týsdagur 9. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 214 - 9. november 2004
Nr. 214 - 9. november 2004
31
FIMLEIKAFAGNAÐUR
orð: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Størsta tiltakið, sum før-
oyskur fimleikur skipar
fyri. Somikið stór vóru orð-
ini, sum vóru á matarlepan-
um til fimleikafagnaðin.
Og læt tað eisini verða
sagt alt fyri eitt. Orðini
vóru ikki ov stór. Talan var
um framúr framførslur úr
enda í annan.
Munur var á
Tað vóru tó ávísir munir í
framførslunum. Tað stóð
heilt skjótt greitt, at vinnar-
in av kappingini fór at
verða antin Havnar Fim-
leikafelag ella Fimleika-
felagið Støkk.
Meira enn hinar báðar, so
vóru framførslurnar hjá
hesum gjørdar við eini
kapping fyri eygað. Skilt á
tann hátt, at hesi lið tordu at
profilera einstakar fimleik-
arar meira enn onnur, og tí
framførslur teirra í størri
mun bóru dám av elitufim-
leiki.
Harvið verður ikki sagt,
at framførslurin hjá Flog og
Ljósinum ikki vóru góðar.
Tí tað vóru tær. Heldur var
tað so, at hesi feløgini í eins
stóran mun løgdu dent á tað
sosiala elementið, sum eis-
ini er í fimleikafagnaðin-
um. Nevnliga at hetta er ein
kapping, har allir fimleik-
ararnir í felagnum hava
møguleika at vera við.
Hartil var eisini ein annar
hampuliga stórur munur í
framførslunum. Evnið, sum
feløgini høvdu fingið at
tulka, var bíbliusøgur, og
tað í sjálvum sær er jú eitt
ógvuliga vítt begreb.
Og tá evnið er somikið
rúmligt, so er vandin eisini,
at framførslurnar skulu
fevna um ov nógv. Serliga
var hetta hjá Ljósinum, sum
hevði eina framførslu, har
tað ofta var trupult at fylgja
ymsu lopunum í tíð og stað.
Her serliga hjá Støkk lætt-
ari at fylgja søgugongdini,
eins og tað eisini var tað hjá
Havnar Fimleikafelag.
Bardagi milum gott og
ilt
Fyrst á pallin vóru fimleik-
ararnir úr Flog. Í størri mun
enn hini feløgini, so vóru
tað yngstu fimleikararnir,
sum sluppu framat í teirra
sýning, og tað merkti
koreografiina, sum ikki var
heilt so kompleks, sum hjá
nøkrum av hinum íðkar-
unum.
Hinvegin, so megnaði
liðið sera væl at gera nýtslu
av teimum visuellu effekt-
unum, sum myrki salurin
gav. Tey høvdu valt at
ímynda kongar í bíbliusøg-
uni, og ikki minst var hug-
takandi at síggja, hvussu
bardagin gekk, tá tað illa
vildi vinna á tí góða. Uttan
at hetta tó eydnaðist.
Hugtakandi
krossfesting
Næsta liðið var Havnar
Fimleikafelag, sum seinni
skuldi vísa seg at gerast
vinnari av kappingini.
Hóast tíðarskeiðið, sum
tey vildu sýna, var breitt –
líka frá skapanini og fram
til
krossfestingina,
so
høvdu tey sett eina skrá
saman, sum ógvuliga ítøki-
liga sýndi hetta evnið. Eftir
at
sjálv
skapanin
var
ímyndað, sóu vit Adam og
Evu, sum við bløðum á
kroppinum syndaðu í Ed-
ens garði. Seinni kom so
ferðin hjá Móses, tá hann
skuldi føra fólk sítt úr
Egyptalandi, og so at enda
Jesu føðing og líðing.
Ikki minst var hetta sein-
asta ein sera hugtakandi
partur. Serstakliga var talan
um sterkar ímyndir, tá
krossurin varð borin út á
Golgata, og so sjálvandi
eisini sjálv krossfestingin.
Her sóust tríggir fimleikar-
ar á hvør sínum krossi. Um
teir við vilja høvdu latið
vera við at raka sær, ella um
hetta bara er teirra dagliga
ímynd, skal vera ósagt, men
tað hóskaði væl til mynd-
ina, og áskoðararnir lótu
heldur ikki nakran iva vera
um, at talan var um eina
framúr framførslu.
Skrivaðu við neon
Sjálvur hevði yvirritaði
blaðmaðurin einamest glett
seg til framførsluna hjá
Støkk. Serliga tí hetta felag
tær báðar seinnu ferðirnar
hevur havt eina heldur
óítøkiliga framførslu, sum
veruliga hevur givið tank-
unum loyvi at ferðast.
Í so máta var talan
kanska um lítið vónbrot
hesaferð, men tað merkir tó
ikki, at framførslan var eitt
vónbrot. Við somikið ítøki-
ligum myndum, at tær eins
væl kundi verið skrivaðar
við stórum neon-stavum,
varð greitt frá lívi Mósesar.
Fyri at ímynda hetta nýtti
felagið tríggjar íðkarar, sum
á hvør sínum aldursflokki
høvdu leiklutin sum ávíka-
vist tann ungi, tann vaksni
og tann gamli Móses.
Tónleikarliga
riggaði
framførslan eisini framúr
væl. Tónleikurin var soleið-
is við til at mynda huglagið
í søgugongdini, og ikki
minst skapti tað ein heilt
serstakan stemning í høll-
ini, tá ein rock-útseting av
gullkálvinum hjá Kára P.
ímyndaði dansin um gull-
kálvin. Hesin gekk so lysti-
liga, inntil Móses sjálvur
kom oman av fjallinum.
Ljós í Ljósinum
Seinast á pallin var Ljósið,
og eisini tey høvdu eina
vakra framførslu. Hon leið
tó undir, at evnini í fram-
førsluni vóru so nógv og
somikið víðfevnd, at tað til
tíðir var sera ilt at fylgja,
hvar í søgugongdini tey nú
vóru.
Men framførslan hevði tó
avgjørt síni hæddarpunkt.
Ikki minst var tað flott at
síggja, tá fimleikararnir
framdu skuggamyndir av
Jesu føðing. Hetta við hjálp
av hvítum løriftum, sum
vóru upplýst av littum pro-
jektørum.
Og
onkursvegna,
so
spældið ljósið eisini eina
serstakan leiklut í fram-
førsluni hjá Ljósinum. Um-
framt áðurnevndu skugga-
myndir, so sást hetta eisini
aftur í fyrsta og seinasta
táttinum í teirra framførslu,
og á hendan serstaka hátt
varð líka sum undirstrikað,
at hetta var Ljósið.
Framúr
Tað er altíð trupult at taka
samanum eitt somikið stórt
tiltak, sum Fimleikafagnað-
urin er, men tað skal eingin
ivi valda um, at hetta er
nakað av tí flottasta, sum
føroyskur fimleikur hevur
at bjóða. Og fyri tað eisini
nakað av tí flottasta, sum tú
kanst síggja á palli her í
Føroyum.
Hóast tað sjálvandi er
sjálvur fimleikurin, sum er
í miðdeplinum í framsýn-
ingunum, so megnar eisini
tann ókunnugi áskoðarin at
fylgja við í gongdini, og øll
kunnu so eisini hava sína
meting um, hvør framførsla
var tann vakrasta.
Tað høvdu dómararnir so
eisini, og fagnaðurin á liðn-
um hjá Havnar Fimleika-
felag var ovurstórur, tá tað
varð kunngjørt, at teirra
framførsla varð kosin sum
tann besta. Ikki minst
mundi tað kennast sum ein
góður máti at byrja fim-
leikaárið uppá, nú felagið
stendur fyri 95 ára degnum,
og frá hesum síðum skal
eisini vera givið eitt hjarta-
ligt tillukku.
Tað vakrasta vakra
Krossfestingin á Golgata var uppsett sum
punktum í framúr framførsluni hjá Havnar
Fimleikafelag
Ikki minst var tað flott at síggja, tá Ljósið framdu skuggamyndir
Flog hevði eina vakra framførslu, har bardagin millum gott og ilt á hugtakandi hátt varð
framførdur
Móses – her í miðlingaútgávuni – var høvuðstema hjá Støkk, sum hesaferð hevði eina sera
ítøkiliga framførslu
Ein vinnari skuldi kjósast. Og nú felagið stendur fyri 95 ára
degnum, mundi sigurin hesaferð kennast eyka fløvandi hjá
Havnar Fimleikafelag
Tíggjundi fimleikafagnaðurin stóð einki aftan
fyri teir undanfarnu níggju.Við rørslum, ljósið
og ljóðið vóru fýra framúrskarandi framførslur
á skránni. Endin varð, at Havnar Fimleikafelag
stóð sum vinnari av degnum, men í veru-
leikanum mundu øll í salinum vera vinnarar