mánadagur 23. apríl 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Hond
bólt
urin tá
hann
er best
Hondbóltskappingarárið er nú komið at enda,
og tíðin er komin at hyggja aftur á eitt langt
kappingarár. Tað er nógv positiv ting at taka fram,
men tað eru tíverri eisini nakrar afturvendandi
trupulleikar. Onkrar sum vit kunnu gera nakað
við, meðan aðrir verða torførari at ávirka – so sum
fráflyting.
Tað er at gleðast um, at Hondbóltssambandið hevur
hoppað við báðum beinum í altjóða hondbólt. Tað
er nokk ongi ivi um, at U21 landsliðslittøkan til HM
endaspælið í Algeria hevur gjørt sítt til, at nógv ljós
er varpað á føroyskan landsliðshondbólt.
Ein avleiðing av góðu avrikunum í Algeria er, at
fleiri av okkara bestu mansspælarum eru farnir av
landinum at spæla hondbólt. Tað sást væl á dygdini
í kappingini tey fyrstu umførini. Hinvegin er at
gleðast um, at eitt nú Team Klaksvík ikki longur er
eitt “walk over”. Tað ger botnstøðið í kappingini eitt
vet hægri, men tað er enn langt á mál.
Eg tosaði ein hondbóltskønan, sum helt fyri at
kvinnukappingini ongantíð hevur verið so veik, sum
í ár. FM finalurnar vórðu spældar við fullari ferð og
tað sást lítið til, at talan hevur verið um eina heldur
óspennandi kapping í ár, nú tá Neistin eisini datt
niðurfyri. Tað er í stóran mun bara VÍF og Kyndil,
sum javnt hava verið á einum nøktandi stigi.
A-landsliðið hjá bæði kvinnum og monnum hevur
hvat tað trupult. Tey eru væl aftanfyri mótsøðuna
og tað tykist sum, at tað er avbera langt á mál.
Ikki bara á vøllinum, men eisini í hugburðinum og
tilgongdini til altjóða hondbólt. Tað er vónandi í holt
við at broytast.
FM finalurnar vísti hondbóltin, tá hann er best.
Nú er avbjóðingin at fáa tað at røtta longri enn til
finalurnar.
Til lukku til VÍF og H71!
trondur@sosialurin.fo
Milos Budakovic (TB/FCS/Royn)
Málverjin hjá Suðuroyingum var dagsins
maður við Stórá sunnudagin, har hann
leingi helt undirmannaðu Suðuroyingunum
inni í dystinum við góðum bjargingum.
Gilli Samuelsen
(07 Vestur)
Mest eyðsýndi leikari hjá 07
Vestur í Gøtu sunnudagin, var
vongspælarin, Gilli Samuelsen,
sum í seinna hálvleiki eisini
kom á máltalvuna. Hjá 07
Vestur komu tær flestu farligu
støðurnar ígjøgnum kvika
leikaran.
Jákup B. Andreasen (KÍ)
Hóast Jákup B. Andreasen enn er ungur
í fótbóltshøpi, er miðvallarin millum
týdningarmiklastu leikarar í hópinum hjá KÍ.
Fyllir nógv á miðvøllinum, og kom eisini á
máltalvuna móti EB/Streymi.
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Ársins leikari seinastu tvey árini hevur higartil í
ár ikki verið eins eyðsýndur og hann hevur verið
seinastu tvey árini. Men móti 07 Vestur sunnudagin
var eitt sindur á tí gamla lagnum á Sølva
Vatnhamar. Var eyðsýndur og fekk eitt mál uppá
brotsspark.
Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Skrivaði søgu tá hann avgjørdi dystin móti Skála sunnudagin, har
hann gjørdist mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini
nakrantíð saman við Jákup á Borg. Ein málrevur av rang.
Bjarki Nielsen (AB)
Ungi vongspælarin hevur verið
eyðsýndur hjá uppflytarunum í
AB higartil í ár, og í Gundadali
sunnudagin, var B36 fleiri
ferðir um ein háls av Bjarka
Nielsen. Hevði skot á stongina
og var sum heild við í nógvum
hjá AB.
Semir Hadzibulic (KÍ)
Spælfordeilarin á liðnum hjá KÍ var sum
heild eyðsýndur við Djúpumýru sunnudagin.
Serliga dugir hann væl at finna opnandi
avleveringina – og ofta hevur hann
triðseinasta fótin á málmøguleikum.
Ari Olsen (Skála)
Kviki og orkufulli bakkurin
hjá Skála var mest eyðsýndi
leikarin hjá Skála í dystinum
móti NSÍ sunnudagin. Vardi
sum heild, og var raskur at
koma niðan við í álopsstøður.
Odmar Færø (B36)
Odmar Færø var matchvinnari
í dystinum millum B36 og AB
sunnudagin, og harumframt
var B36 liðskiparin eisini
millum teir bestu hjá
heimaliðnum. Er fysiskt
yvirlegin í deildini.
Adrian Cascaval
(Víkingur)
Nýggi verjuleikarin hjá Víkingi úr
Moldova sær út sum ein fongur
fyri tvífaldu føroyameistararnar.
Ímóti 07 Vestur sunnudagin var
útlendski leikarin sannførandi í
verjuspælinum.
Alex Mellemgaard
(B36)
Kom á vøllin í hálvleikinum
fyri B36, og var sjónskur ta
løtuna sum hann spældi. Kom
í nógvar farligar støður, og átti
eisini útjavnandi málið til 1-1
fyri B36.
Heimir Guðjónsson
(HB)
Hesa ferð er eingin HB’ari á
vikuliðnum, men HB eigur
venjaran. At HB fer til Suðuroyar
og megnar at vinna enn ein dyst
móti endanum, er í stóran mun
at takka venjaranum. Tí er Heimir
Guðjónsson venjarin hesa vikuna.
LIÐIÐ HESA
VIKUNA