Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 9. november 2004 33 Um vikuskiftið helt Heimamissiónin 100 ára føðingardagshald sítt suðuri í Vági, her arbeiðið byrjaði í 1904. Hildið varð fram mánadagin í høvuðssætinum norðuri í Nesvík, hagani virksemið í dag verður samskip- að. Gestir úr øllum landinum hava verið við til hátíðarhaldini, teirra millum løg- maður Jóannes Ejdesgård, Jógvan á Lakjuni, mentamála- ráðharri og bispurin, Hans J. Joensen HÁTÍÐARHALD Snorri Brend Mánadagin 8. november vóru liðin 100 ár síðani Heimamissiónin sum rørsla sá dagsins ljós. Og hetta fór heldur ikki aftur við borð- inum uttan markering. Skipað varð tí fyri fleiri tiltøkum bæði fyri børnum, ungum og vaksnum í Vági, og aftur mánadagin - sjálv- an stovningardagin - við tiltøkum fyri børnum, ung- um og vaksnum í Leguhús- inum í Nesvík, sum sam- stundis er høvuðssætið hjá Heimamissiónini í Føroy- um. Til hesi bæði stóru tiltøk- ini hava Heimamissións- fólk at savnast í stórum tali, eins og gestir aðrastaðni frá. Teirra millum er menta- málaráðharrin, sum bar fram heilsu við tiltakið mánadagin. Í eini heilsan til Heima- missiónina, sum verður endurgivin í málgagni teirra "Trúboðin" tekur hann m.a. soleiðis til um týdningin hjá hesi rørsluni: - Tað er trupult at seta orð á tann týdningin, sum arbeiðið hevur havt hesi seinastu 100 árini. Eg veit, at rørslan er stór og er næst- an í hvørjari bygd í land-in- um. - Uppgávan er fyrst og fremst at boða boðskapin um Kristus út, og síðani at fólk skulu halda seg til hansara. Persónliga hevur hetta havt stóran týdning fyri nógv fólk, men tað hevur eisini havt týdning fyri samfelagið og til dømis vinnulívið, sigur altso Jógvan á Lakjuni. Fyri allar aldursbólkar At tiltakið júst varð lagt í Vági er ikki av tilvild. Tað var júst í Vági, at tann fyrsti trúboðarin hjá Indre Missi- ón í Danmark, Axel Frede- rik Moe steig í land hin 8. november í 1904. Ein kann tí siga, at hátíðarhaldið verður hildið á heimligari grund. Tiltakið í Vági, sum skal markera hesa stórhending- ina, byrjaði fríggjakvøldið og helt áfram til sunnu- kvøldið. Leygardagin var barnatiltak í Vágs kirkju, har barnakórini í Sumba og Hvalba syngja, og har Petur F. Johannesen talaðu. Leygarkvøldið vvar ung- dómsmøti fyri alla oynna. Sunnudagin var guds- tænasta í Vágs kirkju, sum prestarnir Patrick de Neer- gård og Bergur D. Joensen høvdu. Eftir gudstænastuna var døgurði í VB-húsinum. Tiltøkini í Vági endaðu við møti sunnukvøldið, har fólk úr missiónshúsinum á Tvøroyri sungu, og Regin Høgnesen úr Leirvík talaði. Samanumtikið varð alt væleydnað, og fylktust fólk fjølment til tey mongu tiltøkini. Føðingardag í Nesvík Í gjár var føðingardagstil- takið í Leguhúsinum í Nesvík. Tað byrjaði við barnatiltaki, har millum annað Ásbjørn og Absalon luttóku. Seinni vórðu heilsanir bornar fram, mill- um annað frá Hans J. Joen- sen, bispi og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Klokkan 21 er ungdóms- cafe, har Jákup Justinussen og fleiri sungu. Fleiri framsýningar við gomlum myndum og annað eru eisini bæði í Vági og í Nesvík. Bókaútgáva Í sambandi við 100 ára til- tøkini, kemur eisini 2. bind í røðini um kirkju- og missiónssøguna út. Tað er Johs. Andr. Næs, ið hevur savnað saman og skrivað tilfarið. Fyrsta bindið bar heitið "Varðar á kirkjugøtuni", meðan hetta ber heitið "Í Leirum og úr Leirum". Henda bókin viðgerð ta kirkjuligu støðuna næst- seinasta aldarskifti og mill- um annað tveir av prestun- um, ið vóru í Hvalba, Einar Michael Riise og Frantz Busch. Hesir vóru við at leggja lunnar undir og byrja Heimamissiónsarbeiðið í Føroyum fyri 100 árum síðani. Bókin er 190 blaðsíður og kostar 200 krónur. Bókin verður at fáa bæði á tiltakinum í Vági og í Nesvík. Helt 100 ára føðingardagin á heimavølli Frá 100 ára haldinum í Vági um vikuskiftið Myndir Trúboðin 33 32 Nr. 214 - 9. november 2004 Munurin staðfestur Bæði botnliðini vórðu snøgt sagt smurd av, tá dystir í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru á skránni fríggjakvøldið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tveir hondbóltsdystir í bestu kvinnudeildini vórðu leiktir fríggjadagin. Í báð- um førum var talan um topp móti botni, og í báðum førum gjørdist talan eisini um stórsigrar. Á Giljanesi tók Søljan ímóti Kyndli, og her var einki at rafla um. Søljan legði sjógv ímillum alt fyri eitt, og longu eftir fyrstu fáu minuttunum tóktist spurn- ingurin bara vera, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Tað endaði við, at 25 mál vóru á muni, og so tykist Søljan vera komin aftur á beint, eftir at dystirnir móti bæði VB og Stjørnuni vórðu taptir. Skipanin? Søljan er tó framvegis á fjórða plássinum, tí eisini VB hevði dyst sama kvøld. Hesin var í Runavík, har Tjaldur heldur til, og ein og hjá Søljuni, so vísti hetta seg at vera ein yvirkomulig upp- gáva hjá kvinnunum úr Vági. Heilt so stórur sum á Giljanesi var munurin tó ikki, men spenningurin var á leið tann sami. Nevnliga eingin. Og dystirnir undirstrik- aðu sum so eisini, at mun- urin millum tey ovastu fýra og tey niðaru fýra í bestu deildini er rættiliga stórur. Stjørnan, Neistin, VB og Søljan tykjast longu nú at spæla í eini deild fyri seg sjálvan, og sum kappingin sær út nú, so er spurningur- in, hvørt tað ikki vildi verið rætt, um broytingar vórðu gjørdar í skipanini, soleiðis sum ætlanin var. Tað vildi í øllum førum givið nakrar meira intensar dystir, enn teir sum vóru á skránni fríggjakvøldið. Tjaldur-VB 17-39 (10-20) Málskjúttar Tjaldur: Vesna Tomajek 6 (2), Heidi Heinesen 3, Kristine Ellingsgaard 2, Anni Højgaard 2, Julianna Rasmussen 2, Anna Hansen 1, Kirstin Jacobsen 1 VB: Daiva Tuomaite 11 (5), Aukse Vysniaskaite 8, Rannvá Augustinussen 7, Christina Holm 4, Laila Jesp- ersen 4, Margreth Augustinussen 3, Arnleyð Hjelm 2 Brotskøst: Tjaldur 4, VB 6 Útvísingar: Tjaldur 3, VB 0 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Sámal Hansen Søljan-Kyndil 35-10 (16-5) Málskjúttar Søljan: Nicoleta Radu Hansen 14, Lina Andriulyte 6, Heidi Maria Akselsen 5, Arnleyg Haraldsen 4 (4), Hertha J. Simonsen 4, Jana Jacobsen 2 Kyndil: Randi S. Wardum 4, Súsanna Petersen 3, Anja Midjord 1, Lotte Sørensen 1, Linda Weihe 1 Brotskøst: Søljan 4, Kyndil 1/ Útvísingar: Søljan 4, Kyndil 5 Dómarar: Uni Wardum & Hartvig Joensen FAKTA MB noktaði fyri at geva FSF dómara- seðilin fríggjadagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ein partur av úrskurðinum hjá FSF í samband við trætuna millum MB og SÍF var, at feløgini undan seinna dystinum skuldu lata dómaraseðlarnar til dystin inn í seinasta lagi fríggjadagin kl. 17. Hetta varð tó ikki góð- tikið av MB, og fríggja- kvøldið kundi so staðfestast, at eingin seðil var komin. Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini sigur, at sambært úrskurðinum hjá nevndini, so merkir hetta í fyrsta lagi, at dysturin leygardagin varð tikin av skránni. Hann vil tó ikki siga, hvat víðari hendir í málinum. – Sum er einki avgjørt, um dysturin skal spælast seinni, ella um SÍF stendur sum vinnari. Tað er ein støða, sum kappingar- nevndin má viðgera, og tann viðgerðin verður helst einaferð í komandi viku, sigur hann. v. t. mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 138 104 34 10 2 VB 5 4 - 0 - 1 156 105 51 8 3 Neistin 5 4 - 0 - 1 154 105 49 8 4 Søljan 5 3 - 0 - 2 150 116 34 6 5 VÍF 5 2 - 0 - 3 124 135 -11 4 6 StÍF 5 1 - 1 - 3 119 134 -15 3 7 Kyndil 5 0 - 1 - 4 92 146 -54 1 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 98 186 -88 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 5 4 - 0 - 1 127 128 -1 8 2 Kyndil 4 3 - 0 - 1 120 92 28 6 3 H71 4 3 - 0 - 1 129 111 18 6 4 KÍF 5 2 - 0 - 3 125 144 -19 4 5 Neistin 5 1 - 0 - 4 145 150 -5 2 6 StÍF 5 1 - 0 - 4 136 157 -21 2 Eingin dystur í Miðvági C M Y K 32