sannførdi heldur ikki í kappingini við Ásleyg um høgra vongplássið, fekk ov lítið burturúr Turið Arge Samuelsen – 7 Mistreivst á høgra vongi í dystinum í gjár, men arbeiddi sum vanligt nógv, uttan at so nógv lukkaðist Súna Krossteig Hansen – 5 Tóktist troytt sunnudagin og var møguliga skadd eftir dystinum leygardagin, tá hon legði nógv fyri Birita Mortansdóttir – 6 Styrkti munandi um verjuna, har hon bjóðaði Duritu av, men fall ikki ordiliga til í spælinum frameftir Bjarta O. Johansen – 6 Hevði rímiliga gott skil á verjuni hjá Kyndli, sum tó ikki í sínum flata líki fekk steðgað VÍF Gudrun Restorff – 5 Kom inn fyri at styrkja verjuna, men fekk eina útvísing beinanvegin og fánaði Flemming Raben – 6 Gjørdi tað øgiliga gott mikukvøldið, men átti ikki meira av góðu taktikki eftir til teir báðar síðstu dystirnar, so tað munaði 3. finala VÍF-Kyndil 22-17 (10-7) Sunnudagin 22. apríl 2018 klokkan 16.00 í ítróttarhøllini í Vestmanna VÍF: Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6 (2), Kathe Frederiksen 3, Durita Christophersen Jojic 3, Heidi Maria Akselsen 2 Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 5 (1), Turið Arge Samuelsen 4, Bára Krossteig Hansen 4, Ásleyg Súnadóttir 2 (1), Bjarta Osberg Johansen 1, Sólja B. Poulsen 1 Dómarar: Christian Eli Zachariasen & Bárður Brimsvík 2. finala VÍF-Kyndil 25-22 (10-10) Leygardagin 21. apríl 2018 klokkan 16.00 í ítróttarhøllini í Vestmanna VÍF: Durita Christophersen Jojic 10, Liljan Djurhuus 6 (4), Agnas Olsen 5, Jacklin Durhuus 2, Heidi Maria Akselsen 1, Sarah Bank Bjerg 1 Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 7 (3), Bára Krossteig Hansen 4, Turið Arge Samuelsen 3, Anja Eliasen 2, Súna Krossteig Hansen 2, Bjarta Osberg Johansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen 1. finala Kyndil-VÍF 19-16 (10-10) Mikukvøldið 18. apríl 2018 klokkan 18.00 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn Kyndil: Turið Arge Samuelsen 6, Marianna Geirsdóttir Eystberg 6 (2), Bára Krossteig Hansen 3, Bjarta Osberg Johansen 2, Anja Eliasen 1, Súna Krossteig Hansen 1 VÍF: Liljan Djurhuus 8 (2), Agnas Olsen 3, Durita Christophersen Jojic 2, Kathe Frederiksen 2, Tóra Seloy 1 Dómarar: Jákup Símun Simonsen & Gunnar Djurhuus Myndir: Álvur Haraldsen Spælarametingar: