týsdagur 9. november 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 214 - 9. november 2004
Nr. 214 - 9. november 2004
35
UTTAN ÚR HEIMI
Skonnart var
illa hildin
Danska sjóferðslustýrið
sigur í einari frágreið-
ing, at vantandi viðlíka-
hald var orsøkin til, at
skonnartin
"Martha"
sakk í Kattegat um nátt-
ina tann 11. juli í ár.
Vanlukkan kravdi tvey
mannalív.
Sjóferðslustýrið sigur
í
frágreiðingini,
at
skonnartin lak, og at tað
var høvuðsorsøkin til
vanlukkuna. Skipið lak í
fleiri støðum, tí tað var
alt ov illa hildið. Men
sambært sjóferðslustýri-
num gjørdi manningin
eisini
fleiri
mistøk,
áðenn skipið sakk.
Felagsskapurin, summ
eigur skonnartina, á-
sannar, at ov lítið varð
gjørt við at halda skipið
við líka.
Vil hava japanar
Fyri fyrstu ferð skal
guvernørurin í Kali-
fornia, Arnold Schwarz-
enegger,
leiða
eina
sendinevnd. Hann skal
standa á odda fyri einum
liði av vinnulívsfólki,
sum skulu til Japan.
Endamálið við ferðini
er at fáa japanar at vísa
Kalifornia størri áhuga.
Nógvir japanar kenna
Schwarzenegger
frá
filmunum, sum hann
hevur spælt, og hesum
ætlar guvernørurin at
fáa meiri burturúr. Sum
skilst ætlar Schwarzen-
egger at brúka seg sjálv-
an í gamla leiklutinum
sum The Terminator í
reklamum, sum skulu
fáa japanar til Kalifor-
nian at ferðast.
Japanskar vinnulívs-
fyritøkur hava gjørt stór-
ar íløgur í Kalifornia,
men guvernørurin held-
ur, at áhugin kundi verið
uppaftur størri, og tí
skulu hann og hini í
ferðalagnum hitta fleiri
japanskar
vinnulívs-
menn og politikarar á
ferðini, skrivar AP.
Skráseta skip
í Bretlandi
Farstad Shipping, sum
er størsta reiðaríið í
norsku frálandavinnuni,
hevur gjørt av at skrá-
seta síni skip í Bretlandi,
skrivar Aftenposten.
Frammanundan hava
fleiri av teimum størstu
norsku
reiðaríunum
tikið síni skip úr norsku
skipaskrásetingini
og
skrásett tey í øðrum
londum.
Leiðslan
í
Farstad Shipping sigur,
at felagið hevur ikki
annað í at velja enn at
skráseta skipini uttan-
lands, tí treytirnar har
eru munandi lagaligari
enn í Noregi.
Fyribils hevur felagið
skrásett fimm skip í
Bretlandi.
Framman
undan eru fleiri skip hjá
reiðarínum skrásett í
Singapore, og leiðslan
hevur avgjørt, at í fram-
tíðini verða allir nýbyg-
ningar skrásettir uttan-
lands.
Farstad Shipping hev-
ur 49 skip, sum eru
knýtt at frálandavinnu
ymsastaðni kring heim-
in. Umleið 12 prosent av
umsetninginum
er
í
Noregi.
Færri íløgur
Í Kina hava myndug-
leikarnir gjørt av at
avmarka tær almennu
íløgurnar til tess at forða
fyri, at ov nógv ferð skal
koma á búskapin.
Í einari røðu leygar-
dagin segði varafíggj-
armálaráðharin, Lou Ji-
wei, at tær almennu
íløgurnar hava verið ov
stórar. Sambært ráðharr-
anum hevur Kina brúkt
meiri enn 60 milliardir
dollarar til samferðslu-
kervið higartil í ár.
Verða íløgurnar hjá al-
mennum feløgum taldar
við, eru almennu íløg-
urnar higartil í ár heili
26 prosent størri enn í
sama tíðarskeiði í fjør,
og tað er alt ov nógv,
segði Lou Jiwai. Hann
fegnaðist um tann góða
búskaparvøksturin
í
Kina tey seinastu árini,
men legði afturat, at
myndugleikarnir eiga at
ansa eftir, at vøksturin
ikki verður ov stórur.
Sambært myndugleik-
unum í Beijing verður
kinesiski útflutningurin
31 prosent størri í ár enn
í fjør, men roknað verð-
ur við, at vøksturin
næsta ár verður beint
oman fyri 20 prosent.
Men tann veksandi út-
flutningurin
ger,
at
innflutningurin veksur
eisini skjótt, og tí er tað
ikki óhugsandi, at hall
verður á handilsjavn-
anum næsta ár, skrivar
tíðindastovan
Bloom-
berg.
Tær stóru almennu
íløgurnar hava eisini
gjørt, at Kina hevur hall
á fíggjarlógini.
Amerikanskir her-
yvirmenn siga, at
bardagin um irakska
býin Falluja kann
gerast tann harðasti,
sum amerikanskir
hermenn hava verið í
síðani bardagan um
vietnamesiska býin
Hue í 1968
Irak
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í 1968 eydnaðist tað ameri-
kanska herinum at taka
býin Hue aftur frá Vietcong
og norðurvietnamesiskum
hermonnum. Men bardagin
var harður og kostaði
nógvum
amerikonskum
hermonnumm lívið.
Gjáramorgunin
lupu
amerikanskir og irakskir
hermenn á irakska býin
Falluja, har mótstøðumenn
hava hildið til seinastu
mánaðarnar.
Umleið
20.000 hermenn eru við í
álopinum, og amerikanar-
arnir halda, at mótstøðu-
menninir eru umleið 5.000
í tali.
ST hevur ávarað USA og
iraksku stjórnina ímóti at
leypa á býin, tí vandi er
fyri, at nógv sivilfólk fara
at lata lív, men sambæt
amerikonsku herleiðsluni
eru tey flestu sivilfólkini
flýdd úr býnum.
Undantaksstøða
Sunnudagin
kunngjørdi
irakski forsætisráðharrin,
Iyad Allawi, at stjórnin
hevði gjørt av at lýsa alt
landið við undantak av tí
kurdiska økinum í undan-
taksstøðu. Hann segði av-
gerðina vera neyðuga, skal
tað eydnast at skipa fyri
vali í landinum í januar
sum ætlað.
Norski
serfrøðingurin
Henrik Thune væntar ikki,
at undantaksstøðan fer at
gera enda á ófriðinum í
Irak. Hann vísir á, at mót-
støðan imóti hersetingar-
valdinum og stjórnini í
Bagdad hevur ongantíð
verið so væl skipað sum nú.
Samstundis er tað greitt, at
mótstøðumenninir
hava
gjørt at gera seg inn á
iraksku myndugleikarnar
heldur enn amerikonsku
hermenninar, sigur hann.
Um
vikuskiftið
lótu
minst 21 irakskir løgreglu-
menn lív, tá mótstøðumenn
lupu á eina løgreglustøð
nærhendis býnum Ramadi,
og í býnum Haqlaniya
doyði ein løgregluovasti av
einari bumbu.Stutt eftir
brast ein bumba uttan fyri
húsini
hjá
fíggjar-
málaráðharranum, og í
Bagdad
doyðu
tveir
amerikanskir hermenn, tá
ein bumba brast har. Nakað
norðan fyri Bagdad fann
løgreglan líkini av tveimum
monnum, sum høvdu ar-
beitt fyri amerikanska her-
in.
– Í fjør bleiv sagt, at
eingin hevði tamarhald á
støðuni í Irak, tí minst 20
álop vóru hvønn einasta
dag: Nú eru álopini umleið
80 um dagin, sigur Henrik
Thune við Dagsavisen.
Hann væntar ikki, at tað ber
til at fáa eina politiska
loysn í Irak, fyrr enn ameri-
kanararnir boða frá, at teir
eru sinnaðir at taka seg úr
landinum.
Maðurin, sum setti
bilin á jarnbreytina
ímillum London og
Plymmouth, gjørdi
onga roynd at sleppa
burtur, tá tokið kom
TOKVANLUKKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Førarin
á
snartokinum
ímillum London og Ply-
mouth hevði ongan møgu-
leika at steðga, tá tokið
sunnukvøldið rendi á ein
bil, sum stóð mitt á jarn-
breytini. Umleið 300 fólk
vóru í tokinum, og sjey
teirra doyðu. Teirra millum
var tokførarin. Umleið 60
onur máttu á sjúkrahús.
Men hví stóð bilurin á
jarnbreytini? Bretska løg-
reglan vildi ikki svara
spurninginum í gjár, men
ein løgreglumaður, sum sá
tilburðin, greiddi fjølmiðl-
unum frá, at maðurin í
bilinum gjørdi onga roynd
at sleppa burtur, tá tokið
kom.
– Eg helt, at bilurin var á
veg yvir um jarnbreytina,
men brádliga steðgaði hann
á sjálvari breytini. So fóru
bummarnir niður, tí at eitt
tok var á veg, men maðurin
varð sitandi í bilinum, og
lítla løtu seinni rendi tokið
á bilin við 160 kilometra
ferð, segði løgreglumað-ur-
in.
Stoyturin var so harður,
at fleiri tokvognar fóru av
jarnbreytini.
Í Bretlandi hava fólk
leingi kravt, at vegirnir við
jarnbreytirnar verða broytt-
ir, so fólk sleppa frá at
koyra tvørtur um tær jarn-
breytirnar, sum tey stóru
snartokini brúka.
Kann vera størsti bardagin
síðani Vietnam-kríggið
Sjálvmorð helst orsøk
til tokvanlukku
Maðurin í hesum bilinum gjørdi onga roynd at sleppa burtur, tá snartokið úr
London kom ímóti honum við 160 kilometra ferð
Mynd: Reuters
VIÐMERKINGAR
Eyðun Mohr Viderø
valevni á lista A
Uttan iva vilja øll síni
heimbygd tað besta, og í
hesum døgum bjóða val-
evni seg fram til komandi
kommunustýrisval.
Á Sandi hava vit á lista A
gjørt eina valskrá/arbeiðs-
ætlan, ið ikki bert er eitt
hugskot, men sum vit veru-
liga ynskja at fremja í
verki!
Við tað, at ein bygd sum
Sandur fíggjarliga er rættu-
liga nær tengd at vinnu-
møguleikunum á staðnum,
so er eyðsæð, at sera um-
ráðandi er, at umstøðurnar
á havnaøkinum eru nøkt-
andi, men her vænta bæði
liðugtgerð
av
sjálvari
nýggju havnini, og ábøtur á
keiøkið uppi á landi, serliga
við flakavirkið. Vinnan
skapar inntøku, og ikki fyrr
tað er í lagi, kunnu vit seta
tiltøk í verk uppi á landi til
frama fyri fólkið á stað-
num!
Tá inntøkumøguleikarnir
eru til staðar, kunnu vit
gera onnur tiltøk til frama
fyri borgararnar. Her verð-
ur, sum støðan er í løtuni,
serliga hugsað um kloak-
viðurskiftini, um skúla-
viðurskiftini hjá smærru
børnunum, og um um-
hvørvið annars, við atlitið
til okkara sermerktu vøkru
náttúru so sum Sandsvatn
v.m.
Síðani koma umstøður-
nar til trivna hjá okkara
uppvaksandi ættarliði, og tí
verður neyðugt at útbyggja
Sandoyar Meginskúla við
eini ítróttarhøll.
Men ein fyritreyt fyri øll-
um
ynskjunum
er,
at
kommunustýrið førir ein
neyvan og skinsaman fíggj-
arpolitikk, og tað er aðal-
mál okkara á lista A.
Fyri at náa hesum biðja
vit um tykkara stuðul á
valdegnum 9. nov.!
Heðin Zachariasen
valevni
Eg bjóði meg fram at
skipa og reka nýggju
Sunda Kommunu og vil
virka fyri:
• at
peningurin
hjá
borgararunum verður
væl umsitin
• at okkara kommuna
altíð verður rikin væl
fíggjarliga
• at okkara útbyggingar
verða raðfestar inn í
framtíðina
• at skapa bestu karmar
fyri vinnuna í komm-
ununi
• at grundstykkir verða
tøk í øllum bygdunum
í kommununi
• at ansingarpláss altíð
eru til tey smáu
• at børnini fáa bestu
skúlaumstøður
• at børn við breki fáa ta
hjálp, ið er neyðug
• at skapa bestu karmar
fyri ungdómin
• at umstøðurnar hjá
teimum gomlu altíð
verða tær bestu
• at alternativir íbúðar-
møguleikar finnast í
kommununi
Latið okkum í felag út-
byggja og menna okkara
kommunu.
Vit
hava
nærum óteljandi møgu-
leikar, og tað er sera
umráðandi at vit byrja
rætt.
Góði veljari! Eg vil
vísa ábyrgd og álit!
Far tí á val og set X
við Heðin Zachariasen á
lista C.
Gott val!
Bjarti Mohr
býráðslimur,
Fólkaflokkurin
Góði borgari í Tórs-
havnar Kommunu.
Tað er ógvuliga um-
ráðandi at tú fer á val í
dag og verður við til at
velja komandi Býráð í
Føroya stórstu komm-
unu. Tað er nevnliga
soleiðis at bert vit her í
kommununi
kunnu
skapa okkara egna lívs-
grundarlag. Eingin ann-
ar kemur og ger tað fyri
okkum. Vit hava eitt gott
og sterkt vinnulív sum
skapar
arbeiðspláss
hvønn einasta dag. Vit
hava ein góðan almenn-
an sektor sum eisini
skapar arbeiðspláss til
fleiri fólk bæði innanfyri
og uttanfyri kommun-
una. Vit hava góðar
sosialar karmar fyri tey
sum hava hjálp fyri
neyðini. Ikki alt er loyst
enn á hesum øki. Men
við felagsarbeiði og
áræði vil Tórshavnar
Kommuna megna at
loysa flestar av hesum
uppgávum.
Hugsa um at 40% av
Føroya fólki býr í Tórs-
havnar
Kommunu.
Hugsa
um
hvørjar
møguleikar hetta gevur
fyri virksemi, lívsinni-
haldi og møguleikum
fyri teg og børn tíni.
Lat
Tórshavnar
Kommunu vera mið-
depilin og kraftsentrið í
Føroyum.
Seti X við lista A -
Fólkaflokkin
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Tað eru mangir føroyingar
sum eru ikki sørt ørkyml-
aðir av øllum hesum nýggja
sum floymir inn yvir land
okkara, bæði tá talan er um
nýggja tøkni og um broyt-
ingar í okkara nærum-
hvørvi, sum við breiðbandi
og elektroniskum pen-inga-
flytingum eru vorðin ein
stórur partur av heiminum.
Ein av nýggju avbjóðing-
unum er Evropa. Tað er upp
til okkum sjálvi hvussu vit
velja at síggja hesar av-
bjóðingar, og vit kunnu ikki
venda teimum bakið. Fyri
at skapa framhaldandi bú-
skaparvøkstur og vælferð,
so
metir
Sambands-
flokkurin at vit skulu síggja
hetta rákið sum eina spenn-
andi avbjóðing, sum, um
vit brúka hana rætt, verður
grundarsteinurin
undir
einum framtíðar vælferðar-
samfelagi.
Higartil hava føroyingar
sett seg sjálvar uttanfyri
Evropa, við tí úrsliti, at vit
eru í ferð við at avreiða øll
arbeiðspláss í fiskivinnuni
til ES. Um vit bara tosa um
hvørjar
hóttanir
tann
nýggja tíðin ber við sær, so
koma vit framhaldandi at
standa eftir sum eitt fjar-
skotið tilafturskomið land.
Vit mugu ongantíð ov
skjótt brynja okkum út til
eina globala kapping í
vinnulívinum, sum ongan-
tíð fyrr hevur verði. Tað er
ábyrgdin hjá teimum sum
siga nei til samstarv, eisini
at vísa á gongdar leiðir,
hvussu vit kunnu skipa
okkara samfelag uttanfyri
Evropa.
Sambandsflokkurin metir
at tann besti vegurin til
framburð er at stimbra alla
frælsa kapping í vinnu-
lívinum, og at sleppa av við
øll monopolir og duopolir
sum tíanverri hótta kost-
naðarstøði í øllum heimsins
samfeløgum í dag.
Samstarv
er
vegurin
fram.
Kommunustýrisvalið á Sandi
VAL04
Globaliseringin ein spennandi avbjóðing
fyri Sambandsflokkin
VAL04
Jónas Johnsson
Valevni Sjálvstýrisfloksins
Vit skulu stuðla teimum, ið
vilja vera um síni, tá støðan
krevur tað. Góð heimarøkt
er alneyðug. Men bert at
fáa tann liggjandi upp at
sita, eta, og so er liðugt, er
alt ov lítið fyri fleiri. Tey
stirvna óneyðugt. Og
rørsluliga órøktin verður
ein ónd rás, sum so aftur
niðurpínir og krevur meira
seinni! Hetta skal ikki
lastast heilsuhjálparunum,
sum gera eitt megnar
arbeiði, men teirra tíð
verður avsett við minuttum.
Mítt hjartamál er, at
fyribyrgjandi-, røktandi- og
afturvinnandi førleikahjálp
verður verksett til tey
óhjálpnu
heima.
Hesi
ringast forsømdu, ið ikki
klára nakað sjálv. Stovnur
til uppvenjingar uttanfyri
sjúkrahús, til tey frægari
stillaðu, ynskist sjálvandi
eisini. Hann eigur komm-
una okkara at gera skjótast.
Tað skal verða eitt tilboð
til øll, alt eftir teirra før-
leika, og áðrenn støðan
versnar so nógv, at ikki
vendist aftur. At hetta
treingir til í ólukkumát, tað
kenni eg til frá mínum
arbeiði. Fysioterapeutisk-
og onnur uppvenjing í
heimunum er sera illa stødd
sammett við grannatjóðir-
nar.
Hesum vil eg sjálvandi
arbeiða fyri við lív og sál,
men ávirkanin er lítil og
ongin uttan fyri býráðið.
Eru tað ikki onnur, ið eisini
vilja styðja hesum? Sigið
tað so við atkvøðuni tann
9.!
Ætlanin er at leggja
eldraøkið út. Men tað er
áðrenn eldraøkið er lagt út,
at vit skulu tryggja, at
broytingin gevur batar. Tey
eldru fylla mest millum tey
forsømdu. Landsstýrið skal
áhaldandi minnast á at
lógartryggja, at ongin frá tí
minstu
kommununi
til
Tórshavnar
Kommunu,
verður við sviðið soð.
Men bert at vóna, at alt
skal verða betur, er ikki
nokk. Tað er óvanliga góð-
trúgvin persónur, sum velur
sama persón og flokk aftur,
sum í býráði próvfast ikki
megnaði nakað fyri hettar
nógv forsømda øki.
Vel tú heldur títt umboð
úr
Sjálvstýrisflokkinum.
Vit vilja í verki hjálpa okk-
ara forsømdu. Og síðani er
tað so nógv annað gott,
sum vit eisini vilja, men tað
er ongin orsøk at yvirbjóða.
Gott val øll somul og
setið tí krossin við D
Tey forsømdu
VAL04
Nýggj kommuna -
nýggir møguleikar
VAL04
Far á val í dag
VAL04
C
M
Y
K
35
34