Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Kvinnurnar hjá VÍF vinna FM í hondbólti, tá tær í triðju finaluni í Vestmanna vinna 22-17 á Kyndli. Finalan er hart spæld við nógvum tvídystum. Agnas Olsen er toppskjútti við átta málum Ári Dam er stóra hetjan, tá H71 leygarkvøldið vinnur FM hjá monnum í hondbólti. Málverjin stendur avbera væl í seinna hálvleiki, og skorar tvey mál úr egnum máli Helgi Dam Ziska vinnur ósigraður smálanda EM, sum er í Klaksvík um vikuskiftið. Føroyski stórmeistarin er longu vinnari av kappingini, tá hann í seinasta talvinum tekur av remis KÍ er framvegis oddalið í bestu deildin hjá monnum í fótbólti, eftir at teir vinna 2-0 á EB/Streymi. Seks sigrar upp á sjey dystir Jógvan Skeel Nolsøe gevur avboð at døma FM finalu í hondbólti, tí hann skal spæla við HB. Hann endar við at avgera dystin móti TB/FCS/Royn í evstu løtu Mohamed Salah úr Liverpool verður kosin til ársins spælara í Premier League. Leroy Sané úr Manchester City verður kosin til árins unga spælara Áki Egilnes er toppskjútti, tá hann og íslendsku liðfelagirnir í KA vunnu uppflytingingardystin móti HK Anja S. Danielsen og Thorvald Danielsen verða kosin til árins spælarar í flogbóltinum, sum hevur gallaveitslu um vikuskiftið Brandur Hendriksson skiftir frá Randers FC í donsku Superliguni til FH í Íslandi ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jógvan Andrias Skeel Nolsøe Føddur: 20. mai 1995 Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: Ingi Olsen 2: Sonni Larsen 3: KA 4: Næstved 5: 153 mál 6. AS Roma 7. Jógvan Skeel Nolsøe 8. Marianna H. Jacobsen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Kvinnurnar hjá VÍF eru FM vinnari, men hvør er venjari hjá teimum? 2 Og hvør er so venjari hjá H71 monnunum? 3 Hvussu eitur íslandska liðið hjá Áka Egilsnes? 4 Finnur Justinussen skoraði tvey mál fyri danska felagið hjá sær í gjár, men hvørjum spælir hann við? 5 Klæmint A. Olsen er nú árakað metinum hjá Jákupi á Borg sum mest skorandi spælari í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Men hvussu nógv mál er metið? 6 Hvørjum spældi ársins spælari í Premier League, Mohamed Salah, við undan hesum kappingarárinum? 7 Hvussu eitur hondbóltsdómarin, sum skoraði fyri HB heldur enn at døma FM finalurnar? 8 Hvussu eitur spælarin á myndini, sum tekur móti steypinum? Hey Jógvan, tú valdi HB framum hondbóltsfinaludøming í gjár, hvussu ber tað til? Eg var altíð greiður yvir, at um Betri fótbóltur og hondbólturin komu at krevja eina raðfesting, so fór eg at velja tað fyrra. Hóast eg hevði viljað bæði. Hvussu ber til, at tú hevur valt at royna teg sum hondbóltsdómara? Ein partur er at eg eri fyrrverandi hondbóltsleikari og mær dámar spælið, eg havi eisini dømt nógv í lægri hondbóltsdeildunum gjøgnum árini, so tað fall nokkso nattúrligt tá møguleikin bjóðaði seg. Skeldar tú so dómaran minni nú, tá tú kennir hansara leiklut? Haha - eg haldi eg eri eitt sindur meira tilvitaður um, hvussu trupul uppgávan er sum dómari. Av hesum, haldi eg meg skelda minni og vera eitt sindur meira dialog søkjandi, men tað mugu onnur fólk helst døma um. Hvussu var at avgera ein dyst fyri HB, tað er nakað síðani seinast? Tað var ómetaliga lekkurt, seinast eg spældi ein dyst fyri besta liðið hjá HB var í fyrru hálvu í 2013. Kundi ikki ynskt mær eina betri byrjan. Hvussu langt kann HB røkka, nú eru tit numar tvey? Eg fari at geva tær standard svarið í “bókini fyri keðilig interview” og siga, at vit taka ein dyst á gangin og royna at byggja á momentum og framvegis kunnu mennast í fleiri facettum av spælinum. Munurin er viljin, sum hevur eyðkent okkum í alt ár Durita C. Jojic, sum gekk á odda í FM finalunum hjá VÍF Eg hevði lisið væl upp á. Hasi seinastu skotini visti eg, hvar hann fór at skjóta Ári Dam, málverji hjá H71, um góða seinna hálvleikin hjá honum móti Neistanum Eftir tíggju ár í bestu deildini vann Liljan Djurhuus sunnudagin FM fyri fyrstu ferð. Hon og liðfelagirnir í VÍF fegnast um greipuna Myndin hesa vikuna: